leygardagur 23. januar 1982síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Er
sø
a —
TRUST
vere See
LEE
vr
SOSIALURIN
Jógvan Sundstein
Síða 3
Við ringum tannabiti gingu
vit við til broytingarnar
Vilhelm Johannesen saknaði nakað í uppskotinum, sum avmarkaði binding av av-
skrivaðum skatti og mælti til avmarkingar í frádráttum fyri virkisbilar, sum verða
brúktir privat. Hilmar Kass upplýsti, at landsstýrið arbeiðir álvarsamt við uppskoti um
hetta
— Einasti frádráttur, sum
er rímuligur, er frádrátt-
urin upp á 6000 kr. hjá
teimum, sum hava av-
lamisbil. Restin av frá-
dráttunum eru órímuligir í
mun til heildina.
Jógvan Sundstein segði
kortini, at fólkaflokkurin
fór at atkveða soleiðis, at
koyrifrádráttur varð
loyvdur av nýggjum.
— Men tað er við ring-
um tannabiti, at vit eru
gingnir við til broytingar-
nar, segði Jógvan Sund-
stein.
Hann vísti á, at frá-
dráttarmeguleikarnir vóru
tiknir úr skattalógini fyri
at gera tað einfaldari at
fara yvir til eina keldu-
skattaskipan.
Somuleiðis metti for-
maður fólkafloksins, at
avtekan av frádráttum
hevði gjørt tað nógv lætt-
ari hjá fólki at fylla sjálv-
uppgávuna út.
Krøv um aðrar
frádráttir
Av teimum ymisku broyt-
ingunum, landsstýrið
mælir til, varð
koyrifrádrátturin
fram.
Vilhelm Johannesen
metti, at setti legtingið
koyrifrádráttin aftur í
skattalógina, komu krev
um aðrar frádráttir. Hann
nevndi m.a. fiskimanna-
frádráttin, frádráttin fyri
amboð og frádrátt fyri
skitið arbeiði.
Vilhelm Johannesen
segði, at var tingið sinnað
at loyva frádráttum aftur,
so mælti javnaðarflokk-
urin til at taka fleiri við.
serliga
tikin
Frádráttur fyri
virkisbilar
Framsegumaður javn-
aðarfloksins segði, at
flokkurin var hinvegin
sinnaður fyri at avmarka
meguleikarnar hjá vinnu-
rekandi, sum ofta keypa
bilar til virkið, men sum
brúka teir privat bæði ger-
andis- og halgidagar:
— Talan er ofta um bil-
ar, ið eru óneyðuga dýrir
og fínir til tað vinnuliga
endamálið, og sum verða
fult avskrivaðir í mun til
keypsprísin.
Her kundu vit hugsa
okkum eina avmarking,
t.d. soleiðis, at hesir bilar
verða avskrivaðir við 20
pst. av saldovirðinum. Tó
í mesta lagi av 80.000 kr.,
segði Vilhelm Johannesen,
sum annars saknaði nakað
um binding av spardum
skattapeningi, sum sjálvs-
stýrisflokkurin hevur
skotið upp áður.
Eingin skattur av
fólkapensión
Formaðurin i skatta-
nevndini, sum annars fyri
tað mesta greiddi frá upp-
skotinum sjálvum og við-
merkingunum, mælti til,
at fólkapensiónin kom
undir eina kelduskatta-
skipan, soleiðis at skattur
verður drigin frá, áðrenn
pensiónin verður útgoldin.
— So vita fólkapensió-
nistarnir, hvat teir fáa. Og
hava teir eina eyka inn-
teku, skuldi hon verið
skattað fyri seg, og ikki
legd oman á pensiónina,
segði Eli Nolsee.
Hilmar Kass helt, at tað
var skeivt, at flutningsfrá-
drátturin varð tikin frá
vanligum tímalentum
fólki á sinni, meðan leg-
tingsmenn sjålvir høvdu
varðveitt hendan rættin.
Hetta kundi hann ikki
góðtaka.
Annars upplýsti Hilmar
Kass at landsstýrið ar-
beiddi álvarsliga við upp-
skoti um at afturhalda av-
skrivaðum skatti eins og
frádráttum fyri bilar hjá
virkjum, sum blivu
brúktir privat.
Fólk hugsað ødrvisi
Karin Kjelbro helt, at av-
tekan av koyrifrádrátt-
inum hevði fingið fólk at
hugsa eðrvísi.
Hon segði, at nú koyra
ofta fleiri fólk millum
bygdir í sama bili til ar-
beiðis, meðan tey áður
koyrdu í hver sínum. Har-
afturat hevði avtekan av
frádráttinum eftir henn-
ara meting skapt sterri
ferðslutrygd og spart um
bensinið.
Málið varð beint í
skattanevndina til við-
gerðar.
Kent fak-
felag fyllir
seksti ár
Næsta fríggjadag
29.1.82 fyllir eitt kent
fakfelag 60 ár. Tað er
fakfelagið hjá fiskagent-
unum á Tveroyri við tí
sermerkta navninum
Fiskepigernes Fagfore-
ning, sum fer um hendan
hega aldurin.
Fiskepigernes Fag-
forening varð stovnað í
eini tíð, tá arbeiðsviður-
skiftini vóru smálig og
tímalenin var lítil. Ikki
bert mannfólkalenin,
men serliga kvinnulenin,
sum bert var ein lítlan
part av mannfólkalenini.
Fiskepigernes Fagfore-
ning eigur tí sín lut í
rættvísisstríðnum hjá
konufólkunum at fáa
likaløn.
Í samband við fød-
ingardagin skipar fel-
agið fyri veitslu 6.
februar.
Formaður í Fiske-
pigernes fagforening er
Asla Jespersen.
Pensionistar eisini pantaðir eftir
útvarpsgjaldi
Nú um dagarnar hava per-
sónar, sum ikki hava gold-
ið útvarpsgjald fingið boð
um, at teir verða pantaðir,
um teir ikki gjalda áðrenn
ein ávísan dag. Millum
teirra eru eisini pensio-
nistar, sum framman-
undan hava ringt við at
fáa endarnar at rekka
saman.
Finnur Lómstein, fyri-
sitingarleiðari í Útvarpi
Feroya, sigur, at bert
blind kunnu sekja um at
sleppa undan útvarps-
gjaldi. — Tað hendir seg,
at ymiskir pensionistar
biðja um at sleppa undan,
men útvarpið kann einki
gera við tað. Tað má
fylgja lógini.
Ein fólkapensionistur
sigur við Sosialin, at tað
var einaferð upp á tal at
lata pensionistar sleppa
bíligari ella heilt sleppa
undan gjaldinum, men
enn er einki hent í hesum
máli.
Hann vónar, at politikk-
arar taka hetta málið upp,
tí sum hann sigur, so
kundi tað almenna sloppið
pensionistunum at lurta
PANTING
0; 98!
Udp. nr
A verður fútarætturin við
1980
Idet foranstående restance autoriseres
til udpantning på rekvirentens ansvar for
fordringens rigtighed, tilsiges De herved
til at give møde på sorenskriver -(dommer-)
kontoret i Tórshavn
tors dag, den +
såfremt restancen
indbetalt hertil.
t
ko 199) kl. (15
kr. ikki forinden er
Udeblivelse uden oplyst lovligt forfald
kan medføre fremstilling ved politiets for-
anstaltning.
På
Færøernes fogedret /=/'.19 <A
eftir utvarpinum uttan at
skulla gjalda fyri tad.
Oljan hevur ført nógvar
pensionistar, sum oftast
sita i eldri og óbjálvaðum
A. Johannesen
ktfm.
húsum, út í óferi. Landið
kundi tí spart teir fyri
hendan postin, sum ikki er
lítil í húsarhaldinum hjá
einum pensionistpari.
Tey sum hava
fingið fátækra-
studning skulu
fáa valrætt
Tingið er sinnað at seta valaldurin
niður í 18 ár
Legtingið er sinnað at seta valrættaraldurin niður
í 18 ár. Somuleiðis er tingið í móti, at fólk, sum
hava fingið fátækrastudning, og ikki hava goldið
hann aftur, ikki skulu hava valrætt.
Hetta kom fram, tá uppskot tjóðveldisfloksins
um broytingar í stýrisskipanarlógini var til 1. við-
gerð í legtinginum týsdagin.
Í viðmerkingunum vísir tjóðveldisflokkurin
m.a. á, at tað er ikki tíðarhóskandi, at persónar
vegna mótteku av fátækrastudningi og av tí at
tey eru revsað ikki skulu hava valrætt. Tjóðveldis-
flokkurin skjýtur tí upp, at valrætturin bert
verður treytaður av aldri, heimarætti og bústaði.
Viðvíkjandi valbæri mælir flokkurin til, at ell
hava valrætt, uttan so at viðkomardi er straffað-
ur fyri gerð, sum eftir almennari meting ger hann
óverdigan at sita sum legtingsmaður.
Í viðmerkingum verður upplýst, at revsing er
ikki vanærilig, uttan so at revsingin er meira enn
fýra mánaðar í fongsli, trygdarvarðhaldi ella í
arbeiðshúsi.
Sum er, stendur valrætturin í sjálvari stýris-
skipanarlógini. Hetta verður mett trupult, um
aldur skal broytast.
Fleiri av framsegumonnunum segdu seg vera
viljugar í at leggja aldurin í sjálva vallógina,
soleiðis at tað ikki gongur so long tíð, frá tí løg-
tingið samtykkir í at seta hann niður, til tað kann
fremjast í verki.
Upplýst varð, at samtykti tingið nú at seta val-
aldurin í 18 ár, kom hetta ikki í gildi fyrr enn við
valið í 1988, treytað av at einki val verður í ótíð.
Umfevnandi lóg
um EDV-skráir
Páll Vang, landsstýris-
maður, hevur fyri
landsstýrið lagt eitt
umfevnandi lógarupp-
skot á ting um privatar
skráir.
Uppskotið fevnir um
privatar edv-skráir og
aðrar systemmatiskar
skráir. Í viðmerking-
unum sigur landsstýr-
ið, at uppskotið skal
tryggja, at upplýsingar
viðvíkjandi persónum,
stovnum og feløgum
um fíggjarlig og onnur
privat viðurskifti, bert
verða skrásett av
privatum í tann mun,
skrásetingin tænir
viðurkendum enda-
málum og verða
goymdar og nýttar á
tryggan hátt.
Fyrimyndin fyri upp-
skotinum er tann
danska lógin. Viðmerk-
ingar til hana eru tí
vegleiðandi fyri,
hvussu feroyska lógin
skal skiljast, sigur
landsstýrið.
Sambært uppskotin-
um skal eitt eftirlit
hava eftirlit við skrá-
setingunum. Hetta er
tað sama, sum skal
hava eftirlit við
teimum almennu skrá-
setingunum og skal
taka avgerð í klagu-
málum. Uppskot um al-
menna skráseting varð
lagt fyri tingið í fjer.
Tríggjar kvinnur
Tríggjar kvinnur eru
nú aftur á tingi. Ingrið
Sondum er komin inn
fyri Erlend Patursson,
sum er á fundum í
Norðurlandaráðnum,
meðan Jona Henriksen
situr fyri Jákup Lin-
denskov, ið er á fólka-
tingi. Frammanundan
er Karin Kjelbro ting-
limur. FYri Agnar Niel-
sen, sum eisini er á
fundum í Norðurlanda-
ráðnum, situr Páll
Poulsen, skipari í
Kollafirði, á tingi.