Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– So kostar viðlíka- hald og matur eyka VITJAN Orð og myndir: Heri á Rógvi Gott at einki hekk fast í skónum, hugsaði eg. Tað er ikki hvønn dag, at tú slepp- ur at trína á sovorðið. Íbúð- irnar umborð á The World eru allar vakrar. Tær eru í fimm støddum og innrætt- aðar av fýra ymiskum designarum. Prísirnir eru frá 17 mió til 57 mió! Hendan, vit eru í, kostar góðar 50 milliónir at keypa. Rættari sagt er talan um 50 ára langt leigumál. Fyri tínar 50 milliónir fært góð- ar 200 fermetrar við rein- um. Hendan íbúðin, sum snotuliga og væl orðaða kvinnuliga umboðið vísir mær runt er tann næst størsta av teimum fimm, bólkur D. Har eru trý sovi- kømør, trý baðirúm við øllum hugsandi hentleik- um, stór stova, steroe, video og sjónvarps, stórur nýmótans køkur og so er eisini ein terassa, sum dekkar alla longdina av íbúðini. Tað er stutt sagt reinur luksus. Kvinnuliga umboðið, sum hevur fingið til upp- gávu at vísa mær runt, greiðir mær frá, at hetta er fyrsta skipið, sum so- vorðnar køkar á kømørun- um. Køkurin hevur allar hentleikar. Hetta við øllum hentleikum kann í roynd og veru nýtast í hvørjum einasta frágreiðandi setn- ingi um kømørini og The World. Eru 50 milliónir til at liva við fyri eitt hálvtrýss ára leigumál, so mást tú eisini finna teg í, at tú skalt gjalda fyri viðlíkahald av kamari og skipið. Hetta gjald varð ikki upplýst, men neyvan er talan um nakra lítla upp- hædd. Afturat hesum kem- ur so at tú, sum búgvandi gestur, skalt gjalda fyri alt, tú keypir, etur og drekkur. 110 íbúðir eru umborð, og enn eru nakrar eftir. Íbúð fyri 50 milliónir Eigur tó 50 milliónir liggjandi, kanst tú sessast í hesum sofunum næstu 50 árini. Alt er serliga designað til endamálið Hendan er myndin er av einari av teimum »bíligari« íbúðunum. Hendan er í bólki B, og kostnaðurin má liggja um teir tjúgu milliónirnar. The World hevur egið kapell, har allur átrúnaður verður dyrkaður 18 Nr. 161 - 24. august 2002 Nr. 161 - 24. august 2002 19 ar, fáa vit ábendingar um í teimum ummælum, hann læt koma á prent í Føroya Sosial-Demokrati. Um bókina Aðru Ferð eftir Vict- or Danielsen skrivar Martin m.a.: Men bókin hevur tað lýti, at hon er tað, sum menn kalla »tendentiøs«. Hon gevur greidliga til kennar, hvat høvundurin ætlar og hvørjum parti hann er við. Og seinni skrivar hann: Men tað kemur týðiliga fram, at tað bert er ein flokkur, ið er hin útvaldi og har Kristus er at finna ... Øll fólkini í hinum parti- num, tí verðsliga og gud- leysa, eru sera ódámlig, meðan hini eru lýtaleys. Um eina aðra bók, Hamr- anna Børn eftir Richard B. Thomsen, skrivar Martin: Kynstrið er tað at kunna skapa heildarmyndina so, at vit hugtakast og trúgva uppá tað. »Hamranna Børn« hevur persónlýsingar, sum vit ikki trúgva uppá. Kvinnur henn- ara eru uppi í einari hædd, sum ein illa kennir seg heima í, persónarnir eru antin svartir sum náttin ella ljósir sum sólin. Martin Joensen nemur her við ta knívsegg, sum mangur rithøvundur skal riðja á. Lívssjónin - sjónar- mið um politikk, átrúna og samfelag - kann vera virðismikil, kann vera tann drívmegi, sum eggjar høv- undinum at skapa, men samstundis skal hann, tá hann myndar sínar persón- ar, vera leysur av hesi somu lívssjón. Hann er, kundi ein sagt, í somu støðu sum Ásla Sjúrðardóttir, sum kvøðið verður soleiðis um í Ragnars kvæði: Bið hana koma til skips í morgin, hava við sær svein, hava tann svein, sum ikki er svein, og koma so búgvin heim. Divide et impera Áðrenn nomið verður við, hvussu Martin Joensen sjálvur megnar hesa av- bjóðing, skal eg venda aftur til eitt høvuðsevni í hansara skaldskapi. Fiskimenn lýsir viðurskiftir og mótsagnir millum øðrumegin reiðara og útgerðarmann og hinu- megin teir sum veiða og tey sum tilvirka fiskin. Ein spurningur í hesum mótsagnum er frábýtisrætt- urin, t.e. rætturin hjá fiski- monnum til at ráða yvir sín- um parti av veiðuni og eitt nú selja hann, har mest fæst fyri fiskin. Í Fiskimonnum verður hesin rættur lýstur sum ein rein formalitet ella eitt eiti. Fiskimenninir sum heild hætta sær ikki at brúka henda rætt, og lesarin heldur seg vita, at gjørdu teir tað, hevði tað fingið av- leiðingar fyri teir. Ein annar spurningur er viðurskiftini millum fiska- fólkið á landi og fiski- menninar, ella millum úr- tøkuna hjá fiskimonnunum og lønir hjá fiskagentunum. Her eydnast tað Kristiansen reiðara og umsjónarmanni- num Poul Edvardi at fáa teir flestu av manningini á Ørnini at halda, at tað er fiskafólkið á landi, sum trýstir teirra lønir niður. Og tá ið fiskagenturnar leggja arbeiðið niður, fáa tær ong- an stuðul frá fiskimonnun- um, tvørturímóti. Vit kunnu siga, at her verða - helst ella kanska ómedvitað - brúktar tær snildir, sum hava tað la- tínska heitið divide et im- pera, t.e. »fá klandur í og hav valdið«. Reiðarin sum kongur Um vit nú spyrja, hvat er tann djúpara orsøkin til hesa valdsstøðu, ella ein av grundunum til hana, so fáa vit ein hóp av ábendingum, ikki av tí skildæmdu frá- søgnini, men av mynd- burðinum ella metaforun- um í tekstinum. Skrivstovan hjá Kristiani Kristiansen verður í skald- søguni rópt eitt »hásæti«, bókin, har skuld og vinn- ingur hjá fiskimannahúskj- um eru uppskrivað, er ein »dómsbók«, sum stundum ger ein »dómadagsbrest«, og um Kristiansen sjálvan verður sagt, at hann og hansara forfedrar eru settir at byggja fiskiplássið upp av »teirri alvísu forsjón«, og sjálvur er reiðarin »prestaligur« og kennir seg sum »høvuðsprest í einum templi«. Hetta eru bara nøkur fá av mongum dømum um, hvussu reiðarans støða á stórplássinum verður lýst. Hann er prestur, kongur, hann er settur av Gudi, hann er Várharra sjálvur, við myndugleika til at gera rætt og skjal á evsta degi. Ei undur í, um fiskimenn hugsa seg um tvær reisur, áðrenn teir brúka sín frá- býtisrætt ella á annan hátt seta seg upp ímóti reiðarans valdi. Hvør vágar at herja á Várharra sjálvan? Tann runda lýsingin Frammanundan er longu sagt eitt sindur um lívssjón- ina hjá Martini Joensen. Sum politiskt virkandi og hugsandi menniskja tók hann undir við eini lívs- sjón, sum ikki góðtók at leggja »ræði og makt á ein- stakra manna hendur«. Hóast tað er Kristian Kristiansen lýstur sum eitt menniskja, ikki sum eitt ónt menniskja. Hann er ójavn- ur, stundum findarblíður, stundum sum eitt illveður. Hann hevur rundleika, kunnu vit kanska siga, ella trídimensionalitet: vit síggja hann fyri okkum. Sum hjúnafelagi er hann ikki eydnismaður, og hann hevur sorg av sínum børn- um. Eg skal ikki halda upp á, at allir persónarnir í Fiski- monnum og Tað lýsir á landi eru myndaðir við somu styrki, men ikki fáir eru teknaðir soleiðis, at les- arin heldur seg kenna teir, og teir taka búgv í eins huga. Tann lívsglaða Sára, sum líkasum ikki rúmast í tí gomlu, stirvnu bóndabygd- ini, men leingist aftur til stórplássið, til dansin og kætið, til gleðina við, at dreingir hyggja at sær og fjeppast uppi í sær. Ella tak kokkin á Ørnini, hann er skitin og tvitin, óruddiligur, deilir sum ein ólukka, men lesarin heldur seg skilja hann og følir samhuga við honum, niður- undirkomin sum hann er av skuld, eyðmýktur og happ- aður av sínum skuldhavara, skiparanum, tá hann er drukkin. Hesir persónar eru nettup ikki bara »óndir ella góð- ir«, og hesar bøkur eru ikki »tendentiøsar«. Ein av manningini á Ørnini, Sig- mundur, er lýstur sum eitt reyp og ein bardagamaður, ódællur, ódámligur, gref- ligur og svartur í útsjónd. Men tað er Sigmundur, tann at vísa seg ódámligasti maðurin á Ørnini, sum, tá kokkurin er gyrdur í brøkur av síni skuld, sjálvboðin og uttan treytir av nøkrum slag, lánar honum 500 krónur og soleiðis bjargar honum úr sínum træla- bandi. Dostojevskij Spurningurin um kærleika ella, rættari sagt, um »hold- sins lyst« - sexualitet - er ógvuliga frammarlaga ser- stakliga í Tað lýsir á landi. Eg fari at taka henda spurn- ingin upp móti endanum á hesi viðgerð. Fyrst havi eg hug at siga eitt sindur, fyrst um um skrivingarlagið hjá Martini Joensen, síðan um Martin sum blaðstjóra og blaðmann. Hvat viðvíkir bókmenta- ligum fyrimyndum, hava vit fyribils ikki nógv tilfar at byggja á. Vit vita, at Martin las dúgliga frá ung- um árum. Hann kendi sjálvandi verkini hjá sínum starvsbrøðrum í samtíðini, Williami Heinesen, Jørgen- Frantz Jacobsen og Heðin Brú. Hann las Laxness og Hans E. Kinck. Lítil ivi man vera um, at hann las Hans Kirk, helst eisini Jo- hannes V. Jensen, kanska eisini Thomas Mann. Við vissu vita vit, at hann las Alberto Moravia, og somuleiðis, at hann las russiskar bókmentir, helst eitt nú Gogol og Tolstoj, kanska Turgenjev, men fyrst og fremst Dostojev- skij, hvørs Brøðurnir Kara- masoff hann nevnir sum eitt verk »tú kanst fara undir ferð eftir ferð«. Vit eiga í hesum sambandi ikki at undirmeta ta bókmentaligu vitan, ein nærlagdur og for- vitin lærari kundi fáa á ein- um ársskeiði á Danmarkar læraraháskúla. Nietzsche og Darwin Tá ið eg las Fiskimenn um- aftur, kom eg - uttan at hetta skal takast sum vitnis- burður um ávirkan - at hugsa um Jack London og skaldsøgu hansara The Sea- Wolf. Skiparin á Ørnini, tann sterki og grefligi Mor- tan í Húsi og Gunnar í Brekkuni, ateistur og dar- winistur, kunnu báðir, í ein- støkum brøgdum, fáa ein at hugsa um Wolf Larsen, skipara á kópaveiðiskipi- num Ghost, ið Jack Lon- don, ávirkaður av bæði Nietzsche og Darwin, lýsir sum yvirmenniskja og um- boð fyri hugtakið survival of the fittest. Skoytt kann vera uppí her, at týðiligur munur er á skrivingarlagnum í Fiski- monnum og Tað lýsir á landi, ein munur, sum sæst í málburði, setningsbygg- ing, enntá teknseting. Har Fiskimenn sum heild er bygd upp av heldur longum setningum, við innskotum og eykasetningum, er Tað lýsir á landi sett saman av, ofta sera stuttum, høvuðs- setningum. Har semikolon setir sín dám á Fiskimenn, er punktum høvuðstekinið í Tað lýsir á landi. Tað er neyvan ókent, at tá ið rithøvundar fara at gera sær ómak, kann stílurin í støðust líkasum dovna ella litfarast. Fiskimenn tykist óruddilig og eitt sindur frumskógarkend, men tyk- ist samstundis at vera eyð- kend av lívi og eini vissari dýpd, Tað lýsir á landi, hin- vegin, tykist snøgg og rein- før og av tí sama í støðum ikki so livandi sum hin fyrra bókin. Hómar ein Dostojevskij, hansara longu replikkir og drúgvu setningar, aftan fyri Fiski- menn, so kundi tað meira kvettuta stevið í Tað lýsir á landi mint um Hans Kirk. (framhald) Lisa, Martin Joensen og Jacob Olsen. Hesin seinasti, ið eisini var úr Sandvík, var lærari og umsetari Martin Joensen og Rasmus á Stykkinum C M Y K 19 18