leygardagur 13. mars 1982síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Síða 11
Innflut-
ningsloyvi
kemur ikki
at broyta
veidu-
mynstrið
Eitt innflutnings-
loyvi til ein trolara í
staðin fyri Vón til P.f.
Norðstjernuna skuldi
ikki volt landsstýr-
inum nakrar politisk-
ar ella prinsipiellar
trupulleikar, siga
fimm tingmenn í
Suðurstreymoy í við-
merkingunum til eitt
uppskot til samtykt-
ar.
Hesin fimm, Jona
Henriksen, Karin
Kjelbro, Jóannes
Dalsgaard, Erlendur
Patursson og Juul
Jacobsen, hava skot-
ið upp, at P.f. Norð-
stjørnan beinanvegin
fær innflutnings-
loyvið, sum felagið
kundi rokna við varð
givið sambært sam-
ráðingar við undan-
farna landsstýri.
Í viðmerkingunum
verður m.a. sagt, at
tað hevur ikki bara
týdning fyri teir, sum
áttu Vón, at fáa inn-
flutningsloyvi, men
fyri mong onnur.
Víst verður á, at
tað er eitt ávíst ar-
beiðsloysi í Suður-
streymoy og í land-
inum sum heild og
serliga innan fyri
fiskiídnaðin.
— Fyri arbeiðsfólk-
ið á Baccalao hevur
tervandi innflut-
ningsloyvi verið ein
dyggur smeitur. Fyri
at beta um steðuna er
tað átroðkandi neyð-
ugt, at innflutnings-
loyvi verður givið nú,
siga legtingsmenn-
inir m.a. í viðmerk-
ingunum.
Tríggir fyri-
spurningar
Í vikuni eru tríggir
fyrispurningar settir.
Jergen Thomsen
hevur spurt løgmann,
hvat landsstýrið
ætlar at gera við algi-
natvirkið á
Strondum, um tað
ætlar at fyribyrgja,
at tekniska útgerðin
tekur skaða og um
landsstýrið hevur
ætlan um at gera
nýggjar roynir at
skera tara og fram-
leiða alginat.
Eisini hevur J.
Thomsen spurt, hví
Teistin ikki verður
umvældur i
Føroyum, og um
landsstýrið hevur
kannað henda megu-
leikan. Fyrispur-
ningur frá F. Isaksen
ber á sama borðið.
Vilhelm Johannesen:
Koyrifrádrátturin er
ein táta — bert fáir
litrar av bensini
Uppskotið hjá landsstýrinum um avmarking av rentufrádrátt-
inum í keypssáttmálum hækkar skattarokningina munandi
— Koyrifrádrátturin er
ein táta. Og ætlaða
lækkingin í rentufrá-
dráttinum ger, at m.a.
hesir, sum skulu koyra
til arbeiðis, sleppa at
trekkja minni frá, og
koma sostatt at fáa væl
meira í skatti, enn
áðrenn landsstýrið fór
at pilka við skattalóg-
ina, sigur Vilhelm Jo-
Landsstýrið hevur lagt fram
uppskot um broytingar í
skattalógini. Uppskotini
hava verið til 1. viðgerð í løg-
tinginum í vikuni.
Uppskotini fevna um
hækking av barnafrádrátt-
inum úr 1000 upp í 1200 kr.,
ein generellan skattalætta
hjá teimum lægru inntek-
unum við eini broyting av
skattastiganum og eisini skal
ein partur av progressiónini í
persónsfrádráttinum yvir í
landsskattatalvuna.
Harafturat skal rentufrá-
drátturin uppí keypssátt-
málum broytast, soleiðis at
rentufrádrátturin verður av-
markaður til diskontoina (t.e.
rentan hjá danska tjóðbank-
anum, sum i løtuni er 11 pst.)
og 10 pst., ella 21 pst.
Ein onnur broyting skal
sleppa fólki, sum arbeiða í
menningararbeiði, undan
skatti.
Mest ein javnføring
Landsstyrid metir, at hækk-
ingin i barnafrådråttinum og
tær generellu lækkingarnar
fara at kosta landskassanum
14,6 mill. kr.
Hetta skal vera ein kom-
pensation — endurgjald —
fyri inntøkulogirnar, sum
landsstýrið gjerdi seinasta
heyst. Hesar tóku 50 mill. kr.
frá føroyinginum.
Men Vilhelm Johannesen
sigur, at hann setir eitt stórt
spurnartekin við, hvussu
nógv er kompensatión og
hvussu nógv er ein javn-
fering av skattastiganum.
Hann greiðir frá, at tá
broytingarnar í skattalógini
vórðu gjørdar í 1978, sluppu
fólkapensiónirnar undan
skatti. Men pensiónirnar eru
dýrtíðarviðgjerdar. Tær eru
tí hægri í dag og koma undir
skatt aftur
— Tí haldi eg, at bert er
talan um lítla kompensatión,
men aftur ímóti um eina javn
setan, sigur Vilhelm Jo-
hannesen.
Kommunurnar fáa minni
Um broytingarnar í skatta-
talvuni, soleiðis at tær hægru
inntekurnar skulu gjalda
meira, sigur Vilhelm
Johannesen, at sambært hesi
broytingini verður kommun-
an við sviðið soð.
Sum demi nevnir hann eina
innteku upp á 230.000 kr.
Eftir uppskotinum fær landið
731 kr. meira í skatti, meðan
kommunan fær hesa
upphæddina minni.
— Hesum kann javnaðar-
flokkurin ikki taka undir við,
sigur Vilhelm Johannesen.
Koyrifrádrátturin bert
5—61. av bensini
Fyrr í ár hevur legtingið
samtykt nakrar skattabroyt-
ingar. Ein av hevuðsbroyt-
ingunum var hon, at koyrifrá-
drátturin skuldi loyvast av
nýggjum.
Men upphæddin, sum
skuldu kunna dragast frá,
skuldi ásetast av landsstýr-
inum og líkningarráðnum.
Upphæddin er kunngjerd:
70 oyru kunnu dragast frá
fyri hvenn kilometur. Men
tær fyrstu 1500 kr. er ikki
heimild fyri at draga frá.
Vilhelm Johannesen sigur,
at hetta er ein táta.
Demi: ein persónur hevur
fimm kilometrar til arbeiðis.
Ella 10 km. um dagin. 10
ferðir 70 oyru gevur sjey kr.,
sum hann kann draga frá fyri
hvenn dag. Vanliga verður
roknað við 231 arbeiðs-
degum. Soleiðis kann tilsam-
ans draga 1617 kr. frá.
Men tær fyrstu 1500 kr.
kynnu ikki dragast frá.
Eitt stríð um stað
Týsdagin var orðaskifti á leg-
tingi um uppskot landsstýri-
sins at stovna ein studenta-
skúla í Eysturoynni.
Orðaskiftið var drúgt — og
til tíðir hart. M.a. skýrdi
Hilmar Kass Eilif Samuelsen
at siga ósannindi við vilja.
Undir viðgerðini var m.a.
upplýst, at orsekin til upp-
skotið vóru helistrupulleikar
í Hoydelum. Av somu orsek
settu fleiri tingmenn spurnar-
tekin við, um tað var neyðugt
við nýggjum studentaskúla.
Orðaskiftið avdúkaði,at
tað er eitt stríð um, hvar
skúlin skal vera — við Getu-
gjógv ella í Runavík. Eystur-
oyingar togast um skúlan.
Í lógaruppskotinum stend-
ur, at skúlin skal leggjast við
Getugjógv. Tingmenn vóru
sum heild ímóti, at stað er
nevnt í lógaruppskotinum.
Eilif Samuelsen, landsstýr-
ismaður, segði, at landsskúla-
fyrisitingin hevur mælt til at
Soleiðis eru bert 117 kr. eftir
at draga frá fyri eitt heilt ár!
Hesar 117 kr. geva ein frá-
drátt upp á um 50 oyru um
dagin.
Um skatturin hjá viðkom-
andi er helvt av lenini, fær
hann ein skattalætta upp á
25 oyru um dagin. Men van-
ligir lentakarar hava ikki so
hegan skatt vanliga, soleiðis
verður skattalættin uppaftur
minni. Kanska bara eini 15
oyru um dagin — ella fyri
einar 5—6 litrar av bensini!
Skattarokningin verdur
hægri
Landsstýrið hevur nú skotið
upp at minka rentufrádráttin
í keypssáttmálanum.
Vanliga er rentan 28 pst. í
keypssáttmálanum upp á
bilar.
Landsstýrið mælir til at
lækka rentufrádráttin til bert
at vera diskontoina og 10
verður 21
pst., sum pst..
ellabert tríggjar fjórðingar
av rentuni.
Sum demi tekur Vilhelm
Johannesen ein persón, sum
hevur 10.000 kr. í rentu.
Aðrenn landsstýrið fór at
eksperimentera, sum Vilhelm
málber seg, hevði viðkom-
andi ongan koyrifrádrátt.
Men hana kundi trekkja 42
pst. av rentunum beinleiðis
av skattinum. Hetta gevur
4.200 kr.
Nú fær sami persónur ein
skattalætta uppá einar 25 kr.
um árið. Men tá hetta upp-
skotið er samtykt, kann við-
komandi bert trekkja tríggjar
fjórðingar, 3/4, av rentunum
upp á 10.000 kr. frá. Hetta
verður 7.500 kr.
Av hesum kann hann so
trekkja beinleiðis í skattinum
42 pst. Hetta verður 3.150 kr.
Leggja vit skattalættan upp
á 25 kr. afturat, verður upp-
hæddin 3.175.
Eftir verandi lóg kann við-
komandi trekkja 42 pst. av
teimum 10.000 kr., ella sum
nevnt 4.200 kr.
Taka vit so 3.175 kr. frå
4.200 kr., so fær viðkomandi
eina skattarokning, sum er
1025 kr. hægri sambært tí
nýggja uppskotinum.
leggja skúlan við Getugjógv
út frá eini heildarmetan.
— Tað er mín ábyrgd sum
landsstýrismaður í skúlamál-
um, at útbyggingin er í tráð
við hesa hugsan.
Eilif Samuelsen upplýsti,
at landsstýrið er ikki fyri at
leggja skúlan við Getugjógv.
— Hetta meti eg vera eitt
afturstig fyri allan skúla-
skapin og leggi ikki navn til
at vera landsstýrismaður í
skúlamálum, um skúlaskap-
urin i Føroyum skal spjadast,
segåi Eilif Samuelsen.
Uppskotið verður nú við-
gjørt í skulanevndini.
Pensiónin hækkar
nú við 344 krónum
1. apríl hækka pensi-
ónirnar hjá feroysku
pensiónisturnum við
nekrum hundrað krón-
um um mánaðin.
Týsdagin legði lands-
stýrismaðurin í al-
mannamálum, Eilif
Samuelsen, fram upp-
skot til samtyktar um
m.a. pensiónshækking-
ar.
Talan er um fólka-
pensiónina og avlamis-
pensiónina. Harafturat
kemur ein broyting í
lógini um sjúkrakassar
og barnagjeld.
Sambært viðmerk-
ingum til uppskotið
hækkar vanliga
pensiónin til stek við
344 kr. um mánaðin.
Eftir hækkingina verð-
ur pensiónin 2.662 kr.
Pensiónin til hjún
hækkar við 604 kr., so-
leiðis at pensiónin verð-
ur 4.015 kr. Hetta er
galdandi, tá báðir
hjunafelagarnir hava
rætt til pension.
Hesar hækkingarnar
eru tilsaman mettar at
kosta 20,4 mill. kr.
Rikiskassin letur 9,9
mill. kr, medan lands-
kassin letur 9,3 mill.
kr. Kommunurnar lata
1,2 mill. kr.
Hækkingin, sum nu
fer fram, er hon, sum so
nogv er talad og skriv-
að um hetta seinasta
árið. Serliga hava ting-
menn úr andsteðuni
fert fram, at hækking-
in átti at havt farið
fram í fjør.
Tå legdi javnadar-
flokkurin eisini eitt
uppskot fram um pen-
siónshækkingar.
Fyrrverandi lands-
stýrismaðurin, Vilhelm
Johannesen, upplýsti
tá, eins og hann hevur
upplýst fleiri ferðir
seinri, at undanfarna
landsstýrið hevði sam-
ráðst við ríkisstýrið
um hækkingarnar og
alt var greitt at hækka
pensiónirnar.
Men uppskotið hjá
javnaðarflokkinum
varð felt og undir eini
umreðu av pensiónun-
um í legtinginum fyri
stuttum kom fram, at
landsstýrið hevði ikki
tikið málið upp í ting-
ingum við myndugleik-
arnar fyrrenn í decem-
ber í fjør.
300.000 kr. — so
kann koyrast
til Fåmarå
Eini 300.000 kr. og so er
vegurin til Fåmarå koyri-
barur.
Í Fámará — vestan fyri
Vágs bygd, á vestursíðuni
á Suðuroynni — er ein
bóndagarður við 35 neyt-
um og stórum framtíðar-
ætlanum.
Mjólkarframleiðslan he-
vur stóran týdning fyri
Vágs bygd, og tí hava teir
fýra legtingsmenninir fyri
Suðuroynna heitt á tingið
um at seta 300.000 kr. av í
studningi á fíggjarætlan-
ina til at gera vegin lidnan
fyri.
Í viðmerkingunum um
uppskotið til samtyktar
siga Atli Dam, Sverre
Midjord, Flemming Mik-
kelsen og Ove Mikkelsen,
at í 1946 fekk Arne
Brattaberg dalin Fámará
burtur av Prestafest-
inum. Eingin vegur var til
dalin og alt tilfar o.a. varð
fert á mans- og hestabaki.
Fyrst í 50-unum fekk
Brattaberg játtað studn-
ing til vegagerð og síðan
er vegurin so gjerdur. Tað
nógv hevur hann gjert
sjálvur. Men vegurin er
ikki góður, og grúsið, sum
hann hevur fingið úr
tunnlinum í Botni, har el-
verkið er, liggur ikki
leingi á vegi í brattlendi.
Annars verður í við-
merkingunum upplýst, at
garðurin hevur fingið eitt
nýmótans fjós, sum hevur
rúm til 22 mjólkneyt. Í
dag eru í Fámará 12
mjólkneyt og 23 ungneyt.
I fjør var mjólkarfrma-
leiðslan 50.000 litrar. Í ár
verður hon væntandi
75.000 kr. og í 1984
verður hon 100.000 litrar.
Tað eru uppdyrkaðir
75.000 kvm., men væl av
lendi er tókt at dyrka upp
úr nýggjum til fram-
leiðslu av ellum land-
búnaðarverum.
— Men alt sendur og
fellur við einum sámu-
ligum vegasambandi, um
haldast skal fram við
jarðarbrúk í Fámará, eins
og allar framtíðarætlanir
um landbúnaðin har. Tí er
avgerandi, at vegurin
verður gjerdur liðugur og
asfalteraður, tí verandi
vegur er einans ein grót-
vegur, sum ikki er koyr-
andi á við vanligum ak-
ferum, ofta illa nokk við
traktori, siga tingmenn-
inir í viðmerkingunum.