Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-01-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. januar 1982síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sostalurin telf. 14720. 11820 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: p/fsosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Blaðmenn: Høgni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Årni Joensen Sosialurin Dimmalætting Lysingar: Uppseting: Prent: Langur vegur frå lytum til veruleika HUGSA VIT UM tad skattalégarupp- skot, sum landsstýrið legði fyri tingið, og sum nú hevur verið til við- gerðar har, má ásannast, at langur vegur er frá givnum lyftum til veru- leika. ONGANTÍÐ VAR væntandi, at tað blivu tær stóru broytingarnar við landsstýrisins skattalégaruppskoti. Enn minni, at hetta fór at koma teim lægstløntu til góðar. Men at hetta uppskot landsstýrisins varð so soltið, hevði ein ikki loyvi at rokna við. FLESTU BROYTINGARNAR eru mest at kalla av tekniskum slag. Tað vil siga, at skattalógin í støðum nú er lagað eftir galdandi praksis hjá skattamyndugleikunum. Lat tað tó fara í hesum umfari. Sum dómi um svikin lyfti kunnu mong nevnast, men lat okkum í hesum føri bert taka tvey fram. Á HEYSTI Í 1980 kom eitt uppskot frá Sjálvstýrisflokkinum til broyting í skattalógini um reglur um binding av avskrivaðum peningi. Nú lá so mikið væl fyri, at sami flokkur í landsstýri- num situr á fíggjarmálum, so her skuldi verði laga manni at framt eitt av hjartamálum sínum. Men gakk. Her var einki orð greitt. Í SAMBAND VIÐ INNTØKULOGAR- UPPSKOTIÐ hjá landsstýrinum sein- asta heyst varð av andstøduni funnist at, at tær lægru inntøkurnar koma illa fyri av hesum inntøkulégar- uppskoti. Samgongumenn vóru tá skjótir upp á tingsins rødarapall, og vissaðu teir okkum um, at lands- stýrið fór at koma við einum uppskoti um broyting av skattalógini sum skuldi geva låginntøkunum skattalætta og somuleiðis, at barna- frádrátturin skuldi hækkast. VIT HAVA ROYNT at leita eftir hesum lyftum landsstýrisflokka, men enn hava vit einki funnið. Jú langt var frá givnum lyftum til gerðir lands- stýrisins. SOSIALURIN Sum øll helst minnast, var hart strid millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag um merkjum, arbeiðs nýtsluna av sum registrera »nøgdina« hjá hvørji ein- stakari arbeiðskvinnu. Hetta var álvarsliga framhildið frá arbeiðara- síðu, meðan arbeiðsgev- arafelagið eins og leiðandi á flakavirkjum bedýraðu, at hetta var als ikki fyri at koyra á arbeiðsfólkið, men har aftur ímóti fyri at tryggja góðskuna. Hetta vildu vit ikki góð- kenna, tá vit vistu, at tað mest (ella bara) var gjort fyri at skapa akkordtempo fyri tímalen. Nu er so >góðskumet- anin« komin i ljósmála. Blødini eru å tremur, um hvussu utlendskir keyp- arar meta tann fyrr so heimskenda »Føroyafisk«. Eftir ti, sum vit eru von at hoyra her heima, mugu vit gera nakað heilt >speci elt« fyri at fáa »kvalitetin« so góðan, at tað kann vega upp ímóti ti, sum VIt missa i nøgd, og tad ljóðar sum tað einasta rætta Men sum gongdin er, verður tað ikki leingi, fyrrenn »Føroyafiskur« verður eitt åvaringartekin ístaðin fyri at vera >re- klama«, sum tað hevur verið fyrr. Hetta er ikki arbeiðs- fólkinum at skylda fyri. Her er tað leiðslan, ið og er vist stendur til svars, men hvat skal gerast? Ein arbeidari, sum ikki Reklamasjonir??? ger skyldu sína fær dómin serverðan, men leiðslan, sum kovrir virkið á heys- in, tí teir í flestu førum ikki hava tid at fáast við tað, gongur frí Hetta, tó at arbeiðarin í fleiri forum eigur stersta part í virkinum, men ikki verður eftirspurdur í nekrum um tað, sum fer fram viðvíkjandi arbeiðs- gongdini. Eitt av bragdinum, sum nú verður framt móti ar- beiðsfólki á nógvum virkjum kring landið, er EDV-skråseting av øllum ti, hvør einstakur ger uppmøting, sjukradagar o.s.fr. Hetta er ikki minst vandamikid og kann mis- brukast við lít Eisini freistast vit at spyrja: hvussu er við skráseting av stjórum og virkisleiðarum, verða teirra arbeidstimar og -úrslit eisini registrerað? Ella skulu EDV-tólini nyt- ast til at sleppa teimum undan arbeiði, ella hjálpa teimum til at hava enn fleiri størv enn teir hava? Hesir høgu harrar halda kanska, at meira trýst á arbeidsfolkid betir um góðskuna, men tað vísa í hvussu so er reklamasjón- irnar ikki. Vit spyrja tí vrakara- stovnin, legtingið og landsstýrið: kann hetta ganga? Tórshavn 19—1—1982 Feroya Arbeiðarafelag form. Ingeborg Vinther skriv. Johs. Olsen ———BWM Marius og skaðatalið Í Dimmalætting frá leyg- ardegnum 16. januar er drúgv frágreiðing frá rættarfundinum sum hildin varð hósdagin 14. í sambandi við sakarmálið, sum er lagt ímóti Trygg- ingarsambandinum við- víkjandi 25 ábyrgdini. Í Dimmalætting verður stjórin á Tryggingarsam- bandinum, Marius Thomassen, endurgivin fyri at hava sagt, at í 1979 vóru 2900 bilskaðar. Okk- urt munagott mátti gerast fyri at minka um skaðar- nar, og avgjert varð so at sjálv- áseta 25% gjaldið sum sjálvábyrgd. Og hetta vísti seg at hjálpa, tí í 1980 fall skaðatalið við 900 niður á 200. hevur M.T. greitt frá í rættinum sambært Dimmalætting. Eg gangi út frå, at hesi tel hjá M.T. eru fyri skað- ar, sum eru meldaðir til tryggingina. Men hvat var veruliga skaðatalið Í 1980? Tað er einki at ivast í, at ásetanin av teimum 25% hjálpti, sum MT sigur, men hverjum hjálpti hon. Jú, trygging- ini. Men líka so lítið er at ivast í, at talið á skaðum, sum ongatíð vórðu meld- aðir til tryggingina, vóru nógv fleiri í 1980 enn í 1979, ja, kanska teir somu 900, sum M.T. sigur skaðatalið vera minkað við. Ella kansla fleiri? At ásetanin av teimum 25 fekk nógvar trygg- ingartakarar at aftra seg við at melda bilskaðar til tryggingina er veruleiki. Men hetta hevur eisini í nógvum forum havt av- leiðingar við sær, sum megu sigast at vera sera óhepnar í hesum tíðum, nú so nógv verður tosað um trygd — ferðslutrygd. Nógvir bilar verða »lapp- adir« sum frægast, meðan aðrir kanska als ikki verða umvældir aftan á skaða. Og givið er, at hetta gong- ur út yvir ferðslutrygdina. (Minnist meg rætt, var Tryggingarsambandið ein av stovnarunum av Ráð- num fyri Ferðslutrygd). 25% gjaldið hevur ikki hjálpt tryggingartakarun- um og heldur ikki ferðslu- trygdini. Men onkrum hjálpti tað so. Tryggingartakari Ferðafrádráttur: — Skøtuagn! Fríggjadagin 15. januar hevur skattamálaráðharr- in, Tørbjørn Poulsen, grein í Tingakrossi, har hann roynir at rættvis- gera uppskot landsstýri- sins um aftur at loyva, at frádráttur fyri ferðing kann dragast frá í sjálv- uppgávuni. Har verður nevnt, at á heysti 1978 varð skatta- lógin broytt soleiðis, at teir smáu frádráttirnir vórðu strikaðir, og ístaðin kom ein sterri løntakara- frádráttur, og henda broyting skuldi gera tað lættari at fáa eina keldu- skattaskipan innferda. Harnæst vil Tórbjern vera við, at áðrenn kelduskatt- urin (ella samtíðarskatt- urin) kemur, er neyðugt at loyva, at m.a. ferðafrá- dráttur verður loyvdur. Hetta er tað reina tvætl! Og sjálvmótsigandi, tá hann beint framman- undan nevndi, at frádrátt- irnir vóru strikaðir fyri at lætta um yvirgongdina til samtíðarskattin. Harafturímóti er hetta beinleiðis við at »sabo- tera< kelduskattin. Tí um nú ferðafrádráttur verður loyvdur, er so ikki rætt eisini at loyva fiski- monnum tann sokallaða fiskimannafrádráttin, og teimum sum leiga sær íbúð leigarafrádrátt, frá- drátt fyri sjúkrakassa, tryggingar, sjóklæði, um- siting av húsum, lima- gjald til vinnufelag, skattafrádrátt, v.m.? So eru vit aftur í somu frádráttar-junglu, sum vit vóru í, áðrenn broytingina í 1978. Og hava hesir frádráttir nakran veruligan týdning í tí samlaðu heildini? Man tað ikki heldur vera, at teir einans vera ein flyting av nøkrum fáum krónum, sum nøkur fåa minni i skatti, og onnur gjalda meira. Og medan hesi fåvitskutu folk ganga i einum ævigum takksemis- rusi av, at tey hava fingið nakrar krónur í eyka frá- tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. drátti, gloyma tey alt tað órættvísi, ið valdar við nú- galdandi skattalóg. Núgaldandi lóg, um at m.a. »dafrådråttur ikki verður loyvdur, hevur har- afturímóti eina positiva ávirkan. Hon hevur fert tað við sær, at fólk nýtir meira ta kollektivu ferðs- luna. Ikki bert rutubilar, men eisini um triggir mans úr einari bygd arbeiða í eini aðrari, so nýta teir nú fyri tað mesta sama bil, og spara harvið tveir triðingar av tí út- reiðslu, teir annars høvdu havt. Men um ferðafrá- dráttur = aftur verður loyvdur, fara teir kanska framvegis at nýta ein bil, men allir draga ferðaút- reiðslurnar frá! Tað, og so tað, at tað verður ringt at avgera, hvussu ofta ein koyrir ímillum í eitt ár, verður harafturat at fera við sær stórt eykaarbeiði fyri um- sitingina. Nei, ístaðin fyri at fara at oyðileggja samtíðar- skattin áðrenn hann er komin at galda, so eigur landsstýrið heldur at leggja á annan bógv og broyta teir stóru ójavn- arnar, sum veruliga tyngja um byrðurnar hjá teimum, sum hava eina miðal ella lága innteku, meðan tey, ið hava ta stóru inntøkuna, kunnu dusa sær við tí, ið tey hava eftir, tá skatturin er goldin. sj. A rer me | ger ——|—|—