leygardagur 20. februar 1982síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN Síða 17
Skeið í einstøkum
lærugreinum
Fyrireiking til prévtøku í einstøkum lærugreinum á víð-
kaðum skeiði fyri 9. og 10. árgang fólkaskúlans byrjar um
miðan august 1982.
Eins og fyri TF (teknisk fyrireiking) áður fer nýggja undir-
vísingin fram á kvøldskula.
Lærugreinar, ið næmingarnir kunnu fáa frálæru í, eru: rok-
ning/støddfrødi (matematikk), alisfrødi/evnafrødi
(fysikk/kemi), danskt, enskt og tyskt.
Áhugaði eiga at venda sær til skúlans skjótast tilber fyri
at fáa útflýggjað upptøku-umséknarblød, ið mugu verða
útfylt og latin skúlanum aftur í seinasta lagi 15. juni 1982.
Tekniski Skúlin
Térsgøta 21, Tórshavn
Tekniskir Assistentar
Dagskúlaundirvísing fyri tey, ið ætla sær at útbúgva seg til
tekniskar hjálparar, byrjar 2. august 1982.
Upptøku umséknarblød og nærri upplýsingar um
upptøkukrøv, lesnaðartíð, studning, innivist v.m. fåast við
at venda sær til skrivstovu skúlans.
Tekniski Skúlin
Térsgøta 21 — Tórshavn
TIf. 11957
Hava tygum postgirokonto, kunnu tyg-
um lætt og bíliga flyta pening til allan
heimin.
Nærri upplýsingar fáast við at skriva
ella ringja til okkara
Postverk Foroya
Postgirostovan
J. H. Schrøters gota 9
3800 Tórshavn
tif. 13056 13066
Kunngerð
frádrátt fyri ferðing millum bústað og arbeiðsstað,
dupult húsarhald v.m.
Við heimild í 8 9 í legtingslóg nr. 50 frá 2. juli 1963 um landsskatt og
kommunuskatt við seinri broytingum hevur Líkningarráð Feroya fyri
sett hesar upphæddir at galda fyri skattaárið 1982/83.
$1.
1. stk. Tær í 8 9 petti 8 a nevndu útreiðslur til ferðing við bili millum
bústað og arbeiðsstað verða loyvdar frádrignar við 0,70 kr. fyri hvønn
koyrdan km.
2. stk. Útreiðslur eftir 1. stk. verða tó bert loyvdar frádrignar fyri eina
ferð aftur og fram dagliga.
3. stk. Kann almenn ferðsla verða nýtt í staðin jvf. 8 9, petti 8 b, verður
frádráttur tá bert loyvdur åjavnt við ferðakostnaðin við almenna rutu-
sambandinum, við ferðaseðlaprísinum á hægsta avsláttarstigi sum
grundarlag, t.d. eftir prísinum á mánaðarkorti. Um ferðaseðlaprísurin
við almennum rutusambandi vegna tørvandi avslåttur er hægri enn frá-
drátturin eftir 1. stk. verður fyrisetningurin í 1. stk. galdandi.
4. stk. Kann almenn ferðsla bert nýtast ein part av ferðaleiðini, verður
frádrátturin roknaður eftir ferðakostnaðinum, har almenna rutusam-
bandið kann nýtast. Reglurnar í 1. stk. verða so nýttar fyri hin partin av
ferðaleiðini.
4. stk. Kann almenn ferðsla bert nýtast ein part av ferðaleiðini, verður
frádrátturin roknaður eftir ferðakostnaðinum, har almenna rutusam-
bandið kann nýtast. Reglurnar í 1. stk. verða so nýttar fyri hin partin av
ferðaleiðini.
5. stk. Tær í 8 9 petti c nevndu útreiðslur fyri innanoyggja ferðing millum
bústað og arbeiðsstað sjóvegis verða loyvdar frådrignar åjavnt við út-
reiðslurnar, tó ongantíð meira enn svarandi til ferðakostnaðin við al-
mennum rutusambandi við ferðaseðlaprísinum á hægsta avsláttarstigi
sum grundarlag, t.d. eftir prísinum á mánaðarkorti.
6. stk. Kann ferðing sjóvegis bert nýtast ein part av ferðaleiðini, kunnu
reglurnar í 1. stk. verða nýttar fyri hin partin av ferðaleiðini.
7. stk. Tær í 1.—6. stk. nevndu útreiðslur kunnu tó bert frádragast í tann
mun samlaða upphæddin fer upp um 1.500 kr. árliga.
52.
Tær í 8 9, petti d, nevndu útreiðslur fyri ferðing millum bústað og
arbeiðsstað uttanlands verða loyvdar frádrignar, tá ið útreiðslurnar
kunnu skjalprógvast, tó bert í tann mun samlaðu útreiðslurnar fara upp
um tær í 8 1, 7. stk. nevndu 1.500,— kr.
83.
1. stk. Tær í 8 9, petti 8 e, nevndu útreiðslur fyri giftan persón, sum flytir
í aðra kommunu fyri at arbeiða har, verða loyvdar frádrignar við hesum
upphæddum:
A) Fyri leigu av høli verdur loyvdur frådråttur vid 600,— kr. um månadan
B) Fyri eykaútreiðslur til kost verður loyvdur frádráttur við 17,— kr. fyri
hvønn arbeiðsdag.
2. stk. Útreiðslur eftir 1. stk. verða tó bert loyvdar frádrignar í tann mun
samlaðu útreiðslurnar í A) og B) samanløgdum fara upp um tær í 5 1, 7
stk. nevndu 1.500,— kr.
3. stk. Frádráttur eftir 1. stk. verður bert loyvdur giftum persóni, sum
flytir í aðra kommunu fyri at arbeiða har, og sum hevur húskið eftir í
heimakommununi, og bert um ikki er gjørligt at koma aftur og fram
millum arbeiðsstað og bústað dagliga. Somuleiðis er frádrátturin treyt
aður av, at skilliga verður uppgivið navn og bústaður á honum, ið leiga
verður frá, og skal leigutíðin somuleiðis tilskilast.
84.
1. stk. Tann i 8 9, petti 8 f, nevndi frådråttur fyri persén, sum vid loyvi frå
landsstýrinum hevur útvegað sær avlamisakfar eftir reglunum í løg-
tingslóg um innflutningsgjald, er 6.000,— kr., tó í mesta lagi åjavnt við
lønarinntøkuna. Frádrátturin er treytaður av egnu ferding millum bústað
og arbeiðsstað.
2. stk. Teir í 88 1, 2 og 3 nevndu frádráttir eru eisini galdandi fyri persón,
ið hevur avlamisakfar, tó framvegis í mesta lagi åjavnt við lønarinn-
tøkuna.
Henda kunngerð fær gildi frå og vid skattaårinum 1982/83.
Tórshavn, 18. februar 1982
Likningarråd Føroya