Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-02-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. februar 1982síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 La SOSIALURIN Tingið er sinnað fyri helikoptaraflugving Ein meiriluti í legtingin- um tekur undir við tí partinum av uppskotin- um hjá framburðs- og fiskivinnuflokkinum, sum miðjar ímóti at fáa ein helikoptara til land- ið, meðan eingin av hinum flokkunum tekur undir við, hvussu sjálv- ur helikoptargrunnurin skal fåa sinar pengar. Jógvan Sundstein roknaði enntá við, at grunnurin fór at verða soltin. Sambært uppskotinum hjá Adolf Hansen skal ein heli- koptaragrunnur stovnast. Helikoptarin skal reka brá- neyðugan sjúkraflutning, vaktar og bjargingatænastu, fólka- og farmaflutning til út- oyggjar og útbygdir og leigu- flutning. Grunnurin skal fáast til vega við yvirskotinum hjá virkjum og persónum eftir hesi skipan: 20 pst. av avlopi Ea Tyrlu-flúgvingin var yvir 10 mill. kr., 15 pst. av avlopi millum 5 og 10 mill. kr og 10 pst. av avlopi millum eina og 5 mill. kr. Hetta er av avlopi eftir skatt, men áðrenn avskriving. burturlegging ella vinningsbýti. Tveir biliga til solu! Adolf Hansen upplýsti undir 1. viðgerð av málinum, at ein helikoptari kann rekast fyri fimm milliónir árliga. Har- afturat koma avskrivingar, sum Adolf Hansen metti til tríggjar mill. kr. av 15 mill. kr. Soleiðis verður árliga út- reiðslan 8 mill. kr. Adolf Hansen vísti á, at hetta er bíligt í mun til roynd- irnar við Tyrlu seinasta summar. Hann helt, at hon var dýr og segði, at nógv var farið í lummar hjá agentum og at Maersk Air hevði fingið sín stóra bita. Um peningaspurningin upplýsti Adolf Hansen, at tað vóru tríggjar fyritekur í landinum, sum høvdu 1000 kr. í berum avlopi fyri hvenn borgara. Eisini segði hann, at tað vóru nógvar fyritøkur, fn = 5 dyr. Adolf Hansen heldur, at agent- arnir hava fingið nógv í sin lumma og Maersk Air sín feita bita sum høvdu 500 kr. í avlopi fyri hvenn borgara — Vit kunnu við hesi lóg loysa fólka- og farmaflutning- in og sjukraflutningin til smáplássini, segði Adolf Hansen. Hann mælti til at siga manningunum á sjúkrabát- unum upp og í staðin lata bjargingafelegunum 100.000 kr. fyri at halda teir viðlíka. Ove Mikkelsen helt, at tað var óforsvarligt, at vit ikki hava helikoptara til at rekja rutur til smáplássini um- framt sjúkraflutning o.a. Ove Mikkelsen mælti til, at landið keypti ein helikoptara og lat Vaktar- og Bjarginga- tænastuna hava hann. Áhugavert uppskot Jógvan Sundstein helt, at uppskotið var áhugavert. Hann segði, at meguliga hevði royndin við Tyrlu verið dýr. men hon hevði eydnast væl. — Hevði uppskotið um framhald av royndarflúgv- ingini í fjer verið góðtikið, hevði hetta uppskotið verið ein idé. Bara at far at keypa ein helikoptara er óðamanna- verk, segði Jógvan Sund- stein. Um peningaspurningin segði framsegumaður fólka- floksins, at hann skuldi verið glaður, um nekur fyritøka hevði so stór avlop. Hann kendi tær ikki og bað Adolf Hansen upplýsa sær tær. Um ikki hart, so um at fáa hann at tutla tað í oyra. (Men tað gjerdi Adolf Hansen ikki...). Jógvan SUndstein kundi ikki ganga við til at leggja pening í grunn áðrenn av- skrivingar. Annars roknaði hann við, at grunnurin fór at vera soltin. Køvt eina roynd Hilmar Kass skuldsetti sam- gonguna, sum sigur seg vera borgarliga, fyri at hava kevt eina privata royndarflúgving við helikoptara. Í staðin hevði samgongan fingið út lendingar at flúgva her fyri ovurgjald, vildi framsegu- maðurin hjá sjálvstýrisflokk- inum vera við. Hilmar Kass upplýsti, at somu privatmenn hava boðið sær til at byggja upp — ikki rutu — men helikoptaratæn- astu. Men menninir hava ikki fingið svar frá landsstýrin- um, segði Hilmar Kass. Fyrr reist málið — Javnaðarflokkurin hevur fyrr reist málið um helikopt- araflúgving. Tí tekur flokk- urin undir við helikoptara- flúgving til sjúkraflutning, vaktar- og bjargingar- tænastu og til fólka- og farmaflutning í ávísan mun, segði Vilhelm Johannesen. Hann kom inn á Tyrlu- royndirnar og upplýsti, at javnadarflokkurin atkvøddi ímóti framhaldandi royndar- flúgving, ti hon skuldi sam- bært úttalilsi frá landsstýris- monnum avloysa bátar hjá Strandferðsluni, avloysa bergholsgerðir og annars lat- ast til privatan felagsskap at reka Fór hetta at verða gongdin, var rutusambandið til smábygdirnar skert, berg- holsgerðir útsettar, flúgving- in latin privatum, og hetta hevði bundið fólkið til ein dýran flutning, segði Vilhelm Johannesen. Men hesum mótmælti Jóg- van Sundstein. Hann segði, at tað hevði ongatíð verið ætlanin, at Tyrla skuldi av- loysa vega- og tunnilsgerðir. Heldur ikki skuldi siglingin niðurleggjast. Tyrla skuldi bert brúkast til tunnalarnir og vegirnir vórðu gjerdir, segði Jógvan Sundstein. Atli Dam gav honum ikki rætt. Hann segði, at tað var týðuligt og greitt, at Tyrla skuldi brúkast av játtanini til Strandferðsluna og at hon skuldi avloysa virksemi innan strandferðslugkið. Samfelagsskylda Pauli Ellefsen tók ikki undir við uppskotinum um heli- koptaragrunn, men var sinn- aður fyri helikoptaraflutningi til smáplássini. Hann segði, at hetta var ein samfelags- skylda. Legmaður tók ikki undir við Hilmar Kass. Hann segði, at helikoptaraflúgvingin var so kostnaðarmikil, at smá- plåssini høvdu ikki ein verðs- ins møguleika at bera hana. Annars upplýsti Pauli Ellefsen, at landsstýrið ætlaði at vekja Flogsam- band og samskipa hetta við helikoptaraflúgving. Eli Nolsøe úr sambands- flokkinum tók eisini orðið. Hann vísti við demi úr Múla, hvussu hentur helikoptar- flutningur kundi vera. Hann upplýsti, at á Múla var yngsti maður 79 ár, so tað var ómeguligt hjá teimum at baksa oljutunnur niðan av lendingini. Men í summar hevdu tey fingið tunnurnar í túnið. Uppskotið er koyrt í fíggj- arnevndina til viðgerðar. Erlendur Patursson um undirgrundina: Adolf Hansen kennir ikki lógirnar Jógvan Sundstein roknar við, at samrådingarnar um yvirtøku av undirgrund- ini verða torførar. Pauli Ellefsen kallar samtyktina frá 1975 fyri »eitt slag í bera luft«, men vil — sum altíð — vera loyalur fyri sínum samgonguflokkum!!! Viðgerðin av uppskotinum frå framburðs- og fiskivinnu- flokkinum um, at landsstýrið ikki tekur upp samrådingar við donsku stjórnina um undirgrundina, gjerdist eitt orðaskifti um, hver hevði av- reitt hvat, »hevdsrætt« og um samráðingarnar, sum hava verið. Adolf Hansen vildi vera við, at Jógvan Sundstein (hann var samráðingarleiðari, tá fundur var við donsku stjórnina í januar, blaðm.) hevði avreitt undirgrundina og ráevnini í henni. Adolf Hansen segði, at hann hevði lisið heimastýris- lógina fleiri ferðir, men dugdi ikki at síggja, at danir eiga undirgrundina. Framsegumaðurin hjá framburðs- og fiskivinnu- flokkinum vísti á, at feroy- ingar høvdu brotið royðu og kol, og grót á hverjum ári í 34 ár. uttan at spyrja danir. Tí metti Adolf Hansen, at føroy- ingar hava »hevdsrætt« yvir undirgrundini. Seinni i tjakinum skyrdi Framhald å sidu 16 Skjal burturblivid i Tinganest Petur Reinert heldur, at Adolf Hansen slettis ikki vildi hava fiskasølu — men vildi aftur ímóti sleppa í Tingið Hóast fólk í landsstýrinum hava grópað, so finna tey ikki eitt rættuliga týðandi skjal. Heldur ikki tåverandi formaðurin í MU, núver- andi løgtingsmadurin Adolf V. Hansen, hevur skjalið. Hann sigur seg enntá ikki hava sæð tað. Løgtingsmenn fara ofta víðan, tá mál eru fyri. Eisini tá útvarpsmikrofonin ikki er frál Og Jógvan Sund- stein — sum tann lagaligi tingformaður, kanska ov, hann er — letur hann menn tosa um bæði eitt og annað Soleiðis var eisini mána- dagin, tá eitt mál um undirgrundina var fyri. Adolf Hansen skuldsetti bæði Jógvan Sundstein og Erlend Patursson fyri at hava avreitt undirgrund- ina. Tað høvdu teir gjørt við legtingssamtyktini i 1975. Ti, sum, Adolf Hansen segði, so stóð einki um undirgrundina í Heima- stýrislógini. Og tå føroyingar høvdu bædi brotid roydu, kol, grót 0.s.fr. hava teir »hevdsrætt« yvir henni. Ti var óneyðugt at spyrja danir um undirgrundina, vildi Adolf vera við. Orð økst av orði. Erlend- ur, Petur og Adolf runnu um kapp niðan á rød- arapallin og farið varð aftur í tíðina til útróðrarverk- fallið. — Tá, segði Erlendur, hevði Adolf á einum fundi á kajuni lovað monnum eina alternativa fiskasølu. Men hon var ikki komin enn. Hetta fekk Adolf at minna Erlend å eitt annad fiskasøluprojekt i hálv- tryssunum. — Sum vit, sum ganga i ulpu, eru vi8 at betala undirskotid av, segði Adolf. Og Adolf minti Tingið og åhoyrarnar å ein annan »kei-fund«, tå tjóðveldis- menn gingu kravgongu út å kajuna i 1959 fyri at taka ímóti einum løgmanni. Sum, eftir tjóðveldis- mannaáskoðan hevði av- reitt Føroyar til Nato. Men —fiskasølan hjá Adolf er ikki komin. Og skjalið, sum er burturbliv- ið, snýr seg um hana. Tað var Petur Reinert sum vísti á, at Meginfelag Utr6årarmanna hevði fing- ið undirskriftirnar frå ollum tåverandi landsstyrisflokk- unum um, at MU skuldi fåa alla hjålp og studul frå tåverandi samgongu, um MU kom við konkretum og realistiskum ætlanum um eina valternativa fiska- sølu«, sum Petur Reinert målbar seg. Adolf var ikki seinur at svara, at hann hevði hoyrt um hetta skjal, men onga- tíð sæð tað. Og Atli Dam mátti eisini upp at vátta, at tað pass- aði sum Petur hevði sagt, hann hevði eisini hoyrt, at skrivið var burtur, men meinti at tíðindi máttu finnast um hetta í arkiv- inum hjá útvarpinum — frá teimum rokmiklu døg- unum í juni 1975, tá fleiri hundrað útróðrarmenn invaderaðu Havnina. Annars illgitti Petur, at tað var ikki eina fiskasølu Adolf hevði í kvittanum... men niðan í Tingið! Og nú Adolf íkki er í leiðsluni í MU er kanska ein alterna- tiv fiskasøla í ljósmála, segði Petur Reinert. A pe ENE —— ; Í