hósdagur 22. august 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 • hósdagur • 22. august 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
– Nýggja høllin fer at
fáa ómetaliga stóran
týdning fyri trivnaðin
í H71, sigur formað-
urin í H71, Andras
Poulsen
HONDBÓLTSHØLL
Páll Holm Johannesen
Leygardagin
verður
so
loksins høllin í Hoyvík ella
Hoyvíkshøllin sum hon
eitur tikin í nýtslu. Upp-
runaliga var ætlanin, at
høllin skuldi verða klár
longu í fjør, men hetta mis-
eydnaðist, og tí er høllin
seinkað eitt ár. Úr Hoyvik
verður sagt, at leygardagin
verður eitt lítið hátíðarhald,
nú høllin verður klár at taka
í nýtslu
Umboð fyri Tórshavnar
Býráð og H71 fara at flyta
fram røður leygardagin, og
eisini fer stjórin í Hoyvíkar
Skúla, Petur Dahl, at siga
nøkur orð. Aftaná hátíðar-
haldið verður ein dystur
millum H71 og KÍF.
Ætlandi er hondbóltsfel-
agið hjá kollfirðingum,
KÍF, eisini búleikast í høll-
ini hjá hoyvíkingum í vetur.
Umframt at venja har, fer
KÍF eisini at leika sínar
heimadystir í Hoyvíkshøll-
ini. Hetta verða sostatt
triðja høll, sum kollfirðing-
ar fara at leika í. Síðstu
árini eru bæði høllirnar á
Skála og Vestmanna nýttar.
Afturat honbóltfeløgun-
um H71 og KÍF, fer fim-
leikafelagið Ljósi eisini at
hava sínar venjingartímar í
høllini hjá hoyvíkingum í
vetur.
Hoyvíkshøllin ómeta-
liga stóran týdning
– Høllin kemur at fáa
ómetaliga stóran týdning
fyri trivnaðin í H71 í
framtíðini
So avgjørdur er formað-
urin í H71, Andras Poulsen,
um nýggju høllina í Hoy-
vík, sum verður tikin í brúk
leygardagin
Andras Poulsen sigur frá,
at seinastu mongu árini,
hevur H71 verið noytt til at
taka til takkar við teimum
tíðunum í høllini á Nabb og
Gundadali, sum hini ítrótta-
feløgini
í
Tórshavnar
Kommunu ikki hava skoytt
um. Hetta hevur, sambært
formanninum í H71, havt
við sær, at meginparturin
av venjingunum hjá felagn-
um hava ligið langt út á
kvøldi, og tað hevur verið
stak óheppið.
– Vit hava havt tíðir frá
klokkan níggju á kvøldi, og
úteftir, og tað ein ikki fram-
haldandi bjóða limunum í
H71, og tí kemur Hoyvíks-
høllin avgjørt í tøkum tíma,
greiðir formaðurin í H71
frá
H71 hevur umframt høll-
ina á Nabb og Gundadals-
høllina, eisini nýtt fim-
leikahøllina í Hoyvíkar
Skúla, og hóast felagið er
fegi um teir tímarnar, tað
hevur fingið, so hava venj-
ingarumstøðurnar seinastu
árini hjá H71 ikki verið av
teimum bestu.
Spurdur, um hvønn týdn-
ing høllin hevur fyri Hoy-
víksbygd, svarar Andras
Poulsen, at hann vónar, at
felagið kann bjóða ung-
dóminum í felagnum trygg-
ari karmar, tí sum áður-
nevnt, so koma venjingar-
tíðirnar at liggja væl betri
fyri, nú nýggj høll verður
tikin í nýtslu.
– Felagið hevur ikki altíð
havt so gott orð á sær, men
hetta er broytt seinastu
árini, og við nýggjari høll,
skuldu vit avgjørt havt betri
møguleika fyri at fáa ung-
dómin at støðast betri í fel-
agnum,
sigur
Andras
Poulsen
Umframt ungdómin, so
væntar Andras Poulsen, at
høllin eisini fer at hava við
sær, at flaggskipið hjá fel-
agnum, 1. lið, fer at fáa
betri úrslit. Andras vísir at
enda á, at onkrar vetrar
hevur 1. lið verið noytt at
vant í høllini Vestmanna, og
tað er ikki bestu umstøður
at bjóða bestu leikarunum í
felagnum.
Neistin missir heili
seks leikarar frá
liðnum í fjør, og
hevur tí leita sær
styrk úr Jugoslavia
HONDBÓLTUR
Páll Holm Johannesen
Eftir ætlan skal ein jugslav-
iskur bak-spælari spæla við
Neistanum í vetur. Úr
Neistanum verður sagt, at
hann kemur til Føroya um
vikuskiftið, og tá skulu so
síðstu smálutirnir fáast
uppá pláss.
Missa týðandi leikarar
Neistin missir fleiri týðandi
leikarar frá liðnum, sum í
fjør vann silvur bæði í
lands- og steypakappingini.
Kollfirðingurin
Heini
Joensen fer til Danmarkar í
lestrarørindum, og Hans
Áki D. Christiansen er farin
aftur í Kyndil. Tað gjørdist
eisini greitt í farnu viku, at
Petur Magnusson heldur
ikki verður í Neistanum, tí
hann fer at leika við H71 í
vetur.
Ári Rouch og Karl Odd-
mar Rasmussen verða held-
ur ikki at síggja á liðnum í
ár, tí báðir verða staddir
uttanlands komandi árið.
Tað tykist eisini sera óvist,
um John Petersen fer at
spæla hondbólt í vetur, og
tískil verður talan um, at
fleiri profilar frá í fjør, sum
ikki vera við í ár.
Tað er tí onki undarligt í, at
Neistin hevur leitað sær
styrk uttanlands, og úr
Neistanum siga tey, at tað,
tey hava sæð á sjónbandi av
nýggja jugoslavanum, boð-
ar frá, at hann avgjørt verð-
ur ein styrkur fyri Neista-
liði í vetur.
Beiggi Brian Nielsen
venur í Neistanum
Seinastu dagarnar hevur
eisini verið hoyrt, at beiggi
ein navnframan danskan
boksara, hevur vant við
Neistanum.
Talan
skal
verða um beiggja kenda
boksaran Brian Nielsen,
sum dagliga starvast á mar-
inustøðini í Mjørkadali.
Beiggi Brian, Jesper Niel-
sen, er málverji, og hevur
spælt hondbólt á høgum
støði í Danmark, men hetta
er fyri nøkur ár síðan. Tað
er tó ikki talan um nakran
sáttmála millum Jesper
Nielsen og Neistan.
Hoyvíkshøllin tikin í nýtslu leygardagin
UNGDÓMSVENJARI
Páll Holm Johannesen
Hoyvíkingar fara rætti-
liga at brynja seg út í
vetur. Umframt nýggja
høll, so hevur felagið nú
eisini sett venjara, sum
skal taka sær av ung-
dómsliðunum burturav.
Talan er um Sverra
Jacobsen, sum seinastu
vetrararnar hevur staðið
á odda fyri 1.liði hjá
H71, men sum í vetur
fer at taka sær av teim-
um ungu í felagnum.
Arbeiðsuppgávan hjá
Sverra verður at leggja
ungdómsvenjarunum
lag á, og at samskipa
ungdómsdeildina
hjá
H71 betur. Úr Hoyvík
verður sagt, at Sverri er
dugnaligur venjari, og at
felagið er sera fegið um
at hava fingið so roynd-
an venjara til ungdóms-
deildirnar.
Avgerðin at seta ein
ungdómsvenjara,
er
gjørd við tí fyri eyga at
geva ungdóminum í
Hoyvík tryggari karmar,
og at dygdin í hond-
bóltsvenjingini verður
so høg sum gjørligt.
Eisini vóna tey í H71,
at betraðu viðurskiftini í
ungdómsdeildunum,
fara at hava við sær, at
enn fleiri børn í Hoyvík
fara at spæla hondbólt í
felagnum.
Niels Viggo til H71
Í síðstu viku varð greitt,
at Uni Wardum skal
venja 1. manslið hjá
H71 í vetur, og nú hevur
Uni so fingið Niels
Viggo
Niclassen
úr
Kyndli við sær. Um-
framt Niels Viggo, so
hevur málverjin Petur
Magnusson eisini vátta,
at hann fer at verja málið
hjá hoyvíkingum í vetur.
Leiðsan í H71 leggur
eisini aftrat, at tað er væl
møguligt, at aðrir nýggir
leikarar verða at síggja í
felagnum í vetur, men
enn er onki ítøkiligt
komið burturúr.
Frá í liðnum í fjør,
hevur H71 mist tríggjar
leikarar. Bjarni Wardum
er farin til Danmarkar í
lestarørindum, Finnur
Hansson spælir í Kyndli
í vetur, meðan Kristian
Petursson fer aftur at
spæla fyri strandingar.
H71 sett
ungdómsvenjara
Leygardagin verður so loksins Hoyvíkshøllin tikin í nýtslu
Mynd: Savnsmynd
Jugoslavi til Neistan
21
20
Nr. 159 - 22. august 2002
BILAINNFLUTNINGUR
Magnus Gunnarsson
Japanska maskinverksmiðj-
an, Toyo Cork Kogyo, ið
seinni koma at gera Mazda
bilarnar, bleiv stovnað í
Hiroshima í 1920 av Jujiro
Matsuda. Fyrstu Mazda bil-
arnir, ið komu á marknaðin
í 1931, vóru í roynd og veru
motorsúkklur á 3 hjólum
við last. Í 1940 vóru teir
klárir við einum persónbili
við 4 hjólum, men tá brast
annar heimsbardagi á, og
hendan ætlanin bleiv av
ongum. Eftir kríggið helt
framleiðslan av teimum 3-
hjólaðu bilunum fram. Í
1960 kom fyrsti Mazda
R360
persónbilurin
á
marknaðin.
Til Føroyar í 1967
Í 1967 komu fyrstu Mazda
bilarnir til Føroyar, talan
var um Mazda 1500. Bilur-
in, ið var teknaður av Ber-
tone í Italiu, var fyrstu ferð
sýndur fram á eini bila-
framsýning í Tokyo í 1965,
og kom á marknaðin árið
eftir. Um hetta mundið
komu eisini teir fyrstu
Mazda 1200. Bilarnir vóru
innfluttir
beinleiðis
úr
Japan. Mazda útflutningur-
in til USA byrjar í 1970, og
árið eftir koma teir til Dan-
markar.
Fyrsti Mazda við Wankel-
motori, Cosmo Sport, varð
gjørdur í 1967, við loyvi frá
týsku NSU bilverksmiðju-
ni. Í 1971 kom Mazda RX-
2, ið hevði sama karossarí
sum Mazda 616, á mark-
naðin. Hetta varð fyrsti bil-
ur við Wankelmotori í Før-
oyum.
Seinastu 35 árini hava tað
verið óteljandi sløg av
Mazda bilum í Føroyum í
øllum støddum, frá smáum
og stórum persónbilum til
vørubilar, pick-up og mini-
bussar.
Bilverksmiðjan
skiftið í 1984 navn frá Toyo
Kogyo til Mazda Motor
Corp. Ford eigur í dag ein
góðan triðing í Mazda.
Mazda bilarnir
– komu higar fyri 35 árum síðan
Fyrstu Mazda bilarnir, ið komu á marknaðin í 1931, vóru í
roynd og veru motorsúkklur á 3 hjólum við last
Í 1960 kom fyrsti Mazda persónbilurin á markaðin.
Mazda R360 við 2 sitiplássum
Í 1967 komu fyrstu Mazda
bilarnir til Føroyar, talan var
um Mazda 1500, ið var teknaður
av Bertone í Italiu. Bilurin á
myndini er ein Mazda 1800
Flestu bilmerkir í Føroyum eru komin gjøgnum danskar bila-
innflytarar, men soleiðis er ikki við Mazda, ið komu higar í 1967.
Vit fingu Mazda bilarnar áðrenn bæði danir og íslendarar
Lýsing frá Berg Motors í 1972. Mazda 1800 sedan og Mazda 818 stationcar
Mazda RX-2 frá 1971
var fyrsti bilur í Føroyum
við Wankelmotori
C
M
Y
K
20