leygardagur 6. februar 1982síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
se
a
RAFN
Skipafelag vavt uppí skuldsetingar um tollsvik:
Síða 5
Fekk út byggitilfar fyri 100.000 kr.
uttan at vísa tollkvittan
Eitt av føroysku
skipafeløgunum
verður nú drigið
upp í kanningarnar
hjá politinum av
viðurskiftunum hjá
einum handils-
manni í Havn. Han-
dilsmaðurin er fyri-
bils skuldsettur fyri
svik, skjalafalsan
og smugling, til-
samans 26 brot.
Rættarfundur var um mål-
ið mikudagin. Ákæruvald-
ið hevði kravt »forunder-
søgelse« fyri betur at
kunna taka steðu til, um
akæra skal reisast móti
handilsmanninum.
Handilsmaðurin er m.a.
skuldsettur fyri at hava
innflutt byggitilfar uttan
at gjalda toll fyri tað.
Byggitilfarid var til hans-
ara egnu sethús og fakt-
uraprísurin var 99.415 kr.
Tollurin, 17%, var 16.902
kr.
Handilsmaðurin er
skuldsettur fyri smugling,
tí hann fór á kaiina eftir
tilfarinum, uttan at toll-
urin var goldin. Tollurin
bleiv kortini goldin nakrar
mánaðir seinni, tá Gjald-
stovan uppdagaði, hvussi
vorðið var, og kravdi
tollin.
Byggitilfarið kom úr
Danmark við feroyskum
farmaskipi. Skuldsetti
greiddi rættinum frá, at
beinanvegin, tilfarið var
komið í land, spurdi hann
hjá skipafelagnum, um
hann kundi fara eftir tí,
hóast tollurin ikki var
goldin og konossementið
og fakturan ikki komin.
Tað var í lagi.
Ikki eitt eindømi
Handilsmaðurin segði í
rættinum, at hann hevði
bíðað eftir byggitilfarin-
um. Tí vildi hann hava
fatur á tí, so skjótt, tað
kom til landið. Hann segði
seg vita, at tollur er á
byggitilfari. Men hann
hevði havt so nógv at
gjørt, bæði i handlinum og
i samband vid byggjariid.
Hann hevði eisini mist
tamarhaldið a peninga-
viðurskiftum sínum. Tey
vóru, sum hann sjálvur
tók til veitt verri rótari.
Hetta vóru orsakirnar
til, at tollurin ikki bleiv
goldin fyrr enn fimm
mánaðir, eftir at byggitil-
farið kom.
Ákærin ivaðist tó í, at
tað var av misgávum,
hetta ikki hendi fyrr.
Hann vísti á, at tað var
ikki fyrr enn aftaná, at
kanningarnar av viður-
skiftunum hjá handils-
manninum við Gjald-
stovuna vóru byrjaðar, at
tollurin bleiv goldin. Tað
vil siga, ikki fyrr enn
Gjaldstovan kravdi hann.
Verjin hjá handilsmann-
inum helt ikki orsek vera
til at gera so nógv
burturúr hesum. Tílíkt
hendir so ofta og var tað
ikki fyri tað, at handils-
maðurin er skuldsettur
fyri so nógv annað, so
hevði neyvan spurst meira
burturúr = hesum eina
málinum.
Skuldsetti tók íkki
steðu til spurning dómar-
ans, um hann er sekur í
smugling ella ikki.
Meira byggitilfar
Men hetta var ikki einasta
»tollfria« tilfarið, handils-
maðurin innflutti til hús
síni, siga Gjaldstovan og
politiið. Ti hann er skuld-
settur fyri í seks eðrum
forum at hava loyst út
byggitilfar = og brúkt
skjalafalsan í øllum før-
um. Å henda hått hevur
hann sloppid sær undan at
gjalda 17.400 kr. i tolli.
Byggitilfarid kostadi
140.300 kr. Men tollur er
goldin fyri 38.100.
Måtin var hin sami, sum
skuldsetti brukti, tå hann
Skuldsetti:
loysti út verur til handil
sín. Tvær ella fleiri, í
einum føri 11, fakturur,
vóru til hverja sending
Men skuldsetti setti allar
verurnar í sendingini á
eina fakturu, næstan altíð
ta við minsta talinum, og
fór við henni á Gjald-
stovuna at loysa út
Skuldsetti játtaði, at
tað er hann, sum hevur
skrivað á faktururnar
Men tað var avgjert ikki
við tí endamáli at snýta
Gjaldstovuna, segði hann
Hann noktaði seg sekan í
skjalafalsan í ellum seks
ferunum
Seinni er tollurin, sum
manglaði í, goldin
»Eg må hava mistikið meg«
— Handilsmaður i
fyri
Gjaldstovuna
skuldsettur
snytt
Havn
at hava
fyri
119.000 kr. i tolli
»Tad må vera eitt mistak«.
Hetta var sum oftast
svarið, ákærin fekk, tá
hann mikudagin í Foroya
rætti vísti einum handils-
manni eina rúgvu av fakt-
urum og farmabrevum.
Hesi skjelini vóru uppá
verur og byggitilfar , sum
handilsmaðurin innflutti í
tíðarskeiðinum januar
1978 — november 1979.
Maðurin er nú skuldsettur
fyri svik og skjalafalsan í
sambandi við henda inn-
flutning. Hann er skuld-
settur fyri at hava snýtt
Gjaldstovuna fyri góðar
119.000 kr. í tolli. Hann
noktar seg sekan.
Tollurin er seinni goldin.
Brúkti bara aðra
Politiið hevði hálvavegna
væntað, at málið kundi
viðgerast í rættinum sum
eitt ájáttanarmál (tilstáel-
sessag). Men so bleiv kort-
ini ikki. 26 ferðir noyddist
ákærin at leggja fakturur
og farmabrev á borðið
frammanfyri skuldsetta.
Hverja ferð, uttan eina,
játtaði hann, at tað er
hann, sum hevur skrivað á
faktururnar. Men tað var
eitt mistak, segði hann.
Tað var ikki gjørt við tí i
huga at sleppa undan tolli.
Í teimum flestu førunum
hevur mannagongdin
verið tann, at handilsmað-
urin hevur fingið eina
verusending úr Danmark.
Eitt farmabræv og tvær
fakturur fylgdu við. Tá so
handilsmaðurin skuldi
loysa verurnar út, skriv-
aði hann tær allar á aðra
fakturuna. Soleiðis kom
Gjaldstovan at rokna toll
av einum nógv minni virði
enn tí, sum fakturan í
veruleikan umfatandi
Eitt demi: handilsmað-
urin fær verur fyri 37.752
kr. Tvær fakturur eru,
onnur uppá 32.936 kr., hin
uppá 4. 816 kr. Handils-
maðurin skrivar nú allar
vørurnar, til hetta brúkar
hann farmabrævið, á ta
minni fakturuna, fer á
Gjaldstovuna og fær
kvittan fyri at hava goldið
toll fyri verur fyri 4.816
kr. Síðani fer hann og loys-
ir út verur fyri 37.752 kr.
Úrslitið: 10.868 kr. spard-
ar í tolli.
Oskil
Åkærin spurdi handils-
mannin hverja ferð, um
hann ikki hevði sæð hina
fakturuna. Tað mintist
hann ikki. Eftir hvat skilt-
ist á honum, so hevði hann
púrt onki skil havt á skriv-
stovuhaldi sínum. Og, tá
hverki bókahaldarin ella
grannskoðarin gjerdu
hann varugan við, at
okkurt var galið, helt hann
alt vera í lagi.
Í onkrum føri hevur
handilsmaðurin brúkt eina
aðra fakturu frá sama
sendara í Danmark enn ta,
sum hoyrdi til sendingina,
hann loysti út.
Einaferð lukkaðist tað
ikki í fyrsta umfari at fáa
veruna. Tá hevði hann
fingið veru fyri 11. 276 kr.
Hann fer á Gjaldstovuna
við einari fakturu, sum á
standa 3.904 kr. Hetta ber
ikki til, fær hann at vita á
Gjaldstovuni. Dagin eftir
kemur hann aftur,
hesaferð við einari fakturu
uppá 6.236 kr. Tilsamans
10.140 kr. Hetta er fram-
vegis ov lítið. Men mað-
urin fær sína tollkvittan
kortini. Og hevur latið 375
kr. ov lítið í tolli.
Politiið fór undir kanning
arnar í desember í 1979
Tær hava verið drúgvar og
handilsmaðurin er fram
vegis bert skuldsettur fyri
tey 26 brotini
Politiið hevur havt gott
samstarv við donsku fyri
tøkurnar, sum sendu han
dilsmanninum verurnar, í
sambandi við kann
ingarnar
Nú fer ákærumyndug
leikin, fútin, at taka
stóðu til, um tann skuld
setti handilsmaðurin skal
ákærast
Smyril: ongar koyggjur eftir á fleiri túrum
1. februar fekk Strand-
ferðslan góð tíðindi. Hen-
da dagin vórðu bílegg-
ingar til túrarnar hjá
Smyrli í summar taldar
saman. Úrslitið:
13.026 fólk og 2.929 bil-
ar. Samanberingin vísir
stóra framgongd. 1. mars,
t.v.s. ein mánað seinni, í
1981 vóru telini: 8.999
fólk og 1.729 bilar.
Tað er fyrst og fremst
siglingin millum Danmark
og Ísland, sum hevur
áhuga. Og tá serliga hjá
týskarum. Eini 80% av
teimum, sum longu hava
tryggjað sær pláss við
Smyrli í summar, eru
týskarar. Hetta, hóast
Strandferðslan onki hevur
gjørt fyri at lýsa við sigl-
ingini har. Smyril er nú,
eftir at hava siglt millum
lond í sjey summer, á
mannamunni á europeiska
neginlandinum
-and-
stevnu í London í desem-
ber og hetta hevur givið
nakað.
Øll koyggjupláss á
flestu túrunum millum
Hanstholm og Seyðisfjerð
eru longu seld.
Hetta hevur fingið fólk,
sum hevur spurt um ferða-
seðil, at sligið av.
Í nar fer Smyril
fyrsta túrin 19. mai. Tá fer
SU