Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-01-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. januar 1982síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SK Oh SOSIALURIN Síða 3 Fakfeløgini í Før- oyum, Grønlandi og Íslandi skulu samráðast um lima-avtalur Tað fakliga samstarvið millum Grønland, Is- land og Feroyar fer nú í gongd av álvara. Formaðurin í gren- lendska arbeiðarafel- agnum, SIK, Jens Ly- berth, hevur nýliga boðað formanninum i íslendska landsfelags- skapinum og einum umboði fyri feroysku fakfeløgini til ein til- rættaleggingarfund, sum skal haldast mið- skeiðis í februar. Fundurin skal viðgera spurningin um flyting av fakligum limaskapi, tá arbeitt verður í einum eðrum landi enn sínum egna, og eisini skal fundurin royna at fáa markna- avtalur í lag millum fakrerslurnar í teimum trimum londunum. Avtalurnar um flyt- ing av limaskapi skulu tryggja, at føroyingar, sum arbeida å Norda- far, á skipi ella ødårum arbeiðsplássum í Gren- landi eru umboðaðir í SIK. Hinvegin skulu grenlendingar, sum starvast í Feroyum, vera limir í fakfeløgum her. — Við slíkum avtal- um slepst undan skriving millum limir- nar og felegini í heim- landinum, sigur Jens Lyberth við Gren- landsposten. Men slíkar avtalur skulu eisini fáast í lag við Ísland. Tó sigur Jens Lyberth, at tað lutfalsliga arbeiða fáir íslendingar i Gren- landi. Men hann roknar kortini við, at tað verður neyðugt við eini avtalu, tí miðjað verður í móti sterri vinnuligum samstarvi millum Ísland og Gren- land. Marknaavtalurnar, sum samráðast skal um, skulu tryggja, at tað er greitt, nær eitt arbeiði er rakt av verk- falli ella blokadu. Annars sigur formað- urin í SIK, at hann vónar, at tær norður- lendsku avtalurnar kunnu gerast fyrimynd fyri avtalur við donsku fakrersluna. Hóast ára- langt samstarv millum Grenland og Danmark á hesum eki, hava feløgini ikki gjørt veru- ligar avtalur. Busskoyringin nidan i Hoyvik: Limirnir í FK misnøgdir og mótmæltu broyting Tekniska nevndin hevur enn ikki vidgjørt mótmælið, men Jákup Sune Jacobsen, formaður í nevndini, sigur, at hon fer at taka stóðu til mótmælið í næstum Tekniska nevndin hjá Tórshavnar kommunu hevur enn ikki tikið enda- liga steðu til mótmælið, sum aðalfundurin í Feroya Keypssamteku í Havn gjørdi móti busskoyring- ini niðan í Hoyvík. Tað var í september seinasta heyst, at buss- leiðis niðan í Hoyvík varð broytt, soleiðis at buss- urin ikki koyrir framvið Keypssamtøkuni á túr- inum niðan. Bussurin fer nú niðan eftir Mannbrekku, koyrir út á eystara endan á vegn- um Langa, har hann so steðgar í sjey minuttir, áðrenn hann koyrir hinvegin, framvið Keyps- samtekuni og niðan á Hvítanes. Bíða í 7 minuttir Aðalfundurin í FK tók ein- mælt undir við uppskoti frá limi um at mótmæla broytingini. Í samtyktini varð ásannað, at buss- leiðin var versnað. Og aðalfundin kravdi, at busssambandið varð betrað. — Limirnir hjá okkum eru misnegdir, tí teir kunnu koma at bíða ein triðing (um sjey min.) og meira av tíðini, tað tekur at koyra niðan til Hoyvík- ar, sigur formaðurin í limanevndini i Havn, Niclas Jespersen, fyrrver- andi politistur. Hann vísir á at upprunaliga ferðaætlanin var góð, men at broytingin bert er til tað verra fyri FK-limirnar. Rakar tey sum ikki hava bil — Hetta er spell, ti tad rakar teir limirnar i FK, sum ikki hava bil. Og teir eru ikki fåir. Eisini rakar broytingin tey eldru, sum hava hug at koma ein tur niðan úr bynum, sigur Niclas Jespersen. Hann leggur dent á, at tað er ynskiligt at sleppa úr við handilin beinan- vegin, tá komið er niðan, meðan fólk hava minni ímóti at bíða, tá tey skulu omanaftur. Formaðurin í teknisku nevndini, Jákup Sune Jacobsen, sigur, at nevn- din hevði málið fyri á fundi um mánaðarskiftið november-desember. Tók onga støðu Nevndin tók tó onga stødu á tí fundinum. Men Jákup Sune Jacobsen sigur, at málið verður tikið upp aftur í næstum. Sjálvur metir hann, at okkurt kann gerast fyri at beta um sambandið aftur. Formaðurin í lima- nevndini, Niclas Jesper- sen, heldur avgjert, at tað ber til at broyta bussleið- ina, soleiðis at limirnir í FK fáa sterri gagn av henni. Kundi steðga á Hvítanesi Hann sigur, at bussleiðin kundi ligið soleiðis, at Bussurin fyrst koyrdi yvir til eystara endan á vegn- um Langa, vent har, koyrt framvið FK og hinum han- dilsvirkjunum og so niðan á Hvítanes. Um avlopstíð var, kundi hann bíða har. sum eisini hevði verið eitt meira naturligt vendi- pláss. — Tey, sum skuldu úr FK og oman í býin, kundu so farið við tá. Bara fólk sleppa frá at bíða, tá tey skulu niðan, er alt í lagi, sigur Niclas Jespersen. Fundur í føroysku LA húsunum Friggjakveldið kl. 19,30 verður fundur í Feroysku húsunum i Keypmannahavn, har tosað verður um aktuel feroysk viður- skifti. Feroysku fólkatingsmenninir, Jákup Lindenskov og Jóhannes M. Olsen luttaka. Figgjarnevnd Tórshavnar býráðs: Ætlar at skoyta treytir upp í skeyti sum eru undirskrivað Men býráðsfundurin hósdagin heitti á býráðið um at taka upp samráðingar við Eigara- felagið í útstykkingini í Havnardali um eitt ískoyti til skeytini. Ískoytið snýr seg um eina fjarhitaskipan Skal Tórshavnar býráð kunna áleggja persónum, sum hava keypt grund- stykki frá kommununi og hava undirskrivad eitt fyribilsskeyti, treytir og skyldur, ið teir ikki vóru vitandi um, tá teir settu navnið á skeytið. Henda spurningin skuldi Tórshavnar býráð taka steðu til á býráðs- fundinum seinasta hós- dag. Spurningurin tók seg upp í samband við eina meguliga fjarhitaskipan og eykakostnað í hesum viðfangi í útstykking- unum undir Brúnni og á Norðastahorni. Men býráðið tók ikki steðu til spurningin. Eftir drúgt orðaskifti tók býr- áðið undir við einum uppskotið frá Essa Arge, um at býráðið tekur upp samráðingar við eigarafel- agið í Havnardali um spurningin. Hvørki byråd ella landsstýrið vælviljað Undir umreðuni varð upp- lýst, at eigarafelagið í út- stykkingini hevur arbeitt við tonkunum um eina fjarhitaskipan — eisini við meguligum alternativum orkukeldum — fyri alla út- stykkingina í Havnardali. Fyrireikingar til eina slíka skipan eru eisini við í byggibúningararbeiðnum. Felagið hevur eisini vent sær til landsstýrið og biðið um stuðul. Men svarið frá landsstýrinum gekk ikki umbønini á meti. Sosialinum er upplýst, at orsekin til at svarið frá landsstýrinum var nega- tivt, var kon, at býráðið sjálvt ikki hevur verið vælviljað! Í byggibúningarætlan- ini er ein grev til fjarhita- skipanina. Hendan er eisini við í tilboðnum. Men spurningurin hevur nú tikið seg upp, hver skal bera kostnaðin á henni, tá landsstýrið ikki hevur sagt seg vilja stuðla til- takinum. Í viðgerðini á býráðs- fundinum varð upplýst, at kostnaðurin fyri grevina var 205.000 kr. Ískoyti til skeytið eina postumbering ov seint Beinleiðis atvoldin til orðaskiftið um spurningin á býráðsfundinum var eitt uppskot frá figgjarnevnd- ini. Hon hevur skotið upp, at í samband við útstykk- ingarnar undir Brúnni og undir Norðastahorni skal eitt ískoyti koma upp í skeytið, t.d. soleiðis at álagt verður keyparum, at „um Tórshavnar komm- una skuldi fyriskipa fjar- hitaskipan, ið umfatar hesa útstykking, skal eig- arin luttaka í hesari fjar- hitaskipan«. Essa Arge visti å, at kommunan í samband við hesa orðingina var farin uttan um eigarafelagið. Hann segði, at tað var gott, at tiltek vórðu gjørd fyri at beta um orkuspurn- ingin, men segði, at fyri- bilsskeytið var skrivað og kommunan kom tí eina postumbering ov seint. Hugsanarsamur Leivur Johannesen segði seg eisini vera hugsanar- saman, um kommunan kom við í eini slikari skipan. Leivur segði, at hann hevði einki ímóti, at gjert var felags hitaverk, men hann helt, at í hesum sam- bandi var formurin ov leysur. Poul Michelsen upplýsti, at í framtíðini skuldu øll skeyti hava hesar somu treytir, og ætlanin var, at býráðið skuldi fáa heimild til at kunna áleggja øllum at vera við í slíkum skipanum. Hann segði; at hetta var vanligt aðra- staðni. Zakarias Wang vísti á, at varð nevnda ískoytið sett upp í skeytið her, kundi kommunan líka so gott áleggja øllum borgarunum í bynum tað sama. Kostnaðurin á hitaverk- inum í útstykkingini í Havnardali er mettur til 3,8 mill. kr