mikudagur 3. februar 1982síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN -
Mjølnir-kappingin:
Væleydnað kapping
»Mjølnir-kappingin« — størs-
ta flogbóltskapping higartil í
var væl fyri-
skipað. Tað vísti seg at vera
Føroyum
rætt at býta liðini í ymsar styr-
kisbólkar
hetta orsakaði
kanska fleiri óvæntaði úrslit
Seinasta vikuskiftið skip-
aði Mjølnir fyri fjóru ferð *
fyri »Mjølnirkappingini«.
Fyri fyrstu ferð í flog-
bóltsseguni, luttóku fleiri
kvinnu- enn manslid. Av
teimum 52 liðunum, ið
luttóku, vóru 28 kvinnu-
lið, meðan mansdeildin
„bert<É taldi 24 lið.
Tey, ið fyriskipaði kapp-
ingina, høvdu býtt 1. og 2.
deildarliðini — bæði hjá
kvinnum og monnum — í
tveir bólkar við 11 liðum í
hverjum, meðan bólkurin
hjá 3. deild, menn og
mansmotiónsliðum taldi
13 og seinasti bólkurin, 3.
deild kvinnur og kvinnu-
motiónsliðini, taldi 17.
Hesir fýra hevuðsbólkar
vórðu so býttir í smærri
bólkar, har tvey tey
fremstu liðini í hverjum
bólki komu víðari til mill-
umbólkar, og higani komu
tey bestu liðini so víðari til
semifinalur og finalur.
Leygardagin vórðu
nærum allir innleiðandi
bólkarnir liðugtleiktir, so
at sunnudagurin at kalla
bert var nýttur til semi-
finalur og finalur.
Fyrsta finalan, ið varð
leikt sunnudagin, var í 3.
deild menn, og var hon
millum Eysturskúlan og
B71. B71, ið als ikki
luttekur i landskapping-
ini, royndust i FBF-kapp-
ingini sera væl, men varå
tá ikki fingin verulig
greiða á, hvussu sterkir
teir í veruleikanum vóru,
tá neyðugt varð hjá
teimum at trekkja seg úr
kappingini fyri at náa
»Rituna« til Sandoyar
aftur. Men hesa ferð var
eingin »Rita«, ið bíðaði, og
sandingarnir royndust
kanska sterkari enn nakar
frammanundan grunaði.
Teir høvdu i millumbólk-
inum vunnið á sterka VB-
liðnum, í einum spennandi
dysti, ið nógv mettu at
vera »moralsku finaluna«,
og i sjålvum finaludyst-
inum vunnu teir uttan
stórvegis trupulleikar
2—0 á Eysturskúlanum
við umfarsmuninum 15—6
og 15—4.
Finalan í 1. deild, menn,
var millum FSa og Fleyr
2. Hesi bæði liðini heydu
mett hverjum eðrum í inn-
leiðandi bólkinum, og
vann FS tann dystin, so
rokna varð við, at teir
hevdu stórar meguleikar
at vinna finaluna eisini.
Men Fleyr vildi tað annað-
leiðis.
Fyrra helvt av fyrra um-
farið gjerdust jevn og
spennandi, men var Fleyr
tó á odda alt umfarið. Í
fyrru helvt var munurin
bert ein og tveir vunnir
bóltar, men í seinnu helvt
royndist Fleyr væl betur
og vunnu teir umfarið
15—9.
Í eðrum umfari royndist
FS betra liðið í byrjanini.
Teir komu á odda við trim-
um bóltum, men tað
eydnaðist Fleyr at koma á
7—7 javnleik og eydnaðist
ikki FS at vinna ein bólt
afturat í umfarinum, so at
endaliga steðan varð, at
Fleyr vann 15—7 og
harvið finaluna 2—0.
Í eina semifinaludyst-
inum í 3. deild kvinnur,
mettust Mjelnir og KÍF,
og vann KÍF 2—0 við um-
farsmuninum 15—6 og
15—8, meðan ÍFa í hinum
semifinaludystinum vann
15—6 og 15—10 á LÍF.
Sostatt hittust KIF og
ÍFa í finaluni og varð
munurin í fyrsta umfari
rættuliga stórur. KIF
hevði ikki stórvegis
trupulleikar at vinna
15—3, men í eðrum umfari
vaks spenningurin. Um-
farið gjerdist sera javnt
og vunnu KÍF-genturnar
aftaná tógvi stríð 16—14
og harvið finaluna 2—0.
Tá vit í seinasta miku-
dagsblaði umreddu lands-
kappingardystin millum
Fleyr a og Mjølnir í 1.
deild, kvinnur, mettu vit,
at torfert fór at verða hjá
nekrum liðið at vinna á
teimum í >Mjelnir-kapp-
ingini« og finaludysturin í
1. deild kvinnur, varð júst
millum Mjølnir og Fleyr a.
Í fyrsta umfari kom
Mjelnir á odda 8—0,
áðrenn tað eydnaðist
Fleyr at minka til 3—8.
Mjelnir kom tó á 11—3
áðrenn Fleyr aftur fekk
minka til 5—11. Spælið
gekk nú væl hjá báðum
liðunum eina letu, og var
tað eins og Fleyr-gent-
urnar komu meira við í
leikin, men ikki megnaðu
tær at gera nakað veruligt
við stóra málmunin, og
vann Mjelnir umfarið við
15—10.
Í eðrum umfari royndist
Fleyr a væl betur í byrja-
nini. Tær komu á odda
6—0, men so kom steðgur
í. Tað eydnaðist Mjølnir at
venda leikgongdini og
koma á 6—6, og eydnadist
bert Fleyr at vinna ein
bólt afturat í hesum um-
farinum, ið sostatt endaði
15—7 til Mjølnir, ið greitt
vísti, at tær eru
sterkasta kvinnulið í Fer
oyum
Men »Mjølnir-kapping-
in« var eisini annað enn
finalur. Øll kappingin sum
hon var, var væl fyriskip-
að og vísti tað seg at vera
rætt at skipa liðini í ymsar
avglørt
styrkisbólkar Hetta
orsakaði kanska einstek
óvænta úrslit. Neyvan
hevði nakar vænta, at t.d
Fleyr-motiónskvinnurnar
skuldu greiða at leika seg í
Fleyr 2, vinnarar av 1. deild menn. Leikararnir vóru:
Standandi frá vinstru Johannes Ejdesgaard, Niclas Joensen og Bjarki Ellefsen.
Húkandi frá vinstru Dánjal Pauli »Balle« Mohr, Tummas Oli Mortensen og Sjúrður
Johannesen
Síða 9
millumbólkin og at MIF
fór at roynast so væl og
ikki at gloyma vinnar
arnar av mansdeild
B71, ið jú ikki — sum áður
greitt frå luttaka
landskappingini
»Mjølnir-kappingin«
royndist besta »reklam
an«, ið hugsast kann fyri
flogbóltsítróttina, og vil
eg, sum ein av teimum
nógvu luttakarunum,
nýta hevi at takka fyri-
reikarunum fyri hugnaliga
kapping og gott arbeiðið
B71, id ikki luttekur í landskappingini, vann 3. deild menn. Leikararnir vóru Karl
Vidtfeldt, Christian Hejsted, Ib Mortensen, Jákup Joensen, Róin Clementsen og
Jóan Petur Clementsen
Sterka Mjølnir-lidid, ið vann 1. deild kvinnur. Standandi frá vinstru eru leikararnir
Armgarð Weihe, Ruth Sivertsen, Marjun Mortensen og Sigrid Andreasen. Húkandi
frá vinstru Maria Sólheyg, Finngerð Sólbjerg, Jonna Joensen og Marjun Christiansen
Vinnarar av 3. deild kvinnur, KÍF. Á liðnum leikti Maria Debes, Elin Maria Petersen,
Margrit Debes, Ann Joensen, Ruth Olsen og Marian Miklagarð