leygardagur 6. februar 1982síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
SOSIALURIN
Hø
Ragna Poulsen
ferdir um vikuna hjå
vitjar fyra
Aslu
Patursson, og tær hava bådar
nogv at takast vid, løturnar
tær hava saman
Soleidis komin upp at sita er
gott at fáa reinskað negl
Ninna Arge nytist fyra hjålp-
andi hendur, tå hon skal fram
á gólv. Her skula tvær heima-
hjálparar til, men tað gongur
eisini, um bert allir partar
samarbeiða
Martina Hansen er í góðum
hýri Hon h 4 tið framm
, evgad pg
Á sk
Heimahjálpin
— ein glotti
i gerandisdegnum
Tá vit á blaðnum tosaðu um at kanna
umsteðurnar
a
Á
næststórsta arbeiðspláss-
inum i Føroyum, — nevniliga heimahjålp-
ina og hvussu hetta arbeiðið myndaði seg,
fingu vit hugskotið, at ein okkara skuldi
fara út við einum heimahjálpara, fylgja
henni ein dag í starvi hennara, so vit ná-
greiniligari kundu fáa innlit í hetta arbeiði.
Songja á Argjaboga, heimahjálpari fekk
í lag, at vit skuldu fylgja við Ragnu Poul-
sen, sum er ein teirra, ið hevur arbeitt sum
heimahjálpari líka síðan stovnasetanina
fyri skjótt 10 árum síðan.
Umleið 400 kvinnur
arbeiða sum heimahjálp-
arar kring landið. Upp-
gáva teirra er at veita røkt
og stuðul til tey av okk-
um, sum hava brek ella
hava brúk fyri hjálp og
stuðul í tí dagliga, tí vit
eru vorðin ov gomul til at
klára okkum sjálvi.
Heimahjálparskipanin
hevur gjørt tað meguligt
hjá tí einstaka at fáa hjálp
í heiminum, og eru tað
mong, sum kenna tað
tryggari, at verða i egnum
umhvørvi enn at vera å
røktarheimi ella sjukra-
husi
Nøkur ynskja tó at
sleppa å slikar stovnar.
Um t.d. sjúklingar ella
eldri fólk er einsamalt, so
kann tað kennast ótrýgt,
at vera fyri seg sjálvan
stórsta partin av sam-
degrinum
Samstarv
Hóast alla vælvild frá
familju og húsfólki, so
forir brek ella sjúka við
sær, at sjúklingur skal
hava serliga rekt, og her
er tað heimahjálpin sum
tekur við og virkar fyri, at
tann neyðuga hjálpin
verður veitt einstakling-
inum, sum hevur hjálp
fyri neyðini.
At fáa vitjan av heima-
hjálpini til dagligu gerð-
armálini kann vera so
ymist, alt eftir tí tervi
sum einstaka heimið
hevur. Eitt nú at fáa sjúk-
ling, sum er lamin fram á
gólv, vaska og lata kann í
Eisini syrgir heimahjálpin
fyri reingerðing, matgerð-
ing o.a., sum tann brekaði
ikki er førur fyri at gera
sjálvur.
Heimahjálpin hevur eis-
ini aðrar uppgávur, so
sum at vaska klæðir,
strúka og at fáa vanligt
húsarbeiði frá hondini.
Hetta er mangan kreyj-
andi arbeiði, tá sjúklingur
er í heiminum, men eru
nógv heim innrættað so-
leiðis, at tað lættir um
arbeiðið hjá heimahjálpini
og teimum, sum eru um
sjúklingin í gerandisdegn-
um.
Ragna Poulsen, heima-
hjálpari og medarbeiðari
Sosialins hittust ein morg
um kl. átta, og hevdu vit
avtalað frammanundan,
at vit skuldu fylgjast
henda dagin til lokna
arbeiðstíð hjá Ragnu, sum
var kl. 17 seinnapartin, og
tó at Ragna hevði nógv
um at fara henda dagin, so
kendist tað ikki sum hon
hevði skund. Ragna hevði
stundir at práta og vera
blíð og fyrikomandi, har
hon kom í arbeiðnum.
Heiðurstekin fyri
tolsemi
Fyrsta heimið vit vitjaðu
vóru eldri hjún, bæði um
75 ára gomul. Konan
hevði verið lamin í mong
ár, og hevði ikki kunna
hugsað sær at farið á rekt-
arheim ella sjúkrahús,
hóast hon var ógvuliga
brekað.
Tá tú fyrstu ferð eyg-
leiðir heimahjålparan i
arbeidi vid sjuklingi, so er
greitt beinavegin, at álitið
millum hjálpara og sjúk-
ling er stórt
Í hesum feri hevði mað-
urin eisini eina uppgávu,
ti heimahjálparin hevði
ikki einsamell megnað at
fingið sjúklingin á fetur,
um ikki tey bæði vóru um
konuna. Tey þprátaðu
hugnaligt, meðan stákast
varð, og helt konan, at tey
bæði áttu at fingið
heiðurstekin, so tolin og
hjálpsom tey bæði vóru
A fyrstu vitjanini henda
dagin var uppgávan hjá
heimahjálpini, at fáa sjúk-
lingin fram á gólv, vaska
og lata konuna í, og síðan
við hjálpitóli í koyristólin
Heimahjálpin gav sær
góðar stundir, og kendist
eingin skundur á henni
meðan arbeiðið fór fram
„Gull ella kopar«
Vit fóru víðari á ferðini,og
vitjaðu inn á gólvið hjá 83
ára gamlari konu, sum
búði heima hjá soninum.
Húsfólkið var farið til
arbeiðis, og tann 83 ára
gamla konan sat í stovu-
glugganum og bíðaði eftir,
at heimahjálpin skuldi
koma at vitja.
Her var uppgávan hjá
heimahjálpini at borðreiða
og syrgja fyri, at konan
fekk tær tablettir, sum
hon skuldi hava hvenn
dag. Annars settust vit til
borðs, og pråtadu um
ymiskt fyrifallandi.
Konan vit her vitjaðu
var resk at siga frá. Hon
kendi seg eitt sindur
einsamalla um dagarnar,