Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-02-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. februar 1982síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 147 20. 11820 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Árni Joensen Sosialurin Dimmalætting og blaðstjóri: Blaðmenn: Lýsingar: Uppseting: Prent: Greið orð MÁLGAGN FÓLKAFLOKSINS, Dag- blaðið, kundi herfyri bera lesarum sínum tey stórtíðindi, at ikki færri enn 130 »javnadarpamparar« høvdu verið á indoktrineringsskeiði í húsum Føroya Arbeiðarafelags í Havn í heilar 14 dagar. Blaðið harmaðist um teir neyðars arbeiðsgevarar, sum máttu vera hesi 130 fólkini fyriuttan í tvær samfullar vikur, enntá beint eftir drúgvu jólafrítíðina. AT ROKNA VIÐ sonnum tíðindum úr Dagblaðnum er sjálvandi vónleyst, men at tað skal bera til, at borðreiða við so nógvum lygnum í annars so fáum orðum, skal ein í minsta lagi vera organiseraður fólkafloksmaður fyri at megna. Uttan at fara í orða- skifti við Dagblaðið um nevnda skeið kunnu vit bert siga, at skeiðið varð hildið í seks ymiskum stóðum kring landið og at eingin skeiðluttakari misti so mikið sum ein einasta ar- beiðstíma av hesum áðum. MEN HETTA VAR kortini ikki tað mest áhugaverda í hesi oddagrein Dagblaðsins. Vit loyva okkum at sitera mest áhugaverda brotið: Kanska kann slíkt fáa teir menn, borgarliga samgongan hevur sett út í Tinganes at verja borg, at hugsa eitt sindur um, hvussu mótparturin ar- beiðir, meðan landsstýrið heldur fram við at aumanna stovnarnar við sínum egna mótstoðufólki. HETTA VÓRU greið orð. Vit kenna Fólkaflokkin aftur í orðum stavna- man sins — fólkafloksins professio- nella útspillara og forfylgjara av annarleiðis hugsandi. >...At avmanna stovnarnar við sínum egna måtstødufélki«. Tad er nú spell, at partíkortið til ávísan flokk ikki longur er einasta trygga lopfjøl í eitt alment starv... SOSIALURIN Hvussu var við Gullfinni — Hilmar Kass? Flest ell skip hava í dag eina ógvuliga stóra maskinorku, og eru tey tí ikki so bundin av vindi, sum tá sjómenn okkara sigldu við teimum gomlu sluppunum. við lítlari og ongari maskinu. Hetta vita allir sjómenn og eisini eitt nú Hilmar Kass, ið er sjómansskúlalærari. Sjálvur hevur Hilmar Kass fingið ísett eina vel- duga maskinorku, og átti hann tí ikki at latið kalda — myrka vindin úr Nesin- um drivið seg úr ætt í aðra. Í Dimmalætting nr. 6 skrivar Hilmar Kass eina grein, ið hann nevnir Gull- finnur. Sera áhugaverd grein, sum eg fyri stóran part taki fult undir við. Sannast má, at Hilmar her vísir sína greiðu steðu og samstundis, hverja velduga orku, sum í honum er. Bert spell, at hann ikki brúkar hesa orku betur, t.d. tá atkvett var um Lassa II ella við atkveðugreiðsluna um mennan av farmaskipa- flotanum. Í nevndu grein, Gull- finnur, framgongur: I. at rakstrarætlanin fyri Gull- finn hevur ikki hildið — var alt ov bjartskygd, soleiðis, at fram til 30. sep. er bert um 1/3 inn- komin av tí, rakstrar- ætlanin vísti. 2. eginpen- ingurin til skipið er heldur ivingarsamur. Hetta eru ivaspurningar, ið ein eigur at kenna, og sum høvdu gjørt greinina meiri full- borna. Helst hevur Hilmar Kass lopið um, har garð- urin var lægt og tí ikki greitt frá hesum spurning- um. At Hilmar kennir svarini til hesar spur- ningar, er eingin ivi um, og fari eg tí vinarliga at Gideon og diagnosurnar biðja teg, Hilmar Kass, at greiða okkum frá hesum: 1. Nær var rakstrar- ætlanin fyri Gullfinn gjørd? 2. Hver hevur hevuðs- ábyrgdina av rakstrar- ætlanini (revisorvirki). 3. Er her í veruleikanum talan um ein nýggjan Skrokk, ella hver er mun- urin? Um ikki lotið er ov hart úr Nesinum, takki eg tær fyri upplýsingarnar, sum helst verða at lesa-í Sosi- alinum og Dimmalætting í fyrstu framtíð. Purkur Satt at siga er grein sum tann hjá kp í Sosialinum nr. 5 frá 20. januar í ár, nevnd »Hyklari og Alko- holmisnytsla«, ikki ein kommentar verdug; men málið, ið vidgjørt verður, er so mikið álvarsamt og greinin so fylt við lygnum og hatri, at hon illa kann standa ósvarað. Lat meg beinan vegin siga tær, mín góði Gideon (orsakað at eg nýti jødiska navn títt), at grein tín við fáum orðum kann nevnast eitt »verbalt sammen- surium<. Hon er ófera væl kryddrað við fremmand- orðum, so væl, at ein skuldi trúð, at tú var ein av teimum, sum tú sjálvur nevnir teir, »knokkroyttu heysunum«, við einum »cand« frammanfyri. Fyri mær at síggja hava fremmandorðini til enda- måls at balla greinina inn i eitt målsligt mjørkatåm, so at tann lesari, sum ikki skilur greinina (ella tad óndsinnaða i henni) skal halda at skribenturin er ein av »hasum klóku-, sum best er at halda seg langt burtur frá, sam- stundis sum summir av akademisku pampara vinum tínum, við bústaði á Skarvi ella á Snobbhill bera teg í gullstóli, alt meðan teir dansa um gull- kálvin. Satt at siga, so hevur mær higartil dámt væl penn tí, Krippi, mær hevur dámt tína provoker- andi skriving, tí polittisk skriving hevur sjáldan nakað virði, uttan hon er provokerandi. Men eftir henda dag noyðist eg, og mangur við mær, at meta greinir tinar javnt við botnfallið í feroyskari blaðskriving, nevniliga perfidu = skriving Óla Breckmanns og hansara líka. Meðan tú válkar tær í diagnosum, festir tú flott og elegant diagnosuna »fascistur« á Álvheygg. Hesin maður svarar neyv- an tínum orðaskvaldri (heldur ikki í Dimmu), men kenni eg hann rætt, so tekur hann hjartaliga synd í tær, og um grein tín ikki er skrivað undir ávirkan av einum hampuliga stórum kvant- um av alkoholi ella ti, ið verri er, fari eg eisini at taka synd í tær, Tað er mangur viðmær, sum veit, at Álvheygg ikki bert hevur hjálpt ógvuliga nógvum fólki, men beinleiðis hevur bjargað mongum mannalívum, í ótroyttiliga hjálpararbeiði sínum, og hann spyr ikki eftir, um tú ert marxistur ella sam- bandsmaður, heidningur ella baptistur, og hann roynir ikki at lokka teg í karið eftir at hava bjargað tær. Eitt passaði tó ikki, sum Alvheygg segði í útvarps- sendingini, og tað er, at viðgerð hansara er anta- bus og bert antabus. Hann nevndi ikki við einum orði tann ómetaliga moralska stuðul, hann gevur fólki við sínum mangan skemtiligu sam- reðum, sum fær fólk at síggja ljósari upp á til- veruna og at bróta upp um armar og royna av nýggj- um. Hann setur seg inní teir trupuleikar, tú hevur, og teir kunnu vera so ymiskir, als ikki bert av alkoholi, og ger so alt hann er mentur fyri at hjálpa tær. Men moralski stuðulin er helst hin stersti hann gevur. Álvheygg dugir at síggja ta neyð, ið er í hesum samfelag, og hann ger eitt megnararbeiði fyri at beta um neyðina; og eg haldi meg kunna siga fyri vist, at um hann kemur at uppliva tað sosialistiska samfelagið, fer hann at halda áfram við sama ágrýtni at bjarga manna- lagnum sum higartil. Tú mást trúgva umaftur, um tú billar tær inn, at alko- holtrupuleikar fara at hverva sum dogg fyri sól í einum sosialistiskum fer- oyskum samfelag. Sjálvur havi eg fingið góða hjálp og ógvuliga góðan moralskan stuðul frá Alvheygg, og hann hevur ikki gjørt meg til sambandsmann av teirri grund, men eg eri kanska uppaftur meira sannferd- ur marxistur enn nakran- tíð. Tú mást endiliga ikki halda teg vera einsa- mallan um at tala rætt- vísissek teirra trælkaðu, vit eru nógv fleiri enn tú trýrt. Men tað eru fáir, sum veruliga gera eitt risaarbeiði fyri at hjálpa samfelagsligu taparunum, „fyri at loysa teimum, sum illa eru komin fyri í einum jarnharðum kapita- listiskum samfelagi úr teirra hafti«. Ein av hesum fáu eitur Johannes Álvheygg. Eg kenni ongan Kára Petersen millum hesar fáu! Tað man vera fáur marxistur, sum í ráma álvara trýr, at hitt mest sum utopiska kommunis- tiska samfelagið er í eyg- sjón. Tað verður drúgvari enn so at arbeiða fram móti tí rættvísa idealsam- felagnum. Kundi hent, at hverki kp, eg ella Álv- heygg koma at uppliva tað. Men skulu vit so eins og strutsurin og kp stinga hevdið í sandin og gloyma alkoholismu og alla aðra neyð í NUVERANDI samfelagnum, meðan vit í tolni bíða eftir tí komandi? Slík negativ og niðurbrót- andi skriving betir ikki um samfelagsstrukturin og slíka skriving átti tú ikki at dálkað eitt objek- tivt blað sum Sosialin við. Koyr slíka óhumsku í tann blaðkest hon hoyrir heima, í Dagblaðið. At enda, kp, eg veit ikki, um tú nakrantíð hevur havt brúk fyri Álvheygg, men tað kundi hent, at tú einaferð fekst brúk fyri honum, og tá hjálpir hann tær uttan himpr og uttan at spyrja eftir politiska liti tínum. JUSTICIA Kaffi, té & sodavatn!!! Hvat er hetta fyri nakað at bjóða fólki? Skal helið í Rosenborggade gerast líka trist at vitja sum okk- urt hissini bakarí heima í Feroyum? Kaffi, té og sodavatn — ja, gamaní — men hví skulu tey, sum dáma ein øl, noyðast at sita við ongum? Er tað fólkið úr Kristnastovu, sum er alergiskt yvir fyri sýninum av einum øli ella er tað Feroya Landsstýri, sum hevur treytað sín stuðul av, at øl ikki kemur á borðið? Líkamikið hver tað er. Hetta er ein óhugnaligur dupultmoralur heimaní- frá, sum hjá embætis- monnum og politikarum á uttanlandaferð, vanliga floymir burt í somu stund teir eru sessaðir í flogfar- inum. Sami dupultmor- alur skal altso kroystast inn í hesi nýggju heli líka frá byrjan við devulsins veldi og makt. Hevði annars sitið og droymt um, nú skil skuldi verið komið á húsaspurn- ingin, at ein kanska kundi stokkið inn á gólv og fingið sær — ja, hví ikki ein smakk av hesum nýggja føroyska bjórinum — tí føroysku blødini åleina ella saman vid kaffi ella té kunna ikki freista meg, at koma ta longu Framhald å sidu 15 En NENS FONS OKI Ai