Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-01-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. januar 1982síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Vit siggja verandi elverk å Strond í Klaksvík. Síðani vísir tekning okkum útbyggingira við víðkan av verandi bygningi og at- leguplássi at skipa motorin upp frammanfyri hava so valt at bjóða fýra feløgum arbeiði. Tað mesta bjóðað út alment — Men er tað ikki bjóðað út alment? — Nei, tað er tað ikki. Men tað er bert galdandi fyri henda partin av út- byggingini. Alt annað, so sum motorar, yvirbyg- ningur, alt, sum er inni i húsinum o.a., er bjóðað út alment. Tað er annars Landsverkfreðingurin, sum hevur staðið fyri sjålvari útspreingingini av økinum. — Ein partur av arbeið- inum er uppá rokning. Kann hetta ikki blíva ov dýrt? — Skuldu vit bjóða út til kanska seks feløg, so hevði tað verið trupult at stýrt hesum, og hevði eisini tikið langa tíð. — Men hevði einki feroyskt felag klárað at gjert arbeiði við stoyping av fundamentum einsa- malt? — Nei, ikki uppá ætlaðu tíðina. Hvat viðvíkur útbjóð- ingini av motorunum, so var tað ein fyritøka í Schweits og B&W i Dan- mark, sum bjóðaðu. — B&W var biligari, og eg haldi eisini, at vit hava fingið heimsins biligastu og bestu maskinur, sigur SEV-stjórin. Á Strond í Klaksvík Sum vit upplýstu í blaðn- um seinasta mikudag so verður farið undir at byggja verkið á Strond í Klaksvík út fyrsta dagin. Tilboðini uppá 1. byggi- stig vórðu latin upp mána- dagin. Tey fevna um jerð- og lendisarbeiði, gerð av lítlari atløgubryggju, kloakarbeidi og betong- og jarnbetongarbeidi. Tad eru Landsbyggifel- agið og danska felagið P.A. Pedersen, sum standa fyri projekterings- arbeidinum. Utbyggingin av verk- inum á Strond fevnir annars um víðkan av ver- andi bygningi og uppset- an av einum 5000 heysta motori. Atløgubryggjan, sum verður gjørd frammanfyri verkid, skal nytast, tå motorurin skal skipast upp seinni i år. Ut- byggingin i Klaksvik er mett at kosta einar 12 Vit eru i Vågi. Elverkid skal liggja sydrumegin fjørdin eins og oljukeiin og båtahylurin = Síða 11 mill. kr. Væntandi verður motorurin settur til fyri jól. Góður sum trygd — Men er tað neyðugt at byggja motororkuna út í Norðoyggjum spurdu vit Hjallgrim Winther. — Hetta mál er longu avgreitt. — Men hvat heldur tú sum fakmaður um hesa út- bygging? — Tað er altíð gott at hava eina maskinu har norðuri, men skulu vit til at byggja út við motorum um alt landið, so endar tað galið. Nú er tað kanska so langt til Norðoyggjarnar, at henda útbyggingin kann helst forsvarast: at teir í tryggja ein ávísan mun seg lokalt. Ein motorur aftrat er góður at taka til serliga undir óvan- ligum umsteðum. Men eg rokni kortini við at tann vanliga streymveitingin til Norðoyggjar verður frá Skálabotni Suðuroyggin — tveir motorar Síðani er tað Suðuroyggin. Har er ætlanin at seta upp tveir nýggjar motorar, hver uppá 3500 heystar. Henda útbyggingarætlan er komin nakað styttri enn hinar báðar. Landsbyggi- felagið, sum hevur projek- teringina um hendi, verður væntandi liðugt við útbjóðingartilfarið í næstum. Orsakað av trætu um, hvar motorarnir skuldu 5 standa, er eisini henda ut byggingarætlanin hjå SEV nakað seinkað Eftir ætlanini verða motorarnir settir upp á Oyrarnar nærhendis olju keiini ug bátahylinum á sunnaru síðu á Vágsfirði Enn er tó ymiskt, sum skal góðkennast av Yvir- friðingarnevnd, áðrenn projektið kann bjóðast út Øll utbyggingin í Suðuroy er mett at kosta umleið 24 mill. kr. Ætlanin er, at hesir motorar skulu koma til landið um sama mundið sum tann til Klaksvíkar Teir skulu helst setast til í ár. Hjalgrim Winther: — Væntandi verða so allir hesir fýra motorarnir í brúki í næsta ár. Tá teir eru klárir eru vit í somu steðu, sum vit vóru fyri seks árum síðani. Tá eru vit ajour aftur. Serliga í Suðuroy. Norðanfyri a e koma vit to at tørva enn meira orku sum frålidur.