mikudagur 10. februar 1982síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 |
Sandur — ein bygd í menning:
SOSIALURIN
Tann seinra av tveimum greinum um Sandsbygd i dag
Skuldi fólkið stødast
máttu arbeiðspláss skaffast
Tí gjørdu vit iløgurnar. Tað hevur verið
hugaligari at sitid í bygdaráðnum, um vit
ikki bygdu út. Men vit valdu ikki lættastu
leiðina, sigur bygdaráðsformaðurin
— Skuldi bygdin
mennast. Skuldi
fólkið stødast og
trívast, skuldu fleiri
arbeiðspláss skaff-
ast. Hetta gjørdu vit
okkum greitt, tá vit
skipaðu okkum í
bygdaráðnum fyri
fimm árum síðani.
Og fyri at skaffa ar-
beiðspláss, máttu
vit gera hesar iløg-
urnar, sigur Birgir
Mohr, bygdaráðs-
formaður á Sandi.
Ílegurnar, hann sipar til,
eru havnaútbyggingin og
flakavirkið. Hesar iløgur-
nar, sum toga upp ímóti
teimum 30 milliónunum,
vóru umrøddar í eini
reportasju av Sandi í Sosi-
alinum síðsta leygardag
— Tað hevði verið nógv
lættari og hugnaligari at
sitið í bygdaráðnum, um
vit einki bygdu út, men
bert royndu at fáa javn-
vág í tað, sum var gjørt og
so lótu standa til.
— Vit valdu ikki lætt-
astu leiðina, tí vit mettu,
at hon var ikki tann rætta.
Vit vildu hava menning.
Men tíverri er tað fram-
vegis soleiðis, at nógvir
heimasandsmenn arbeiða í
Havn — fara norður mána-
morgun og koma suður
aftur friggjakvøld.
Men til heystar eru
vinnumeguleikarnir i
Sandoynni bøttir. Tå fer
flakavirkini hjå P.f. Borg-
ini væntandi at taka
iméti. Og nakrar månadir
seinri — um ársskiftið
kanska — eru atstødurnar
hjá útróðrar- og fiski-
monnunum bøttar mun-
andi, vid tad at nyggja
havnaútbyggingin er
liðug.
Samstarv
Birgir Mohr fjalir ikki í
samreðuni, at treytin fyri
og grundarlagið undir
ellum útbyggingunum er
eitt gott samstarv. Bæði í
bygdaráðnum og millum
Birgir Mohr: — Eg haldi
ikki, at vit í dag kunnu
kalla Sandoynna fyri
»tann gloymda oyggin«
bygdarådini i oynni. Og
millum virkisleidslurnar i
Skopun å Sandi.
— Vit hava lagt dent å
samstarv. Bædi hetta og
tað undanfarna bygda-
ráðið eru skipað einmælt.
Úteftir hava vit roynt at
staðið sum ein maður. Tað
hevur riggað væl og er
orsekin til, at vit hava
fingið hampulig úrslit. Ég
haldi framvegis tað vera
týdningarmikið, at vit
ikki fara at klandrast par-
tapolitiskt.
Politiskt og ikki
— Er bygdaráðið
politiskt?
— Tað veit eg ikki. Men
vit hava ongatíð dult,
hvenn flokk vit hoyra til.
Øll vita, at Eyðun Viderø
er fólkafloksmaður og ell
vita at eg eri javnaðar-
maður. Men vit eru fýra
valt
valdir á einum lista og 2
eru ikki javnaðarmenn,
meðan Eyðun er valdur
fyri seg sjálvan. So tað er
uppstillad tvørpolitiskt.
— Men eg kann leggja
afturat, at formaðurin i
kommununi á tólvta ári á
rað er javnaðarmaður. Og
javnaðarflokkurin hevur
átt annan tingmannin í
oynni síðan 1936 — tó ikki
í 1979 og 80.
Mugu standa sum
ein maður
Birgir leggur eisini dent å,
at samstarvið millum
bygdarráðini í oynni er
gott. Tey eru felags um
fleiri ting. M.a. Sandoyar
Meginskúla og læknamið-
steðina.
Og í letuni situr ein fel-
ags nevnd, sum arbeiðir
við tankanum um at
byggja eitt ellisheim í
oynni.
— Um vit ikki standa
saman úteftir, eru vit ov
veikir í mun til restina av
Føroyum, tí vit eru ikki
meira enn 17—1800 fólk í
sýsluni, sigur Birgir.
Hann nertir eisini við
spurningin Skopun-Sand-
ur:
— Hugsa vit um proble-
matikkin Skopun-Sand,
verður mótsetningurin
altíð tikin fram. Fólk ugga
seg við, at gekst tað illa í
Skopun, gekst enn verri í
hond á Sandi og øvugt.
Men hetta er ein stokkut-
ur uggi.
— Hver sær eru bygd-
irnar so stórar í dag, at
tær kunnu bæði hava
brúkligar havnir, góð og
livilig flakavirki og hver
sær kunnu tey dríva síni
skip.
Men grundarlagið fyri
framtíðini er samstarv.
Tað er neyðugt, at komm-
unurnar samstarvast. Og
tað er neyðugt, at virkis-
leiðslurnar kunnu hjálpa
hverjum eðrum, tá á
stendur. Við frystikapasi-
teti, slógvtilvirkan, víðari
góðsking, spesiallinjum
og kanska eisini við ar-
beiðsfólki, tá tervur er á tí.
Í dag skilja partarnir
hvenn annan.: Vónandi
kann eitt samstarv byggj-
ast á tað. Eftir mínum
tykki er tað drepandi, um
misnegd og evundsjúka
verður dyrkað.
Stórsta talið
nakrantíð
Sandoyar Meginskúli er
eitt dømi um, at samstarv
millum bygdir kann vera
mennandi.
Birgir greidir frå, at inn-
til Meginskúlin varð
bygdur, minkaði fólkatal-
ið. Men síðan er tað vaks-
ið.
— Tá Meginskúlin varð
bygdur segði ein politikk-
ari — minnist meg rætt
var tað Demmus Hentze
— at Meginskúlin var
tann fyrsta skriðan sum
leyp á menningarleið her í
oynni. Har ein skriða er
lopin, er onnur væntandi.
Fleiri eru farnar — og allar
á menningarleið. Fólk flyt-
ur til aftur oynna og tað
steðist betur. Í dag búgva
640 fólk á Sandi. Tað er
tað mesta sum nakrantíð
hevur verið her.
»Virkid« er karmur um mentan og frítíð
Fyri nøkrum árum síðani varð húsið hjá ungmannafel-
agnum Virkinum útbygt fyri eina mill. kr.
— Men ein bygd er ikki
bara havn, virki, skúli og
arbeiðsfólk. Hvat kunnu
tit bjóða fólki av ødårum?
— Á hesum eki hava
sandoyingar verið fram-
maliga. Allar bygdirnar
eiga dansistovur ella ung-
dómshús. Húsavík, Skála-
vík og Dalur eiga nýggj
hús. Skopuningar hava
enn ikki útbygt ta gomlu
dansistovuna, men ætlan
hevur verið frammi, sigur
Birgir.
— Sandingar bygdu
stutt eftir krigslok størt
og snotuligt ungmanna-
hús. Tad var ungmanna-
felagið Virkið sum bygdi
húsini. Hetta er karmur
um dans, sjónleik, skemt,
fundir, samkomur og ung-
dómsarbeiði annars. Har-
afturat hevur ungmanna-
felagið biograf.
Útbygt fyri eina mill. kr.
— Hetta húsið varð út-
bygt fyri trimum-fýra
árum síðani fyri eina mill.
kr. Øll bygdin stendur
aftan fyri felagið og er
karmur um húsið. Virk-
semið er nógv. Serliga á
vetri. Børnini koma dúg-
liga í húsið, sum altíð er
opið fyri ungdóminum.
Í dag verður eisini gjert
eitt stórt arbeiði fyri at
stimbra tann feroyska
dansin. Tey hava hugna-
kveld við upplestri o.e.
Tey spæla ymisk spel og
borðtennis. Orkestur
venja. Tað er eitt stað, har
tey altíð kunnu fara.
Treytin er, at tey skulu
fara væl um og tað gera
tey greiðir Birgir frá.
Førmaður í felagnum er
Sólvit Simonsen. Hann
hevur veirð formaður í
nógv ár.