mikudagur 24. februar 1982síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Gandakallurin Eli
Dimmalætting 18.2. ber
við stórari yvirskrift tey
gleðiboð, at vegurin til
Múla fer í gerð áðrenn |.
apríl í ár
Hetta er sjálvandi at
fegnast um, men at geva
Eli Nolsøe og honum
einsamellum heiðurin fyri
hetta tykist mær ovboðið.
Vit eru fleiri — uttan
mun til politiskan lit, sum
nú í mong ár hava arbeitt
fyri at fáa henda veg. Vit
hava skrivað lesarbrev,
tosað við landsstýris- og
legtingsmenn og ennta
skriva brev til onkran
landsstýrismann persón-
liga. Góðar kreftir á tingi,
kanska serliga mín egni
partamaður fyri Norð-
oyggjar, hava eisini
strongt á fyri at fáa
hendan vegin gjørdan við
ti úrsliti, at ein ávís pen-
ingaupphædd er sett á
fíggjarlógina til hetta
endamál.
At so Eli Nolsee nú ein-
ans við einum fyrispur-
ningi skal eiga allan heið-
urin, er ófatiligt. Hann
man vera ramari í gangi
enn gamli Guttormur
Múla sjálvur var. Men alt
í lagi, so vita vit tað.
Tá vit eftir henda dag
ynskja okkurt landsgagn-
ligt framt (sum t.d. veg til
Kunoyar bygd ella berg-
hol til Trellanes) er tað
tápuligt at brúka tíð og
megi í fleiri ár upp á at
sannfera okkara fólka-
valdu menn um, at okkara
krav er rímuligt og má
gjøgnumførast.
Vit kunnu bara bidja Eli
Nolsøe um at seta ein fyri-
spurning, so er málið
greitt. Hokus, pokus,
keine Hexerei, nur ELI.
Jonhild Danbjørg Heinsen
Kristilig »duel«
i KFUM
A fundi i KFUM var
hópur av fólki komin
saman.
Fundurin ið bar heitið
KANN EIN KRISTIN
VERA SOSIALISTUR,
hevði savnað fleiri fólk
enn vanligt er at kunna
savnað eitt hóskveld í
Havn.
Tá ið vit so komu innar,
kundu vit ikki annað enn
fegnast yvir, at fólk við so
ymiskum meiningum,
átrúnaliga og politiskt,
sita her og syngja. Men so
kemur hugsanin seinri
sum kveldið líður, hvat
var tað verunliga, ið dróg
so nógv fólk saman: var
tað samanhaldið ímillum
førovingin, ella var tað
fyri at verja ein ella
annan.
Sum ein av lurtarunum,
vil eg siga, at ongantíð
havi eg hoyrt, at kristin-
dómur er førdur fram á so
lágum plani. Hvat var
ætlanin við hesum fundi,
er tað mangur, ið spyr!
Um panelluttakararnar
vil eg siga, at Atli Dam
kom við einari sera greið-
ari frágreiðing um evnið.
Hvat løgmadur og
Magnus Simonsen
meintu, skilti fåur, uttan
tad, at teir vid sinum ringa
vilja ikki kundu ella vildu
skilja hvi og hvar munur
er imillum sosialismu og
kommunismu
KFUM hevur nokk havt
grund fyri at fáa
emma
Ee —————A——— ||
Lýsið í sosialinum
henda fundin í lag, sjálvt
um tað ikki tykist hava
nakað við tað arbeiðið, ið
KFUM annars ger dag-
liga, og sum vit hava stóra
virðing fyri. Men eg fari at
spyrja, um tað ikki er
nakað mark fyri, hvat fyri
lýsingar, ið verða lisnar í
kirkju okkara. Skal
kirkjan kanska til at
sortera, hvar ið limir sínir
hoyrir heima politiskt.
Ja, tíðirnar broytast,
tað hoyrdu vit eisini hetta
kveldi. Og nógv gott varð
eisini sagt, og eisini varð
lisið úr halgubók. Men
skal hetta vera vanligt á
politiskum fundum í fram-
tíðini? Ja, so mega vit
venja okkum við hetta
eins og feroyingar skuldu
venja seg til tað, tá sekt-
irnar komu — og tá kingo-
sálmarnir fóru úr kirkjuni.
Men tó hevur eingin
givið okkum tað vald at
dema hvenn annan, hvat
rætt er átrúnaliga. Men vil
eg siga, sum Atli Dam
segði, at kristin ella ikki
kristin tað er ein persón-
lig uppger, ið skal til — vit
kunna ikki avgera í flokk
um ein er kristin ella ikki.
Henda kristiliga duellin
er vónandi tann fyrsta og
seinasta av sínum slag.
Hver ið vann er mær
ókent, men vinningurin
man bert vera tað, vit van-
liga kalla »løtuvinningur«.
Ein kristin sosialistur
SOSIALURIN
Vilhelm Johannesen, um fíggjarlógina, sum hækkar
við 25 prosentum:
Pástandurin at undanfarna
landsstýrið oyðslaði fallin til
jarðar!
Í pensiónsmálum
hevur sitandi lands-
stýrið sýnt slíka
líkasælu, at hækk-
ingin til føroysku
pensiónirnar er
strokin á donsku
fíggjarlógini. Hetta
vísir Vilhelm Jo-
z z
hannesen m.a. å i
hesum tridja part-
inum av røduni,
hann helt undir við-
gerðini av uppskot-
inum til fíggjarlóg
fyri 1982 —83
Annars er upphæddin
undir almannamálum $
19, hækkað við meira enn
einum triðingi í mun til
galdandi fíggjarlóg. Ur
110,5 upp í 153,9 mill kr.
Eftir at javnaðarflokkurin
í seinastu tingsetu reisti
spurningin um bjálving av
húsum hjá pensionistum
eru 3 mið. kr. settar av til
hetta endamál. Eisini eru
3,5 mió. kr. settar av til
brennistudning til pensio-
nistar.
Í 1980 fekk undanfarna
landsstýri endaliga semju
við ríkismyndugleikarnar
um at hækka fólka-, av-
lamis og einkjupensión-
irnar og um at broyta for-
sorgarlógina munandi.
Hesar broytingar vóru
mettar at kosta tilsamans
18 mió. kr. Tey endaligu
uppskotini til broyting-
arnar vórðu send frá
danska almannarådnum
til almannastovuna við
skrivi dagfest 5. desember
1980 eins og ríkiskassans
partur uppá 9 mió. kr. stóð
á donsku fíggjarlógini í
1981.
Hóast javnaðarflokk-
urin ferð aftaná ferð hevur
reist málið her á tingi,
hevur sitandi landsstýri
sýtt fyri at framt hesar
broytingar, og hevur
landsstýrið sýnt so stóra
líkasælu í hesum máli, at
tær 9 mió. kr., ið stóðu á
donsku fíggjarlógini í
1981, nú eru stroknar.
Hetta er vert at átala og
verður tað hervið gjørt.
Vit vóna at landsstýrið nú
tekur sær um reiggj í
hesum fyri okkara fólka-,
avlamis- og einkjupensio-
nistar so týðandi máli.
Uppskotini súltað
Bæði í hesi og í seinastu
tingsetu hevur javnaðar-
flokkurin reist fleiri mál
her á tingi. Eg kann nevna
málið um hækking av
følka-, avlamis og einkju-
pensiónini, málið um
bjálving av húsum til pen-
sionistar, brennistudning
til pensionistar, málið um
sosialar eindir, uppskotið
um, at tað almenna setur
pening í felag at rekja
millum landa sigling, upp-
skotið um at stovna parta-
felagið Føroya Agn-
goymslu við tí endamáli at
keypa, goyma og selja
okkara línuflota gott og
bíligt agn, uppskotini um
ein almennan byggi-
bugvingargrunn - og um
hægri rentustudning og
mong mong onnur. Nøkur
av hesum uppskotum
hava fingið skjóta viðgerð
og nekur av teimum hava
eisini fingið undirteku.
Hetta eru vit í javnaðar-
flokkinum sjálvandi fegn-
ir um og takksamir fyri.
Men onnur av hesum mál-
um eru reint út sagt súlt-
aði og tað eru vit ógvuliga
harmir um.
Lóg um vinnings-
steðg ikki virkað
Við tí rongu grundgeving,
at tað varð neyðugt at
útvega landskassanum
eykainntekur fyri at rinda
hallið á tveimum fíggjar-
lógum, samtykti sam-
gongan í september í fjør
eftir uppskoti frá lands-
stýrinum ymiskar broyt-
ingar í inntekulógunum.,
sum vórðu mettar at geva
landskassanum eina meir
inntøku uppá 50 mió. kr.
um árið
| hesum sambandi
komu vit í javnaðarflokk-
inum við einum fullfiggj-
aðum uppskoti um prís- og
vinningssteðg. Hesum
vildi samgongan ikki tkaa
undir við. Ístaðin varð ein
lóg samtykt, sum bert um-
fataði vinningssteðg, og
sostatt var ónýtilig.
Eg ætli mær ikki at
spyrja landsstýrið,
hvussu lógin um vinnings-
steðg hevur virkað, tá eg,
eins og allir aðrir brúkarar
kring landið, veit, at lógin
yvirhøvur ikki hevur virk-
að. Og ætlanin hjá lands-
stýrinum og samgonguni
var helst eisini tann at hon
ikki skuldi virka.
Barnafrádrátturin
hækkaði ikki
Í sambandi við somu
broytingarnar í innteku-
lógunum vístu vit javn-
aðarmenn á, at tá undan-
farna landsstýri og undan-
farna samgonga framdu
slíkar broytingar í inn-
tekulógunum, fingu låinn-
tøkurnar og tær barnaríku
familjurnar altíð kompen-
satión fyri slíkar hækk-
ingar.
Samgongumenn góvu tá
lyfti um, at landsstýrið
seinni skuldi koma við
uppskoti um at hækka
barnafrådrattin i lands-
skattinum og um at lækka
landsskattin hjå teimum
lægru inntøkunum.
Hóast landsstýrið í hesi
tingsetuni hevur lagt fram
uppskot um broytingar í
skattalógini, so umfata
hesar broytingar hverki
barnafrádráttin ella
skattastigan. Eg fari tí at
minna samgonguflokk-
arnar á lyfti frá september
i fjør.
Sparingin høvuds-
setningurin
Tå sambandsflokkurin og
sjálvstyrisflokkurin sótu i
andsteðu, brigdaðu teir
okkum, sum tá sótu í
samgongu, at vit róku ein
ábyrgdarleysan fíggjar-
politikk og at vit oyðslaðu
við almennum peningi. Ti
sitandi
slapp samgonga
ikki undan at hava al-
menna sparing sum
høvuds málsettning.
Hvssu gongur so vid
sparingini = hjá sitandi
landsstýri? Byrjað varð
fyri einum ári síðani. Tá
varð játtanin til strand-
ferðsluna avmarkað til 16
mió. kr. Urslitið er, at hes-
in stovnur hevur nýtt 32
mió. kr., ella júst tað
dupulta.
Pástandirnir at
undanfarna lands-
stýrið oyðslaði faln-
ir til jarðar
Nú hava vit so fingið tað
fyrsta fíggjarlógarupp-
skotið hjá sparilandsstýr-
inum. Tað er 25% sterri
enn tað seinasta fíggjar-
lógaruppskotið hjá undan-
farna landsstýri. Og so
mugu vit spyrja, hví tað
ikki ber til hjá hesum
landsstýrinum at spara.
Svarið er heilt einfalt
tað, at undanfarna lands-
stýri longu hevði spart alt
tað, ið meguligt var at
spara, og við hesum eru
pástandirnir hjá Paula
Ellefsen og sambands-
monnum, hjá Hilmar Kass
og sjálvstýrismonnum
um, at undanfarna lands-
stýri oyðslaði við almennu
m peningi, fallnir til jarð-
ar. Hesir pástandir eru
jarðlagdir av tykkum
sjálvum ella av úrslitinum
av tykkara egna fíggjar-
politikki.
Kunnu ikki semjast
at leggja frá sær
Vit, sum sótu í undan-
farnu samgongu fingu
skotið í skógvarnar at vit
vóru ósamdir. Og vit vóru
veruliga ósamdir í tí eina
málinum. Vit vóru so
óamdir í tí málinum, at vit
slerdu fast, at samarbeiðið
ikki kundi halda fram og ti
helt tað uppat. Vit mettu,
at tað bert kom at skaða
samfelagið, um vit, sótu
víðari so ósamdir vit vóru
í hesum máli. Eg haldi at
hendan fíggjarlógar-
umreðan meira enn nakað
annað hevur prógvað, at
sitandi landsstyri er
ósamt í ollum málum, og
tá landsstýrið kortini
verður sitandi so kemst
tað sjálvandi av, at teir
heldur ikki kunnu semjast
um at leggja frá sær.
i
|
|
Í
i
Í
|
RE
0 |