mikudagur 10. februar 1982síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Hjålptu 104
Vaktar- og bjargingar-
skipini Tjaldrid og Olavur
Halgi høvdu 104 ymiskar
hjålparveitingar i 1981.
Tann størri parturin, 67,
vóru sleip. 26 av teiinum
67 skipunum og båtunum,
sum blivu sleipað til
lands, hevdu maskinbrek
og 40 hevdu fingið um
skrúvuna.
Átta ferðir bjargaðu
skipini trolum og gernum
og tey luttóku í seks Íeit-
ingum i fjør.
„Menn av Tjaldrinum og
Olavi Halga vóru umborð
á 51 skipum og máldu
meskar. Teir vóru umborð
á 37 feroyskum, sjey russ-
iskum, tveimum norskum,
einum bretskum, tveimum
vesturtýskum og
tveimum eysturtýskum
skipum.
Vaktarhaldið ferdi eisini
til, at tveir feroyskir fiski-
skiparar endaðu í rætt-
inum. Skiparin á trolaran
um Sjúrðarkletti av Tver-
oyri varð demdur fyri at
hava roynt á stongdari
leið og skiparin á trolbát-
inum Skarðhamri úr
Skopun fyri at royna við
ov smáum meskum.
Høgar aldur
Í gjár vóru tíggju út-
lendsk fiskiskip undir Fer-
oyum, sjey russiskir svart-
kjaftatrolarar = og trý
donsk laksaskip. Laksa-
skipini hava góðan fiski-
skap. Eitt teirra boðaði frá
í gjár, at tað hevði fingið
hálvtriðja tons í eina viku.
Eitt norskt línuskip er
eisini komið hendanvegin.
Men tað var ikki byrjað at
fiska í gjár.
Vaktar- og bjargingar-
tænastan hevði fyrrapart-
in í gjár ikki fingið nakra
fráboðan um óhapp á sjón-
um í illveðrinum. Aldur-
nar vóru annars hegar í
gjáramorgunin, 11—12
metrar allan vegin
uttanum oyggjarnar
Vaktar- og bjargingarskipini ansa eftir fiskinum. Hetta
verður gjørt m.a. við meskakanningum. 51 slíkar kann-
ingar vóru í fjør
2“
Vilja skapa stórri
áhuga fyri før-
oyskum bókum
Fyri at skapa sterri
áhuga fyri feroyskum
bókum og bókmentum
skipa Rithevundafel-
agið og Býarbókasavn-
ið fyri bóka-
kveldi í kvold
einum
„Í hesum viðfangi
hevur Býarbókasavnið
skipað fyri eini fram
av føroyskun
gjert eitt
teroyskar
bekur
A
verður upplestur
kórsangur. Teir triggir
rithevundarnir
Vágbingar sleppa ikki av
við óviðkomandi ferðslu
— Býarplanurin hevur nú fingið sítt enda-
liga snið. Færri øki blivu til sethús
Vágbingar noyðast enn
nekur ár í hvussu so er at
liva vid, at teimum óvið-
komandi ferðsla gongur
gjøgnum byin. Tað vil
siga ferðslan til og frá
bygdunum sunnanfyri.
Býráðið ætlaði at sleppa
Vegurin skuldi liggja omanfyri býin og síðani framvið
eystara endan av vatninum
av við hesa ferðslu og
gjørdi ti ein veg omanfyri
býin á býarplaninum.
Men, tá býarplanurin kom
aftur úr Tinganesi, var
ongin vegur longur. Í
staðin fyri var komið land-
búnaðareki. Byarskipan-
arnevndin í Tinganesi helt
ikki, at brúk er fyri hesum
vegi nú. Tað býr ikki so
nógv fólk sunnanfyri Vág,
helt hon.
Hetta vil tó ikki siga tað
sama, sum at vegurin
ongantíð kemur. Tí, av tí
lendið er lagt undir land-
bunadarøki, verður onki
bygt á tí. Tað verður tí
tekt í framtíðini eisini.
Býráðið í Vági hevur
góðtikið hetta. Tað verður
tí ongin feit strika oman-
fyri býin á býarplaninum,
sum Landsbyggifelagið
nú skal reintekna, eftir at
hann er endaliga góðkend-
ur.
Hinvegin kundi býráðið
ikki góðtaka aðrar broyt-
ingar sum vóru í býar-
plansuppskotinum, tá tað
kom aftur úr Havn. Bý-
ráðið helt, at býarskip-
anarnevndin í Tinganesi
hevði verið i so grov at
strika eki til sethúsabygg-
ing. Í uppskotinum hjá
býráðnum vóru 530.000
m? lagdir av til sethúsa-
bygging. Tå tad kom aftur
ur Tinganesi, vóru bert
umleið 400.000 m? eftir.
Ein fjórðingur var strik-
aður.
Hetta vildi býráðið als
ikki góðtaka og úrslitið av
einum fundi í Havn bleiv,
at býráðið fekk 10% av
teimum 25 strikaðu aftur.
Upprunaliga sethúsagkið
er soleiðis minkað við
15%. A ekinum, sum er
eftir, er pláss fyri eini 300
húsum.
Tey strikadu ekini eru
millum Vág og Nes og í
Líðini, bæði við landsveg.
Eisini er eitt eki í miðbýn-
um strikað. Økini verða
nú friøki í staðin fyri
Landsbyggifelagið hev-
ur gjert býarplanin hjá
vágbingum. Hann er æt-
laður at galda í 15 ár.