Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-01-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. januar 1982síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Kommunuskatturin kemur ikki á skattalistan ! Har ein skriðan er lopin er onnur væntandi — segði Vilhelm Johannesen undir 1. viðgerð av skattauppskotinum hjá landsstýr- inum, og sipaði til, at landsstýrið aftur ætlar at loyva koyrifrádrátti. Vilhelm Johanne- sen vísti á, at varð koyrifrádráttur loyvdur, kom eisini krav um at fáa aðrar frådråttir aftur í skattalógina. So er einki vunnið á stig fram ímóti eini einfaldari kelduskatta- skipan. Annars vísti Vilhelm Johannesen á, at einki var um binding av spardum skattapen- ingi. Heldur einki var um, at loyvi skuldi verða givið at draga goldnan skatt frá, og einki var um hægri barnafrádrátt. Tað hava annars teir flokkar, sum nú sita í lands- stýrinum skotið upp ella boða frá áður Tá landsstýrismaðurin Torbjern Poulsen á einum av teimum seinastu fund- unum, áðrenn legtingið fór heim í jólafrí. fekk orðið til framlegu av tí log- tingsmáli, sum er til 1. við- gerð í dag, nevniliga log- tingsmáli nr. 64/1981: Broyting í legtingslóg um landsskatt og kommunu- skatt, sat eg her í salinum og lýddi á, men áðrenn tingskrivarin var liðugur við at býta málið út og áðrenn landsstýrismað- urin rættuliga var komin í gongd við at lesa, sat eg og gitti fyri mær sjálvum, hvat hetta lógaruppskotið nú mundi fara at inni- halda Roknaði við binding av avskrivaðum peningi Ég gitti at tað í fyrsta lagi fór at innihalda nakrar reglur um binding av av- skrivaðum peningi, at tað í eðrum lagi fór at inni- halda ein hægri barnafrá- drátt í landsskattinum og at tað í triðja lagi fór at innihalda eina lækking í landsskattinum hjá teimum lægru inntekun- um. At hesar tríggjar broyt- ingarnar fóru at vera við, var eg als ikki í iva um, men síðani var eg eitt sindur í iva um, annað- hvert uppskotið eisini for at innihalda nakrar reglur um kapitalvinningsskatt í sambandi við selu av skip- um og byggningum til vinnuligt endamál. Og tað, at eg sat her og gitti júst so, var ikki av berari tilvild, men hevði hetta fleiri og góðar grundir, sum eg í stuttum eisini fari at nevna. Sjálvstýrisflokkurin kom við uppskot tá — men nú? Tann 8. september 1980 ella tveir mánaðar áðrenn seinasta legtingsval, kom eitt uppskot til samtyktar her á ting, ið hevði til endamáls at áleggja lands- stýrinum at koma við upp- skoti til binding av av- skrivaðum peningi. Uppskotið til samtyktar varð framlagt av sjálv- stýrisflokkinum — og tá nú sjalvstýrismaðurin, Torbjern Poulsen, um tað mundið tá legtingsmál nr. 64 varð framlagt, hevði reiðrast úti í Tinganesi í nærum eitt heilt ár sum landsstýrismaður i figgjarmålum og harvið eisini i skattamålum, so kundi eg ikki vænta annað, enn at hetta upskoti fór at hava nakrar reglur um binding av av- skrivaðum peningi sum hevuðsinnihald. Men so varð ikki. Heldur ikki hægri barnafrádráttur? Tá vit í september í fjør hevdu inntekulógarupp- skot landsstýrisins til umreðu her á tingi, vístu vit í javnaðarflokkinum m.a. á tann skeivleika, at landsstýrið ikki sam- stundis gav barnaríkum familjum og lág- inntekunum eina rímuliga kompensatión fyri ta nógv ektu tollbyrðuna, sum inntekulógir landsstýri- sins ferdu við sær. Tá vóru samgongumenn skjótir upp á reðarapallin við lyfti um, at landsstýr- ið seinni skuldi koma við uppskoti til broyting í skattalógini, sum m.a. skuldi innihalda ein hægri barnafrádrátt i lands- skattinum og ein lækking í landsskattinum hjá teimum lægru inntekun- um og tí kundi eg yvir- hevur ikki vera í iva um, at hesi bæði lyftini vóru við í uppskotinum, men so var ikki. Eingin skattafrá- dráttur Heldur ikki er nakað í upp- skotinum um, at goldin skattur aftur kann drag- ast frá. Tá undanfarna landsstýrið legði fram uppskot um broytingar í skattalógini í 1978 segði Agnar Nielsen, úr sam- bandsflokkinum, í álitin- um til málið, at einasta trygd, skattgjaldarin hevur havt ímóti óav- markaðari hækking í skatti, er, at hann kann draga goldnan skatt frá. Hetta er heldur ikki við í uppskotinum. Sambandsflokkurin hev- ði tí uppskot til samtykt- ar, at málið verður sent landsstýrinum, og legtingið áleggur lands- stýrinum at gera eitt nýtt uppskot til skattalog, sum inniheldur reglur um: 1: At skattafrádráttarreglan framvegis er galdandi og 2: At serskatting fer fram av ellum hjúnum. Eingin kommunu- skattur á skatta- listanum Í tveimum førum umfatar hetta uppskoti smærri tekniskar broytingar, har lógin verður lagað eftir galdandi praksis hjá okk- ara skattamyndugleikum. Í galdandi skattalóg verður ásett, at tann álík- naði kommunuskatturin skal standa útroknaður á skattalistanum, = meðan tað nú verður skotið upp at broyta hesa áseting, so- leiðis at tann álíknaði kommunuskatturin ikki skal standa á skattalist- anum. Grundgevingin fyri broytingini er tann, at tá álíknaði kommunuskatt- urin stendur á listanum, so ber til hjá fólki at rokna út, hvussu stóra låniskuld teir einsteku skattgjald- arnir hava. Tey seinastu árini hava skattamyndugleikarnir av somu orsek nýtt ta praksis, ikki at seta tann endaliga álíknaða komm- unuskattin á listan. Broytingin hevur sostatt til endamáls at laga lógina eftir galdandi praksis. Her verður eisini skotið upp, at seta eina almenna kredittreglu inn í skatta- lógina, soleiðis at persón- ar, sum hava skattskyldu í Feroyum, men hava goldið skatt uttanlanas av innteku har, kunnu fáa hendan skatt mótrokn- aðan skattinum í Før- oyum. Hendan mannagongd verður sum er praktiserað av skattamyndugleik- unum og hevur hendan broytingin sostatt eisini til endamáls at laga lóg- gávuna eftir verandi prak- sis. Føroyingar i Gren- landi Sidani er talan um nakrar aðrar smærri og meira ella minni tekniskar broyt- ingar. Skotið verður m.a. upp, at broyta reglurnar viðvíkjandi skatting av føroyingum, sum arbeiða og búgva í Grenlandi. Í teimum førum har maður er fluttur til Gren- lands við húski, hevur tað higartil verið so, at skatt- skyldan í Feroyum er fall- in burtur, tá hann hevur verið í Grenlandi í tvey ár. Er húskið so flutt aftur til Feroyar eftir at tey tvey árini eru liðin, meðan maðurin framvegis hevur arbeitt í Grenlandi, er bert konan komin undir skatt- skyldu í Feroyum og ikki maðurin. Nú verður skotið upp, at í teimum forum har húskið flytir heimaftur eftir at tvey ár eru liðin, skal maðurin eisini koma undir skattskyldu í Feroyum. Hetta er ein sjálvsegd og náttúrlig broyting, tá hugsað verður um, at tað er tað samfelagið, ið húsk- ið hevur tilhald í, sum ber útreiðslurnar til heilsu- røkt, undirvising o.s.fr. Skattgjalding i tveimum kommun- um Higartil hevur likningar- rådid givid landsstyrinum tilmæli, tå skattur hjå åvisum persóni skal býtast millum tvær ella fleiri kommunur, meðan avgerðarrætturin í hesum málum hevur ligið hjá landsstýrinum. Sambært uppskotinum skal avgerðarrætturin nú eisini liggja hjá líkningar- ráðnum. Men vit ivast i, um tað er rætt at geva Líkningarráðnum sein- SOSIALURIN asta orðið. Møguliga kann Landsstýrið ella lands- skattanevndin virka sum kærustovnur. Í løtuni er tað so, at per- sónur, sum hevur atvinnu í aðrari kommunu, ikki kann draga rentuútreiðs- lur frá í atvinnukommun- uni. Her verður skotið upp, at hann eftir ávísum reg- lum eisini fær loyvi at draga rentur frá í atvinnu- kommununi, tá talan er um rentur, sum hann av ávísari orsek ikki fær drig- ið frá i heimakommununi. Skyldu at uppgeva samsýningar Her verður eisini skotið upp. at broyta gr. 71 so, at ongin ivi skal verða um, at oll, sum hava útgoldið ella góðskrivað lenir, samsýn- ingar og tílíkt, uttan mun til um útgjaldarin er skattskyldugur ella ikki, hava skyldu til at geva skattamyndugleikunum upplýsingar um hetta. Endamálið við hesi broytingini er at geva skattamyndugleikunum størri meguleika fyri at hava eitt gott og effektivt eftirlit við ellum teimum, sum fáa len, samsýningar og tílíkt. Og hetta er sjál- vandi í lagi. Í hesum sambandi fær ein kortini hug at spyrja, hvussu tað er vorðið við hinum ella teimum, sum ikki fáa løn, samsýningar og tílíkt, men fáa sína úrteku við egnum virkið. Fremja vit yvirhevur nekur tiltøk, ið geva skattamyndugleikunum størri meguleika fyri, at hava eitt gott og effektivt eftirlit við hesum part- inum av skattgjald- arunum? I hesum uppskotinum er í hvussu so er onki, sum bendir á, at so skal verða. I eðrum londum, t.d. í Noreg, er tað ein treyt fyri at fáa rentufrádrátt góð- tiknan, at persónur, ið tekur lán til húsabygging, uppíbygging, umbygging ella annað, letur skatta- valdinum eitt fullfiggjad yvirlit yvir hvar pening- urin er farin. Hetta gevur skattamyndugleikunum eitt ávíst eftirlit við teim- um, sum reka egið virkið, tað veri seg selu- ella entreprenervirkið, og er hetta ein regla, sum vit eisini eiga at umhugsa her heima hjá okkum. Koyrifrádrátturin og kelduskatta- skipan Hevuðsinnihaldið í hesum uppskotinum er, at frá- drátturin fyri fluttning millum bústað og arbeiðs- pláss, (tå fjarstødan er 7 km. ella meira), aftur verður loyvdur og at tað somuleiðis aftur verður loyvt at draga frá fyri dupult húsarhald. Saman við flestu eðrum frádráttum fullu hesir frá- dráttir burtur við skatta- lógarbroytingini í 1978. Hinvegin fingu allir len- takarar tá ein fastan len- takarafrádrátt, ið stórt sæð varð mettur at geva ellum lentakarum eins stóran frádrátt, sum allir teir nógvu og ymisku frá- dráttirnir frammanundan góvu tilsamans. Vit eiga at gera okkum greitt, at tað er heilt ógjerligt at fáa .eina skattalóg, sum er rættvís uppá millimetur. Hetta letur seg yvirhevur ikki gera. Motivið aftan fyri skattalógarbroytingina í 1978 var, at gera sjálv- uppgávuna og skattaálík- ningina einfaldari við tí fyri eygað, at vit seinni skuldu hava eina keldu- skattaskipan, ið varð lett at liva undir hjá tí vanliga skattgjaldaranum, og sum varð lett, einfeld og ódýr at umsita. Mett varð, at tá keldu- skattaskipanin fór at virka, vildi umleggingin í 1978 spara bæði arbeði, við tað at reguleringarnar við endan av skattaárin- um fóru at verða munandi færri. Hetta vildi eisini givið skattamyndugleik- unum stóran meguleika fyri at arbeitt við skatta- uppgávu hjá teimum, sum hava egið virki. Eg haldi meg hava var- hugan av, at síðani 1978 hava hesi viðurskifti laga seg so, at tað eru fleiri og fleiri domir um, at arbeiðs- gevarar sjálvir rinda flutt- ning og uppihald fyri tað arbeiðsfólk, sum teir hava í arbeiði. Virkir og arbeiðs- gevarar hava jú bókhalds- skyldu og skulu lata skattamyndugleikunum rakstrarroknskap og har Framhald á síðu 15 DO -