fríggjadagur 23. august 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 160 - 23. august 2002
Nr. 160 - 23. august 2002
29
Danski venjarin hjá
B68, Frank Skytte,
gevst á Toftum eftir
hetta kappingarárið
VENJARASTARV
Páll Holm Johannesen
- Eg og Tofta Ítróttarfelag
hóska ikki saman, og tí veri
eg ikki venjari hjá B68
komandi kappingarár, sigur
Frank Skytte
Frank Skytte leggur tó
dent á, at hann ætlar sær at
gera arbeiðið á Toftum lið-
ugt, og at tað verður arbeitt
hart fram til 4. oktober, tá
landskappingin endar.
Tá vit spyrja Frank
Skytte nærmari um, hvørjar
orsøkir gera, at hann og
B68 ikki hóska saman, for-
telur hann, at tað vil hann
ikki útgreina, men at tað
einamest er ting í gerandis-
degnum rundan um felagið,
sum gera tað, at samstarvið
millum hann og B68 ikki
hevur virkað til fulnar.
Nýtt klausul
Sáttmálin hjá B68-venjara-
num fevndi annars yvir
tvey ár, men B68-leiðslan
vildi hava ein klausul um,
at báðir partar kundu siga
sáttmálan upp eftir eitt ár,
og tað er júst tað, Frank
Skytte hevur valt at nýta.
- Tað var ikki eg, sum
upprunaliga bað um klaus-
ulin, men B68-leiðslan, og
nú er tað so eg, sum nýtið
hann, sigur danski B68
venjarin.
Frank Skytte vísir á, at
talan ikki er eina óverandi
støðu á Toftum, men bara,
at partarnar ikki eru samdir
á fleiri økjum. Danski venj-
arin á Toftum metir ikki, at
hann hóskar inn í bygdar-
myndina á Toftum, og tað
er bæði á tí persónliga og
ítróttarliga økinum, og tá
soleiðis er statt, er frægast
fyri báðar partar at steðga
samstarvið.
Frank
Skytte
boðaði
B68-leiðsluni frá síni av-
gerð longu eftir dystin
ímóti HB 7.juli, og tá var so
ætlanin, at B68 skuldi al-
mannakunngera avgerðina,
men hetta varð ikki gjørt.
- Mín ætlan var, at B68-
spælararnir skuldu fáa tað
at vita eftir HB-dystin, so at
tá vit møttust eftir summar-
frítíðina vóru spælarar klár-
ir yvir, at eg gavst við kapp-
ingarlok, men tað hetta
hevur leiðslan ikki gjørt, og
eg eri ikki heilt klárur yvir,
um teir hava gjørt tað enn,
tí mær vitandi eru tað spæl-
arar í B68-hópinum, sum
enn ikki vita av tí, at eg
gevist, sigur Frank Skytte
Eftir dystin ímóti HB
7.juli, sum toftamenn taptu
3-1, hevur gingið rættiliga
striltið. Liðið hevur leikt
tveir dystir ímóti botnlið-
um, og báðir dystirnir eru
endaðir við javnleiki. Fyrst
var TB á Svangaskarði, og
tann dysturin endaði mál-
leysur, og vikuna eftir
spældu toftamenn 3-3 á
Mølini ímóti EB/Streymi.
Hevði B68 fingið fulla
úrtøku úr teimum báðum
dystunum, so høvdu teir
ligið ovastir á stigartalvuni
í dag saman við NSÍ, men
nú liggja teir í staðin á ein-
um sætta plássi í føroysku
landskappingini.
Tó so, allar súðir er langt
í frá syftar enn, og tofta-
menn eru framvegis við í
stríðnum um FM-heiti, tí
frástøðan til oddaliðið er
ikki meir enn fýra stig.
Spurdur um arbeiðið hev-
ur verið øðrvísi, síðan hann
tók avgerðina at gevast á
Toftum,
svarar
Frank
Skytte, at tað hevur tað ikki
verið, og leggur enn eina-
ferð dent á, at hann er pro-
fessionellur, og ætlar sær at
gera arbeiðið liðugt á Toft-
um.
- Eg valdi at siga frá míni
avgerð tíðliga, so B68 fekk
góða tíð at leita sær eftir
nýggjum venjara, og tað er
ikki meir enn hóskandi frá
míni síðu, sigur Frank
Skytte.
Tá vit spyrja um tað er
kuril á tráðnum millum seg
á B68-spælararnar, svarar
Frank, at har er als ongin
kuril, og hann altíð mett seg
sjálvan sum »spillernes
mand«, sum hann sjálvur
tekur til, og høvdu tað verið
trupulleikar, so hevði hann
varnast tað, vísir Frank
Skytte á.
Framtíðin
Spurdur um hann kundi
hugsa sær at verið verandi í
Føroyum, svarar Frank, at
hann er opin fyri øllum
møguleikum, og hann ikki
kann útihýsa møguleika-
num at framhaldandi at
vera venjari í Føroyum.
- Nú hevur tað ikki verið
almannakunngjørt, at eg
verði leysur, so eg havi ikki
verið í samband við nakað
felag enn, men í míni 24 ára
gomlu venjaratíð, havi eg
aldrin sjálvur søkt eitt venj-
arastarv, so eg eri ikki
bangin fyri at ganga arb-
eiðsleysur komandi kapp-
ingarár,
greiðir
Frank
Skytte frá.
Hvussu
verður
við
danska framherjanum í
B68,
Anders
Nygaard,
komandi kappingarár, veit
Frank Skytte ikki at siga,
men Anders Nygaard hevur
fylgt Frank Skytte seinastu
fýra árini, og tí kann væl
hugsast, at hann eisini
verður í tí felagi, sum Frank
Skytte velur at venja kom-
andi kappingarár.
Frank Skytte hevur venj-
ari seinastu árini verið
venjari í bæði Glostrup og
Hvidovre, og í báðum fel-
øgum var Anders Nygaard
við, og nú leiðin gekk til
Føroya, fylgdi danski fram-
herjin í B68 eisini við
Frank Skytte.
Frank Skytte:
-Eg og Tofta Ítróttarfelag hóska ikki saman
Danski venjarin í B68, Frank
Skytte, verður ikki ar síggja á
Toftum komandi
kappingarár. – Eg og Tofta
Ítróttarfelag hóska ikki
saman, sigur Frank Skytte í
samrøðu við Sosialin
Argja Bóltfelag skip-
aði fyri stórari ung-
dómskapping í
summarfótbólti á
Argjum 9.-11. august.
Tilmeldaði vóru 43
lið og avgreiddir 90
dystir
Tíðindaskriv
Tað er ikki vanligt við
summarfótbólti í Føroyum.
Nærum allir ungdómsleik-
arar í fótbólti liggja stillir í
bestu tíð á árinum at leika
fótbólt. Tað er stórt spell, tí
summarfótbóltur átti at ver-
ið tikin í størri álvara.
Í t.d. Danmark er ein ør-
grynna av fótbóltskapping-
um um summarið
AB-Cup varð fyri 4.ferð
fyriskipað á Argjum. Hetta
er ein ungdómskapping í
summarfótbólti nú beint
áðrenn kappingarnar byrja
eftir
summarfrítíðina.
Kappingin í ár varð av-
greidd í allarbesta summar-
veðri og heili 43 lið høvdu
boðað frá luttøku til kapp-
ingina.
Tað eru 11 lið
fleiri enn í fjør
Leiktir vórðu 90 dystit.
Byrjað varð fríggjakvøldið,
og hildið var á allan leygar-
dagin,
og
sunnudagin
kl.16.30 vórðu síðstu dyst-
irnir leiktir. Lutakararnir
vóru væl nøgdir við fyri-
skipanina av kappingini.
Vinnandi liðini vunnu
ognarsteyp, og nr.1, 2, 3
vunnu heiðursmerki
Vinnararnar av kapp-
ingini vóru:
Pinkulingar: TB
Smápiltar: TB
Piltar: AB
Smádreingir: B36 2
Dreingir: VB
Pinkur: AB
G. 10-12: AB
G. 12-14: TB
G. 14-17: HB
Argja
Bóltfelag
takkar
stuðulunum av kappingini,
ið vóru: P/F Poul Michel-
sen, Føroya Bjór, MBM,
Trygd,
Elding,
Føroya
Sparikassi, Føroya Banki
og Smyril Line.
AB-Cup 2002
Vegna plásstrot koma
myndirnar av
vinnarunum í AB-
Cup 2002 í blaðið í
morgin
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 2375,
Sp/f Sammut, 700
Klaksvík.
Viðtøkur broyttar:
29.01.2002.
Nýtt navn: Sp/f Eystís
Skráseting Føroya tann 21.
august 2002
Kristin Balle
_____________________
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 3,
P/F Skipafelagið Føroyar,
100 Tórshavn.
Nevnd:
Farin úr nevndini: John
Sjúrður Olsen Dam,
Hvítanesvegur 17, 188
Hoyvík og Hinderikus
Lamain, Irisvej 12, DK-
2970 Hørsholm.
Skráseting Føroya tann 21.
august 2002
Kristin Balle
_____________________
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 2471,
P/F Hansen Seafood, 490
Strendur.
Viðtøkur broyttar:
07.06.2002.
Nýtt navn: P/F Faroe
Fresh Fish Co
Nýggj hjánøvn: P/F FFF
(P/F Faroe Fresh Fish Co)
og P/F Hansen Seafood
(P/F Faroe Fresh Fish Co)
Nevnd:
Farin úr nevndini: Kári
Hansen, 490 Strendur
(formaður)
Innkomin í nevndina sum
formaður: Sóleyð Debes
Joensen, 490 Strendur.
Skráseting Føroya tann 21.
august 2002
Kristin Balle
_____________________
Assistentur
Søkt verður eftir avloysara fyri assistentin á Seturs-
skrivstovuni á Fróðskaparsetrinum frá 15. sept. ella
skjótast til ber. Starvið er tíðaravmarkað í eitt ár.
Uppgávur
• Post og telefonavgreiðsla.
• Bóking og umsiting av forskotskassa
• Skráseting og viðlíkahald av ymsum yvirlitum og
uppgerðum
• Ljóstøka
• Ganga til handa
Førleikakrøv
Arbeiðið er sera fjølbroytt. Krøv verða tí sett til:
• røkjuskap
• evni at arbeiða sjálvstøðugt
• evni at samskifta og samstarva við onnur
• góðan málkunnleika
• góðan edvkunnleika
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið og lønt í
flokki II.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Anniku Sølvará,setursskrivara,á telefon 352500 ella
teldupostadressuni: annikas@setur.fo
Umsókn við avriti av prógvum, váttan um arbeiðs-
royndir, viðmælum o.l. verður at senda setursskriv-
stovuni í seinasta lagi 9. september 2002.
Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovan
J. C. Svabos gøtu 14
Postrúm 272
110 Tórshavn
Fróðskaparsetur Føroya er útbúgvingar- og granskingar-
stovnur, sum hevur tríggjar deildir umframt Setursskriv-
stovuna. Setursskrivstovan er miðfyrisitingin hjá Fróðskap-
arsetrinum.Í løtuni starvast 8 fólk á skrivstovuni.
Til sølu
Skjóttgangandi bátur til sølu
Typa: DORY 17 (17 føtur)
Leysamotur JOHNSON 80HK
Bátavognur verður seldur við bátinum.
Annað til sølu
Leysamotur JOHNSON 90HK
Blandimaksina (stór)
Slamsúgvari
Bátur o.a. kunnu síggjast hjá SLV – Vága Floghavn
og verða seld um hóskandi boð fæst.
Skrivlig boð stílað til Statens Luftfartsvæsen, Vága
Floghavn, FO-380 Sørvágur, skulu verða okkum í
hendi í seinasta lagi 8. september 2002.
Nærri upplýsingar fáast við at ringja á tlf. 354400
ella 354410.
Statens Luftfartsvæsen
Vagar Lufthavn
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
TIL SØLU
Fiat Ducato 2.8TD – 15 persóna bussur, árgang
2001, koyrt 24.000 km.
Skála Kommuna
tlf. 441179
C
M
Y
K
29
28