Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-02-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. februar 1982síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AK 0700 ar Pr SS, SOSIALURIN Atli Dam í KFUM: Djúpt samljóð - millum bod- skapin og javnaðar- hugsjónina — Eg havi kent nógv av teimum, sum stovnaðu javnaðarflokkin. Tey vóru djúpt gudrøkin og tað var djúpt samsvar millum boð- skapin og politikk teirra. Tey høvdu ein ålitisfullan Gud og kirkjan var horna- steinurin. Tey droymdu ikki um at verða skuldsett fyri at vilja avkristna. (Atli Dam á fundi í KFUM sein- asta hóskveld). — Kommunisman og sosialisman vóru í sínum uppruna antikirkjuligar. Hetta visir seg at slåa igjøgnum i øllum londun- um, har kommunisman slær igjøgnum. Eisini har kristin fólk hava banað veg fyri kommunismuni. (Pauli Ellefsen). — Sosialisman hevur sín uppruna í ídnaðarkollvelt- ingini, har tað ráddi um hjá eigarunum at fáa mest meguligan profitt, meðan fólkið hevði tað fátæks- ligt. Men kirkjan var altíð í parti við valdinum. (Andre- as Højgaard). — Sosialisman hevur til endamåls at beina fyri all- ari neyð. Og tað er gott. Men vandi er fyri, at fólk gloymir Gud í vælferðar- samfelagnum. (Magnus Simonsen). Eini 300 fólk høvdu leitað sær niðan í KFUM-hellina til panelfundin við heitinum: „Kann ein kristin vera sosia- listur?) Upprunaliga var mót- setningur Atli Dam segði, at tað var eingin grund at skeva út yvir, at upprunaliga hevði verið mótsetningur millum a- rbeiðararrersluna og kirk- juna. Hann vísti á ta seguligu gongdina, tá sosialisman tók seg upp undir ídnaðarkoll- veltingini. Tá vardi kirkjan valdsharrarnar móti tí lýð- andi fjøldini. Prestarnir blivu brúktir til at halda fjeldini niðri, og for- telja fólki, at tað var synd at krevja. — Hetta er orsekin til, at arbeiðararerslan var ímóti kirkjuni, segði Atli Dam og vísti á, hvussu kirkjan var í parti við zarinum í Russlandi, hvussu kirkjan var í parti við Mussolini í Ítalia og hvussu kirkjan fór í part við Franco í Spania. Ímóti kapitalinum Atli Dam ferdi í sama við- fangi fram, at tá borgarliga liberalisman kom upp, vendi hon sær eisini ímóti kirkjuni við kravi um rætt til frítt at tala og trúgva. Sum eitt aktuelt domi um, at í dag hevur kirkjan vent sær móti kapitalvaldinum, nevndi Atli Dam steðuna í El Salvador. Har er kirkjan farin í part við tí fátæku fjøldini, sum vil byta ognir- nar eðrvísi. Munandi broyting — Men munandi broyting er farin fram, segði Atli Dam. Og vit kunnu prísa okkum lukkulig fyri, at vunnið er á mótsetningunum statsvald og kirkja. Í dag tænir kirkjan samveruni manna millum væl. Atli Dam vísti eisini á, at ongastaðni høvdu kirkjur og trúarfeleg so góðar møgu- leikar at virka í, sum júst í teimum londunum, har sosial- demokratar hava havt avger- andi ávirkan á samfelagið. Milliónir av kristnum sosialistum Atli Dam segði annars, at spurningurin kundi svarast við at vísa á, at milliónir av sosialistum eru kristnir, limir í kirkjum ella trúarbólkum, ella liva eftir boðunum. Atli Dam helt hetta vera órelevant, men metti hin- vegin, at tað var relevant, at hesi kendu seg sum kristin og livdu eftir kristnu sidalæruni. Hann helt ikki, at sosialis- tiska hugsjónin forðaði einum kristnum at taka undir við sosialismuni. Og segði, at tað var djúpasta samljóð millum bíbliuna og so tað at liva í rættvísi. Atli Dam kom eisini inn á sosialistisku hugsjónina og segði, at demokratiska sosia- lisman miðjar ímóti einum felagsskapi, nekrum sam- virkandi almennum og priv- atum og privatum virksemi. — Men hetta er ikki nakað, i SE SS Teir fyra panelluttakararnir: Atli Dam, Pauli Ellefsen, Andreas Højgaard og Magnus Simonsen. Kjartan * Mørkøre, sum er ein teirra ið tekur sær av skrivaraarbeiðnum í KFUM, nú eingin fastur skrivari er, var orðstýrari sum Marx hevur funnið uppá, men er eitt aldargamalt fyribrigdi, segði Atli Dam Víkingarnir livdu í felags- skapi og tey fyrstu kristnu livdu í felagsskapi og býttu eftir tervi. Kunnu verða rakt Pauli Ellefsen endaði innlegg sítt nakað soleiðis : Kristin kunnu vera sosialistar ella kommunistar, men kunnu rissikera sjálvi at verða rakt. um eitt sosialist- iskt samfelag kemur á fetur. Pauli Ellefsen fór víða í innleggi sínum. Hann tosaði um kristin og religión og segði m.a., at tey engageraðu vóru ósamd um religiónina. Hann helt tað tí vera torfert at spyrja: kann ein kristin vera sosialistur. Eisini segði hann, at nógv kristin ganga inn fyri sosia- lismu og kommunismu, og vísti á, at hetta kunnu fólk loyva sær, um tey búgva í Feroyum ella í vesturheim- inum. — Men vendir ein spurnig- inum við og spyr. um ein sosialistur kann vera kristin í teimum kommunistisku lond- unum, so hevur hann tungt við tað, segði Pauli Ellefsen. Pauli Ellefsen segði, at kristin koma ikki langt upp í rangstiganum í teimum kommunistisku londunum. Menniskja í sentrum Pauli Ellefsen segði, at tað varð sagt um sosialismu og kommunismu, at tær settu menniskjað í sentrum. Tað skuldi merkt, at tær høvdu virðing fyri tí ein- staka. Men eystanfyri seta tey felagsskapin í sentrum. Einstaklingurin skal altíð spyrja seg fyri og kann einki gera, segði Pauli Ellefsen. Anker, Poul og Jens Otto Legmaður endaði sítt innlegg við at sitera, tvat tveir dansk- ir sosialistiskir forsætisráð- harrar og ein borgarligur for- sætisráðharri høvdu sagt um sosialismu og kristindóm. Anker Jørgensen hevur sagt í eini bók, at hann hverki trúði upp á »hann« í erva ella í neðra, men upp á felags- skapin — Her síggja tit felags- skapurin sum man skal akta, viðmerkti Pauli Ellef- sen. Poul Hartling hevur í eini bók sagt, at kristindómur og sosialisma kunnu ikki sam- einast Og um Jens Otto Krag siteraði Pauli Ellefsen. at hesin hevði havt áhuga fyri kristindóminum Ja, hann hevði verið trúgv- andi. Men so hevði hann fingið áhuga fyri sosialis- muni. Hann mátti velja og valdi sosialismuna. storan Trúgvandi í Sovjet Andreas Hejgaard segði seg ikki hava so nógv skil fyri kristindómi og enn minni fyri sosialismu. Hann »causeradi« ti. Vísti á ymisk segulig fyri- brigdi, tá sosialisman tók seg upp, tá kirkjan og valdsharr- anir fóru í part mót teimum fátæku, teimum sum tóku seg saman í arbeiðara- rørsluna og sum legdu grund- arlagið undir sosialismuni. Beinagrindin í innlegginum hjá Magnus Simonsen voru sitat av persónum og skrift- steð úr Bíbliuni. Somuleiðis vidgjørdi hann einamest steðuna hjá trúgvandi í Sovjet. Hann segði, at hóast Sov- jet-staturin hevði gjørt alt fyri at gera fólkið til ateistar, vóru tað fleiri trúgvandi enn nakrantíð áður. 150 milliónir av 250 milliónum. Magnus Simonsen kom eisini inn á humanismuna. Hann segði, at hon var lyk- ilin, vísindin, at fáa menniskju góð. Men hann helt, at humanistar máttu vera í dilemma, tí verðin gerst verri. Setti spurnartekin Av innlegginum hjá Magnus Simonsen skiltist, at hann setti spurnartekin við væl- ferðarsamfelagið. Hann segði, at tað var vandi fyri, at fólkið gloymdu Gud og sam- anbar við seguna um Nóa. Eisini segði hann, at ein“ hvor roynd at gera lond um til eitt materialistiskt væl- ferðarsamfelag, kundi enda í diktaturi. Annars helt Magnus Simonsen, at ein kristin kann ikki vera kommunistur, euro- kommunistur ella maoistur, ti hesar rerslur vildu útrudda kristindómin Tað sama helt hann ikki um sosialdemokratar ella javn aðarmenn Orðaskifti Eftir innleggini høvdu luttakararnir = stuttar við merkingar til tað sum hinir høvdu sagt. Somuleiðis fekk fundarfólkið hevið at seta fram spurningar Andreas Hejgaard vísti á tað, sum Magnus Simonsen hevði sagt um vælferðina, og spurdi, um hann meinti, at t.d. nekur skuldu hava tað minni gott og t.d. liva í ar- beiðsloysi. Men tað meinti Magnus Simonsen kortini ikki. Atli Dam harmaðist. at Magnus Simonsen og Pauli Ellefsen høvdu lyndi at gera sosialismuna í reinum formi til eitt Sovjetsystem Hann kundi ikki hugsa sær at bera í bøtuflaka fyri Sovjet Um »felagsskap« segði Atli Dam, at spurningurin var, hvønn felagsskap talan var um: um tey fáu skuldu hava valdið, ella vit skuldu hava eitt demokrati, sum loyvir tí einstaka at virka. og gevur honum meining í felagsskap- inum. Um tað at taka persónar fram, sum kundu vika argu- mentini hjá einum eðrum, so bar tað væl til, segði Atli Dam, men hinvegin kundi hann nevna persónar, sum hevdu virkað ovarliga í danska javnaðarflokkinum, samstundis sum hesir vóru frammaliga í tí kirkjuliga og andaliga lívinum. Sum der nevndi hann Bodil og Ha Koch Andreas Højgaard kom int á sekterismuna. Hann segð at sekterisma er ein profaner ing ógudilig-geran Jesu Kristi orðum. Gudsorð verður gjørt til fabriksmat til bollar og suppu verður varpað it se Andreas Højgaard Hann segåi seg trugva å humanismu, hoast nogv « var til Meðan Magnus Simonser helt, at kundi brovtast, so trúði Á Dam. at menniskjan ku? menniskjan kl gerast betri Magnus Simonsen vist Guðsorð um, at mennisk er trælur av syndini. Þær Jesus ikki fríað trælin, er hann framvegis í trælahusin um. Magnus Simonsen segði at vit mugu taka tað sum tað stendur. Einasti er, at Jesus broytir møguieK Ørkymlandi Neyvan nakar hevði vær at fingið eitt svar upp á Sj ningin á fundinum. No; høvdu óivað sett spur tekin við. um eitt veruli sakligt, orðaskifti kund fáast i lag. Onkur he kanska roknað við at fin,o0 greiðu á onkrum spurni um. Tað fingu tey megu! Men mong ristu við hø inum, tá tey aftaná fund fingu ein kaffimunn. Bað KFUM -arar, sosialistar og onnur u spjaldur. Og onkur segði Hatta var ørkymlan missions?