fríggjadagur 23. august 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 160 - 23. august 2002
Misjavn hjá okkara bólki
Øll liðini í bólki í EM-
undankappingini
vóru í dysti miku-
kvøldið, men tað var
misjavnt, hvussu
hetta royndist
ALTJÓÐA DYSTIR
Jákup Mørk
Um góðar tvær vikur skulu
Føroyar spæla móti skot-
um, men grannar okkara úr
Danmark syrgdu í øllum
førum fyri, at útgangsstøð-
ið hjá skotum ikki er nakað
serligt undan dystinum.
Higartil hevur venjara-
skeiðið hjá Berti Vogts ikki
roynst serliga væl, og móti
dønum gekk lítið betri, enn
tað hevur gjørt higartil. Tað
var bert málið hjá Ebbe
Sand, sum var á muni, tá
dysturin var lokin, men tað
stóð tó øllum greitt, at danir
so ruddiliga vóru við yvir-
lutan, og í Skotlandi eru
fleiri longu farin at ivast,
um tað var ein røtt avgerð
at seta Vogts sum venjara,
so einki er at ivast í, at
trýstið á venjaranum er
stórt, tá farið verður til Før-
oya.
Bert Ísland vann
Heldur ikki hjá Týsklandi
gekst nakað serligt miku-
kvøldið. Á útivølli máttu
teir taka til takkar við javn-
leiki móti Bulgaria, og fyri
eitt lið, sum júst er kosið
sum hitt næstbesta í heimi-
num, man hetta neyvan
vera nøktandi. Serstakliga
ikki, tá týskarar framhald-
andi halda seg hava nakað
at hevna, eftir at Stoichkov,
Letchkov og hinir sendu
Týskland úr HM fyri átta
árum síðani.
Litava, sum eisini er í
okkara bólki, hevði vitjan
av Ísrael, og tó at heimalið-
ið hevði leiðsluna í steðgi-
num, so endaði tað við
tryggum útisigri, og hetta
man neyvan vera besta upp-
taktin, nú liðið skal royna
seg á heimavølli móti Týsk-
landi.
Sostatt vóru tað bert Før-
oyar og Ísland, sum vunnu
upphitingardystirnar í okk-
ara bólki. Ísland hevði vitj-
an av Andorra, og her var
eingin ivi. Longu eftir fyrra
hálvleik hevði Ísland vunn-
ið sær tryggja leiðslu, og so
var bert at halda fast um
hesa. Vandamikli Eidur
Gudjohnsen legði íslend-
ingar á odda, áðrenn royndi
Rikardur
Dadason
við
tveimum
málum
kundi
staðfesta sigurin.
Vinardystir, leiktir
mikukvøldið
Skotland-Danmark
0-1 (0-1)
0-1: Ebbe Sand, 9
Bulgaria-Týskland
2-2 (1-1)
1-0: Dimitar Berbatov, 20
1-1: Michael Ballack (br.),
23
2-1: Krassimir Balakov
(br.), 49
2-2: Arne Friedrich, 56
Litava-Ísrael 2-4 (2-1)
1-0: Arturas Fomenka, 10
1-1: Afek Omri 20
2-1: Roberto Poskus, 32
2-2: Zandberg, 48
2-3: Afek Omri, 64
2-4: Idan Tal, 72
Ísland-Andorra 3-0 (3-0:
1-0: Eidur Gudjohnsen, 24
2-0: Rikardur Dadason, 31
3-0: Rikardur Dadason, 42
Russland-Svøríki
1-1 (0-0)
1-0: Alexander Kerzhakov,
56
1-1: Zlatan Ibrahimovic, 93
Aserbadjan-Usbekistan
2-0 (1-0)
1-0: Samir Aliyev, 40
2-0: Emin Guliev, 80
Ukraina-Iran 0-1 (0-0)
1-0: Ali Daei, 57
Letland-Hvítarussland
2-4 (2-2)
0-1: Vitali Kutozov, 16
1-1: Maris Verpakovski, 18
2-1: Yuris Layzans, 25
2-2: Alexander Kulchiv, 26
2-3: Miroslav Roaschenko,
64
2-4: Miroslav Roaschenko,
83
Estlan-Moldova 1-0 (0-0)
1-0: Teet Allas, 54
Finnland-Írland 0-3 (0-1)
0-1: Robbie Keane, 11
0-2: David Healy, 74
0-3: Graham Barret, 82
Noreg-Holland 0-1 (0-0)
0-1: Edgar Davids, 69
Turkaland-Georgia
3-0 (1-0)
1-0: Arif Erdem, 7
2-0: Cihan Haspolatli, 51
3-0: Nihat Kahveci, 71
Rumenia-Grikkaland
0-1 (0-1)
0-1: Styliano Gianna
kopoulos, 16
Kroatia-Wales 1-1 (0-1)
0-1: Simon Davies, 9
1-1: Mladen Petric, 78
Makedonia-Malta
5-0 (2-0)
1-0: Aco Stojkov, 37
2-0: Artim Sakiri, 40
3-0: Georgi Hristov, 54
4-0: Artim Sakiri, 60
5-0: Goran Pandev, 86
Luksemburg-Marokko
0-2 (0-0)
0-1: Mohammed Jabrane,
71
0-2: Nouredine Kacimi, 85
Póland-Belgia 1-1 (1-1)
1-0: Macieg Zurawski, 4
1-1: Wesley Sonck, 40
Kekkia-Slovakia 4-1 (1-1)
0-1: Szilard Nemeth, 15
1-1: Jan Koller, 32
2-1: Jan Koller, 64
3-1: Tomas Rosicky, 70
4-1: Tomas Rosicky, 74
Bosnia Hersegovina-
Jugoslavia 0-2 (0-2)
0-1: Mladen Krstajic, 34
0-2: Darko Kovacevic, 42
Ungarn-Spania 1-1 (0-0)
0-1: Raul Tamudo, 53
1-1: Vasile Miriuta, 71
Sveis-Eysturríki 3-2 (2-1)
0-1: Roman Wallner
1-1: Hakan Yakin, 20
2-1: Alexander Frei, 42
3-1: Murat Yakin (br.), 75
3-2: Roman Wallner, 80
Italia-Slovenia 0-1 (0-1)
0-1: Sebastian Cimirotic,
31
Tunis-Frakland 1-1 (1-1)
0-1: Michaeil Silvestre, 19
1-1: Ali Zitouni, 38
Norður Írland-Cypros 0-0
Brasilia-Paraguay
0-1 (0-1)
0-1: Nelson Cuevas, 26
Føroyski landsliðs-
venjarin var sum vera
man fegin um úrslit-
ið, og yvir høvur
vórðu nógvar rósur
býttar út á tíðinda-
fundinum, har ein-
asta staðfestingin tó
tóktist vera, at mið-
verjan verður hin
sama til landsdystin
móti skotum
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
Einki er at siga til, at tað
var ein væl hýrdur Henrik
Larsen, sum eftir lands-
dystin mikukvøldið kom á
tíðindafund við pressuna.
Spurningar vórðu settir á
bæði donskum, týskum og
enskum, og sum mest
náttúrliga partin av øllum
svaraði »stóri« aftur á teim-
um málum, sum spurning-
arnir komu á.
Fyrst og fremst var tað
sjálvandi sjálvur sigurin,
sum hevði sent hýrin í topp.
- Eg kann ikki vera annað
enn nøgdur um sjálvt úrslit-
ið, og ikki minst um at Før-
oyar nú endiliga hava skor-
að á Tórsvølli, legði venjar-
in fyri.
- Hartil frøddi tað meg
eisini, at vit vóru spælstýr-
andi somikið stóran part av
dystinum.
Tá ein skotstkur blað-
maður síðani dittaði sær at
spyrja, hvørt venjarin var
fegin um stríðsviljan hjá
hansara monnum, nú teir
høvdu vent 0-1 til 3-1 segði
Henrik, at tað var hann
sjálvsagt, men hann legði
tó afturat, at hetta visti
hann av egnum royndum
frammanundan, so tí parti-
num hevði hann ongan tíð
ivast í.
Nervar gjørdu sítt
Nýggja spælskipanin hjá
landsliðnum var sjálvandi
eisini umrødd, og yvir høv-
ur var venjari positivur í
eftirmetingini, tó at hann
var samdur í, at leikararnir
kanska hildu dekan ov fast í
hesari fyrstu longu løtuna.
- Lat meg fyrst siga, at
orsøkin til at tað lat seg
gera at spæla 4-4-2 somikið
væl fyrst og fremst er Jógv-
an Martin Olsen. Hann
hevur framt eitt framúr arb-
eiði hesar fyrstu mánaðir-
nar, og tí vóru grundleggj-
andi lutirnir fingnir upp á
pláss, longu áðrenn eg
kom.
- Yvir høvur eri eg sera
væl nøgdur um avrikið hjá
leikarunum, men tað er
rætt, at vit ikki vóru nóg
dugnaligir at bróta keturnar
í fyrra hálvleiki. Hetta er tó
helst púrasta náttúrligt, nú
spælararnir fyri fyrstu ferð
spældu við nýggju skipan-
ini og eisini við nýggjum
venjara.
Teir
gjørdust
kanska ov fastlæstir á sín-
um plássum, »tí venjarin
segði eg skuldi standa her«,
men tá nervarnir loysnaði í
seinna hálvleiki, fingu vit
veruliga glið á.
- Ikki tí. Eg var eisini væl
nøgdur um fyrra hálvleik,
og tó at spælið tá ikki var
eins nøktandi, so skapa vit
eisini fleiri málmøguleikar,
og skoraðu vit tá, kundi
dysturin kanska forma seg
heilt øðrvísi. Nú sluppu teir
at leggja seg longur aftur á
vøllin, og tað gav okkum
trupulleikar eina løtu, men
tíbetur fingu vit so loyst
hesar.
Tá vit at enda spurdu
Henrik Larsen, um tað vóru
einstakir leikarir, sum hann
hevði hug at taka fram, var
hann kanska eitt sindur
trekur at byrja við.
- Skal eg taka nakað
framum, so má tað vera
miðverjan, har Óli og Jón
Rói báðir spæla framúr
væl, men yvirhøvur eri eg
væl nøgdir um allar leikar-
arnir. Vit hava tveir mál-
verjar, sum standa ein feil-
frían hálvleik í part, og tó at
eingin var skiftur út vegna
ónøgd, so sýndu allir inn-
skiftararnir, at teir væl eru
førir fyri at traðka inn á lið-
ið, og tað er so avgjørt at
fegnast um.
Bíðar nakað enn
At enda fall tosið inn á
komandi uppgávuna móti
skotum, men her var venj-
arin meira trekur at svara.
-Lat okkum nú bara
vóna, at Danmark vinnur
við einum 4-5 málum, so
teir einki sjálvsálit hava, tá
teir koma hendanvegin, helt
hann skemtandi fyri, áðr-
enn hann aftur gjørdist
meira álvarsamur.
-At tosa um tann dystin
longu nú, er kanska dekan
ov tíðliga. Sjálvandi fekk
eg nógv burtur úr hesum
dystinum, men eg kann tó
ikki seta liðið enn. Tað
kann jú vera, at nakrir leik-
arar verða skaddir, og so er
eisini at vóna, at onkur
teirra, sum gav avboð hesa-
ferð, verður tøkur til tann
dystin. Akkurát hvussu
kortini verað blandað, kann
eg tí ikki siga enn, men tað
mugu Jógvan Martin og eg
so finna út av komandi vik-
urnar, segði ein væl hýrdur
Larsen at enda, áðrenn
hann saman við FSF um-
boðunum legði leiðina nið-
an á Hotel Føroyar.
Stóri var væl fyri
Henrik Larsen var sum vera
man fegin um úrslitið, og
rósti serliga miðverjuni fyri
teirra avrik, men yvirhøvur
var nýggji landsliðsvenjarin
væl nøgdur við allar
leikararnar.
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
26
Nr. 160 - 23. august 2002
27
FÓTBÓLTSPRÁT
Páll Holm Johannesen
Spurdur um, hvussu tað var
at fáa sín fyrsta dyst fyri
landsliðið, svaraði NSÍ-
leikarin Sjúrður Jacobsen
stutt og greitt: Super.
Sjúrður var ikki uppruna-
liga úttikin, men vegna
avboð, vóru boð send eftir
honum.
– Av tí, at eg var einasti
vinstribakkur aftaná Arn-
bjørn, hevði eg vón um at
fáa nakrar minuttir á vøll-
inum í dag, og at tað blivu
góðir 20 minuttir, er bara
at fegnast um, segði Sjurð-
ur Jacobsen eftir dystin.
Sjálvur
var
Sjúrður
hampiliga væl nøgdur við
avrik sítt, og vísti á, at
Liktinstein-leikararnir vóru
sera kvikir, og tað gav hon-
um nakrar trupulleikar á
vinstra bakki.
– Í Føroyum eru vit ikki
vanir við slíkan skjótleika,
og tí slapp maðurin hjá
mær einaferð ígjøgnum,
fortaldi Sjúrður frá
Runavíkingurin helt eis-
ini, at tað væl kundi vera, at
hann nýtti gott av, at úrslit-
ini hjá NSÍ eru so góð í løt-
uni, og hetta kann hava
gjørt, at hann hesaferð fekk
landsliðsboð.
– At vit í NSÍ leika somu
spæliskipan sum landslið-
ið, hjálpir eisini avgjørt
mínum møguleikum at vera
við á landsliðnum, segði
Sjúrður Jacobsen.
Spurdur um hvørjar vónir
hann hevur fyri úttikin til
dystin ímóti Skotlandi,
svaraði Sjúrður, at vónaði
tað, men at hann kortini
væntaði onki.
– Verður Jens Kristian
klárur aftur, so verður helst
torført hjá mær at vinna
pláss ímillum teir átjan,
men eg eri bara noyddur at
gera mítt besta við NSÍ, og
so fáa vit at síggja, segði
Sjúrður Jacobsen at enda,
FÓTBÓLTSPRÁT
Páll Holm Johannesen
B68-leikarin
Fróði
Benjaminsen hevur verið á
landsliðnum í góð trý ár, og
mikudagin skeyt toftamað-
urin so sítt fyrsta mál á før-
oyska landsliðnum.
– Tað er bara stuttligt, at
tað endiliga eyðnaðist mær
at skjóta mál á landsliðn-
um, segði Fróði Benjamin-
sen eftir dystin
Fróði greiddi eisini frá, at
hann helt, at nýggja spæli-
skipanin virkaði væl, og at
hann var serliga fegin um
innstillingin hjá spælarun-
um í dystinum ímóti Likt-
instein.
– Vit stríðast væl í dag,
og allir halda tær avtalur,
vit gjørdu undan dystinum,
so tað kann ikki verða betri,
segði Fróði Benjaminsen
Miðvallarin var eisini
sera fegin um, at Henrik
Larsen lat seg byrja inni
ímóti Liktinstein, tí nýggja
spæliskipanin kundi havt
við sær, at Fróði byrjaði
uttanfyri.
– Nú var eg blivin fastur
maður á liðnum hjá Allan
Simonsen, og so tað er
gleðiligt, at nýggi lands-
liðsvenjarin eisini ætlar at
nýta meg, vísti Fróði á.
Annars helt Fróði dystin
verða væl leiktan, og at tað
er bara gleðiligt, at nýggja
landsliðið legði út við
einum sigri.
FÓTBÓLTSPRÁT
Páll Holm Johannesen
Venjarin hjá Liktinstein,
Ralf Loose, hevur staðið
ódda fyri landsliðnum í
fýra ár, og hetta var triðju
ferð, at hann og hansara
menn taptu fyri føroying-
um.
– Vit er frammanfyri í
hálvleikinum, men í seinna
hálvleiki megna vit ikki at
standa saman sum eitt lið,
og tí tapa vit dystin, segði
Ralf Loose eftir dystin.
Venjarin hjá Liktinstein
rósti eisini stríðsviljanum
hjá føroyska landsliðnum,
og um føroyingar stríddust
so væl ímóti skotum, so
ivaðist hann ikki í, at skotar
komu at fáa trupulleikar av
føroyska landsliðnum.
Spurdur um, hvat hann
sum venjari kundi nýta úr-
slitið til, svaraði Ralf
Loose, at dysturin kundi
nýtast sum fyrireiking til
komandi EM-undankapp-
ingardystin ímóti Make-
donia.
– Eg eri glaður um hvørja
ferð landsliðið savnast, tí
tað gongur ofta langt ímíll-
um, og fyri at betra um
okkara avrik, eru vit noydd-
ir at royna at fáa okkurt
positivt úr øllum okkara
dystum, líka mikið um vit
tapa ella vinna.
Ralf Loose vísti eisini á,
at fleiri av hansara spælar-
um sita á bonkinum í teirra
feløgum, og tað hevur eis-
ini við, at teirra dystarvenj-
ing ikki er av tí besta, og
tað kundi ein síggja aftur í
seinna hálvleiki, tá hansara
menn ikki vóru mentir at
fylgja við føroyska lands-
liðnum.
Ralf Loose helt føroyska
landsliðið vera gott, og
hann var fegin um dagarnar
í Føroyum, og segði at Før-
oyar vóru serligar, og hon-
um dámdi væl her.
FÓTBÓLTSPRÁT
Páll Holm Johannesen
Stjørnuspælarin hjá Likt-
instein, Mario Frick, sum
spælir fyri Serie A liðið í
Italia, Verona, helt, sigurin
hjá Føroyum vera uppi-
bornan.
– Vit spæla ein góðan
fyrra hálvleik, men í seinna
hálvleiki eru føroyingar
nógv meira ágangandi, og
fáa trý mál, og samanum-
tikið vóru teir betra liðið í
dag, og høvdu uppiborið
sigurin, segði Mario Frick
eftir dystin
Mario Frick hevur havt
steðg á landsliðnum í 15
mánaðir, og dysturin ímóti
Føroyum var hansara fyrsti
eftir hann at boðaði frá, at
ikki var tøkur til landsliðið.
Spurdur um hann var
fegin um at vera á lands-
liðnum aftur, svaraði Mario
Frick, at tað kendist væl, og
serliga kendist tað væl at
skjóta mál í dystinum
– Í dag væntaði eg, at vit
fóru at vinna dystin, og tað
er ófatiligt, at vit nú hava
tapt tríggjar ferðir ímóti
Føroyum, men soleiðis er
fótbóltur einaferð, og vit
verða bara noyddir at gera
tað betri næst ferð, segði
ein vónbrotin Mario Frick
at enda.
Debutanturin Sjúrður Jacobsen:
- Super
Fróði Benjaminsen:
-Stuttligt at skjóta mál
Debutanturin Sjúrður
Jacobsen var fegin um
at fáa nakrar minuttir
á vøllinum ímóti
Liktinstein, og vónaði
at fáa landsliðsboð
aftur til dystin ímóti
Skotlandi
Mynd: Álvur Haraldsen
Fróði Benjaminsen var fegin
um at byrja inni ímóti
Liktinstein, og hann takkaði
fyri álitið við skjóta sítt fyrsta
mál fyri landsliðið
Mynd: Álvur Haraldsen
Liktinsteinski-venjarin, Ralf Loose:
– Vit standa ikki saman
í seinna hálvleiki
Venjarin hjá Liktinstein rósti
føroyska stríðsviljanum, og
um føroyingar stríddust so
væl ímóti skotum, so væntaði
hann, at Skotland fór at fáa
stórar trupulleikar av
føroyska landsliðnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Mario Frick:
– Sigurin hjá Føroyum
uppiborin
Stjørnan á landsliðnum hjá
Liktinstein, Mario Frick, var
fegin um sítt mál, men helt
samstundis, at sigurin hjá
Føroyum var uppiborin
Mynd: Álvur Haraldsen
27