leygardagur 23. januar 1982síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
SOSIALURIN
Álvarsligir trupulleikar í væntu gera vit einki:
Skal SEV umskipast
ella skulu vit hava
eitt nýtt orkufelag?
Okkurt má gerast heldur SEV-stjórin
Skal SEV taka sær av orðum orkutættum má felagið umskipast
Herfyri stóð ein grein í før-
oyskum blað við yvir-
skriftini: Orka er ikki bara
SEV-mál — tað er eitt
samfelagsmál. Vit vendu
okkum til Hjalgrim Wint-
her, stjóra í SEV við júst
hesum setninginum og
bóðu hann um eina við-
merking.
Hjalgrim Winther: —
Vit eru her inni á einum
sera álvarsligum spur-
ningi, nevnliga spurning-
inum um, hvussu vit loysa
onnur orkumál enn streym
sum eitt nú upphitingina.
— Tá sagt verður at:
»Orka er ikki bara SEV-
mål men samfelagsmål«,
tå må eg spyrja meg sjålv-
an, um følk halda, at vit
sita og fylla lummarnar
við pengum, ella tey
halda, at vit eisini skuldu
gjørt meira burtur úr
aðrari orku so sum upphit-
ing ella allari orku burtur
Framhald av síðu 13
Vit hava sekt
skrivstovu-
1962. Nú-
hava vit fingið
vvirhevur
ettir
stjóra
staðni
hann
Tú er 67 ára gamal.
Hvussu leingi fer tú at
halda fram sum stjóri í
SEV?
Eg rokni ikki vid, at
eg haldi meira enn til eg
einum
sidani
eri vorðin 70 år. Men tað
er einki dulsmál, at tað
stendur nógv á í slíkum
arbeiði
Tad vísir seg. at
sjálvt í okkara nútímans
samfelag er tað so, at
trupulleikarnir konsen-
trera seg um ávísar per-
sónar. Eg eri tíanverri ein
av teimum. Kanska er tað
fyri ein part min egna
Nokk av arbeids-
megi i Føroyum
Vit spurdu at enda SEV-
stjóran. hvat hann hevur
at siga til kritikkin móti,
at danska felagið Høj-
gaard og Schultz stendur
fyri ellum projekterings-
arbeiðinum, og til
at neyðugt verður at inn-
flyta fremmanda arbeiðs-
megi til at gera arbeiði!
Hvat viðvíkur ar-
beiðsmegini, so rokni eg
við, at vit hava nokk av
fólki í Feroyum. Kanska
verður brúk fyri ávísum
persónum at seta upp
maskinur og annað.
Annars haldi eg, at føroy-
ingar eru ógvuliga »tek-
niskt minded«, teir læra
skjótt og duga væl at
arbeiða. So har beri eg
ongan ótta.
Hvat viðvíkur Hejgaard
og Schultz, so hava teir
gjørt arbeiði fyri SEV
leingi. Teir eru eitt sera
stórt felag við nógvari
ekspertisu og royndum.
Vit hevdu ikki klárað
hesar uppgávur sjálvir.
av.
Hjalgrim Winther
heldur fram: — Tað er ein
sannroynd, at SEV í dag
brúkar bert 10% av tí olju,
vit innflyta til landið.
30—40% fara til upphiting
og hetta talið hækkar
steðugt. 10% fara til skúl-
arnar og 40—50% til skip-
ini.
— Hóast SEV bert brúk-
ar henda lítla partin av
oljuni, so vita vit, at
streymurin vit lata er
grundarlagið — steðið —
undir ellum eðrum. Eingin
oljufýring ella hitapumpa
kann setast í gongd uttan
við streymi.
— Her kemur so spur-
ningurin um ekta tervin á
orku m.a. til upphiting —
og hver skal taka sær av
at nekta henda terv.
— Sjálvur haldi eg, at
tað kann henda ein kata-
strofa fyri Feroyar, um vit
ikki longu nú gera okkurt.
Vit byggja stór hús við vel-
dugum kjallara. Tá nú
oljan fer at hækka upp-
aftur meira verður kanska
neyðugt at brúka tær
20.000 kr. um árið til at
hita húsini upp við og
kanska aðrar 10.000 kr. til
streym. Hetta fer at
tyngja búskapin nógv, so
eg vil bert spyrja: hvussu
vil samfelagið loysa hesar
spurningar?
Vænta at SEV
loysir hetta
Og Hjalgrim Winther
heldur fram:
Tað óhugnaliga í ell-
um hesum er, at fólk
vænta, at SEV loysir
hesar trupulleikar. Men tá
verður neyðugt, at vit full-
komiliga broyta stavn-
haldið við felagnum — frá
at vera eitt elfelag til
eisini at umfata alla aðra
orku, tvs. at vera eitt
orkufelag. Hetta hevur tó
eingin tosað um enn. Skal
hetta henda, so mugu vit
beinanvegin til at um-
skipa felagið, og tað fer at
krevja, at vit mugu hava
tvær ella tríggjar ferðir so
nógv fólk í arbeiði. Og tað
kunnu vit ikki fáa í løtuni.
— Kann SEV átaka sær
hetta stóra tak?
— Tað veldst um ynsk-
ini og orkuna. Vit eru í dag
sum er ikki ferir fyri at
rekja tær uppgávur, sum
liggja á okkum. Hvussu
skulu vit tá fara inn á heilt
aðrar uppgávur. Vit vilja
gjarna fara inn í eitt slíkt
arbeiði, men so mugu vit
fáa betri meguleika at
arbeiða tvs. meira pengar
og fleiri fólk.
— Hevur hetta skund?
— Eg haldi, tað eru ov fá
av okkum, sum hava
hugsað um álvaran í
hesum, men ístaðin tikið
tað sum givið, at hetta var
nakað sum SEV tók sær
av. Halda vit áfram at
byggja sum vit gera, so
mugu vit útvega meira
orku til in.a. upphiting.
Tað hevur skund, tí onkur
má taka sær av hesum. Í
dag er so eingin, sum
hevur ábyrgd av hesum,
og úrsliti kann gerast, at
alt steðgar upp-
Hjalgrim Winther sigur
at enda, at vit eiga at gera
okkum minni heft av
oljuni. Tí hon kemur
uttanífrá. Vit eiga at
kanna aðrar meguleikar,
soleiðis at vit her heima
kunnu vera meira sjálv-
bjargin við orku m.a. eisin
orku til upphitingarenda-
mál.
EDV-skráseting
nummar ella navn
—
Tað, sum fær meg at taka í
pennin, er greinin hjá býráðs-
formanninum um sama evni
Sum skilst á greinini er PM
ógvuliga firtin um CPR-
nummarskipan og um lands-
stýrið, tí tað ikki hevur tikið
hann uppá ráð í hesum sam-
bandi, tí, sum hann sjálvur
skrivar, er Havnar
kommuna, ella hann, undan-
gongumaður á hesum eki, so
hví ikki spyrja hann?
Tað at skráseta data (upp-
lýsingar) um persónar er ikki
nakað nýtt fyribrigdi og
hevur verið gjert alt tað, vit
vita um. Tað, sum er broytt í
hesum sambandi, er við
hverjum amboðum hetta
hevur verið gjørt og í hesum
tíðum, ið edv-tólini floyma
inn yvir landið og so at siga
ell privat virki nýta hesi
nýggju amboð, verður øll
almenn umsiting framvegis
ford við handakraft. Hetta er
sjálvandi til stóran ampa fyri
tey, ið hava einihverji erindi í
ti almennu umsitingini.
Felags fyri bæði tað
almenna og tað privata er, at
hevur ein eitt ella annað út-
standandi við hesi, á ein ella
annan hátt, so verður við-
komandi skrásettur í einum
kartoteki við handakraft ella
við edv-tólum, felags fyri
bæði er, at vit gerast eitt
nummar í hesum kartoteki.
Hetta er eisini galdandi hjá
fyritøkuni PM, so legið tað
ljóðar
So at siga øll virkir, ið hava
ognað sær edv-tól, nýta
okkara privata telefonnumm-
ar sum skrásetingarlykil og
er hetta gjert fyri at lætta
umsitingar-arbeiðið. Hevur
Telefonverkið givið teim
heimild til tess?
Nú tað almenna skal til aí
nýta edv-tól, skal tað hava
heimild til at nýta eina ávísa
nummarskipan, sum hóast
alt er grundað á okkara
kristna feðingardag. Henda
nummarskipan tænir sama
endamáli sum tann hjá PM
og eðrum og hevur bert týd-
ning í sjálvum edv-tólunum
hjá tí almennu umsitingini.
Tað, at ein ikki kann, um
vit hava eina CPR nr.-skipan,
nýta sítt kristna navn fyri at
finna fram til tær rettu
upplýsingarnar í edv-tólinum
er tvætl og uppspuni hjá PM,
ella er hann veruliga óvitandi
um, at Tórshavnar kommuna
skrásetir persónar eftit eini
líknandi nummarskipan? So
at siga allar edv-skipanir,
har tað er neyðugt, kunnu
finna fram upplýsingar um
persónar eftir navni ella
nummari, um ein ynskir tað.
Eg meti, at tey flestu
munnu kennast við hendan
setning »minnist tú numm-
arið< tá ið vit skulu gjalda
einahverja rokning. Hetta er
kanska í lagi við teim privatu
virkjunum? Ella skulu vit
seta somu krøv til ta privatu
sum ta almennu umsitingina?
Hesin spurningur kemur bert
av leti í umsitingini og eigur
at blíva burturbeindur, um
ein arbeiðir við edv-tólum ella
ikki.
Hverjar upplýsingar skulu
skrásetast ?
Henda spurning kundi eg
hugsað mær at sett býráðs-
formanninum PM, tí sum
hann skrivar í grein síni >við
ellum neyðugum upplýs-
ingum, ja, enntá fleiri enn
landið krevur«.
Við hverjari heimild og við
hverjum endamáli eru hesar
upplýsingar skrásettar og
nær fáa Havnar borgarar
loyvi til at síggja, hvat er
skrásett og meguliga rætta
skeivar upplýsingar?
Tað er ongin ivi um, at
Tórshavnar kommuna skuldi
taka stødu til, hvat skuldi við
í edv-skipanina av upplýs-
ingum, sum hava verið skriv-
aðir við handakraft uppá
kartotekskort og so, hvat
meguliga kundi komið
afturat av persónligum upp-
lýsingum.
Við eini edv-skipan er ein
noyddur at taka steðu til,
hverjar upplýsingar, skipan-
in skal innihalda mótsett eini
manuellari loysn, har ein
kann skriva, hvat einum
lystir, so her er avgjøri ein
stórur fyrimunur við eini edv-
skipan. Men tann stóri vans-
in við edv-skipanini er, at tær
upplýsingar, sum eru skrá-
settar, eru sera lættar at
brúka ella misbrúka fyri teir
persónar, ið hava atgongd til
tess og hver hevur so at-
gongd til hesar upplýsingar í
Tórshavnar kommunu.
Hvussu tryggja okkum í
móti misbrúki?
Hvussu kunnu vit tryggja
okkum ímóti at óviðkomandi
upplýsingar vera skrásettar
og at tað, sum er skrásett,
verður brúkt ímóti okkum?
Hetta er ein spurningur, sum
landsstýrið arbeiðir við og
vónandi fyriliggur eitt úrslit
fyrsta dagin, sum kann vera
við til at tryggja okkum
borgarum ímóti misbrúki og
skráseting av óviðkomandi
upplýsingum í privatari og al-
mennari umsiting.
Niðursteða.
Tað einasta, sum ein
veruliga kann fata av greinini
hjá PM og, sum hevur nakað
við veruleikan at gera, er, at
hann skrásetir óviðkomandi
upplýsingar, uttan at
Havnar borgarar vita og,
at hann reypar sær av at vera
fyrstur at brúka edv-tól til
fólkayvirlit í Feroyum. Har-
afturat roynir hann at billa
fólki tað inn, at vandin fyri
misbrúki so at siga bert er til
staðar, um ein skrásetir per-
sónar eftir eini CPR nr.-
skipan, sum líkist teirri hann
sjálvur hevur tikið í nýtslu í
kommunalu umsitingini. Men
her vita øll, sum hava eitt
sindur av skili fyri edv-skrá-
seting, at tað ikki er mátin, ið
ein verður skrásettur eftir, ið
er tann avgerandi, men har
afturímóti hvat tað er, sum
verður skrásett og hverjir
persónar, ið hava atgongd til
hesar upplýsingar, sum er
tann veruligi vandin ella av tí
»énda« sum PM tekur til
Her mugu vit krevja, at
PM kemur við eini frágreið-
ing um, hvat fer fram innan
kommunalu umsitingina og,
at hann gevur borgarunum
atgongd til teirra persónligu
data, sum kommunan hevur
skrásett ístaðin fyri at leggja
alla ábyrgdina út á Tinganes.
EDV-skrásettur havnarborg.