leygardagur 23. januar 1982síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
. .…”
Gjørdi gjøldur burturúr rúsdrekkalógini í hålvttridja år:
Bestilti vilt uppå familju og
kenningar uttan tey vistu av ti
Ákærdur fyri at hava loyst út 1266 fløskur
vid heimagjørdum eykaloyvum og vått-
anum og selt 600
Ongum nytist at ganga
turrur, hóast hann skyldar
skatt.
Hetta vita øll. Rus-
drekkalógin verður brotin
hvenn tann einasta dag.
Og mátarnir eru nógvir
Summir eru snildari enn
aðrir
Hvussi ein av teimum
snildastu virkar bleiv væl
og virðiliga greitt frá
Føroya Rætti mikudagin
ein prentsmidja i Dan
mark, ein statsautoriserad
prentsmiðja, sum ger
prentlutir fyri m.a. Fólka-
tingið, fær ein ordra úr
Føroyum. Bidid verður um
200 brævørk í A4-stødd
við brævhevdinum
Sá hvussi
lætt tað er
Rúsdrekkalógin pro-
vokeraði til gerðirnar,
sum vórðu vidgjørdar
í Føroya Rætti miku-
dagin. Tann 58 ára
gamli maðurin
greiddi frá, at hann
var blivin knottin inn
á lógina. Og tá hann
sá, hvussi lætt tað er
at sleppa undan
henni, læt hann
prenta eykaloyvi og
váttanir. Men tað var
bert til egið brúk,
vissaði hann rættin
um.
Annars mundu
allar ætlanir hansara
farið fyri skeytið
longu í byrjan. Tí
danska prentsmiðjan
sendi brævpappirid
og váttanar oyðu-
blødini til landsskriv-
stovuna å Tinganesi.
Men har kendist
ongin við hesa
sending og bleiv hon
tí send víðari til rætta
eigaran. Tað vil siga
mannin, sum nú er
ákærdur fyri at hava
brúkt innihaldið í
pakkanum.
Ákærdi
segði í
rættinum, at hesin
mátin, at bestilla
uppá fólk, sum ikki
skylda skatt, uttan at
tey vita av tí, er van-
ligur.
Tað er eisini lætt at
fáa eykaloyvi og
váttan uppá onnur
nevn enn sítt egna,
segði hann. |
Føroya Landsstyri og 700
skattavåttanir av sama
slag, sum Gjaldstovan
brúkar. Tá hetta er komið,
er bara at bestilla í navn-
inum hjá onkrum, sum
ikki skyldar skatt. Tá
kassin kemur skrivar tú
eitt eykaloyvi á bræv-
pappírið, har Føroya
Landsstyri stendur prent-
ad ovast, setir undirskrift-
ina hjá onkrum fulltrúa i
Landsstýrinum undir. Tú
skrivar eisini eina vattan
við undirskriftini hjá onk
rum, sum arbeiðir á
Skattadeildini. Og so fert
tú á posthúsið og loysir
út!
Á henda hátt innflutti
ein nú 58 ára gamal maður
í Havn 1266 fleskur av
brennivíni og finspritti í
hálvttriðja ár. Rúsdrekka
fyri 112.500 kr. Og hann
kann bert geva sær sjálv-
um skyldina fyri, at hetta
virksemi hansara bleiv
uppdagað. Holini, t.v.s.
árstalið, hann heyði gjørt í
eina av sínum heima-
gjørdu váttanum, vóru so
ófantalig, at starvsfólk á
Postverkinum fekk ill-
gruna til, at her ruggaði
ikki rætt.
Hetta var í juli i fjør.
Tikin
Og so var »ballid búið<.
Politiið kom uppí og við
húsarannsókn heima hjá
manninum og hjá dóttur
hansara kom politiið fram
á eykaloyvi og váttanir.
Tann 58 ára gamli mað-
urin er nú ákærdur fyri
brot á rúsdrekkalógina og
revsilógina. Hann er
ákærdur fyri í 217 forum
at hava loyst út rúsdrekka
í navninum hjá eðrum
uttan teirra loyvi. Hann er
ákærdur fyri at hava selt
600 fløskur. Og hann er
ákærdur fyri skjalafals í
10 forum.
Ákæran er í 18 punktum
og ákærdi játtar seg sekan
í meginpartinum. Hann
noktar tó at hava selt
brennivín. Hann noktar
eisini, at talan er um so
nógvar fløskur, sum poli-
tiið sigur, hann hevur inn-
flutt, ella 1266. Sjálvur
sigur hann umleið 700
fløskur.
Åkærin krevur mannin
dømdan i fongsul 6—8
mánaðir og, at hald verður
lagt á virðið á tí, sum hann
verður demdur fyri at
hava innflutt.
Verjin kravdi linastu
revsing, sum hugsast
kann. Akærdi sat fongs
laður í 50 dagar eftir,
at hann varð tikin sein
asta summar
Familja og kenn-
ingar
Ein gjøgnumgongd
teimum 18 punktunum
ákæruni lýsti, hvussi
ákærdi hevur borið seg at
við »sera snilt og sera
effektivt at gjøgnumgata
alla rúsdrekkalóggávuna
sum hon er« fyri at bruka
ordini hjá ákæranum,
Bjern Klyver.
Ákærdi kundi ikki be-
stilla í sínum egna navni.
Hann skyldaði skatt. Tí
brúkti hann nevnini hjá
móður, konu, soni, dóttur,
systur, dótturmanni, ver-
móður, verfaðir, svágrum
og systkinabarni. Hann
bestilti eisini uppá nakrar
kenningar og nøkur nøvn,
sum ákærin segði, ákærdi
sjálvur = hevði pentað
saman. Ákærin segði hin-
vegin, at hetta eru nøvn á
monnum, hann hevur
kent, men sum ikki longur
eru í Feroyum.
Ongin av teimum 18
fólkunum, ákærdi bestilti
uppá, gav honum loyvi at
brúka navn sítt. Hann
fekk tí fakturabrevini
sendandi til Poste Res-
tante og ymiskar adressur
í Havnini. Onkuntíð bíðaði
hann eftir postboðnum
fyri at fáa fatur á bræv-
inum, áðrenn tað kom í
hendurnar á tí, tað var
stílað til.
Eisini aðrir?
Á rættarfundinum miku-
dagin legði ákærin fram
fimm falsað eykaloyvi og
eina falsaða váttan, sum
politiið = hevur funnið.
Ákærin hevði eisini eitt
ektað eykaloyvi. Hetta
eykaloyvið var uppá ein
gamlan mann, sum ikki
býr í Havn. Ákærdi segði
seg onki kenna til hetta
eykaloyvið, hóast tað er
funnið heima hjá honum.
Akærin kundi eisini vísa
dómaranum ein niðara
part av einum ektaðum
eykaloyvi, har ákærdi
FØROYA LANDSSTYRI
; 64
Eitt ektað eykaloyvi. Eyka
loyvini hjá tí ákærda vóru
oftast
Thomasen
Á váttanum hansara stóð
ikki navnið á prentsmidj-
uni, soleiðis, sum tað ger á
váttanunum hjá Gjald-
stovuni. Men tað var kor-
undirskrivað K
tini ikki hetta, sum avdúk
aði hann. Hann gjørdi sær
ikki nóg stórt åmak, tå
hann prikkadi árstalið
[[f[A[A[Ay[ AA AAA AA AAA AA AA AA AA AAA AA AA Af [AA [ [AA [Af [A [ff [|
hevur øvad seg i at eftir-
likna undirskriftina hjá
landsstýrisfulltrúanum.
Í einum føri skal ákærdi
hava brúkt eina ektaða
váttan, hjá einum av teim-
um, hann bestilti uppá.
Hana fekk hann á Skatta-
deildini.
Ákærin vísti á, at
ákærdi ongantíð hevur
gjørt fulla nýttu av heima-
gjørdu eykaloyvunum,
sum vóru uppá antin 24
ella 18 fløskur. Ti fekk
Postverkið og harvið myn-
dugleikarnir ongantíð
fatur á teimum. Tí verður
eykaloyvi brúkt 100%,
hevur Postverkið tað eftir.
Hetta helt ákærin vera
snilt. Ákærdi dugdi ikki at
siga, um hann hugsaði so-
leiðis, tá hann brúkti eyka-
loyvini.
Tað skiltist annars á tí,
sum kom fram í rættinum,
at ákærdi hevur ikki roynt
at forða politinum í kann-
ingararbeiðinum Hann
segði bart út, at hann fór
ikki at nokta seg sekan í
tí, hann hevur gjert. Men
hann var ikki minni av-
gjørdur í, at hann vil ikki
hanga uppá fløskur, sum
hann ikki hevur bestilt.
Í nøkrum førum er
floskutalið hjá ákæruvald-
inum alt ov stórt, segði
hann. Til dømis, har hann
er åkærdur fyri at hava
innflutt 186 fleskur i
navninum hjá einum
kenningi, harav 46 fløskur
í einum ársfjórðingi.
Ákærdi segði, at hann í
mesta lagi hevur bestilt 48
fløskur = uppá hendan
mannin
Hetta fekk ákæran
spyrja, um fleiri hava
bestilt uppá hesi nevnini.
Ákærdi svaraði, at hann
hevur varhugan av tí, men
er tó ikki vísur í tí. Akærin
legði nú trýst á hann og
spurdi, um hann var klár-
ur yvir, at hann kann blíva
demdur fyri tað, aðrir
hava gjørt, kann hann ikki
nevna teir, sum hava
bestilt tað, hann sjálvur
ikki vil kennast við (talan
er um yvir 500 fløskur)
Akærdi nevndi ongan
Midaldarlig loggåva
Tann 58 åra gamli madur-
in er eisini åkærdur fyri at
hava selt einar 600 av
teimum 1266 fløskunum
Åkærin grundadi ikki hesa
åkæru vid nøkrum bein-
leiðis prógvum. Men tað
skiltist, at politiið heldur,
at ákærdi hevur hildið bell
fyri vinmonnum, har hann
hevur selt brennivín. Í
dómsviðgerðini segði
ákærin, at fyri tað fyrsta
hevur ákærdi ikki verið
ferur fyri at drekka alt
sjálvur. Tað hevði blivið
ein stívur litur um dagin.
Fyri tað næsta hevur hann
ikki havt ráð til at keypa
brennivín fyri yvir 40.000
kr. um árið. Ákærdi segði
seg hava bjóðað vilt.
Hann hevði altíð verið ga-
lantur, ofta for galantur,
segði hann. Men hann
vissaði rættin um, at hann
ongantíð hevur givið, enn
minni selt fløskur.
Hóast bæði dómari,
ákæri og verji fleiri ferðir
á tí tríggjar tíma langa
rættarfundinum høvdu
på á þr
ákærin dent á, at hetta er
eitt álvarsligt mál. Hann
segði, at tað eigur at gera
revsingina harðari, at
ákærdi hevur havt eyka-
loyvi og váttanir á
goymslu til at brúka av.
Verjin, Sigurð Joensen,
helt hetta vera eitt áhuga-
vert sakarmål, sum er
óhugsandi i nøkrum
eðrum landi enn i Feroy-
um
Hevdu vit ikki hesa mið-
aldalóggávuna, høvdu vit
heldur ikki hesa sakina
segði hann
Sigurð Joensen var ikki
samdur við ákæranum
hesin segði, at virksemið
hjá ákærda var væli tyri
skipað. Tað eru heldur
myndugleikarnir, sum
ikki eru forir fyri at halda
uppi lógini
Tað er til demis onki
fyri at fáa eykaloyvi. Tað
er bara at ringja út í
Landsstýrið, segði Sigurð
Joensen og sipaði til
nakað, ákærdi segði undir
avhoyringini.
Verjir kravdi linastu
revsing. Hann legði dent
á, at ákærdi ikki fyrr er
revsaður, at hann bert
hevur bestilt til egið brúk
og. at gerðir hansara ikki
hava skatt nakað
menniskja ella nakran
stovn. Tað er heimild at
dema varðhaldsrevsing.
ongin heimild til konfiska-
tión, helt verjin
Nú skal so dómarin av-
gera, hvussu hetta snið-
álopið á okkara rúsdrekka
lóg. sum summi, fyrst og
fremst útlendingar, kalla
heimsins bestu, skal rex