mikudagur 10. februar 1982síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
UR
SOSIALURIN
Síða 3
Sonja å Argjaboga, heimahjålparleidari:
Tey gomlu skulu
sleppa at bugva
heima sum longst
Ti mugu vit útbyggja heimahjålpina og heimasjúkrasystra-
skipanina
— Tað er ein sannroynd, at flestu av okkum vilja sleppa
at búgva heima longst. Vit eiga tí at útbyggja heima-
hjálparskipanina m.a. við eini kalliskipan. Skipanin við
heimasjúkrasystrum má eisini fara í gongd sum skjót-
ast.
Hetta sigur leiðarin av feroysku heimahjálparskipa-
nini Sonja á Argjaboga, í samreðu við Sosialin. Hon
heldur annars at tað nú er rímuligt, at lógin um heima-
hjálp, sum skjótt er 10 ára gomul, verður endurskoðað. Í
hesum sambandi sigur hon, at tey fólk, sum hava brek-
að bern búgvandi heima, eiga at fáa meira hjálp. Eisini
eigur spurningurin um gjald fyri heimahjálp at takast
upp til viðgerðar
Sonja á Argjaboga er leiðari
á næststersta arbeiðs-
plássinum í landinum. Heima-
hjálparskipanin, sum skjótt
er 10 ára gomul her heima,
telur umleið 420 starvsfólk.
402 heimahjálparar starvast
kring allar oyggjarnar um-
framt tær 15 eftirlitskvinn-
urnar. Haraftrat koma fólkini
á skrivstovuni hjá heima-
hjálpini og síðani heimahjálp-
arleiðarin. Heimahjálpin hús-
ast í J. C. Schretersgetu nr
1.
Sonja á Argjaboga hevur
rekt starvið sum heimahjálp-
arleiðari síðani 1975. Eitt
skiftið var hon tó í Grenlandi
Tað eru hendar stórar broyt-
ingar vid føroysku heima-
hjálparskipanini hesi árini
Heimahjálp varð fyrstu ferð
givin her heima í 1973. Hetta
árið vóru tilsamans 86 heima-
hjálparar, sum vitjaðu 113
heim. Í 1975 var talið 113
heimahjálparar og 210 heim.
Í dag rekja tilsamans 402
heimahjálparar umleið 800
heim.
Sonja á Argjaboga greiðir
frá, at tað hevur verið ein
javnur vekstur í Heimahjálp-
ini ell hesi árini. Men hetta
síðsta árið hevur veksturin tó
verið »galoperandi«, sum hon
tekur til. Hetta kemst av, at
sjúkrahúsini nú útskriva
sjúklingarnar skjótari. Talan
er í nongum førum um tung-
ar rektarsjúklingar, sum tá
skulu hava nógva heima-
hjálp.
— Hetta krevur so mikið
meir av heimahjálpini, sigur
Sonja á Argjaboga. Hon vísir
á, at tungir rektarsjúklingar
krevja meira rekt og kostar
hetta heimahjálpini meira.
Hetta er ein av orsekunum
til, at tað er sekt um 30 mill.
kr. á komandi fíggjarlóg til
heimahjálp. Utreiðslurnar til
heimahjálpina eru annars
ektar nógv seinastu árini. Í
1975 vórðu settar av á
fíggjarlógini 200.000 kr. til
heimahjálp. Í 1981 brúkti
heimahjálpin 24 mill. kr.
Lenirnar
Vit spurdu nú heimahjálpar-
leiðaran, hví útreiðslurnar
eru so nógv vaksnar?
— Hetta kemst serliga av
lenunum, sum eru vaksnar
samsvarandi eðrum lenum.
Lønarvøksturin og ekti tørv-
urin at fáa heimahjálp eru so
orsekin til veksturin í út-
reiðslunum til heimahjálpar-
skipanina.
— Men 30 mill. kr. á kom-
andi figgjarlog er tað ein
rímulig upphædd?
Hetta er alt ov lítið,
skulu vit meta út frá veruliga
tervinum og nú sjúkrahúsini
útskriva sjúklingarnar fyrr
— Tosað verður nógv um
sparing. Hevur heimahjålpin
fingið boð um at spara?
— Landsstýrið heitti í 1980
á okkum um at skera niður
tímatalið til reingerð úr 4
niður í tveir tímar um vikuna.
Lógin sigur annars, at øll,
sum hava terv á heimahjálp
skulu hava hana. So her
kunnu vit einki broyta uttan
so, at sjálv lógin verður
broytt.
Bráðfeingis heimahjálp
og varandi
Annars verður heimahjálp
veitt á tvinnanda hátt :
1. Bráðfeingis heimahjálp
kann verða veitt í styttri
tíðarbili, tá húsmóðurini (hús-
faðirinum) berst frá vegna
sjúku, barnaburð ella eftir-
bata (hvíld). Hjálpin kann
vanliga ikki veitast út um 3
vikur, í serligum førum 6
vikur. Tá heilt serligar
umstgður eru til staðar, kann
hjálpin veitast fyri longri
tíðarskeið enn 6 vikur (av
somu orsek) tá vissa verður
hildin at verða fyri, at terv-
urin á hjálp heldur uppat eitt
avmarkað tíðarskeið. Upp-
gávan hjá heimahjálparunum
er at rekta tað, sum vanliga
verður rekt av húsmóðurini
(húsfaðirinum) í einum heimi.
2. Varandi heimahjálp
kann í óavmarkaða tíð verða
Sonja á Argjaboga, heimahjálparleiðari: — Lógin um
heimahjálp eigur at endurskoðast
veitt avlamis- og fólkapen-
sjónistum, ið terva hjálp í
heiminum.
Hver fær tá heimahjálp?
Her sigur kunngerðin, at
tann, sum heldur tørv vera á
heimahjálp í einum heimi, eitt
nú húsfólkið sjálvt, lækni,
sjukrasystir, byråd bygda-
råd ella onnur, eigur at venda
sær til eftirlitsfólkið á staðn-
um ella til heimahjálparleið-
aran. Eftirlitsfólkið ella
heimahjálparleiðarin ger
síðani av í samráð við lækn-
an, um heimahjálp kann
verða játtað, og í hvussu
langa tíð og hvussu nógvar
tímar um vikuna heimahjálp-
in verður at veita.
Tað er landskassin sum ber
meginpartin av kostnaðinum
av heimahjálpini. Annars
verður fyri stutta heimahjálp"
at gjalda til landsskattin hjá
huskinum (uppinaiaararnum)
eftir frádrátt í landsskatt-
inum fyri bern eitt ávíst
krónutal. Fyri varandi heima-
hjálp til pensjónistar verður
at gjalda í mun til ta innteku,
sum pensjónisturin og hjúna-
felagin hava út um pensjón-
ina.
Tað er
sum hevur fyrisitingina av
heimahjálpini undir sær
Almannastovan,
Misnýtt!
- Tað hevur verið tosað og
skrivað um, at heimahjálpin
verður misbrúkt av fólki,
sum kanska kunnu klára seg
uttan slíka hjálp. Sonja á
Argjaboga, verður tað veitt
ov nógv heimahjálp í dag?
Tað meti eg ikki. Nógv
gomul kenna seg einsamall.
So umframt vanliga rekt
hava tey stimbran
fyri neyðini.
— Men heimahjálpin er
rættiliga nýggj. Hvussu klár-
aðu fólk seg, áðrenn henda
skipan kom?
Eg kann bert siga so
mikið sum, at tá eg byrjaði í
hesum arbeiðinum, uppdag-
aði ein, at tað eru so ótrúðliga
nógv gomul, sum kenna seg
ógvuliga einsamøll. Nú tey
gomlu fáa vitjan av heima-
hjálpini eru tey glað. Hetta
kann í ávísum ferum skapa
misnøgd millum børnini. Men
her hava børnini so misskilt
uppgåvuna hjå heimahjålp-
ini. Vit eiga ikki tey gomlu
Vit eru til fyri at avlasta
bernini. Vit vildu ynskt, at
hetta kundi verið gjert í sam-
eisini
Framhald á síðu 16
vV
ALTANHURDAR
A goymslu hava vit altid altanhurdar,
gjørdar ur meranti vid isettum termo-
glasi og beslag, læsa i trimum punkt-
um, klårar til nytslu.
Biðið um brochurur.
Framleiðsla og sela:
P/F SNIKKARAVIRKIÐ
J. Paturssonargøta Tlf. 14777 Torshavn
Vit kunnu ikki gera oljuna ódýrari,
men vit kunnu fáa oljuvirðið hægri,
um nýtt verður VISCOSTAT oljufýr.
VISCOSTAT oljufýrið er soleiðis
háttað, at tað hitar oljuna upp til 80
hitastig, áðrenn hon fer gjøgnum
strútin.
Hitavidgjørt olja virkar betri enn
køld, og gevur betri brenniúrslit, sum
eisini er virkandi til, at fýrið hevur
minni oljunytslu.
UZ ST
Falkavegur - tlf. 14600