mikudagur 3. februar 1982síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
SOSIALURIN
Hava vit brúk fyri vøggu-
stovu og barnagarði?
Í 1980 gingu umleið 35% av
ellum bernum millum 0 og 7
ár í Havn á veggustovu,
barnagarði ella í dagrekt.
Leysligar metingar, ið tá
vóru gjerdar, bendu á, at um-
leið tað dupulta talið av bern-
um, t.v.s. 70%, hevði verið úr-
slitið, um øll tey, ið høvdu
brúk fyri tí, fingu ynski síni
uppfylt um ansing av bern-
unum á dagstovni (metingin
er bygd á m.a. kanning av
bíðilistum). |
Hvussu ber tað til? Vanliga
hugsanin millum fólk er jú
tann, at bernini eiga fyrst og
fremst at vera ansað heima,
t.v.s. av mammuni fram um
alt. Tosar ein við foreldur. ið
hava bern síni á veggustovu
ella barnagarði. og spyr tey.
hví bern teirra eru har, ber til
at nevna try sleg av svarum,
ið samsvara við kanningar í
Sveríki (1)
- foreldrini noyðast bæði at
arbeiða úti og ynskja, at
barnið verður forsvarliga
ansað teir tímarnar av
degnum, tey eru burturi
foreldrini halda, at tey til-
boð og teir meguleikar,
sum dagstovnarnir rúma,
skapa menningarmegu-
leikar, sum heimið annars
ikki er fert fyri at geva.
Her verður víst á av foreld-
rum, at umhvervið tey
búgva í, er so lítið stimb-
randi fyri bernini, og við tí
egiligu ferðslu, vit hava,
eisini er ov vandamikið
Veggustovan og barna-
garðurin verða her eitt
uppískoyti til uppalingina
heima, og vernd hjá barn-
inum
— foreldrini ynskja, at tann
ekta vitanin, sum finst um
bern í dag, í sterri mun
skal koma bernum teirra
til góðar — og starvsfólkið
á stovnunum er ofta væl-
útbúgvið fólk. Í hesum
sambandi verður tíðum
eisini nevnt, at foreldur
halda at barnið hevur brúk
fyri at vera minni bundið
at foreldrum og heimi, og
síggja hesi foreldur barna-
garðin og veggustovuna,
sum ein meguleika fyri at
geva bernunum sterri
sjálvsálit og sjálvsteðu,
umframt eitt sterri socialt
medvit. Og meta hetta sum
ein fyrimun, tá bernini byrja í
skúlanum.
Eitt sum samstundis kemur
fram, tá ein tosar við foreld-
ur, ið hava bern á dagstovni,
er, at tey (serliga mamm-
urnar) hava samvitskubit av,
at bernini ikki verða ansað
heima av teimum sjálvum.
Og hetta eru foreldur, sum
samstundis siga, at tað er
týðuligt, at bernini trívast á
dagstovni. Hetta sigur
kanska eitt sindur um
hvussu sterkar traditiónirnar
fyri uppaling eru.
Spurningurin um ansing av
bernum uttanfyri heimið er
heilt klárt ein eymur spur-
ningur, tí hann rerir við nak-
rar av teim mest viðkvæmu
kenslunum, vit hava: at tosa
um, at uppaling kann vera
erðvísi enn hon hevur verið,
setur = spurnartekin við,
hvussu vit sjálvi eru uppald,
og hvussu vit sjálvi uppala
okkara egnu bern. Og í Fer-
oyum eins og í eðrum lond-
um, er uppaling í stóran mun
mett sum eitt privat eki, ið
ongin eigur at blanda seg í,
hóast hver mður ofta veit,
hvat hendir innanveggja.
Hetta kemur týðuliga til
sjóndar, m.a. í orðaskifti í
blødunum seinastu tíðina.
Spurningar, sum eru týðandi
fyri fólk, og sum tey taka sær
nær, eru eisini gloypubitar
fyri aktivar politikarar, tí tú
kanst, við at spæla við upp-
lýsingum av ymiskum slagi,
brúka teir til at venda og
fasthalda meiningum á
eðrum politiskum ekjum
eisini. Eitt gott demi um
hetta er tað orðaskiftið, ið
tók seg upp mitt i 7Ounum í
DK (tá kreppan byrjaði av
álvara at gera vart við seg).
Um tað nú var rætt, at bern-
ini vóru so nógvar tímar á
stovni, um tey ikki kundu
taka skaða av tí — var fert
fram frá ymsari politiskari
síðu, tó serliga frá hegra-
vonginum. Tað, sum gjerdi
hesa argumentatiónina held-
ur legna var, at nærum allir
politiskir flokkar, serliga
sosialdemokratarnir, vóru
samdir í at útbyggja dag-
stovnagkið, tá arbeiðið var til
allar hendur, í seksti árunum
og neyðugt var at kvinnurnar
eisini vóru við á arbeiðsmark-
naðinum. Tá hoyrdist m.a., at
kvinnan við at liva eitt sjálv-
steðugt lív, eisini á eðrum
økjum enn í heiminum, var til
fyrimuns fyri bernini, tí tey
fingu samband við eina betri
negda móður. Men í 70ti og
80ti árunum, er hetta íkki
longur opportun politisk
tala: arbeidsloysi og
strammari búskaparlig viður-
skifti gjørdu tað neyðugt, at
(nekur) spentu beltini inn, og
at tað var best, at kvinnan
tók sær av barninum. Og tað
var eisini prógvað við psyko-
logiskum kanningum.
Eg ætli mær at viðgera hesi
sjónarmið, eg stutt havi verið
inniá, nærri, í restini av grein-
ini, ið er skrivað eftir fyri-
lestri hildin í Fuglafirði
27.1.82.
+ . :
Søguliga gongdin
Skulu vit gerast før fyri at
skilja, hvussu tað ber til, at
tað bæði í Havn og í Klaksvík
eru nógv bern, ið ganga í
barnagarði og á veggustovu
(bert í Havn), er tað neyðugt í
stuttum at koma inn á tær
broytingar í livihátti okkara,
sum feða tervin fyri ansing
av bernum uttanfyri heimið.
Heðin Brú skrivar í endur-
minningum sínum (s.69): >Ég
kom nú meir og meir uppí at
gera lít. Fyrst og fremst var
tað sjálvandi at ganga við
neytunum, fara við teimum
um morgunin og aftur eftir
teimum um kveldið, ta tíðina
tey gingu út og inn, sita hjá
teimum um heystið á bønum.
Hetta var alt meira kent sum
spæl hjá okkum, her vóru ell
bernini við og tað bar væl til
at gera nyttu og spæla sam-
stundis. Nú var eisini at
ganga við rossum, fyri vogni
ella klyv, tað fall um várini,
hoyggj um heystið og torv
alt árið, sum nú tervur var
8...
Lysingin hjå Hedini Bru
visir okkum kanska fyrst og
fremst, i hvønn mun ger-
andisdagurin tå var skipadur
eftir árstíðunum. Men eitt
annað, sum eisini kemur
týðuliga fram, er, at bernini
vóru sjálvsagdur partur av
lívinum í bygdini: bern, for-
eldur, arbeiði og frítíð vóru
ein heild, og ikki, sum í dag,
skild sundur á nógvum
ekjum. Bernini vóru har, men
tey vóru ikki skildraði frá tí,
sum fór fram uttan um tey.
Henda myndin av lívinum á
bygd fyrst í 20undi eld er í
samsvar við m.a. lýsingina
hjá Sámali Johansen: Á bygd
fyrst í 20undi eld. Við hesum
er ikki sagt, at alt var tann
bera lukka tá, kanska heldur
hin vegin, lívið var strævið
og baksut og hjá nógvum
eisini fátæksligt.
Tað, ið bernini og tey ungu
hevdu brúk fyri at læra,
lærdu tey fyrst og fremst við
at eygleiða, og vera saman
við teimum tilkomnu, bæði
heima og úti. Skúlin hevði sin
týdning, uttan at bygdafólk-
ið tó væntaði sær nakað ser-
ligt av honum: >Foreldrini tá
væntaðu ikki stórt av skúl-
anum. Eitt var í hvussu er:
Tað var ein lætti fyri meður-
nar at kunna senda tey smáu
í skúla hesar tímarnar. Tann
kunnleiki skúlin miðaði ímóti,
varð ikki stórt mettur av
mongum. Læra so mikið av
kristinkunnleika, at bernini
kundu verða fermd og koma
uppí vaksnamannatal, alt
hitt, nei, nei, tað var minni
umrådandi,« (Heðin B. s.60).
Tey vaksnu sjálvi og tað,
tey tókust við, góvu bern-
unum greiðar fyrimyndir at
liva eftir. Bygdin var eisini
lett at yvirskoða, arbeiðs-
býtið lítið fjølbroytt, broyt-
ingarnar = í bygdasamfel-
agnum hendu so líðandi, og
sambandið til aðrar bygdir,
fyri ikki at tosa um útheimin,
var lítið og onki.
Seinast í 19. eld og fyrst í
20. eld, hendu avgerandi
broytingar innan vinnulív
okkara. Arbeiðið inntil tá var
merkt av einum blandingi av
útróðri, arbeiði við fiski, jarð-
ar- og traðarbrúki og hand-
verki. Vinnulívið gerst fyrst í
1900-talinum steðugt meira
merkt av fiskivinnuni, sum
aftaná 2. veraldarbardaga er
hevuðsvinnan burturav. Við
hesum broytingunum innan
vinnulívið fylgdu eisini aðrar
broytingar: fleiri pengar vóru
millum fólk, heimurin
uttanfyri okkum, ikki minst
undir krígsárunum, komin
okkum nærri, og broytingar
henda eisini innan fyri skúlan
0.s.fr.
Við broyttu og betraðu livi-
umstødunum, broyttust eis-
ini bondini til gamlar siðir og
livihættir, og harvid eisini
vidurskiftini millum børn og
ung, vaksin og gomul. Ein
onnur høvudsbroyting, sum
vit eiga at leggja merki til, er,
at familjan, ið fyrr kláraði
seg við tí, sum jerðin og
havið gav, nú í stødugt størri
mun livdi av lenarvinnu
burturav. Føroyingar vóru
nú ikki so steðu- og náttúru-
bundnir sum áður, men
kundu í sterri mun laga
náttúruna eftir egnum terv-
um. Feroyar fóru at líkjast tí,
vit í dag nevna eitt vælferð-
arsamfelag, á javnbjóðis fóti
við grannalondini, uppá gott
og ilt.
Tær broytingar, sum henda
í Feroyum, eru í ein mun
ávirkaðar av broytingunum á
meginlandinum, kanska ser-
liga í Danmark. Í hevuðsheit-
inum ber til at siga, at Dan-
mark í 18- og 1900-talinum,
broyttist frá at vera eitt
bónda- og jarðarbrúkssam-
felag burturav til at gerast
eitt ídnaðarsamfelag. Og tað
er í hesi yvirgongdini, sum
m.a. var merkt av stórum
flytingum úr bygd í bý, at
tað, vit í dag nevna barna-
garðar, vórðu settir á stovn,
tó ikki heilt í tí líki, vit kenna
teir í dag. Barnagarðar og
seinni eisini veggustovur
gjørdust neyðugar, fyrst og
fremst tí foreldrini ikki
høvdu meguleika og stundir
at ansa børnunum í býunum.
Men aðrar grundir vóru tó
eisini, her hugsi eg um tær
ymisku uppalingarligu hug-
sjónirnar og royndirnar, sum
vunnu fram. Og sum tíðin frá
líður, og vit nærkast fimti og
sekstiárunum í Dk, fáa hesar
steðugt sterri týdning fyri
uppaling av bernum, og
hugsan um barnið annars.
Broyttu liviumsteðurnar,
og broyttu hugsaninar um
barnið hava fingið avgerandi
avleiðingar á hugsan okkara
um - menniskju sum heild.
Bygdafelagsskapurin her
heima, fyri uml. 100 árum síð-
an, og í Danmark fyri uml.
150 árum síðan hevði ikki ta
hugsan um persónin ella ein-
staklingin, vit hava í dag.
Tosað var ikki tá um tann
einstaka persónin, fyrst og
fremst. Persónurin var í ein
stóran mun ættin, familjan,
bygdin og staðið, har tú búði.
Tann nýggja menniskja-
myndin, sum veksur fram við
broytta vinnulívinum, ger
persónin, ella einstaklingin til
miðdepulin : persónliga fræls-
ið má tryggjast, sum tað ljóð-
aði í París undir borgarligu
kollveltingini í 1789. Lagt
kann vera aftrat, at eitt
annað slagorð, sum varð fert
fram, ver, tá Ellen Key
nevndi 1900-talið til at vera
barnsins eld. Bernini, sum
fyrr høvdu meira ella minni
ansað sær sjálvum ella vóru
passað av eldri systkjum,
fingu nú annað virði, sum
vordandi individ: Skuldi nak-
að spyrjast burturúr fræls-
inum hjá tí vaksna, var neyð-
ugt at hjúkla um barnið.
Tann vaksandi áhugin fyri
barninum og uppaling tess
hevur víst seg á nógvum
ekjum, m.a. í útviklings-
psykologi og pedagogikki, og
finst í dag hópurin av vitan
um, hverjar umsteður eru
mennandi fyri barnið, og
hverjar, ið eru forðandi fyri
andaligum og handaligum
vekstri. Henda vitan er ikki
bert hjá fakfólki, men er í
steðugt vaksandi mun blivin
fólkaogn: foreldur, kvinnur
og menn seta í dag nekur
krøv til tilveruna, og lata sær .
ikki alt lynda, og krevini tey
seta, eru erðvísi enn i tí
gomlu samfelagsskipanini.
Hetta vil tó ikki siga, at
broytingarnar í hugsunar-
hátti eru líka so umfatandi
sum á materiella ekinum, tað
krevur nógv longri tíð at
broyta gamlar siðir og hugs-