Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-02-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. februar 1982síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

I Atli Dam: SOSIALURIN Skal landskassin vedhalda fyri utvid 40 mill. kr. i Gullfinni: Djup 57 þa Á — Strand- se mja | = samgonguni Sjálvstýrisflokkurin tekur ikki undir við uppskot- inum hjá landsstýrinum um nú at veðhalda 21,2 mill. kr. fyri Gullfinn. Tá uppskot frá javnaðarflokk- inum um eina loysn fyri útbygging av svartkjafta- veiðu og -viðgerð fall, vildi hann umhugsa málið av nýggjum. Í tjóðveldisflokkinum er bert ein maður ferðslan siglir í heimildar- loysi Strandferðslan siglir hon hevur kki ein 1 t krønu at sigla fyri. Skal Strandferåslan rekast fyri tad, sum er sett av til hana. er tað eitt sterri mål, sum figgjar nevndin ikki kann taka stødu til einsamell segði Atli Dam, tá upp skot javnaðarfloksins um eykajáttan til Strandferðsluna var til 1. viðgerð fríggjadagin A fíggjarlógini fyri verandi ár hevur SL eina játtan upp á 16 mill. kr. Síðan hevur hon fingið 8 mill. kr. í eykajåttan. Men hetta er ikki nóg mikið. Tí í orðaskiftinum upplýsti Olaf Olsen, at sambært eini rakstrarætlan fór Strandferðslan at brúka 29 mill. kr Adolf Hansen helt, at Strandferðslan varð ríkin órationelt og at hon hevði ov nógv smá skip Finnbogi Isaksen helt hinvegin. at Strand- ferðslan var væl ríkin Hann dugdi ikki at síggja. at nakar skaði var at brúka 30 mill. kr til Strandferðsluna av eini fíggjarlóg sum nærkast eini milliard Asbjern segði, at hann var bilsin, tá Strandferðslan var skorin niður til 16 mill. kr. Hann helt ikki, at 30 mill. kr. var nóg mikið, og vísti á eki, sum ikki vóru nógv væl útbygd Hilmar Kass segði seg heldur ikki vera samdan í sparipolitikkinum hjá landsstýrinum viðv samferðslu, og útvarpi. Hann mælti til at kanna, hverji ferðalið eru ov dýr, og vísti á, at tey, sum nýta ein ágóða, eiga at gjalda ein sterri part Pauli Ellefsen segði, at tað var neyðugt at fáa tamarhald á út- reiðslunum hjá Strand ferðsluni, sum hevur eina bruttoutreldslu upp á 100 mill. kr., og visti å, at nakad var Joensen postverki spart, men ikki nóg mikið Annars segði legmað ur, at landsstýrið hevdi spart 150—200 mill. kr nominellum virði yvir nekur ár við at steðga sekunderum berghols gerðum. Henda spari- ætlan stendur við enn fyri uppskotinum Stór ósemja er í legtinginum um >Gullfinna-málið<. Ikki bara millum samgongu og andsteðu. Men eisini innan- hýsis í samgonguni og tióðveldisflokkurin er heldur ikki samdur Av samgonguflokkunum tekur sjålvstyrisflokkurin ikki undir vid uppskoti lands styrisins um at vedhalda fyri norsku lånunum hjå Gull- finni Men vid tad at Javnadar- flokkurin undir allari måls- viðgerðini hevur sagt, at hann fer at atkveða fyri uppskotinum, hevur verið skilligt, at málið fór at verða samtykt Tá uppskotið hjá lands- stýrinum fríggjakveldið var til framhald av 2. viðgerð, kom vend í, og eftir ynski frá javnaðarflokkinum beindi legtingsformaðurin málið av nýggjum í figgjarnevndina. Hetta hendi eftir at eitt uppskot til samtyktar frá javnaðarflokkinum, sum ma. miðjar ímóti at finna eina heildarloysn fyri veiðu og við- gerð av svartkjafti, var fallið. Tá hetta uppskotið fall, helt javnadarflokkurin, at grundarlagið undir at hava Gullfinn verandi í Feroyum var farið. Flokkurin vildi tí umhugsa málið av nýggjum Enn er tí óvist, hvat úrslit- ið verður í hesum stóra málið Verður uppskotið frá lands- stýrinum framt, veðheldur landskassin tilsamans fyri útvið 40 mill. kr. í Gullfinni Landskassin skal veð- haka 21,2 mill. kr. Beinleiðis orsekin til alt mál- ið er, at Gullfinnur klárar ikki skyldurnar. Hann hevði fyrstu nýggju mánaðirnar í fjør 3,7 mill. kr. í halli áðrenn avskrivingar. Í viðmerkingunum til upp- skotið, sum landsstýrið legði fram 16. desember, verður upplyst, at reiðaríið hevði ikki klára at rinda rentur og avdrøg, Sum vóru fallin í juli í fjør. Hendan terminin var 2,3 mill. kr. Og i januar fullu 2,2 mill. kr. til gjaldingar Falan er um 1. og 2. priori tetslån, sum Norsk Skibs hypteksbank (14,7 og Låneinstitut for Skibs- mill. kr.) byggere (6,5 mill. kr.) åvika- vist hava, og krevja båtin seldan, um ikki ein løysn finst Uppskotið hjá landsstýr- inum miðar ímóti at fáa heimild at veðhalda fyri hes- um báðum lánunum. Og tað er tað sama sum at leggja peningin út í hesum forum Undir viðgerðini býtti figgjarnevndin seg í ein meiriluta og ein minniluta. Meirilutin í fíggjarnevnd- ini, Ivan Johannesen, Atli Dam, Adolf Hansen, Ove Mikkelsen, Annfinn Kalls- berg og Øssur D. Jacobsen, tekur undir vid landsstyr- inum Atli Dam hevur tó egnar viðmerkingar til málið og setur eitt uppskot fram til samtyktar. Ove Mikkelsen hevur eisini sinar egnu vid- merkingar til málið. Minnilutin, Asbjern Joensen, setur eisini eitt upp- skot til samtyktar. Hevur ikki fingið roynt Meirilutin í figgjarnevndini, sum vil veðhalda fyri Gull- finni, skjýtur tó upp at broyta uppskotið hjá lands- stýrinum, soleiðis at tað í log- aruppskotinum verður sagt, at tað eisini fevnir um fallin avdreg og rentur. Hendan steðutakanin er grundað á, at landsstýrið í sínum viðmerkingum metir, at tað er skeivt at lata skipið fara av landinum, tí tað hevur ikki fingið roynt, hverjar meguleikar tað hevur í veiðu, tað er ætlað til Landsstýrið vísir eisini á, at Gullfinnur seinastu tíðina hevur avreitt svartkjaft til matna og leggur dent á, at her er meguliga ein fram- tíðarloysn. Annars hevur landsstýrið ikki nakrar ávísar, serligar, ætlanir á hesum eki. Afturstig, um skipið fer Atli Dam hevur drúgvar við- merkingar til málið. Tær snúgva seg um gongdina, støduna í løtuni, tann figgjar- liga spurningin i dag og i framtidini, um utbygging å landi og á sjógvi og viðgerð- armeguleikar Atli Dam vísir á, at tá talan var um at útvega skip til at royna nýggjar meguleikar t.d. at veiða svartkjaft vóru tingmenn greiðir yvir, at almennur stuðul var neyð- ugur í eina tíð Atli Dam sigur, at hesar royndir eru komnar væl ávegis, men eru ikki loknar Tí heldur hann, at skipið eigur at vera í landinum. Eisini vísir hann á, at javn- aðarflokkurin leingi hevur víst á, at útbygging innan veiðu og viðgerð av svart- kjafti er neyðug, og at lands- stýrið átti at havt givið inn- flutnings- og byggiloyvi til nøkur svartkjattaskip. Men hesum hevur landsstýrið noktað fyri. Og atli Dam slær fast: „Skal nú skipið, ið hevur frægastu veiðuevnini — men ikki viðgerðarmeguleikarnar ella meguleika fyri at sleppa av við fongin til matna fara av landinum, er vandi fyri, at útbyggingin fær eitt slíkt afturstig, at vit ikki vinna hetta aftur eftir tveim- um årum« Eingin loysn frá lands- stýrinum enn I viðmerkingunum kemur Atli Dam eisini inn á spurningin um víðkaðu kreppulánsheimildina og um uppskotið hjá javnaðarflokk- inum um skilabótalán — te saneringslán — upp á 70 mill. kr. til endurfigging av út- lendskum lánum. Hesi mál vóru fyri í desem- ber. Tá fekk landsstýrið heimild at víðka kreppulánini við 15 mill. kr. sum eina fyri- bilsloysn, meðan landsstýrið tá segði, at tað vildi koma við eini nýggjari lóggávu um ábetur á fíggjarspurningin í januar í ár. Men einki upp- skot er komið enn og kreppu- lánslógin var bert galdandi til 1. desember. Atli Dam sigur, at fyriliggj- andi uppskot er aftur eitt prógv um ráða- og atgerðar- loysi hjá samgonguni í vinnu- lívsmálum. Uppskotið hjá javnaðar- flokkinum til samtyktar áleggur landsstýrinum at endurskoða bannið móti út- byggjan av veiðuorkuni av svartkjafti, at landsstýrið seinast 1. april skal leggja fram ætlan um útbygging av orkuni til viðgerð av svart- kjafti til matna og av veiðu- orkuni, ið krevst til útvegan av samsvarandi veiðunegd, og at enda verður landsstýr- inum álagt beinanvegin at koma við uppskoti um skila- betur (endurfigging) til fiski- flotan 20 mill. kr. fyri nýtsluna? Ove Mikkelsen hevur eisini drúgvar viðmerkingar, men setur einki uppskot fram. Ove Mikkelsen vísir á, at verður - báturin seldur nú, missa landskassin og privat- menn hvert einasta oyra, meðan norðmenn útvega sær ein bíligan bát, sum feroy- ingar hava blett fyri at fáa niður á nakrar og tjúgu mill. kr. Tí er spurningurin í dag, um vit skulu lata bátin av landinum aftur til Noregs og gjalda nakrar og tjúgu milli- ónir krónur til norðmenn fyri nýtsluna, sigur Ove Mikkel- sen. Tí mælir hann ellum ting- monnum til at varðveita farið, hóast útlit eru til sambært rakstrarætlan frá grannskoðaravirkinum hjá Paula Ellefsen — at Gullfinn- ur fer at geva hall í verandi árið Men partamenninir hjá Ova Mikkelsen taka íkki undir áheitan hansara. A tingsins rødarapalli fekk Ove Mikkelsen so at siga ábreiðs- lu frå framsøgumanni tjóð- veldisfloksins, Peturi Reinert Einki figgjarligt grundarlag Sjålvstyrisflokkurin, As- bjørn Joensen, heldur fast við áskoðanina flokkurin hevði, tá Gullfinnur varð keyptur nevniliga tvørr- andi sjålviløga (ov litil egin- peningur, bladm.) og eitt væntandi vånaligt rakstrar- urslit vegna tvørrandi veidu- meguleikar. Ásbjern Joensen vísir á, at sum er, veðheldur lands- kassin 10,4 mill. kr. í Gull- finni. Harafturat koma so tær 21,9 mill. kr., uppskot er Fleiri tingmáli — m.a. málini um pensiónirnar, íbúðargrunnin og siglingarmálið — vóru til viðgerðar í løgtinginum fríggjadagin, men vegna plásstrot sleppa tey ikki við í dag. at veðhalda um. Soleiðis rekkur samlaða veðhaldsupp- hæddin upp á tær 32,3 mill. kr. Afturat hesum leggur sjálvstýrisflokkurin so tey falnu avdregini. Sjálvstýrisflokkurin heldur ikki, at fíggjarligt grundar- lag er undir projektinum, men við tað at landskassin missir tær 10 mill. kr., hann veðheldur fyri, um trolarin fer av landinum, og tí Gull- finnur hevur roynst væl í seinastuni, hevur flokkurin eitt uppskot til samtyktar. Sambært hesum verður landsstýrinum álagt at fyri- reika endurfigging og at kanna meguleikarnar at selja Gullfinn til menn ella virki, sum hava eginpening, so at skipið ikki fer av landinum og at fíggjarligur missur lands- kassans verður so lítil sum meguligt, um skipið verður selt á tvingsilsupppoa1. Vil umhugsa málið aftur Tá uppskotini komu til at- kveðugreiðslu eftir 2. við- gerð, fall fyrst uppskotið hjá sjálvstýrisflokkinum. Síðan varð uppskotið hjá meirilut- anum samtykt. At enda varð uppskotið hjá javnaðarflokk- inum felt. Eftir at uppskotið hjá javn- aðarflokkinum var fallið, boðaði hann frá, at hann fór at umhugsa steðuna av nýggjum, tí hann metti, at eftir uppskot hansara var fallið, var grundarlagið fyri at varðveita Gullfinn ivingar- samt. Eftir ynski frá javnaðarflokkinum varð málið aftur beint í fíggjar- nevndina, áðrenn tað kemur til 3. viðgerð. Tá uppskot koma til at- kveðugreiðslu er annars van- ligt, at uppskot frá minni- lutum koma fyrst til atkvødu- greiðslu, men í hesum feri tók tingformaðurin eitt uppskot frá einum meiriluta framum.