Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-01-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. januar 1982síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Roknast kann við, at 60 kV linjurnar skulu utbyggjast og serstakliga um stórur partur av elframleidsluni verður lagdur á einum stað. Á myndini 60 kV streymveiting av Sundi og úr Vestmanna til Havnar Útbyggingar- ætlan D Sum A, men soleiðis at kolorkuverkini ístaðin verða 4-takts dieselverk. 'Ut frá hesum útbygg- ingarætlanum, verður síðan roknað út tey bú- skaparligu árinini ið standast av eini ávísari út- bygging. Hvat sýnist sum besti útbyggingar- háttur Treytað av tí prísvekstri ið roknað er við, t.e. 2% p.a. fyri olju og 2% ella 3,5% p.a. fyri kol, sýnast kolorkuverk at hava bú- skaparligan fyrimun fram um . 2-takst dieselverk, men tó ikki meira enn at útreiðslurnar til kolorku- verk verða um tær somu, sum til 2-takts verk, tá kolapríshækkingin verður roknað at verða 3,5% p.a. og oljupríshækkingin 2% p.a. Ílegurnar til tílík verk eru um tað dupulta av iløgunum til 4-takts dieselverk, men hóast hendan munin verða rakstrarútreiðslurnar i sambandi við eina 4-takts- dieselútbygging so nógv hægri, at samlaða bú- skaparliga úrslitið í ár 1996 verður til fyrimun fyri kolaorkuútbygging, tá kola- og oljupríshækk- ingin er roknað at verða 2% p.a., og í ár 2000 fyri 2- takts-diesel-orkuútbygg- ing. Neyðugu ílegurnar til vatnorkuútbyggingina eru ógvuliga stórar í mun til ta orku, ið fæst burturúr og tá sammett verður við eina kolaorkuútbygging er tíðuligur fyrimunur vid eini kolaorkuútbygging, sæð fram til ár 2000, men um roknað verður víðari fram í tíðina, vísir fyri- munurin við vatnorkuút- byggingini seg um ár 2015. Tær búskaparligu for- treytirnar, í samband við tær ymisku útbyggingar- ætlaninar, byggja á at bert el-orka verður framleidd í teimum ymisku sløgunum av el- verkum. Tað er tó so, at megu- leiki er at nýta spillhitan frá teimum termisku verk- unum til eitthvert upphit- ingarendamál. Nýtsla av spillhita Spillhitin frá dieselverk- um t.d, kann beinleiðis verða nýttur til process- ella upphitingarendamál, uttan at framleiðslan av elorkuni við dieselmoto- runum verður ávirka av hesum. Harafturímóti hevur spillhitin frá einum kol- orkuverki, sum er roknað at framleiða elorku burturav, so lágt hitastig, at hesin bert kann verða nýttur til fiskaaling ella vakstrarhús. Um spillhit- in skal verða nýttur til annað endamál, sum t.d. bústaðarupphiting (fjar- hita) ella processendamál (i ídnaðinum), verður neyðugt at gera kolorku- verkið til endamálið. Hes- in spillhitin, við hægri hitastigi enn vanligt, kost- ar nakað av eyka kolaorku at framleiða, umframt at elorkuframleiðslan verður skerd nakað. Fyri at fáa eina mynd av hvat slag av termiskum verki eigur at verða útbygt við, verður neyðugt at kanna nærri, hvussu spillhitin frá eini 2- takts dieselútbygging, kann verða nýtt til eitt ávíst endamál við tervi á høgum hitastigi (100—200%C), og hvussu ein tílík hitaframleiðsla, við einum kolorkuverki, ávirkar rakstrarbúskapin hjá hesum. Orsakað av ov stuttari tíð til hetta arbeiði, kunnu vit ikki gera eina kanning hesum viðvíkjandi nú, men eigur hesin spur- ningur at verða vidgjørdur sum skjótast. Placeringsmegu- leikar Hvar framtíðar termisk elverk skulu verða bygd, er treytað av hvat slag av verki talan er um og hverj- ir meguleikar eru at nýta spillhitan á einum ávísum stað til process- ella upphitingarendamál. Verður ein útbygging á Sundi tikin sum demi, vísa okkara fyribils kann- ingar, at hitaorkan frá ver- andi dieselverkum har kann verða flutt sum fjar- hiti til Havnar við bú- skaparligum fyrimuni; men eru enn so nógvir ókendir faktorar í legging- ini av einum fjarhitakervi í Feroyum, at royndir fyrst mugu gerast hesum viðvíkjandi, áðrenn nakað kann sigast við vissu. Hin vegin er verandi tapið í letuni so stórt (svarandi til eini 8.000 tons av olju um árið ella í letuni o.u. 24 mió. kr. pr. ár) at Orkuráðið metir, at farast má undir nevndu royndir onkustaðni í Fer- oyum sum skjótast. Vit kunnu sostatt sum útgangssteði siga, at spill- hitin frá einum grundlast- verki á Sundi kann latast sum fjarhiti í Havnini. Spurningurin er so at kanna hvussu stórar nøgdir av hita Havnin tervar yvir árið og hvat ein tílík hitaorkufram- leiðsla kostar í einum kol- orkuverki í mun til í einum 2-takts dieselorkuverki. Tað sýnist at verða ein búskaparligur fyrimunur at útbyggja við kolorku- verkum heldur enn við 2- takts dieselverkum, men um tervur er á hita- orku við hegum hita- stigi nærindis elverkun- um, verður tað helst ein búskaparligur fyrimunur at byggja út við 2-takts diesel, meðan tað, um tørvur er á hitaorku við lágum hitastigi nærindis, framvegis verður ein fyri- munur við kolorkuverk- um. Umframt spurningin viðvíkjandi teimum bú- skaparligu fyrimununum í sambandi við útbygging av elorkuni, er ein annar fyri = samfelagið sera tidandi spurningur, nevni- liga trygg orkuveiting. Orkuveitingarskip- an og tryggleikin Sum okkara elorkuskipan er í dag, eru vit ógvuliga bundin at oljuni. Flestu lond í vesturheiminum hava síðan oljukreppuna í 1973 lagt stóran dent á at spjaða nýtsluna av orku- ráevnum, so meguligar framtíðar oljukreppur ella stórar prishækkingar á oljumarknaðinum ikki skulu elva til alt ov stóran búskaparligan vanda í samfelagnum. Í Feroyum er vatnorkan ein hin tryggasta orku- veitingin, sum hugsast kann. Tí kann tað hava stóran týdning fyri sam- felagið, at vatnorkan verður útbygd. Fyrilit skal tó vera við neyðugu iløgunum í sam- bandi við eina vatnorkuút- Framhald á síðu 14 Síða 11 Stóran týdning at hava orkuráð Tilsamans fimm mans sita í Orkuráðnum, sum landsstýrið velur Teir eru: Jóannes Han sen, form., Eyðfinn Eg- holm, næstform., Vagn Erik Michelsen, Heine Olsen og Elias David- sen. Ikki kann /sigast annað enn. at Orkuráð- ið hevur havt úr at gera ell hesi árini. Í eini tíð, har oljuprís- irnir hava gjørt rætti- liga um seg, og har orkunýtslan í Feroyum er nógv vaksin, hevur sjálvur orkuspurning- urin verið nógv frammi í myndini. SEV arbeiðir við stórum ætlanum um at byggja út vatnmegina og oljuverkini. Nakað av hesum arbeiði er farið í gongd. Annað liggur og bíðar eftir steðutakan frá politisku myndugleik- unum. Fyri at kunna seg betri við útbyggingar- ætlaninar og aðrar meguleikar at byggja út okkara orkufram- leiðslu hevur lands- stýrið tískil brúkt Orkuráðið í tann mun, hetta ráð hevur havt arbeiðsorku til tess. Vit hava tosað við formannin í Orkuráðn- um, Jóannes Hansen. Hann sigur, at ráðið hevur havt úr at gera. Tað hevur havt fundir næstan dagliga. — Okkara uppgáva er at analysera orku- ætlanir og koma við viðmerkingum, svarar Jóannes Hansen uppá fyrispurning, hvat hann heldur um týdn- ingin av einum slíkum ráð. — Eg haldi tað er av týdningi, at vit í Feroyum hava eitt tílíkt ráð, leggur hann aftrat. Men hvussleiðis ar- beiðir Orkuráðið? Til tað sigur Jóannes Hansen, at teir hava ein skrivara í ráðnum, sum arbeiðir við hesum burturav. Hetta munar nakað, men tervur er á meiri arbeiðsmegi. Annars samband hevur ráðið við fólk ymsa serfreðingar á ymsum orkuekjum Harum framt luttaka ráðs limirnir á fundum, skeiðum, o.l. í útlondunum. Eitt nú í Danmark, Noregi, Fraklandi, Bretlandi, Skotland og Irlandi. Sum dømi kann nevn- ast, at Orkuráðið i Ir- landi hugdi eftir einum nyggjum motoran- leggi, sum skal veita hitan til eitt fjarhita- anlegg. Tad eru annars allir hugsandi orkuspur- ningar, sum Orkuráðið arbeiðir við. Umframt at viðgera vatnútbygg- ing og termiska út- bygging hevur ráðið eisini vidgjørt mál, sum eitt nú bjálving av húsum og orkusparing umborð á skipum. Uppá fyrispurning hvat verður arbeitt við í letuni nevnir Jóannes Hansen vindorku, orkusparing umborð á skipum vm. Hvat viðvíkur vind- orkuni, so vísir Orku- ráðið hesi orkukeldu sera stóran áhuga. Arbeitt verður við at fáa í gongd eitt sam- arbeiði millum Feroyar Ísland og Danmark. — Hvussu við hita- pumpuni? Til tað sigur formað- urin í Orkuráðnum, at tað heilt víst er ein framtíð í henni. — Men tað er ikki rætt í dag at siga fólki, at hitapumpan kann loysa okkara orku- trupulleikar. Vit vita, at hitapumpan kann spara okkum nógva brúkta olju, men hon krevur samstundis nógvan streym. Tann streymin hava vit ikki í dag. — Kanska kunnu vindmyllurnar og hita- pumpurnar kombiner- ast, soleiðis, at vit fáa streymin frá vind- myllum til hitapump- ur. Tað kann verða ein framtíðar loysn, endar formaðurin í Orku- ráðnum. ráðstevnum I I ff [ff [ff fy ff [ff [ff [[[[[————— ——8