Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-02-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. februar 1982síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Hitapumpan — framtíðar orkukelda í Føroyum: Sjógvurin skal eva okkum hitan — og vit gerast óheft at innfluttari olju „Sæð frá einum orkubúskaparligum sjónarmiði eigur hitapumpan skjótast gjørligt at verða tikin i brúk til upphitingarendamål. Um rætt verður atborið kunnu vit um eini 10 til 15 ár fáa øll at brúka hitapumpuna til upphiting av íbúðum“. Hetta segði Eyðfinn Egholm, verkfreðingur og í dag limur av Orkuráðn- um í einum fyrilestri, sum varð hildin á Orkuráðs- stevnuni í Havn í 1978. Arið eftir varð hesin fyri- lesturin og fleiri aðrir fyri- lestrar givnir út í bók undir heitinum »Orka«. Í orkutátinum í dag prenta vit ein part av fyrilestrin- um hjá Eyðfinni Egholm, sum viðger hitapumpuna: Tá ið tosað verður um orku- sparing er eisini neyðugt at hugsa um, hver upphitingar- háttur eigur at verða nýttur, so at minst megulig orka fer til spillis Ein av hesum er hita- pumpan, ið ekir nyttustigið avgerandi nógv samanborið við aðrar vanligar upphitingarhættir Henda grein viðger í hev- uðsheitinum, hvenn meguleika hitapumpan hevur til upphitingarendamål, og Mynd I. hvenn týdning, hon kann fáa í framtíðini, tá ið orkuspur- ningurin verður fyrireikaður Afturat hesum verður bú- skapurin fyri eitt hitapumpu- anlegg samanborin við eitt vanligt centralhitaanlegg. Ymiskir upphitingar- hættir Upphiting av íbúðum, virkj- um og tænastufyritøkum er tann stersta einkulta upp- hæddin í orkubúskapinum, Orkubýtið í centralhitaanleggi og í dampkraft- verki og øll henda orkumongd fer fyri skjeyti til umhvørvid »termisk dålking«. Tørvurin á orku til upphiting kann tó minkast niður í lítið og einki, um vit læra at bjålva husini betri og vinna orku aftur, men sum áður víst er hetta ikki tann besta búskaparliga ella tekniska loysnin. A mynd 1 er víst, hvussu nyttustigið er fyri ymiskar upphitingarhættir við brenni- evni til orkukeldu. Eitt vanligt centralhita- anlegg kann — treytað av ymiskum brennitapum — geva o.u. 70% av ti kemiska brennivirðinum aftur sum hitaorku. Tvs. at nyttustigið er:E = 0,70 — si diagram I. Nýta vit í staðin brennievni til rakstur av einum el-kraft- virki, og elorkan verður nýtt til upphiting við vanligum el- mótsteðuovnum fáa vit bert 35% aftur sum hitaorka, sí diagram II. Í samband við el-fram- leiðslu kann brennievni nýtast í einum samansettum kraft-hitaverki. Tá kann spillihitin frá el-framleiðsluni nýtast til upphiting (fjarhiti). Um brennievnið á hóskandi hátt verður býtt í el/ hitaorku er meguligt at fáa o.u. 88% aftur av tí kemiska brenni- virðinum, si diagram III. Hugsast el-orkan i stadin at verða nytt til rakstur av hitapumpum fáa vit o.u. 135% aftur sum hitaorku, sí diagram IV. Fjarhiti Sum tølini visa gevur saman- setingin av el-kraft/ hita stórar fyrimunir, tá ið tosað verður um orkubúskapin, men enn sterri er fyrimun- urin, tá ið el-orkan skal nýt- ast til onnur endamál enn upphiting. Ein slík skipan førir við sær ymisk vandamál, ið skerja nýtsluna av hesum nakað, men tað má kannast sera gjella, um meguleikin er til- steðar. Nøkur vandamál eru: 1) Um øll hitaorkan skal verða nýtt må nytslan vera konsentrerað. 2) Neyðugt er við einum víðferndum og dýrt bjálv aðum pípuneti 3) Tervurin á hitaorku og el-orku er ógvuliga ymiskur, og verður peningaileggingin í el-framleiðsluna ella hita- orkuframleiðsluna tí ikki væl nýtt. 4) Virkið skal liggja so nær brúkaranum av hitaorkuni sum gjørligt, tvs. mitt í bygd- ini/ býnum Við hesum vandamálum í huga kann ein slík loysn tyk- jast at hava lítlan áhuga í Feroyum. Har meguleiki er fyri koncentreraðari nýtslu av hitaorku eigur hetta tó at verða gjert Til upphiting av okkara rættiliga spjaddu smábólk- um av sethúsum mugu vit tó royna at finna eina aðra loysn. Her kann hitapumpan vera ein meguleiki. Hon hóskar væl til smáar eindir og er ein góð loysn í einum landi, har el-netid er rímiligt útbygt. Feroyar sum vatn- kraftland Hugsa vit okkum Feroyar sum eitt vatnkraftland, og at el-framleiðslan síðani verður nýtt til upphiting av íbúðum, kemur orkuroknskapurin at verða sum víst á mynd 2. Verður el-orkan nýtt til upphiting við vanligum el- mótsteðuovnum fáa vit o.u. 75% av upprunaligu orku- mongdini í vatninum sum hitaorku, sí diagram V. Nýta vit í staðin el-orkuna til rakstur av hitapumpum fæst ein øking av hitaorkuni, ið svarar til nyttustigið hjá hitapumpuanlegginum. Við dagsins teknisku meguleikum kann nyttu- stigið í Feroyum verða millum 1 og 4, og rokna vit við nyttustigi 3 fáa vit 225% av tí upprunaligu orku- mongdini sum hitaorku, sí diagram VI. Hvat er ein hitapumpa Sæð frá einum termodyna- miskum sjónarmiði er eitt hitapumpuanlegg tað sama sum eitt kelianlegg. Munurin liggur í endamálinum við og tí teknisku tilevningini av an- legginum. Sostatt er einki til hindurs fyri at tilevna eitt anlegg, ið kann nýtast til bæði endamál samstundis. A mynd 3 sæst eitt princip- diagram fyri eitt keli- ella hitapumpuanlegg. Tað ið er skrivað saman við pkt. I vísir á eitt kelianlegg, meðan tað saman við pkt. 2 vísir á eitt Mynd 5. - SOSIALURIN Bytisskipan id veitir sjogv til hitapumpurnar i ibudunum hitapumpuanlegg. I bådum forum er mannagongdin hendan: Kelievni sum gass (damp- ur) verður sogið í kompress- aran og pressað saman til hóskandi hegt trýst. Orsakað av hesi ávirkan ekist hitin í tí pressaðu gassini. Ur kom- pressaranum kemur keli- evnið til kondensatorin, har tað. meðan trýstið enn er høgt, verður kølt. Kølingin skal vera so stør, at gassin tettist til vætu. Tann hitin, id kølievnid gevur frå sær, tå tað tettist, verður fluttur i kondensatorinum til (1) keli- vatnið! (2) radiatorvatnið. Nú er kelievnið flótandi og verður samlað í einum ílati (receiver), og hagani kemur kølivætan so til ein »eks- pansiónsventil<. Í hesum ventili verður trýstið minkað frá tí høga tettingstrystinum til tað lága avsetutrýstið. Hetta lága trýstið í avset- aranum verður verandi lágt so leingi kompressarin sýgur. Trýstið í avsetaranum er so lágt, at hitin í kelivætuni verður lægri enn avsetuum- hvervið, og ein orkuflyting frá tí heita til tað kalda byrj- ar. Tann tilflutta orkan ger, at kelivætan avsetur og verður til gass. Jú minni trýstið í avset- aranum er, jú lægri hitastig fáa vit. Orkan frá 1. kelirúminum, 2. umhvervi/sjónin verður so- leiðis ford yvir í kølievnid og víðari til kompressaran. Her verður flutt keligassinum eykaorka (nærum øll orkan sum kompressarin fær frá el- motorinum), og hitastigið og trýstið ekjast (meira enn 100* C og o.u. 10 ato.). Tað eru hesar orkumongdir bæði í avsetaranum og kompressaranum — ið skulu flytast burtur í kondensator- inum. Termodynamiskt er eyð- sæð, at jú sterri trýstmun- urin er millum súgvi- og trýstsíðuna, jú meira orku skal kompressarin brúka fyri hvert kilo av kølievni, ið skal igjøgnum kompressaran. Tå vit eisini vita, at eitt någreint samband er millum damp- trýstið yvir einihvørjari vætu og hitan í vætuni, so sæst, at jú sterri hitamun vit ynskja ímillum avsetaran og konden- satorin, jú meira orku skal kompressarin brúka fyri somu kulda- ella hitaveiting- ina. Kulda- ella hitaveitingin deild við orkuni til rakstur av keli- ella hitapumpuanlegg- inum nevna vit nyttustig. Ymisk sløg av hita- pumpum Hitapumpurnar kunnu byt- ast í ymisk sløg treytað av ti evni, ið er kring avsetaran og kondensatorin. Í Danmark eru flestu hita- pumpuanlegg av jerð/vatn slagnum, tvs. at kelievnið verður pumpað runt í niður- gravaðum pípum, so at orka verður flutt frá jerð til keli- evni. Men tað finnast eisini anlegg, ið pumpa eina frost- trygga vætu runt í pípum í jørdini, so at orkan fyrst verður flutt yvir í hesa vætuna, og síðani í avset- aranum flutt yvir í kelievnið. Hesi anlegg verða nevnd »in- direkta« jerð/vatn anlegg. Vandamálið við einum tílík- um anleggi er, at tá orkuterv- urin er mestur, er hitin í jørå- ini lægstur, og sostatt verður nyttustigið minst. Hetta gevur eisini trupulleikar, tá ið steddin á anlegginum skal roknast út, og nyttustigið verður ikki meira enn = 2,8 í meðal. Luft/luft slagið, ið er nógv brúkt í USA, fær orkuna úr uttanduraluftini og gevur hita til tey ymisku rúmini igjøgnum eitt anlegg við tvungnari luftnýggjan. Vandamálið við hesum an- leggi er tað sama sum við áðurnevnda, orkutervurin er mestur tá uttandurahitin er lægstur, og so er nyttustigið minst. Hetta slagið av an- leggi má, orsakað av fíggjar- viðurskiftunum, setast saman við eðrum upphit-