Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-02-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. februar 1982síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

DM Síða 18 Fødingar Nytt i Sosialinum Ein tydandi tåttur i Sosialinum er at siga frå ti, sum hendir her å landi. Hetta kunnu vera stór og små tíðindi — tó ikki altíð eru tey um tað gleðiliga, sum hendir í ger- andisdegnum. Vit halda kortini, at tíðindi sum t.d. tá bern verða borin í heim, eru slík, sum hoyra við í tíð- indaflutninginum. Tí hava vit skipað fyri, at allar kvinnur, sum føde á sjúkrahúsi ella Landssjukra- húsinum fáa eina heilsu frá Sosialinum, har vit ynskja tillukku og bjóða at siga frá hesum í blaðn- um. Treytin er bert, at tann, sum fær kortið, sendir tað til okkara. Við vón um gott samstarv. Sosialurin. 3. februar fingu Jonna Wang Jensen, Sumba og Henrik Thomsen, Tveroyri tvíburðar, tvær detur. 4. februar fingu Riborg Joensen og Pól Eli Zachariassen, Eiði ein son. 4. februar fingu Arndis Jónsdóttur Henriksen og Jógvan Henrik Nicolajsen ein son. 6. februar fingu Kára og Jónsvein Poulsen, Skipa- nes ein son 7. februar fingu Hilda Vágseið, Tórshavn og Kar- mald Djurhuus, Vágur ein son. 12. februar fingu Elsebet og Fríálvur Jensen eina dóttir. 14. februar fingu Eskilda og Hjálmar Joensen, Toftir eina dóttir. Vælkomid “ lítla barn Tórshavnár byråd: Figgjarætlanin hækkar 10 pst. rætlanin i brovtingar, soleiðis ætlanin javnvigar 129,8 mill. kr Nu skal uppskotid til Nøkur ungfólk úr Ung- mannafelagnum Eydnuni å Oyrarbakka hava aftur i ár tikið seg saman at spæla ein sjónleik fyri at fíggja tað stásiliga húsið, ið Eydnan hevur bygt Hesaferð er tað leikurin „Brúdleyp, hóast alt«, sum teir báðir Franz Arnold og Ernst Bach hava skriva. Bergur Jo- hannesen av Oyri hevur umsett til føroyskt Hesin sjónleikur er ikki ólíkur hinum leikunum, sum Arnold og Bach hava skriva, tað er skemt frá byrjan til enda Gongdin í leikinum er í stuttum tann, at hevuðs- leikarin Otto Pederstrup (Eilif Debes) skal giftast við einari ungari damu Anna Maria Sommer (Una Højsted). Orsekin til at henda unga genta vil gift- ast við Otto, sum hóast alt er komin eitt sindur til árs, er, at hann hevur bjarga henni undan at drukna tá tey av tilvild bæði hevdu verið í feriu í Spania Men dagin fyri brúd- leypið greiðir hann vin- monnum sínum, Kajer- mann byggimeistara (Magnus Hansen) og Hoppermann protessara (Dánial Olsen), frá hvussu veruliga bjargingin var farin fram. Otto dugdi nevniliga ikki at svimja, so hann hevði fingið ein sjómann at svimja út eftir Onnu Mariu, og hevði goldið honum 100 kr. fyri ómakin. Tá Anna Maria raknar við aftur, liggur hon i fevninginum á Otto, so hon heldur, at tað er hann, id hevur bjarga henni. Men tann vanlukku Hoppermann loypur av óvart fram av, og kemur at siga fyrrverandi drongi hennara frá rettu til- gongdini. Og hann letur hetta ikki tigandi um seg ganga, og har gerst rætti- ligt rok, so mikið, at brúd- leypi hjá Onnu Mariu og Otto verður av ongum. Men sum heitið á leik- inum fortelur okkum, so verður brúdleyp hóast alt. Og ikki bert eitt, men tað endar við, at tey flestu, sum leikurin er um, giftast við hverjum eðrum. Væl leiktur Tað er sum nevnt Eilif Debes, sum hevur hevuðs- leiklutin sum Otto Peder- strup, og tað má sigast, at hann megnar hesa uppgávu sera væl. Tað liggur væl fyri hjá Eilif at hava henda skemtiliga leiklut, sum krevur nógv av leikaranum. Danver Debes hevur leiklutin sum Ketty, dóttir Otto, og Elseba Dahl leikar frú Matilda Sommer. Tær greiða leiklutir sínar væl, tó at tær viðhvert vóru heldur spakmæltar. Una Hejsted hevur leik- lutin sum Anna Maria Sommer. Una leikar altíð væl, og hesa ferð var held- ur ikki nakað undantak. Sama kann sigast um Ber- gur Johannesen, sum leikti bókaormin Dr. Valdemar Meberg. Tó hevði tað ikki verið til nakran skaða, um hann gjørdi meira burtur úr hesum leikluti Kajermann og Hopper- mann. vinmenninir hjá Skemt fyri allar Otto, verða leiktir av ávikavist Magnus Hansen og Dánial Olsen. Hesir leiklutir eru kanska ikki altíð so torferir, men tú leggur merki til, at hesir leikarar megna uppgávu sína sera væl. Snorri Wang hevur leik- lutin sum Óli Ryggini- hólm, sjómaðurin sum bjargaði Onnu Mariu á sinni. Stuttligt var at síggja, hvussu væl hann kom frá hesum leikluti. Hesin leiklutur krevur at leikarin = gerst heldur ógvusligur við hvert, og tað var Snorri eisini. Tó haldi eg, at hann megnaði tað betur, tá eg sá leikin undir venjingini, enn ta ferðina, eg sá hann alment framferdan. Sama kann sigast um Birtu Petersen. Hon hevði leiklutin sum Theresa, húshaldirskan, sum hevði til uppgávu at halda seingina hjá Otto heita, bæði við varma- dunki og á annan hátt. Undir venjingini hevði hon fyri at hirsa í fyri klæði, og tað myndaði ógvuliga væl hennara snarpa sinni. Undir al- mennu framferðslunum hevði Birta ikki hesa >de- talju« vid, og tað gjørdi hushaldirskuna meira Sudurstreymoyar Javnaðarfelag: Aðalfundurin út- settur Eftir fleiri áheitanir út- setti nevndin í SSJ aðalfundin, tí ein al- mennur fundur var í KFUM undir heitinum „Kann ein kristin vera SOSIALURIN stillføra, enn hon átti at vera. Men annars greiddi Birta leiklutin væl, og tað lá væl fyri hjá henni at bíta frá sær. Frits Olsen, heryvir- maður og drongurin hjá Onnu Mariu, var leiktur av Kára Andreasen, meðan hinir leiklutirnir sum tænastufólkini hjá Otto, Jergensen og Emma, vóru leiktir av Hera Andreasen og Gunnvu Andreasen. Teirra leiklutir hevdu eingi serlig sermerkir, men tey leiktu væl og vóru ongantíð í iva um, hvat tey skuldu gera. Leikstjóri er Rosa á Rógvu, og tað má sigast, at hon hevur fingið heilt væl burtur úr. Sminkuna tók Anna Johannesen sær av, og hon greiddi hetta máliarbeiði væl úr hond- um. Samanumtikið ein sera skemtiligur leikur, sum avgjert er verdur at ofra nakrar minuttir upp á. So um tú ert í iva um, hvussu tú skal fáa stytt tær um letur, so fær á Oyrarbakka og hygg eftir hesum leik- inum. Tað verður tú ikki svikin av! Sofus Johannesen sosialistur?« sama kveldið. Aðalfundurin er nú settur til 1.3. kl. 20,00 í Mettustovu. Føstulåvintshald Tysdagin 23. februar kl. 20 hevur Kvinnufel- agið føstulåvintshald í Mettustovu.