leygardagur 30. januar 1982síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Kolaorkuverk eiga
at verða ein partur
í útbyggingarætlanini
Okkara egna kol kann koma okkum til
ligum flutnings- ella veitingarkreppum
ið nevnt er framm-
er eyðsæð, at tey
verandi elverkini ikki
kunnu nekta tervin i
næstum, og um telini fyri
tey ymisku verkini verða
sett upp í eitt trygdar-
roknistykki, vísir tað seg,
at trygdin í Meginekinum
longu er í minna lagi, og tí
er neyðugt at útbyggja
sum skjótast.
antyri
Spurningurin er sostatt
ikki, um vit skulu út-
byggja, men um hvussu
elorkuútbyggingin eigur
at verða framd.
Tað finnast ymiskir
orkutekniskir meguleikar
til framleiðslu av el-megi,
og verður her víst á teir,
sum vit meta kunnu koma
uppá tal
a) Vatnorkuverk
b) Kolorkuverk
c) 4-takts dieselverk
d) 2-takts dieselverk, og
kanska sum ein framtíð-
tíðarmeguleiki
e) Vindorkuverk.
a) Vatnorkuverk
Vatnorkuverk eru vanliga
einfald í uppbygging og
raks:"', og eru serliga væl-
egnaði til skjótar broyt-
ingar (regulering) i el-
skipanini. Í Feroyum er
meguleiki at byggja
nakað av vatnorkuverk-
um; men er hetta ikki nóg
mikið til at tervurin á el-
megi verður nektaður til
fulnar Harumframt
krevja tílíkar útbyggingar
stórar ílegur í mun til in-
stalleraðu effektina.
Í hesum degum, tá nógv
verður tosað um trygd í
bandi við orkuveiting,
* Vit mugu gera royndir við fjarhita sum skjótast
* 8000 tons av olju fyri 24 mill. kr. til spillis árliga
+ Trygdin í Meginøkinum er longu í minna lagi
* Neyðugt er at útbyggja elorkuna sum skjótast
* Vatnorkuverk tey tryggastu og ráðevnið er ókeypis
* Dieselverk kunnu hava stóran týdning fyri fjarhita
* Vindorkuverk gera seg ikki galdandi innan el fyri árini
* Neyðugt við meira sundurgreinaðum kanningum
slepst ikki undan, at vatn-
orkan helst er hin
tryggasta, umframt tað at
orkuráevnið er ókeypis.
Hetta merkir, at vatn-
orkuverk spara landinum
gjaldoyra fyri sparda olju,
sæð yvir langa tíð
b) Kolorkuverk
Kolorkuverk eru vanliga
innrættaði til:
a) at framleiða elorku
burturav og kallast tað tá
eitt »kondensationsverk«
b) at framleiða elorku,
men við meguleika at
framleiða nakað av fjar-
hita og kallast tílík verk
fyri »uttaksverk«
c) at framleiða elorku og
hitaorku í mun til hvert
annað, so sterst megulig
nytta fæst úr kolinum.
Hesi verk kallast >mót-
trystverk«.
Kolorkuverk eru ikki
vælegnad til skjótar
broytingar i elfram-
leidsluni og verða ti eisini
vanliga nýtt sum grund-
lastverk. Hesi fylla lut-
falsliga nógv, sammett við
t.d. dieselverk, og ílegur-
nar fyri hverja
installeraða kW eru nakað
sterri, enn tá talan er um
4-takts diesel. Hinvegin er
eitt kolorkuverk frá einum
tekniskum sjónarmiði
sera einfalt, sammett við
eitt dieselverk, og orku-
ráevnið kol er munandi
bíligari enn olja.
Eisini skal nevnast, at
tey kolorkuverk, talan her
er um, uttan trupulleikar
kunnu verða gjørd so-
leiðis, at føroyskt kol kann
brennast í teimum burtur-
av. Hetta síðsta kann
verða ógvuliga tíðandi í
spurninginum viðvíkjandi
tryggari orkuveitan.
Verkið kann, um neyðugt,
eisini brenna tungolju.
c) 4-takts diesel verk
Dieselverk við 4-takts
motorum hava stórar fyri-
munir, tá tervur er á skjót-
um uppstarti og verða tey
tí eisini ofta nýtt til neyð-
elverk á t.d. kjarnorku
verkum, í floghavnum, á
hospitalum o.e.l. Eisini
verða dieselmotorar ofta
nýttir sum spísslastverk í
sterri el-skipanum.
Fleiri staðir í heiminum
verða dieselverk tó eisini
nýtt sum grundlastverk,
fyrst og fremst á smærri
oyggjum og í fjarskotnum
býum ella til sterri verk-
smiðjur.
Í dag, við teimum lut-
falsligu hegu oljuprís-
unum, er tað tó ikki van-
ligt at seta tílíkar 4-takts
motorar upp sum grund-
last, í hvussu er ikki uttan
at nýta spillhitan til eitt-
hvert ídnaðar- ella annað
upphitingarendamál.
Nakrir av fyrimununum
við 4-takts dieselverk-
unum eru:
— at tey eru lutfalsliga
bílig at keypa
— at tey ikki fylla so nógv
— at tey kunnu regulerast
skjótt
— at spillhitin frá teimum
er beinleiðis nýtiligur til
t.d. fjarhita.
Vansin hinvegin:
at tey bert kunnu nýta
olju sum orkuráevni
góðar í møgu-
d) 2-takst dieselverk
Í høvudsheitinum hava 2
takst dieselmotorar higar
til mest verið nýttir sum
hevuðsmotorar umborð á
skipum; men hava teir
eisini í minni mun verið
nýttir til elframleiðslu á
landi.
2-takts motorarnir mala
vanliga seinni enn 4-takts
motorarnir, eru haldt tri
og kunnu brenna vånalig-
ari olju.
Spurningurin um olju-
góðskuna kann, sæð langa
tíð framyvir, hava týd-
ning, um áhersla verður
legd á at nýta olju í el-
skipanini; men spurning-
urin kann verða, um
minnikostnaðurin fyri
tílíka olju í mun til aðra
olju kann viga upp tær
meiriløgu., ið skulu
gerast, tá sammett verður
við 4-takts dieselverk
Meirílegurnar fyri 2-
takts- í mun til 4-takts
dieselverk, eru við gal
dandi dagsprísum umleið
tað dupulta pr. installerað
kW
Samanumtikið kann sig-
ast, at nakrir av fyrimun-
unum vid 2-takts diesel-
verkum eru
at tey eru rakstrartrygg
at tey nyta minni orku-
råevni fyri hvønn fram-
leiddan kWh i mun til
4-takts diesel
at spillhitin frå teimum
er beinleidis nytiligur til
t.d. fjarhita
— at tey kunnu nyta våna-
liga olju.
Nakrir av vansunum eru:
— at tey krevja rættuliga
stórar ílogur
— at tey viga og fylla
rættiliga nógv
— at tey bert kunnu nýta
olju.
e) Vindorkuverk
Í samband við hesa frá-
greiðingina verður ikki
gjørt nógv burtur úr vind-
orkuni, tí mett verður, at
hon ikki kemur at gera seg
galdandi innan el-skipa-
nina tey fyrstu árini.
Nevnt skal tó verða, at
aðrastaðni verður arbeitt
fram ímóti at kunna fram-
leiða rakstrartrygg vind-
orkuverk. Men enn er ov
stutt komið til, at nakað
nágreiniligt kann sigast
viðvíkjandi vindorku-
meguleikunum í Fer-
oyum.
Elorku-útbygging
Tervur á útbygging
Sum nevnt undir pkt. 3.
4., er púra greitt, at brá-
neyðugt er at útbyggja el-
orku-skipanina
Spurningurin er sostatt
bert, hvussu útbyggjast
skal.
Ymist eigur at verða
havt í huga, tá útbygt
verður, eittnú hesir týd-
ningarmiklu spurningar:
a) Tervurin á el-effekt
(kW) nú og framyvir.
b) Meguleiki skal verða at
framleiða neyðuga el-
orku (kWh) nú og fram-
yvir.
c) Møguleikar fyri fígging
d) Umhvørvis-/ dålkingar-
spurningar.
e) Veitan av orkuråevni.
f) Hvar verk kunnu setast
vid atliti til nytslu av
spillhita.
g) Ílogur.
h) Meguligur el-fram-
leiðslukostnaður.
i) Trygg orkuveiting.
j) Verandi elorku-skipan.
Fyri at fáa eina hóming av
búskaparligu viðurskift-
unum í sambandi við
ymiskar útbyggingar-
hættir, verða her sett upp
nøkur demi um, hvussu
útbygt kann verða, við
atliti til pkt. a), b) og j).
SOSIALURIN
Utbyggingarmøgu-
leikar
I utbyggingini eru møgu-
leikar fyri nógvum ymisk-
um samansetingum; men í
dømunum er hetta av-
markað til at sammeta
framleiðsluhættirnar við
hvenn annan, og eru her
gjørdar fýra útbyggingar-
ætlanir, sum eru grund-
aðar á ta væntaðu elnýtslu
fram til ár 2000.
Útbyggingar-
ætlan A
Høvudsdentur er lagdur á
útbygging við- vatnorku
eftir ætlanini frá 1978/79
hjá SEV og við kolaorku
til tað, sum írestar. Av tí
at tervurin á effekt er brá-
neyðugur, er, umframt
tann 3,6 MW 4-takts die-
selmotorin, sum verður
uppsettur i Klaksvík,
roknað við at seta ein 5,7
MW 4-takts dieselmotor
upp å Sundi.
Utbyggingar-
ætlan B
Sum A, men soleiðis at
kolorkuverkini ístaðin
verða 2-takts dieselverk,
og at ein 12 MW 2-takts
dieselgenerator verður
settur upp á Sundi ístaðin
fyri ein 5,7 MW 4-takts
diesel.
Útbyggingar-
ætlan C
Hendan ætlan byggir á, at
ell framtíðar útbygging,
fram til ár 2000, verður
framd við kolaorku. Her,
sum undir A, verður tó
neyðugt at seta ein 5,7
MW 4-takts dieselgenera-
tor á Sundi, fyri at nekta
tørvin, ið verður, áðrenn
tað fyrsta kolorkuverkið
kann verða liðugt bygt.
A —i—