hósdagur 22. august 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 161 - 24. august 2002
Nr. 161 - 24. august 2002
23
NORÐOYGGJAR
Orð: Jón Brian Hvidtfeldt
Myndir: Finnur Justinussen
Óluksáligt. Orðið er helst
fallið mongun norðingi av
munni, ið er komin koyr-
andi út úr tunnilsmunna-
num í Leirvík, tá svarið
uppá
tídningarmiklasta
spurning ta løtuna vísir seg
at vera noktandi. Dúgvan,
lívsæðrin um fjørðin, hevur
gloypt seinasta akfarið, og
er við at lata kjaftin aftur,
meðan sentimetrarnir mill-
um hana og ferjuleguna
spakuliga gerast til metrar.
Óluksáligt
at
ferðslan
skuldi vera so nógv norður
gjøgnum sundalagið, óluk-
sáligt at vit skuldu renna
okkum í hatta líkfylgi, og
óluksáligt at teir enn ikki
eru lidnir við vegin undir
Gøtueiði, so til ber at halda
eina hampuliga ferð har. So
høvdu vit helst klárað rut-
una.
Blaðmaðurin og mynda-
maðurin skuldu annars á
umboðsráðsfund hjá Norð-
oyar Sparikassa, sum tey
hesaferð hava valt at halda í
Mikladali á Kallsoynni í
dag, hósdag. Helst fyri at
koma eitt sindur burtur frá
høvuðsstaði norðinga. Vit
skuldu yvir um við Dúgv-
uni, og síðan sleppa víðari
norður í Kallsoynna við
Barsskor.
Klaksvíkingar eru van-
liga fryntligir og hjálpsamir
menn, so minuttirnir vóru
ikki fleiri í tali, eftir at vit
høvdu ringt norður og kært
okkara neyð, til maskinbát-
ur lá klárur at føra okkum
beina kós á Syðradal.
Tað luktar eitt sindur av
dieselolju inni í stýrhúsi-
num á Kjartani í Líð. Ein
útróðrarbátur úr glasfibri,
um tríati føtur til longdar.
Vit leggja leiðina út úr
bátahylinum í Leirvik og
skiparin tendrar GPS’arin,
sum vísir farleiðina um
Leirvíksfjørð og eitt petti
norður í Djúpini. Ikki tí,
mestur hevði hann funnið
yvir á Syðradal kortini,
skiparin. Plagar at gera
onkran túrin til útróðrar, tá
hann er heima. Siglir van-
liga í Grønlandi, tveir mán-
aðir burtur og ein heima.
Men í summar hevur hann
at kalla einki gjørt við út-
róðurin, sigur hann. Vit
sigla nú beint sunnan fyri
Kallsoynna. Fjørðurin er so
spegilsklárur, og bara hend-
inga skýggj á luftini. –
Seyðinum dámar tara, letur
í skiparanum. Jú mín sann,
har ganga nakrir seyðir
heilt niðri við sjóvarmálan
inni á Kallsoyarlandinum
og eta tara. Eg undrist á,
hvussu hann er sloppin
heilt oman, har er jú rættu-
liga bratt.
Vit leypa upp á bryggj-
una á Syðradali og takka
fyri túrin. Ikki eru vit
komnir hálva leið niðan
smølu og brøttu brekkuna
til bygdina, so er lorvíking-
urin farin afturundir. Hús-
ini standa tøtt á Syðradali.
Á tveimum teirra stendur at
lesa, at tey eru bygd seinast
í nítjandu øld. Tá vóru fólk-
ini væl fleiri enn í dag, nú
bara tíggju eru eftir. Við
minnisvarðan skamt norðan
fyri bygdina renna vit okk-
um í fylgið úr Norðoya
Sparikassa. Eitt prýði er
hann, minnisvarðin, sum
fyri tveimum árum síðan
varð reistur yvir 32 av
bygdafólkunum. Í steinin er
høgt bátur við manning og
seyðamaður, meðan nøvn-
ini eru høgt inn í helluna.
- Vit ætla okkum at fara
ein túr norður á Kallin,
greiðir onkur úr ferðalag-
num okkum frá, meðan vit
standa við minnisvarðan.
Ljóðar spennandi. Men
fyrst fara vit at hyggja at
kirkjuni á Húsum. Varnist
at hándtakið á kirkjudyrn-
um hevur skap sum ein
grindahvalur. Hugsi, um
hetta man fara at vera tað
tættasta, ein kemur at
sleppa í grind í ár.
Klokkarin
á
Húsum
síðstu 40 árini, Símin Høj-
gaard, vísir fram kirkjuna
við hvíta talarastólinum,
skorðin út í træ, grønu træ-
benkrunum og himmalbláa
loftinum
við
teimum
mongu stjórnunum.
- Tá eg sum smágenta á
Húsum plagdi at vera í
kirkju, hugsaði eg altíð, at
hetta mátti vera tað nærm-
asta, ein kann koma himm-
alinum, letur í eini kvinnu,
tætt við, har eg standi.
Símin greiðir frá um teir
báðar, Søren úr Kunoy og
Guttorm Eysturoy, sum
vóru við til at byggja kirkj-
una. Søren bað tá Guttorm
seta seg undir dóttrina, so
skuldi hann skera út eina
andlitsmynd av henni í
hvønn bjálka undir lofti-
num í hornunum á kirkj-
uni.Andlitið á dóttur Gutt-
orm er enn at síggja í Húsa
kirkju.
Vit leggja leiðina norður-
eftir við bussi. Nakrar min-
uttir og fýra smalar, óstors-
ligar tunnlar seinni steðgar
førarin bussinum oman fyri
Trøllanes. Nú skulu vit
norður á Kallin, á leið ein
hálvan tíma til gongu.
Trøllanes bóndin Jógvan
Joensen kemur við okkum
norður. Jógvan bóndi hevur
fingist við jarðarbrúk, tað
hann kann minnast. Hann
tók við festinum í 1968, og
hóast hann í dag er 65 ár, er
hann sjálvsama lættur á fót-
um. Mangt sporið eigur
hann á hesum leiðum, okk-
urt árið hevur hann gingið
teinin yvir 100 ferðir. Sum
oftast hava ørindini verið at
hyggja eftir seyðinum. 170
seyðir hevur Jógvan, um-
framt 11 mjølkikýr. Men
Jógvan er ikki einsamællur
bóndi. Trøllanes er bónda-
bygd burturav. Ikki færri
enn tríggir bøndur, sum til-
samans hava um 400 seyðir
og 50 neyt, eru í bygdini.
Klárt er í veðrinum, og
sólin kastar gávumild sínar
strálur niður á Kallsoynna,
sum tekur seg út í fagrasta
blóma. Tað tykist, sum hevur
hon pyntað seg fyri okkum.
Niðri í bønum, á eini lítlari
høvd, sigur ein tjógvi. Hann
hyggur eystureftir og hevur
ikki helst ikki varnast okk-
um. Kanska situr hann og
eygleiðir Kunoyarnakkin.
Ella kanska Enniberg, sum
spennir seg langt upp í loft
eystanfyri Nakkin. Bygdin
er nú farin afturundir.
Søgan um týska ferða-
mannin, sum var farin
einsamallur í telti norður
móti Kallinum, har hann
skuldi liggja nátt, livir enn.
Tá hann ikki sum avtalað
varð kom aftur í aftur dagin
eftir, hildu menn tað vera
best at fara at leita. Tá vísti
tað seg, at ein óður tarvur,
mitt á nátt hevði rykt tjaldið
oman av sovandi týskara-
num, sum hjartkiptur slapp
sær upp á Rossastein, sum
stóð tætt við, har hann
hevði sett tjaldið. Rossa-
steinur er stórur steinur, á
leið hálvan annan metur til
hæddar flatur í erva, og eis-
ini veksur væl av grasi om-
an á honum. Her noyddist
týskarin so at sita og slapp
ongan veg, tí tarvurin stóð
hjá honum og hevðí hug at
ilskast, kom týskarin so
mikið sum við eini ábend-
ing um at ætla sær av aftur
Rossasteini.
Tað er tíðuligt, at Jógvan
bóndi kennir lendið sum sín
egna
buksulumma,
og
eisini hvønn seyð, ið har
gongur. Av og á steðgar
hann, skimast eitt sindur,
og fer síðan aftur til gongu.
Hann steðgar, boyggir seg
niður og tekur eitt hvørt í
hondina. Tað vísir seg at
vera leivdirnar av eini
veðurballón. Bóndin fer í
lumman eftir felliknívi-
num, sker merkið av, og
leggur síðan leivdirnar av
sjálvari ballónini í eina
lagd. So verður hon ikki til
ampa fyri seyðin.
Vit eru komin út á vitan á
Kallinum. Sjálvt her úti er
stilli. Í dag fær sjálvvirk-
andi vitin nógv burtur úr
sólorkuni, og tað er gott, tí
lítla vindmyllan, sum er hin
orkukeldan hjá vitanum,
flytir seg ikki. Sýnið yvir á
Gjógv og inn í Funnings-
fjørð er av tí besta. Og
longur burturi standa Risin
og Kellingin so errin. Norð-
ureftir røkkur havið, so
langt sum eygað ber, og ein
fer at hugsa, hvat man
goyma seg handan havs-
brúnna. Kanska heimsins
endi?
Okkurt árið hevur verið
nógv av fugli her norðuri.
Men í ár hevur verið lítið,
sigur bóndin. Lundin hevur
leitað aðrar leiðir. Hann
greiðir ferðalagnum frá, tá
menn vistu at siga frá nógv-
ari ritu her norðuri. So
nógv skuldi vera til, at tú
sást illandi sjógvin, og úr
bønum bar til at heinta
fleiri pund av dúni av
henni. Vit verða rykt aftur
til nútíðina, tá loftborni
parturin av Norðlýsinum
brádliga fer at senda bein-
leiðis av Kallinum. Vit fara
aftur til gongu.
Í Eysturoynni verður tíð-
um havt á tungu, tá fólk
»sussa« nógv, at tað er sum
ritan á Kallsvík.
Túrurin heim aftur í
bygdina tykist skjótari.
Helst tí at vit nú kenna veg-
in og eisini er nakað av
undanbrekku. Jógvan bóndi
fer frá ferðalagnum, longur
oman brekkuna at hyggja at
seyðinum. Eitt bil stendur
hann og skimast eftir teim-
um, og tað tykist, sum
heilsa teir aftur. Seyðurin
kennir bóndan. Gott at
bøurin er so turrur, hugsi eg
og hyggi niður á svarta-
skógvarnar. Ikki júst besti
fótbúni til ein túr í hagan.
Jakkan kundi eg eisini latið
ligið í bussinum, so væl
sum sólin vermir.
Vit síggja nú oman yvir
Trøllanes bygd. Vakurt er,
har bøurin er sligin. Longst
burturi standa húsini tætt
saman.
Jógvan
bóndi
manglar enn nógv at sláa.
Okkurt um helvtina. Men
tað, ið eftir er, skal alt til
súrhoyggj, so hann væntar
at verða liðugur einaferð í
næstu viku. Hugsi um,
hvaðan hesin tættbygdi,
lágvaksni
maðurin
við
hvíta hárinum fær orku til
alt arbeiðið, sum er at gera.
- Jú, tað er nógv at gera,
men tað er fyri ein part
sesongarbeiði. Nú er tað
hoyggingin, sum er fyri, og
tá líður út á heystið fara vit
at ganga fjøllini, greiðir
Jógvan frá. Eg standi fyri
garðinum, men sonurin
hjálpir mær, leggur hann
afturat.
Vit takka fyri okkum og
sessast í stóra bussinum,
sum skal koyra okkum suð-
ur gjøgnum Trøllanesberg-
holið til Mikladals. Buss-
førarin er væl nøgdur við at
leiðirnar eru einskildar.
Hann hevur vanliga ikki
minni enn tveir bussar í
oynni. Ein stóran, sum tek-
ur um hálvthundrað fólk,
og ein minni buss. Smalt er
at koyra, so honum dámar
betri minna bussin. Tí er
óheppið, at hann skal til
Havnar á verkstað í kvøld.
Hóast teir á verkstaðnum í
Havn ikki hava stundir til at
umvæla bussin fyrr enn í
fyrsta lagi í næstu viku,
noyðist hann at fáa bussin
av oynni í kvøld, nú Dúgv-
an ger ein túr á Húsar. Óvist
er, nær Dúgvan kemur aftur
í oynna.
Bussurin steðgar á hálv-
ari leið inni í Trøllanesberg-
holinum, tí vit skulu ein túr
út í Djúpadal gjøgnum
síðubergholið. Tað er stutt
at ganga, bara góðar 200
metrar, men bølandi myrkt.
Onkur greiðir frá, at menn
plaga at reka seyð gjøgnum
tunnilin og út í Djúpadal.
Tað er so nógv lættari, tí
bratt er annars at koma í
dalin. Komin ígjøgnum
síggja við dalin liggja so
friðsalan. Eitt petti av
órørdari náttúru.
Vit seta okkum til borðs í
fráhaldshúsinum í Mikla-
dali. Ferðalagið, umboðs-
ráð og leiðslan í Norðoya
Sparikassa, onkrir gestir, og
so vit. Øll eru svong. Túr-
urin norður á Kallin gevur
matarlyst, Sparikassafólk-
ini hava avgreitt síni for-
mellu viðurskifti, og nú er
gott við einum bita. Áhugin
fyri tí klassiska økist mun-
andi, tá forrætturin kemur á
borðið: Ein fiska symfoni.
Síðan lundabringa og til
seinast dessert. Ein appel-
sin til matin og kaffi til lag-
køkuna. Manga takk.
Á veg suður til Syðra-
dals, har bátur liggur og
bíðar at føra okkum yvir á
Leirvík, síggja vit oman á
Dúgvuna, sum liggur við
endan á keiini á Húsum.
Hon er komin við einum
oljubili og einum bili hjá
IRF. Skrúvurnar arbeiða
fyri at halda henni beinari
inn móti keiini, tí hóast stilt
er í veðrinum, rekur nakað.
Síggi ikki lítla bussin hjá
bussføraranum nakrastaðni.
Kanska er hann longu farin
umborð? Tað fer at regna,
tá vit fara umborð á Alfa
Pilot. Hann hevur ikki
meira enn loyst, so setur
hann á motorin. Góðar
tíggju minuttir seinni eru
vit í Leirvík, aftur á fast-
landinum.
Vitin á Kallinum. Ein hálvan
tíma tekur tað at ganga av
Trøllanesi
Trøllanes er bóndabygd burturav. Teir tríggir bóndurnir í bygdini hava tilsamans um 400
seyðir, og 50 neyt
Sýnið yvir á Kunoyarnakk og Enniberg
65 ára gamli Jógvan Joensen
hevur verið bóndi alla sína
tíð. Hann tók við festinum í
1968
Vitjað var eisini í Húsa kirkju
C
M
Y
K
23
22