mikudagur 3. februar 1982síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
anir, enn at leggja um frá
vaðbeini til ídnaðartrolarar.
Og úrslitið er eisini, at vit
hava bæði nýggjar og rótfest-
ar hugsanir at taka steðu til,
m.a. tá vit, tosa um barna-
uppaling. Og eg haldi tað
vera týdningarmikið at geva
gomlum royndum gætur,
uttan tó at halda, at harvið er
allur sannleikin sagdur, sam-
stundis sum vit eiga at geva
tí nýggja, sum kemur inn á
okkum, gætur og kanna eftir,
hvussu vit kunnu fáa gleði av
tí.
Eg havi nevnt, at barn-
inum var givið meira gætur,
hetta var tó ikki tað einasta,
sum hendi. Steðan hjá kvinn-
uni byrjaði eisini at broytast
avgerandi. Lat meg taka eitt
demi: Fyri foreldur míni var
tað sjálvsegd hugsan, at pápi
arbeiddi úti og mamma tók
sær av okkum bernum, og
var hetta vanlig hugsan
millum foreldur tá. Í dag er
hetta ikki heilt so sjálvsagt,
kanska serliga millum
foreldur tá. Í dag er hetta
ikki heilt so sjálvsagt,
kanska serliga millum ung
foreldur, og serliga á stór-
plássunum her heima. Tað
eru steðugt fleiri hjún, har
bæði eru um at forvinna
pening, taka sær av húsar-
haldinum og uppala bernini.
Kvinnur hava eisini fyrr
verið í lenarvinnu, men tá
kanska mest fyri at fáa eitt
uppískoyti til lenina hjá
manninum. Steðan í dag er
tann, at steðugt fleiri kvinn-
ur eru undir útbúgving og í
vinnu, ikki bert tí tað er
neyðugt, men eisini tí tær
hava hug til tað, tí tær fáa
nakrar av teimum útviklings-
meguleikum, sum arbeiði og
kanska serliga arbeiðsfelag-
skapurin kann geva, sam-
stundis sum hetta merkir, at
steðugt fleiri menn fáa eitt
betri samband til bernini, og
duga at virðismeta tað
arbeiðið, ið hoyrir heiminum
til.
Andsagnir
Tað kundi tykst, sum um eg
skilji broytingarnar, sum
hendar eru her heima sein-
astu øldini, sum glíðandi og
problemfriar. Veruleikin er
meira fløktur enn sum so.
Hyggja vit nærri eftir vidur-
skiftum hjá bernum og
vaksnum í dag, er nevniliga
tað »løgna« hent, at tann
ekta vitanin, vit hava um
bern, vaksin og hvat, ið skal
til fyri at trívast, ikki altíð er
í samsvar við teir karmar, tey
hava at liva undir. Nekur av
vælstandseyðkennum okkara
hava avleiðingar, sum í
forum keva meguleikarnar
fyri vælferð.
Eitt vælstandseyðkenni er
útbyggingin av samferðsluni,
sum gevur meguleika fyri lut-
fallsligari góðari og skjótari
ferðing, men sum samstundis
gevur okkum ta ivasomu æru
at hava heimsmet í tali av
bernum dripin í ferðsluni, í
mun til íbúgvaratalið.
Eitt annað eyðkenni er tað
búsetingarmynstur, sum út-
yvir at noyða fólk at flyta úr
bygd i bý, ella hava arbeiði á
einum staði, og búgva í
eðrum, fyrst og fremst er
merkt av húsum og vegum,
og í eðrum umfari er ætlað at
vera steð har bern kunnu
vera trygg fyri bilum, og har
tey hava hug og meguleika at
spæla sær.
Triðja eyðkenni er, at hóast
vit í dag vinna nógv meiri
pening, og harvið hava megu-
leikar fyri at innrætta okkum
í stóran mun eftir egnum
tykki, krevur arbeiðið so
nógv av okkum m.a. orsakað
av skiftandi arbeiðstíðum, og
hegum húsaprísum og hegari
húsaleigu at fólka ofta hava
lítið og onki at geva av, tá tey
koma heim.
Eitt fjórða eyðkenni er,
sum longu nevnt, at meðan
foreldrini og tilveran annars
fyrr gav tí upvaksandi klárar
fyrimyndir fyri atburði og
meiningum, síggja vit í dag
— serliga í londunum uttan-
um okkum — at tann upp-
vaksandi hevur lítið fast at
halda um: tilveran er merkt
av títtum broytingum innan
arbeiði, útbúgving, og felags-
lívi, umframt at árinið frá
londunum uttanum okkum
hevur góð kor, tí at tjóðskap-
arligi identiteturin tykist so
veikur og skirvisligur ofta.
Samanumtikið tykir tað
mær sum um tær framburðs-
kreftir, ið vóru loystar úr
hafti seinast í 19. og fyrst í
20. eld. og sum stødugt hava
ment seg og troðkað seg inn á
fleiri og fleiri lívseki, á
summum økjum hava rent
okkum um koll. Og øll tala
um at sýra samfelagsgongd-
ini tykist at vera tagd burtur.
Politikkarar uttan mun til
politiskt spjaldur, tosa mest
um at umsita.
Uppaling og dag-
stovnar
Áðrenn eg greiði nærri frá
nekrum donskum kanningum
um trivnað hjá bernum á
dagstovnum, skal eg stutt
siga nakað um grundleggj-
andi tervir barnsins. Pinku-
barnið hevur fyrst og fremst
brúk fyri at merkja, likam-
liga, at vit eru góð við tað,
taka okkum stundir at hugna
um tað, tosa við tað og kela
við tí. Kontaktin tey fyrstu
árini við tey vaksnu, sum
taka sær av barninum, er
nevniliga avgerandi fyri, at
barnið fær eina kenslu av
Síða 11
” DET ER HAM
DER UDFØRER
OG BESKIDTE AR-
BEJDE TIL EN
USSEL LØN.
grundleggjandi tryggleika
við tilveruna. Og so koma ell
fyrivarnini: bern eru ymisk,
líka frá burðinum av, summi
taka dyggiliga til sín av
bróstinum ella fleskuni,
onnur eru meira varin ella
kræsin, summi rópa hart og
týðuliga, tá tey eru svong ella
skulu skiftast, men eðrum
bernum veit ein nærum ikki
av. Hetta sigur okkum eitt
sindur um, at vit skulu vera
varin, tá vit tosa um grund-
leggjandi terv. Teir eru
grundleggjandi í tann for-
stand, at ell hava vit brúk
fyri teimum í onkran mun,
men bæði foreldur og bern
eru ymisk, og hava ymiskar
meguleikar og fortreytir at
rekja ta uppgávuna, ið eitt
barn er. Barnið hevur brúk
fyri kensluni av grund-
leggjandi tryggleika, og krev-
ur tað. at viðurskiftini rund-
anum barnið ikki eru alt ov
skiftandi, ógvislig ella for-
virrandi.
Tveir spurningar, sum
stinga seg upp her, eru: Tá
kontaktin millum barn og
vaksnan er so avgerandi
fyrstu liviárini, er tað so ikki
skeivt at lata barnið vera
passað av fólki uttanfyri
heimið? Hin er: Tá barnið nú
hevur brúk fyri tryggleika og
stabiliteti fyri at kenna seg
tryggan, er tað so ikki ov
nógv av tí góða, at lata
kanska 3 ella 4 persónar
(heima og á stovninum) taka
sær av tí?
Sum roynd at svara hesum
spurningum var í 1969 al-
mannakunngjerd kanning
um týdningin av uppaling á
veggustovu og barnagarði
(4), og kemur Social-
forskningsinstituttet til ta
niðursteðu, aftaná at hava
hugt eftir eðrum kanningum
eisini: »Alt i alt tyder under-
søgelser på, at vuggestuer af
tilskrækkelig god pædago-
gisk kvalitet kan sikre barnet
en fuldstændig normal udvik-
ling i sundhedsmæssig, moto-
risk, intellektuel og social
henseende, og endda for børn
fra dårligt stillede miljøer
kan sikre barnet en udvik-
ling, der er bedre end den, der
- ellers ville blive det til del.
Tilbage står spørgsmålet om
barnets følelsesmæssige ud-
vikling. Om dette spørgsmål,
som er den side af vugge-
stueaspektet, der er stærkest
debatteret, giver undersøgel-
sen endnu ikke det endelige
svar, (s.9)«. Við eðrum
orðum: børnini — eisini tey
heilt smáu — taka ikki skaða
av at vera ansað á veggu-
stovu, treytað av, at hetta er
ein góð veggustova, sum
heild. Tó er tað ikki meguligt
at siga endaliga um tær
kensluligu avleiðingarnar. Og
talan er her um børn frå 0 til
3 år. Wíðari verður nevnt í (4)
VELKOMMEN
I KLUBBEN!
s.10 um sonevnd »depriverad
børn« (te. børn, sum ikki
hava fingið nóg gott sam-
band við foreldur ella onnur
vaksin fyrstu liviárini, og tí
eru torfer at koma í samband
við, tvs. hava tikið seg inn í
seg sjálvan): >...de deprive-
rede bern (er) ikke alene insti-
tutionsbern. Vi har mange
depriverede børn også i
private hjem, hvor der er
mange forhold som ikke
skaber tilfredsstillende for-
hold for børnene: social elen-
dighed, sorg, træthed, dis-
harmoni og mange andre for-
hold i et hjem, som gør at
disse børn udsættes for uhen-
sigtsmæssige forhold«. Lat
tað vera nóg mikið við hesum
kanningum fyri fyrst, eg
haldi, at tað, kanningarnar
kunnu bera av niðursteðum,
er, at barnið hevur meguleika
at trívast líka væl við einari
blanding av umsorg foreld-
ranna, og ansing á veggu-
stovu, um vit hava omanfyri-
nevndu treytir í huga
samstundis. Ein veggustova
„af tilstrækkelig god kvali-
tet« meti eg at vera eina sum
m.a. hevur vælútbúgvið
starvsfólk, fáar útskiftingar
av starvsfolki, ljós og stimb-
randi rúm o.s.fr. Sjálvur havi
eg hug at leggja aftrat, at eg
haldi tað vera umráðandi, at
foreldur — ella einligir for-
syrgjarar — fáa allan tann
stuðul, sum kann gevast,
fyrstu tíðina barnið er komið
í heim. Her er barsilsfrí við
len fyri kvinnur í vinnu upp
til 14 vikur ein byrjan, men
tíðin átti at verið longd, og
hví ikki geva pápanum megu-
leika at læra barnið at kenna?
Tá talan verður um barna-
garðar, er ósemjan ikki so
stor sum um vøggustovur.
Hetta stendst óivað av, at
barnagarðsbarnið, sum er frå
um 3—4 årum upp til skula-
aldur, betur dugur at gera
vart vid seg og tad, tad hevur
bruk fyri, harumframt
kemur, at hevur barnið fingið
eina góða byrjan, serliga á
kensluliga ekinum, er barnið
ikki so viðkvæmt. Tá talan
hevur verið um barnagarðar,
hevur denturin meira verið
lagdur á at tosa um stimbran
av barninum hugsunarliga
(geva tí ekta vitan um til-
veruna), rersluliga (dansa,
spæla, klippa o.s.f.r.) og skap-
anarliga (fortelja, gera leik,
spæla ymisk spel o.líkn.) og
sosialt.
Barnagarðsbarnið hevur
sjálvandi eisini brúk fyri
tryggleika og umsorgan, men
ikki í sama mun sum veggu-
stovubarnið. Eg kenni í
skrivandi letu ikki nakað til
kanningar, sum siga nakað,
um tað er betri, at bernini eru
heima ella í barnagarði, men á
líknandi hátt, sum við veggu-
stovunum, er tað umráðandi,
at bernini eru á einum góðum
stovni við nóg mikið av út-
búnum starvsfólki, góðum
amboðum og spælimeguleik-
um, og so lítið sum meguligt
av skiftandi starvsfólkum
Spurningurin um, hvussu
nógvar tímar eitt barn eigur
at vera á einum stovni, haldi
eg vera torferan at svara
alment, bern eru ymisk, og
ymiskt er eisini, hverjar
meguleikar foreldrini hava
fyri t.d. at arbeiða hálvan
dag. Tá talan er um uppaling
uttanfyri heimið, er tað sum
um fólk halda, at so eigur
stovnurin bernini teir
tímarnar, og gloyma, at ein
felags fortreyt fyri, at bernini
kunnu trívast væl á veggu-
stovu og í barnagarði, er, at
foreldrini eru so nógv við sum
meguligt í tí dagliga arbeið-
inum
Lat meg venda til tann
seinna spurningin, um tað er
gott, at fleiri fólk eru um
barnið. Í (4) verður víst til
bókina hjá Inger Bernth (3),
ein bókling frå WHO (stovn-
ur undir ST, sum tekur sær
av barnamålum) o.a., har
sagt verður, at tryggar upp-
vakstrarumsteður hava ikki
sum fortreyt, at tað er
mamman burturav, sum
tekur sær av barninum. Sam-
bært kanningunum kann tað
líka so væl vera pápin, sum
hevur tað tættasta samband-
ið, ella ein ikki-biologisk
mamma, ella ein ikki-biolog-
iskur pápi, stutt sagt, tað, ið
er neyðugt, er at tey vaksnu,
ið taka sær av barninum,
kunnu nekta tervin hjá tí fyri
tryggleika, umsorgan og kær-
leika. Eisini ber til — út frá
omanfyrinevndu kanningum
— at vísa á, at fleiri vaksin í
felag kunnu skapa góðar upp-
vakstrarumsteður fyri barn-
inum. Og tað er m.a. tað, ið
hendir, tá bern verða ansað
ein part av degnum á stovni.
1) Og tað, sum víðari er neyð-
ugt, er, at talan er um var-
andi (stabilt samband við
vaksin.
Lat meg taka samanum tað,
eg har havi nevnt: Tað, sum
eg meti at vera tað týdning-
armesta, tá talan er um upp-
aling heima ella á stovni, er,
at hverki heim ella stovnar
kunnu skerast yvir ein kamb
og at tað, sum eigur at hava
okkara megináhuga, er spur-
ningurin: hvussu innrætta
vit okkum soleiðis. at bern-
um okkara verður tryggjað
ein góð og mennandi framtíð?
Og svarið uppá hendan spur-
ning er nakað vit í felag
mugu finna fram til, foreldur,
fakfólk og politikarar, uttan
at lata okkum blenda ov nógv
av traditiónum ella forfer-
andi nútíð. Tað sum eg við
eðrum orðum eftirlýsi er
DEN DANSKE
LØNMODTAGER
orðaskifti og ut frå ti ein
meiri miðvísan familjupoli-
tikk, sum mær vitandi ikki er
til í Feroyum í dag
Niðurstoða og útlit
Segu- og samfelagseyð-
kennini, ið eg havi verið inni
á, vísa týðiliga, at broyting-
arnar í uppalingini av bern-
unum, broytingarnar í fam-
iljuskipanini, ikki fyrst og
fremst eru hendar sum úrslit
av einum persónligum vali
Eitt steðugt vaksandi tal av
familjum eru noyddar at vera
í lenarvinnu bæði tvey, fyri
at fáa endarnar at rekka so
dánt saman. Arbeiðsviður-
skiftini og -trýstið ger, at fólk
hava færri stundir til bernini
Tað er ikki neyðugt, at tað
er kyinnan burturav, sum
hevur hevuðsábyrgdina av
barni og heimi. Umhvervið,
vit gera okkum, er ofta ov
barnafíggindaligt, og tey
uppvaksandi hava lítlan og
ongan meguleika at kenna
seg sum part av eini bygdar-
og býarheild, o.s.fr. Sam-
stundis við ellum hesum
hava vit, sum aldrin fyrr,
materiellar meguleikar og
vitan, sum kundi gjert tað
enn betri fyri teimum vaksnu
og bernunum
Loysnin finst ikki við at
droyma seg aftur til tað, ið
tykist at vera góðir og gamlir
dagar, royna at snara hjól-
inum aftureftir, ella tosa um
egoismu ella, at fólk búgva
ov flott. Dreymarnir um tað
farna, meguliga egoisman
ella materiella gleðin, hevur
sínar retur onkrastaðni, og
verður hildin viðlíka av
onkrum viðurskiftum, sum
eg havi roynt at víst á
Eg haldi, at dreymarnir um
eina heild, har bern og vaksin
kunnu liva ekkaleyst, bert
kann rekkast, um vit laga
vinnulív okkara eftir teimum
veruligu persónligu terv-
unum, — ikki bert letugleðini
— og ikki, sum í dag, hin-
vegin. Og vit eiga gjella at
umhugsa og brúka ta vitan ið
finst um vinarlig og stimb-
randi íbúðareki. Hetta er bert
meguligt, um vit síggja í
eyguni, at bernini eru okkara
felags ábyrgd, óansæð um vit
hava eitt, fleiri ella ongi bern.
Inntan tann dag eru væl til-
rættalagdir dagstovnar —
vøggustovur og barnagaråar
— frægasta loysnin, ið eg veit
um ansing av bernum uttan-
fyri heimið.
Bókalisti:
1. Tilfar frá dagstovna-
felagnum, fyrst í 1980.
2. Gunilla Ladberg:
Børnehaven under lup.
Framhald á síðu 15