Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-01-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. januar 1982síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

#7 SOSIALURIN> Síða 13 at nýtslan er meira jevn. Hvat viðvíkur húsarhald- unum, so er vøksturin har eisini rættiliga javnur. Økingin stavar serliga frá teimum húsarhaldum, sum koma aftrat hvert ár. Vit kunnu rokna við einum vekstri í streym- nýtsluni uppá millum 5 og 6% um árið, leggur Hjal- grim Winther aftrat. Í alt 665 mill. kr. — Men Hjalgrim Winther, fyri at venda aftur til vatnorkuprojektið! Tel sum 1,5 milliardir krónur fyri hesa útbygging verða nevnd. Eru hetta tel, sum samsvara veruleikanum? — Tað veldst sjálvandi um, hverji sjónarmið ein leggur til grund. Eg kann bert upplýsa, at tá vit gjørdu projektið, var tað mett at kosta tilsamans 665 mill. kr. — Hvussu koma vit til hesi telini? — Sjálv vatnorkuút- byggingin varð mett til at kosta 319 mill. kr. Hetta er fyri byggiarbeiði, lutir og íbinding. Síðani kemur dýrtíðarregulering uppá 8,5%, um árið og vit fáa talið 521 mill. kr. Í projek- tinum er so eisini roknað við einum motori til Sunds fyri og einum til Sudur- oyar fyri ialt 108 mill. kr. Við dyrtidarreguleringini kemur hetta uppå 144 mill. kr. Tvs. samanlagt 665 mill. kr. Lagalig figging — Hvussu vid figgingini? — Hon var tann, at vit skuldu fåa tilskot frå Før- oya Løgtingi uppå 10 mill. kr. um árið í 10 ár. Tað gevur 100 mill. kr. Síðani 150 mill. kr. úr Íleggingar- grunninum fyri Feroyar, síðani eitt valutalán uppá 8 mill. umframt egin- pening uppá 315 mill. kr. Hesi telini vóru galdandi fyri trimum árum síðani. Í dag verða telini sjálvandi heilt eðrvísi. — Men hevur feroyska samfelagið ráð til eina so stóra ílegu? — Tað veldst aftur um, hvat tað er ein vil. Lat meg nevna hetta lítla demi fyri at gera steðuna eitt sindur meira greiða. »Ein persónur skal byggja eini hús. Hann roknar fyrst út, hvat tey koma at kosta. Síðani er tað spurningurin, hvussu hann skal fíggja húsini. Rindar hann tey kontant, fær hann kon- tantrabat, og húsini verða bíligari. Kann hann gjalda tey uppá heilt stutta tíð, t.d. yvir 5 ár, so rindar hann ikki nógv í rentu. Tá verða tey relativ bílig. Men um maðurin ikki kann rinda kostnaðin av húsunum, hverja gleði hevur hann so av at hava bygt eini hús? Hann má Við at útbyggja vatnorkuna gerast vit minni bundin av útheiminum fara frá teimum. Men fekk hann nú eitt lán uppá t.d. 40 ár og fekk eina hampu- liga rentu, so hevði kortini borið til at bygt. Húsini hevdu blivið dýr, men hann hevði kunna livað við teimum«. — Somuleiðis við okkara vatnorkuútbygging. — Her verður tó gjert alt fyri at villleiða fólk m.a. við himmalhegum tølum. Spurningurin er um vit kunnu liva við at fíggja eina tílíka útbygg- ing. Tað haldi eg sjálvur, at vit kunnu. Ynskja vit eitt nýtímans samfelag, so mugu vit gjalda prísin. Tey grenu steðgaðu vatninum — Hver heldur tú hevur skyldina av, at vatnorku- projektið varð steðgað? — Tað eru fyrst og fremst tey grønu — um- hvervisfólkini. Tey hava gjørt nógv fyri at skapa ein ávísan stemning. — Hvat við táverandi landsstýrinum? — Landsstýrið var heldur ikki sinnað fyri pro- jektinum. — Vóru tað eisini um- hvervisorsekir, sum gjørdu seg galdandi í landsstýrinum? — Ja, hjá nekrum av landsstýrismonnunum. — Tað var annars ein sovorðin esing millum fólk um hetta projektið. Eg skilji tað uppá ein máta væl, tí tað er stoytandi at hoyra, at áirnar verða tiknar burtur. — Men hugsa vit okkum nú um! Tá veðrið er av tí frægasta og fólk fer út, tá eru ongar áir. Tað er bara í illveðri at áirnar eru har, og tá fer eingin út kortini. Feroyingar fara íkki gjarna út um garðarnar. — Tað eru so kortini »frelst« fólk sum trúgva uppá, at vatnútbygging skal forkoma ellum. — Vil tað siga, at ein er frelstur, um ein hevur eina aðra áskoðan enn SEV? — Nei, men tað kundi ein sjálvandi fingið burtur úr tí. Vit eru so ikki Vár harra, hóast alt. Tað er bara hetta ið eg vil átala, at ein er sannferdur um, at ein hevur 100% rætt í øllum uttan at vita rætti- liga nógv um viðurskiftini kortini. Upplýst ov lítið — Hevur SEV tá gjert nakað fyri at upplýsa fólk um hesa stóru ætlan? — Uttan iva ov lítið. | — Er tað so ikki eisini tykkara egna skyld, at Nógvar av linjunum hjá SEV eru gamlar og slitnar. projektið varð so illa mót- tikið? — Jú, kanska, men ein skal ikki gloyma, at SEV er ein sveltað fyritøka, og tað hava vit verið frá fyrsta degi. Vit hava ongantíð havt teir nógvu pengarnar, og vit hava alt ov fá fólk í arbeiði. — Áttu tað at verið sett fleiri fólk hjá SEV. — Tað haldi eg avgjert. Sum demi kann eg nevna, at teir eru 12 mans á Sundi. Á líknandi verki í Hetlandi arbeiða 27 mans, og á einum líknandi verki á oynni Man arbeiða 48 mans. — Vil tað siga, at tit eru undirmannaðir á Sundi? — Nei...vit klára tað, men tað er tungt at arbeiða. Soleiðis er tað við ellum hjá SEV. Sjálvur havi eg starvast her í 27 ár — og ongantíð havt summarfrí. Eg havi fingið játtað eitt sabbatár, so tað havi eg til góðar. Ongantíð feriu — Hava tit í SEV kanska dugað ov illa at lata ábyrgdina til onnur fólk? — Tað er kanska ein skeivleiki. Men til tað er at siga, at tað hevur verið sera trupult at fáa fólk Framhald á síðu 14 SEV-stjórin um alternativar orkumøguleikar: Havi mest álit á hitapumpuni — vindmyllur loysa orkuspurningin — Eg havi stórt álit á hitapumpuni, í sam- band við alternativar orkumeguleikar í Fer- oyum. Tá talan er um upphiting er tað helst hon, sum rekkur longst, sigur Hjalgrim Winther, stjóri í SEV. Feroyar eru meir enn nakað annað land í heiminum framúr gott egnað til hitapumpur, og uttan iva liggur ein stór framtíð í júst hita- pumpuni í Feroyum. (Vit fara næsta leygar- dag at viðgera hita- pumpuna meira gjella). — Men hvussu við vindorkuni, spurdu vit Hjalgrim Winther! — Vindmyllur kunnu vera eitt gott ískoyti, men tær loysa ikki okk- ara orkutrupulleikar. Tað er eisini eitt mark fyri, hvat okkara linjur tola. Sjálvur haldi eg tað hevði verið best, um vit høvdu eitt net fyri seg til vindmyllur, men hetta letur seg helst ikki gera. Vit mugu minnast til, at okkara verandi net er ov gamalt og veikt. Tað er avmarkað, hvussu nógva vind- orku vit kunnu koyra inn á tað. SEV arbeiðir annars við ymsum útrokning- um í samband við at seta vindmyllur inn á netið. Hetta arbeiði er ikki liðugt enn. — Tosað hevur verið ikki um at byggja út við smærri > vatnverkum m.a. vid at seta turbin- ur åt i ånna. Hvat held- ur tú um tað? — Tað eru sett onkur tel upp fyri slík verk, men eg trúgvi ikki tel- ini halda. Tað er ikki bara at siga tað — at seta eina turbinu út í eina á. Áin er jú turr ein stóran part av árin- um. Men lat meg tó siga at til ávísar minni uppgávur kann hetta meguliga loysa seg, um tað er ein maður, ið hevur stundir og áhuga at arbeiða við tí. Men tað loysir ikki okkara orkutrupulleikar. Held- ur ikki vindmyllur gera tað. Tað skal nógv meira til. — Heldur tú sparing kann loysa part av okkara orkutrupulleik- um? — Eg trúgvi ikki uppá sparing uttan so, at tað rakar teknibók- ina. Vit vita, hvussu tað gongur, tá vatnið verður skamtad. Oli fylla badikørini og tema tey so morgunin eftir. — Eru tá aðrir alter- nativir meguleikar í Feroyum? — Eg trúgvi ikki uppá aðrar alternativar orkumeguleikar her heima. Lat okkum út- byggja vatnið og síðani fáa sum mest burtur úr hitapumpuni.