leygardagur 23. januar 1982síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
A 0
SOSIALURIN
SEV-stjórin HjalgrimWinther
við Sosialin:
Ein sorgarleikur
at vatnorkuútbygg-
ingin varð steðgað
Fyrst og fremst teir »grønu« steðgaðu út-
byggingini
Hjalgrim Winther: — Havi ikki havt summarfri í 27 ár
Tað eru nú gott og væl
tvey ár síðani, at SEV
legði eitt fullfíggjað pro-
jekt til útbygging av vatn-
orkuni í Vágum, Vest-
manna og Eysturoynni á
borðið í Tinganesi. SEV
ynskti landsstýrisins góð-
kenning av projektinum
— samstundis sum SEV
vísti á, at tað hevði skund
at byrja útbyggingina av
vatnorkuni
Hetta var á heysti í
1979. Í dag í januar
mánað 1982 — er einki
hent í hesum máli. Lands-
stýrið hevur sagt seg vilja
kanna útbyggingina meira
gjølla, áðrenn skjetil
verður settur á
Tað eru uttan iva fleiri,
sum ótolnast at hoyra
nakað aftur frá landsins
hægstu myndugleikum í
Tinganesi. Ein teirra er
stjórin í SEV, Hjallgrim
————wd—<"——ðø———————i8EG———iV——iøøG——iiððøllðøððð—
Winther, sum sjálvur
heldur hesa vatnorkuút-
byggingina vera ógvuliga
átroðkandi.
Sosialurin hevur prátað
við Hjallgrim Winther um
útbyggingina og aðrar
orkuspurningar.
Kostar meira nú
Hjallgrim Winther: — Eg
haldi tað er ein sorgarleik-
ur, at henda so týðandi
útbyggingin av okkara
vatnorku varð steðgað, og
enn ikki er komin í gongd.
Jú longri vit bíða, jú meira
fer henda útbygging at
kosta okkum.
Stjórin í SEV vísir á, at
fíggingin av projektinum
var í lagi fyri tveimum
árum síðani. Tað var ein
góð fígging við lánum at
rinda aftur eftir 20 árum
við bert 3% rentu. Nú
verður munandi dýrari at
læna pengar. Rentan
verður kanska triggjar
ferðir so heg. So nú lúrir
rentudeyðin í durunum
heldur SEV-stjórin fyri.
Uppá fyrispurning um
bíðitíðin ikki kortini hevur
givið SEV betri stundir at
umhugsa seg í og at gera
meguligar broytingar
sigur Hjalgrim Winther,
at tað er rætt, at vit í dag
fáa eitt betri projekt enn
tað fyri tveimum árum
síðani. Projektið er mett
av nýggjum og fer vatn-
orkan sambært hesum
nýggja projektinum at
geva 120 mill. kWh ímóti
teimum 96 mill. kWh í tí
upprunaliga projektinum.
Eisini er boriteknikk-
urin munandi útbygdur,
soleiðis, at tað verður
bæði lættari og skjótari at
gera tær mongu tunn-
larnar í fjøllunum.
Oljan fer at hækka
aftur!
— Oljan hækkar ikki so
nógv í letuni. Verður hetta
gongdin framyvir, er tað
tá neyðugt við so stórum
ílegum í vatnorkuútbygg-
ing?
— Tað er ein glotti í olju-
prísunum júst nú, men
oljan fer at dýrka aftur,
tað vita vit. Í fjør brúktu
vit heilar 60 mill. kr. til
olju. Árið fyri var talið 40
mill. So ein sær, hvenn
veg tað ber. Eg haldi, tað
verður ógvuliga dýrt at
koyra við olju í longdini.
Sjálv vatnorkuútbygging-
in er ætlað meira enn at
tvífalda okkara vatnorku.
Í megingkinum hava vit í
dag 45 mill. kWh, soleiðis,
at tað við eini útbygging
uppá 120 mill. kWh fer at
geva eina øking uppá
Mugu gjalda fyri
tað vit ynskja
— Men hevur ikki júst kri-
tikkurin móti hesi vatn-
orkuútbygging verið, at
Á ”
2
B
pe
2
%
Adrir øvunda okkum, at teir ikki hava vatnid sum vit at byggja ut til orku
vit fáa ov lítið burtur úr i
mun til tær stóru
ílegurnar?
— Tað haldi eg ikki er
rætt, men sjálvandi hevur
tað nógv at siga, við
hverjum eygum ein sær,
og hverji grundsjónarmið
ein leggur til grundar. Eg
meini avgjert, at hetta er
tað frægasta vit kunnu
gera. Eg veit eisini, at
nógvir aðrir høvdu verið
glaðir fyri at havt teir
somu meguleikar, sum vit
hava við vatninum.
Hjalgrim Winther sigur
í hesum sambandi, at tey
flestu av okkum krevja
eitt nýmótans samfelag
og tað mugu vit so eisini
gjalda fyri. — Tað er
nevniliga dýrt at gera
iløgur í elorkuverk í Fer-
oyum. Oyggjarnar eru
nógvar og fjellini eru heg.
Vit eru fá fólk til at gjalda
tær stóru útreiðslurnar.
Tað er eisini kostnaðar-
mikið at trekkja linjur og
leidningar upp, og ódnar-
veður fer illa við linjunum.
Tær krevja tí nógva um-
væling. Síðani koma eisini
útreiðslur til toll og frakt.
Vánaligan streym-
politik
- Utreiðslurnar eru nog-
var, men er elprísurin ikki
nóg hegur at rinda hesar
útreiðslurnar?
— Eg haldi sjálvur, at
tað er ein av okkara
sterstu feilum, at vit hava
havt so bíligan streym.
Streymprísurin hækkaði
nekur 30% í fjer, men vit
hevdu mett ov lágt árið
fyri. Reella hækkingin átti
at havt verið hægri.
— Kundu tit tá ikki fyrr
havt hækkað prísin meira?
— Vit hava roynt, men
tað hevur ikki borið til.
— Hvat skuldi elpris-
urin verið fyri at tað kann
mæla runt hjá SEV?
— Fyri trimum árum
síðani varð samtykt, at vit
skuldu ikki selja streymin
fyri minni, enn tað kostar
at fáa hann heim. Tað er tó
ein sannroynd, at tað ikki
altíð er lætt at gera heilt
beinar metingar og útrok-
ningar fyri tí, sum kemur
inn av nýggjum útreiðs-
lum. Eitt nú kann eg
nevna tær gomlu linjur-
nar. Tær eru tungar at
bera. Nógvar av teimum
eru umvældar fleiri ferðir,
so tær mugu heilt endur-
nýggjast nú. So saman-
umtikið má ein siga, at tað
fer at vera dýrt í komandi
tíðum við nyiløgum 0.ø.
— Fer streymprísurin at
hækka aftur í ár?
— Tað fer hann, men
ikki so nógv sum i fjør.
Streymprísurin
hækkar aftur í ár
Í dag eru annars tríggir
streymprísir. Tey, sum
brúka frá 0 til 10.000 kWh
gjalda 93 oyru, tey sum
brúka frá 10.000 til
100.000 kWh gjalda 85
oyru og tey sum brúka
omanfyri 100.000 gjalda
83 oyru fyri.
— Samlaða streymnýts-
lan hjá SEY var í
1980—81 uppá 148 mill.
kWh. Í 1979—80 var hon
141 mill. og í 1978—79 var
hon 135 mill. kWh.
Hjalgrim Winther upp-
lýsir, át veksturin í
1980—81 gjerdist minni
enn roknað varð við. Sam-
bært 10-ára ætlanini, sum
varð gjørd í mei 1980
skuldi veksturin í
1980—81 verða 7,5% í
meginøkinum og 7% í
Suðuroynni. Hann varð
6% í meginøkinum í 7% í
Suðuroynni.
Tann stóri veksturin,
sum hevur verið í streym-
nýtsluni seinastu árini
tykist at hava fingið ein
enda nú. Tað eru serliga
tey nýggju flakavirkini og
útbyggingin av teimum
flestu av flakavirkjunum,
sum hevur ekt um
samlaðu streymnýtsluna.
Hesin tervurin tykist at
vera mettaður nú, soleiðis