Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 161 - 24. august 2002 Nr. 161 - 24. august 2002 21 Eitt rættvíst samfelag: -Um javnað sum hugsjón í politiskari heimspeki Kim Simonsen »Javnaður er ein vælum- tøkt, men gátukent politisk fyrimynd« Ronald Dworkin Ávís virði, so sum rætt- vísi og javnaður, eru lykla- orð innan nútímans politik. Hesi eru oftani slødd í stevnisskráum hjá ymisk- um flokkum og eru, sum so nógv onnur orð í Føroyum í dag, endaði sum innantóm orðafelli og fastar vending- ar, ið ljóða væl fram undir val. Ikki er oftani, at polit- isk kjak ber nakran vegin í Føroyum, tí mangan vilja hvørki blaðfólk ella politik- arar sleppa tí heilt konkreta politiska málinum, og nær- um engin tosar um politiska vísindi og heimspeki, ið kann geva okkum eitt neyð- ugt mál og felags hugtøk, haðani vit kunnu læra at tosa um politisk virði fram- yvir. Oftani eru bøkur og greinar um politik bert um avleiðingarnar av einum førdum politikki, hesir spurningar eru bert um sannroyndir (emperi), með- an spurningar um politisk og etisk virði ikki eru em- piriskir í sjálvun sær, men ætlaðir tankar og fyrimynd- ir (normar). Handan politik finst heimspekin og vísind- in. Vit kunnu læra nógv av bókum um politik, politiska søgu og viðurskifti, men spurningar um almenn fel- ags poltisk virði eru meiri grundleggjandi og undir- støðuligir enn reinar sann- royndir. Skulu vit broyta politiskt fyritakssemi, framtakssemi, virkisanda og framfýsni eru vit noydd at tosa á einum máli, ið lýs- ir tey virði vit vilja fremja og virða. Men hetta felags mál hevur tað ikki gott, tí tey flestu kenna tað ikki, annað enn sum hugmynda- frøðiheiti, so sum liberal- isma, konservatisma, sosi- alisma, tey flestu vita ikki, at hesar leiðir kunnu stig- bendast, hava eina langa søgu, og at øll byggja á ávís virði og ymiska fatan av leiklutinum hjá menniskja- num í samfelaginum í dag. At kjakast um politik er ikki bert at taka eitt konkret mál í senn, men at duga at seta tað saman við øðrum málum og tí inn í ein størri samanhang. At vita nakað um politik er eisini at kenna politisku søguna, hugmyndafrøðir- nar. Ein framsíggin politik- ari við visjónum ella sam- felagsligum opinberingum má seta seg inn í, hvat hendir í heiminum í dag og kenna tær samfelagsligu broytingar og landvinning- ar innan politiska nýhugs- an, ið eru komnar fram í dag. Men hetta duga polit- ikarar ikki í Føroyum, tað er sum um tað mangan bert eru teir hálvvánaligu knokkarnir, ið hava klárað seg toliliga, sum kanska eru mátalig og hampilig fólk annars, sum umboða fólk- ið. Tey sum vilja fram í sam- felagnum og hava evni, halda seg langt vekk. Heimurin broytist, politisk hugmyndafrøði og tey virði, vit trúgva uppá, eru eisini undir broyting, tá vit í dag tosa um politik í Føroy- um kemur verulig hug- myndafrøði ikki framat, tí vit mangan bert verja tey virði og ta vísindi, ið boðar politiska nalvaskoðan og heimføðisskap, og ævigu tølandi hugmyndina um samband og loysing, sum tað einasta áhugaverda sjónarmiðið í føroyskum politiskum kjaki. Á henda hátt fasthalda bæði nationalistar og kon- servativir sambandsmenn alt kjak í tveimum skot- grøvum. Ikki er ofta, at hes- ir bólkar vilja »flúgva« upp á eitt metastøði, ið bjóðar kjak um meginreglur innan etisk og hugmyndafrøðislig virði í dag. Veruligar broyt- ingar krevja kjak, bardagar og eitt samfelag, sum vil hava kjak og vil hava broyt- ingar, eitt samfelag sum vil vera við í heiminum í dag, samstundis sum vit hugsa um øll, og at órættur og veruligur væntandi javnað- ur bert leiðir til ófrið, sum í seinasta enda kann oyði- leggja lívið hjá øllum. Neyðugt er at verja øll átak, sum fremja sosialt flytiføri (mobilitet), soleiðis at øll hava eins møguleikar at fáa part í t.d. vitan, størvum og útbúgvingum. Javnaður sum hugtak Hugtakið um javnað og um líkheit er avgerandi innan politiska heimspeki. Tey, ið trúgva uppá rættarsamfel- agið trúgva uppá líkheit innan lógina. Demokratar trúgva t.d., at øll eiga at kunna luttaka í politiskum lívi. Liberalistar, at øll eiga at hava atgongd til markn- aðin. Sosialistar, at samfel- agið skal skipast soleiðis, at øll fáa part í tí samlaða ágóðanum, lívsgóðskuni og vælferðini í samfelaginum. Men meiri alment kunnu vit tosa um at egalitaristar, t.v.s. ein persónur, ið held- ur, at øll skulu hava eins nógvar ágóðar í samfelagi- num. Hvussu vit so definera ágóðar og tiltøk sum tryggja henda javnað, gerst mangan ein aðalspurningur. Munur er eisini á, um ein heldur, at øll skulu hava rætt at forvinna og eiga tað sama, ella um øll skulu hava sama møguleika at fáa part í øllum hentleikum. Mangan hoyra vit, at fólk finnast at egalitaristum, og siga, at vit eru ikki fødd eins, at vit longu frá barns- beini eru ymisk, tí munur er t.d. á hvussu klók og vøkur vit eru, hvussu ríkar og um- sorgarfullum familjum vit eru av. Nøkur eru fødd við brekum og sjúkum o.s.fv. Men hesar atfinningar eru skeivar, tí hugmyndin er ikki, at vit øll eru eins, men at vit skulu gerast eins. Tað er ikki eins lætt at fasthalda, at menniskju ikki skulu javnmetast, bert við at siga, at tey í lívinum og í samfelaginum ikki eru javnsett. Rættvísi og javni At verja eina ástøði um rættvísi hevur í sær, at vit siga, at henda eina ástøðið er betri enn aðrar. Men eru etisk og politisk sjónarmið, betur enn onnur, eru hesi ikki øll bert einstaklings- bundin, subjektiv og tí par- tísk? Kunnu vit gera slíkar meiningar til nakað, vit kunnu hugsa rationelt um og kjakast um at grundgeva fyri? Fara vit til greska old- tíðarheimin, so vóru etikk- ur og politikkur partur av vísindini. Platon (ca. 428- 348 f.Kr.) og seinni næm- ingur hansara Aristoteles (384-322 f.Kr.) meintu, at vit við rationellum tonkum kundu koma fram til etiskar sannleikar. Soleiðis, at einki forðar okkum at halda, at ein ástøði um rætt- vísi er betur enn onkur onn- ur, og hin vegin eiga vit at krevja av einari ástøði, at hon er ein sonn ástøði um hvussu tað rættvísa samfel- Búskaparliga kreppan í tríatiárunum, sum danskur teknari lýsir hana… agið sær út. Seinni komu ensku empiristarnir, serliga David Hume (1711-1776), at seta stórar spurningar við hetta. Hume heldur, at moralsk- ar og etiskar orðingar, meiri er málberingar hjá tí ein- staka menniskjanum, ið sigur okkum um subjektiv- ar kenslur, sum hann sigur í »Encquiries Concerning Human Understanding and Concerning the Principles of Morals«, at: »Sum grundgeving er hetta ikki keldan, um so hesin fær mótstøðufólk í knæ; so er tað tó fáfongd at halda, at nakar logikkur finst, sum ikki tosar til kenslurnar, ið nakrantíð kemur at fáa hann at fevna um sannari grundreglur«. Moralskir dómar hava tí onki fatanar- frøðisligt virði, og eru tí at javnmeta við smaksdómar. Tað er t.d. torført at kjakast um kaffi smakkar væl ella betur enn mjólk. Politikur hevur í hesum »skúla« einki sannleikavirði, her er bert handfaring av hvørjum øðrum, listarbrøgd og goymdar snildir (manipula- tión). Slíkt opnar fyri mod- ernaðu fatanini av at allur moralur bert er fyri hin ein- staka, tí vit ikki kunnu grundgeva fyri hann, at hann tí bert er subjektivur, líkasum tá vit tosa um smak innan tapet, klæðir ella bil- ar. Men um ein persónur ikki trýr uppá demokrati, ella at jødar hava rætt at liva, so eru vit sambart hesa áskoðan noydd at góðtaka hesar »kenslur«, sum eins góðar ella sannar sum kensluna fyri mannarætt- indi. Tí er henda subjektiv- isma ein farlig relativisma, ið beinleiðis hóttir alt veru- ligt tolsemi, tí tolsemi, um hetta ikki er púra misskilt, umfatar ikki t.d. hóptýning, neyðtøku, morð og kríggj, sum eins stór framstig fyri mannaættina, sum kjak, demokrati og mannarætt- indi. John Rawls Í 20 øld. hava moralheim- spekingar roynt at seta tankarnar hjá Hume saman við etiskum og politiskum spurningum, og roynt at kjakast um spurningin um vit yvir jøvur kunnu kjakast rationelt um politiskar spurningar. Einki moder- nað kjak um politiska heimspeki uttan ameri- kanska heimspekingin John Rawls, sum í 1971 útgav stóra verkið: »A Theory of Justice«, har hann roynir at finna fram til, hvat javnað- ur ella líkheit er, og ikki minst um hetta kann grund- gevast fyri. Rawls roynir at seta fram grundir fyri einari verju av eini hugsjón, ið minnir um egalitarismu. Rawls er bæði ávirkaður av einari liberalari traditión, ið hevur røtur aftur til týska heimspekingin Immanuel Kant og enska John Locke. Men hin vegin hevur Rawls eitt ideal, ið minnir um vælferðastatin, tí hann heldur, at ágóðar skulu být- ast, soleiðis at tey sum eru ringast fyri, fáa eina so góða stóðu í samfelaginum sum gjørligt. Rawls roynir at grundgeva fyri eini ástøði um rættvísi, við at nýta eitt rættvísishugtak, sum skal vera vælgrundað, um tað er partur av eini breiðari umhugsaðari javn- vág. Henda javnvág skal passa saman við moralsk- um intuitiónum og undir- liggjandi ástøði. Við mor- alskum innlivingarevnum (intuitiónum) meinar hann, moralskir dómar, sum vit trúgva uppá. Og við undir- liggjandi ástøði, heim- spekisligar og vísundalig ástøði. Ástøði um rættvísi -Eitt neyðugt slør av vænt- andi vitan. Fremst í politisku hug- myndini hjá Rawls er tank- in og idealið um hin óvild- iga persónin, tí hansara ástøði tekur støði í einum sáttmálatanka, har grund- tankin er, at áðrenn eitt samfelag er rættvíst, eigur tað at byggja á tær grund- reglur, sum frælsir, javnt settir og rationellir persón- ar, kunnu gerast samdir um. Hetta er ein tanki um eina ideala støðu, har vit møta hvørjum øðrum í semju, og ikki vita nakað um onnur, men eru opin. Hetta er tað Rawls rópar hin uppruna- liga støðan, tí har høvdu vit kunna funnið eina semju um, hvussu samfelagið skal skipa rættvísi og javnað, tí tey høvdu ikki kunna hugs- að um egin áhugamál. Lættari er at fata hetta, um vit hugsa um børn, ið spæla saman sum koma av ymiskum sosialum, trúðar- ligum og rasuskildum bak- støði, men tí at børnini ikki vita tað, hevur tað ongan týdning. Upprunaliga støð- an, ella hetta slør av vænt- andi vitan, er ein støða, har øll vita um vanliga økono- misk, sosial, politisk og sál- arlig viðurskifti, men onga serliga vitan um onnur, tí tey kenna ikki ta sosialu støðuna, gávur, evni, styrk- ir og veikleikar og hvat hesi hugsa um tað góða, t.d. hvørjar ætlanir hesi hava framyvir. Handan slørið av vænt- andi vitan tryggja vit upp- runaligu støðuna, tí henda gerst eitt model fyri, at hin einstaki er gegnigur. Ratio- naliteturin er hann, at allir partar eru áhugaðir í at økja um allar sosialar ágóðar, ið eru til høldar, og tá teir ikki eru leiddir fram av øvund, ella altruismu, vilja teir hugsa, at um nógv er til fyri øll, er eisini eins nógv til ein sjálvan. Kravið hjá Rawls, ið hann útleiðir frá ástøðini um upprunaligu støðuna, er at sosial og fíggjarligur ójavnaður skal skipast soleiðis, at: 1. tey sum hava tað ringast koma at hava tað so gott sum gjørligt (different- ieringshugtakið) 2. at sosialar positiónir eru opnar fyri øllum. Fyrsta kravið kemur fram um tað næsta, tí betri fíggj- arlig støða fyri fjøldina, kann ikki rættvísgera, reinsa, orsaka ella umbera fyri at tey, ið eru verri fyri hava tað verri, enn tað er fyri neyðini. Soleiðis er tað ikki rationelt, at gjalda við t.d. politiskum frælsi, við fíggjarligum mótvirði. Onkrar keldur: David Hume: »Encquiries Concerning Human Under- standing and Concerning the Principles of Morals«. Oxford. 1996 Heine Anderssen & Lars Bo Kaspersen: »Klassisk og moderne samfundsteo- ri.« Keypmannahavn, 2001 Niels Holtung, Klemens kappel & Kasper Lippert- Rasmussen: Det retfærdige samfund - Om lighed som ideal i etik og politik. (handrit frá heimspeki- deildini í Keypmannahavn, 1 royndarútgáva). John Rawls: A theory of Justice. 1971 Thomas Nagel: »Equali- ty«. Í: Mortal Questions. 1979 Robert Nozick: Anarchy, State and Utopia. Leiðandi javnaðarmenn hittast í Stockholm í 1917 til eina friðarráðstevnu. Í mið- uni sæst Thorvald Stauning, sum var formaður í danska Javnaðarflokkinum og for- sætisráðharri í mong ár. Uttast til høgru sæst Friedrich Ebert, leiðari í týska javnaðarflokkinum Danir, ið leita sær í útlegd á Larsens Plads í Keypmannahavn. Málningur hjá Edvard Petersen 1890, Århus Museum. C M Y K 21 20