Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-02-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. februar 1982síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SO EL tn SOSIALURIN Vilhelm Johannesen um fyrstu fíggjarlógina hjá »sparilandsstyrinum«: Síða 7 Í hesum partinum av réðu síni undir viðgerð- ini av fíggjarlógini vísir Vilhelm Johannesen m.a. á, at småplåssini eru við sviðið soð á samferðslugkinum í komandi fíggjarlóg Uppskotið til fíggjarlog- tingslóg fyri fíggjarárið 1982/83 javnvigar við 942 mió. og 650 tús. kr. Í mun til galdandi fíggj- arløgtingslog, er hetta ein vekstur uppá heili 25 pst., og samstundis er hetta fyrsta fíggjarlógarupp- skotið, ið tað sokallaða sparilandsstýri hevur lagt fram og sostatt ber alla ábyrgdina av. Hóast sitandi landsstýri av egnum ávum hevur tilognað sær heitið spari- landsstýrið, so er torført at fáa eyga á nakra veru- liga sparing á hesum fyrsta fíggjarlógarupp- skoti tess. Fingið alt sum biðið er um Uppskotið er sum nevnt 25 pst. sterri enn galdandi fíggjarlóg og ganga vit fylgisskjølini ígjegnum, kunnu vit sláa fast, at so at siga allir stovnar hava fingið tær upphæddir, ið hesir hava biðið um. Hetta var ikki vanlig manna- gongd undir seinasta landsstýri, sum fekk skotið í skógvarnar frá sit- andi legmanni og parta- monnum hansara, at tað rak ein ábyrgdarleysan fíggjarpolitikk og at tað oyðslaði við almennum peningi. Heilt nágreinliga plagdi undanfarna landsstýri at ganga ell ynskini frá stovnunum igjøgnum. Stovnsleiðarar vórðu ofta boðsendir at prioritera ynskini yvir fyri lands- stýrinum. Nekur av ynsk- inum vórðu so tikin við, meðan onnur vórðu noydd at bíða til næstu fíggjar- lóg. Tá vit lesa hetta fíggj- arlógaruppskotið, við- merkingarnar til upp- skotið og fylgisskjølini, fáa vit varhugan av, at hendan mannagongdin ikki hevur verið nýtt av sitandi landsstýri. Fiskivinnan næstan óbroytt Fimm tey sterstu telini á fíggjarlógaruppskotinum eru annars: 1) $ 16. Fiskivinna, sigling politikkur o.t. 237 mió. og 210 tus. kr. 2) $ 19. Almenn forsorg 153 mið. og 877 tús. kr. 3) 8 13. Samferðslumál 145 mió. kr. 4) $ 14. Skúlamál 79 mió. og 899 tús. kr. og 5) $ 12. Heilsumál 72 mió. og 604 tús. kr. Hesar fimm greinirnar hava nú í fleiri ár verið fimm tær sterstu og í mun til hverja aðra hava tær eisini staðið í somu reð sum nú. Samanbera vit fíggjarlógaruppskotið við galdandi fíggjarlóg síggja vit, at $ 16. Fiskivinna, sigling o.t. er nærum óbroytt, at $ 19. A' menn forsorg er hækkað við nærum einum triðingi, at $ 13. Samferðslumál er nærum tvífaldað, meðan $ 14. Skúlamál og $ 12. Heilsumál eru hækkaðar í minni mun. Samferðsla næstan tvífaldað Hóast framsegumaður okkara bæði hevur tosað generelt um fíggjarlógar- uppskotið, eins og hann hevur vidgjørt tær einstøku greinirnar, fari eg at loyva mær at triva i nakrar av teimum ein- støku greinunum. Ég hugsi í fyrsta lagi um $ 13. Samferðslumál. Her kunnu vit sláa fast, at meðan 83 mió. kr. standa undir hesi grein í verandi fíggjarári, so er skotið upp her, at seta talið til 145 mió. kr. í komandi fíggjar- ári. Sostatt er upphæddin til samferðslumál á fíggj- arlógini nærum tvífaldað. Og sjálvandi er tað forvit- nisligt hjá okkum ting- monnum at vita, hvussu hetta stóra tal ætlandi verður nýtt, hvussu tað verður lutað ímillum tey ymisku økini í landinum, eitt nú ímillum meginøkid ødrumegin og tey ymisku útjaðaragkini hinu megin. Eingi fylgisskjøl til samferåslu Men tá vit só fóru at blaða í fylgisskjølunum til fíggj- arlógaruppskotið, fyri har at finna fram til, hvar og hvussu hendan upphædd ætlandi verður nýtt, os funnu vit onki. Ikki eitt orð og ikki eitt tal. Fylgis- skjølini til hesa greinina, ið er tann triðstersta á fíggjarlógini, og sum stendur fyri tí størsta vøk- strinum í mun til verandi fíggjarlóg, sum vórðu løgd fram her á tingi í gjár, hava í slakar tveir mánaðar verið eitt duls- mál bæði fyri legtinginum og fyri almenninginum. Og hetta er helst eisini fyrstu ferð í seguni at ein fíggjarlóg er løgd fram í smáum. Einki til útjaðaran Hinvegin lá eitt broyting- arskriv til grein 13. saman við fíggjarlógaruppskot- inum og fylgisskjølunum. Á sjálvum fíggjarlógar uppskotinum frá lands- stýrinum stendur, at 6 mió. kr. verða settar í grunn til berghols- og brúgvagerð, stendur, at hetta talið skal broytast til 0. Vit eru fleiri, ið skilja hesa hálvkveddu vísu landsstýrisins. Samlaða almenna pen- inganytslan til sam- ferðslumál verður nærum tvífaldað við hesum fíggj- arlógaruppskotinum. Tal- an er um eina hækking úr 83 mió. uppí 145 mió. kr. Men ongin króna skal eftir landsstýrisins ætlan nýt- ast til sekunderar vega-, brúgva- og bergholsgerðir. Tað vil siga, at vegir, brýr og berghol ikki verða gjerd til smáplássini í út- jaðaragkinum. . Strandferðslan skal skerjast Ein av teimum fáu al- mennu stovnunum, ið veruliga fær álagt at spara, er Strandfaraskip Landsins. Í verandi fíggjarári fær strandferðs- lan væntandi umleið 32 mió. kr. úr landskassanum og her verður skotið upp, at stovnurin í komandi fíggjarári ikki skal hava meira enn 25 mió. kr. ella 7 mió. kr. minni enn í hesum fíggjarárinum. Hetta, at tænastuvirksemið hjá strandferðsluni verður skert, rakar tey fólkini, sum búgva í útjaðara- økinum, meðan hetta so at siga ikki sakar tey, sum búgva i meginøkinum. 75.000 kr. til bygda- menning Niðursteðan er nú tann, at Torført at fáa eyga á nakra sparing utjadaraøkini onga krónu skulu hava til sonevndar sekunderar vega- og berg- holsgerðir og at játtanin til strandferðsluna verður munandi skerd. Tá vit so síggja, at ein láturliga lítil upphædd uppá 75.000 kr. er sett av til bygdamenn- ing undir $ 19., so kann ein ikki lata verða við at spyrja, um hetta veruliga er álvara ella skemt, sum vit hava við at gera. Er hetta ikki at halda fólkið í útjaðaragkinum fyri tað turra spott? Og hava hesi fólkini ikki annað og betri uppiborðið. Men vit, sum vanliga sita her í tingsalinum, tá tingið av og á er saman, vit eru so vanir við, at samgongan við legmanni og stavnamanni fólka- floksins á odda argar, spei- rekur og flennur, eisini tá talan er um verulig álvars- mál, so okkum undrar tað á ongan hátt, um alt hetta bert er eitt lið í argingini, speirekingini og flenning- ini hjá løgmanni og sam- gonguni. Hálvur sosialráðgevi í Norðoyggjum Nú nevndi eg fyri letu síð- ani, at strandferðslan er ein av teimum fáu al- mennu stovnunum, ið veruliga fær álagt at spara. Eftir at eg havi leita við lykt og ljósi, havi eg funnið eina aðra spar- ing, og kemur hendan fram á ávikavist síðu 32 og síðu 34 í fylgisskjøl- unum. Her snýr tað seg um ein sosialráðgevara til Norðoyggjar. Í Norð- oyggjum er eitt ynski um at fáa ein sosialráðgevara settan. Til tess, at nøkta hesum ynski settu vit í seinasta landsstýri pening av til endamálið á gald- andi fíggjarlóg, men við tað at sitandi landsstýri setti tann sosialráðgev- aran at virka í Eystur- oynni og við skrivstovu í Havn, er spurningurin um at fáa ein sosialráðgevara at virka í Norðoyggjum aftur frammi í ár. Í Norðoyggjum er ynski um at fáa ein heilan sosial- ráðgevara settan burtur av, men her sigur lands- stýrið, at tað er nóg mikið við einum hálvum sosial- ráðgevara í Norðoyggjum og landsstýrið hevur harvið spart heilar 60.205 kr. Nú veit eg at fagnaðar- rómur verður mettur sum ósiður á tingi. Um hetta ikki var so, hevði eg skotið upp, at vit tingmenn lættu okkum á og róptu hurrá fyri okkara frálíka spari landsstýri, ið veruliga hevur megnað at spara heilar 60.205 kr ninginum um at seta ein sosialráðgevara at virka í í spur Norðoyggjum Global Chemical Tankers Ltd. Undir adru fíggjarlógini segði Hilmar Kass, at figgjarnevndin og Landsstýrið hevdu fingið vissu fyri, at hver einkultur parteigari sær hevur skuldbundið seg fyri dupulta upphædd av tí teknaða partapening- inum. Soleiðis fær hann eginpeningin til at verða 3 x 4,4 mill. kr. ella 13,2 mill. kr. Nu gangi eg ut frå, at Hilmar Kass veit, at ein partaeigari bert bindur seg fyri tann pening, hann hevur teknað í partapen- ingi. Skal hann bindast fyri meira, má tað fyri- liggja ein serstek avtala, sum fastleggur, hvussu nógv partaeigarin skal bindast fyri út yvir hans- ara lut í partapeninginum. Eg skal ikki siga, at ikki onkur einstakur av parta- eigarunum hevur gjert viðgerð av eina tílíka avtalu, men teir flestu hverki kenna ella hava undirskrivað eina tílíka avtalu. >...Visti einki um...“ Einki og ikki eisini Í tingfrásegnini um uppskotið um rentustudning var ein prentvilla komin fyri. Hetta var í samband við insinuatiónirnar, at javnaðarflokkurin skuldi kanska havt vitað, at landsstýrið arbeiddi við sama málið: >Hann (Vilhelm Johannesen) kundi upplýsa, at javnaðarflokkurin visti eisini um ar- beiðið í landsstýrinum<. Tað skuldi havt staðið Suðurstreymoyar Javnaðarfelag: Í skrivi frá initiativtak arunum til meguligar partaeigarar stóðu hesar reglur svart upp á hvítt „Ein av fordeilunum við hesum projekti er, at partaeigararnir bert skulu teknað 2—3 mill. kr partapeningi« Seinni fekk almenning- urin so at vita, at parta peningurin gjørdist 4,4 mill. kr. Á einum av fundunum upp undir stovnandi aðal- fund varð enntá upp á fyrispurning sagt frá einum av initiativtakarun- um, at partaeigararnir ikki skuldu bindast fyri meira pening enn tann, teir teknadu i partapen- ingi. Spurningarnir i Sosialin- um i sidstu viku eru ti enn ósvaraðir og haldast må framvegis, at nevndu stuðulslán og veðhald ikki eru lóglig! Ein id enn ivast åtta i Mettustovu. hava sagt nøkur orð. ymiskt. Aðalfundur hóskveldið i | Ársaðalfundur Suðurstreymoyar Javnaðarfelags í verður í annadkvøld, hóskveldið 18. februar, kl. | | | 1 | | Umframt vanligu dagsskrånna verður høvi at fåa ein kaffimunn, og ætlanin er eisini at fåa eitt orðaskitti i lag, eftir at umboð felagsins á løgtingi Á skránni er annars val av skattmeistara og trimum nevndarlimum, tveimum tiltakslimum, val av grannskoðara, frágreiðing frá nevndini, framlega av roknskapi, ásetan av limagjaldi og