Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-03-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. mars 1982síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 SOSIALURIN Besta loysnin er ein samanseting av vindi j og vatni Undir orðaskiftinum um orku á Føroya Løgtingi helt Jørgen Thomsen hesa rødu: Tað, ið skal viðgerast, ella vera orðaskifti um her á leg- tingi í dag, eitur orðaskifti um orku. Í samband við eitt veðhald, ið var latið til SEV fyri um- leið einum ári síðani, varð eis- ini samtykt, at tað skuldi fara fram eitt orðaskifti um orku, og tað er tað, ið fer fram nú Nú er tað soleiðis at orku- ráðið, ið er ráðgevandi hjá landsstýrinum hevur greitt av hondum, nakað væl av til- fari, sum so landsstýrið hevur lagt fram her í sam- band við hesa viðgerðina. Her stendur. Feroya Landsstýri 6. nov. 1981. Til nýtslu í samband við orðaskifti á tingi um orkumál verður hjálagt sent: 1. Alit um vatnútbygging- ina hjá SEV. 2. Frágreiðing frá AB Ber- dal A/S. 3. Ummæli frá orkuráðnum av ætlaðu vatnútbyggingini. 4. Viðmerkingar frá SEV til ummæli frá orkuráðnum. Her afturat verður sent hverjum flokki eintak av áliti um elorku av termiskari megi og um nýtslu av avlopshita. Bundin uppgáva Nú eru tað helst fleiri enn eg, ið væntaðu, at orkuráðið fór at koma við tilfari av eðrum slagi við í samband við hetta orðaskifti Men um vit hveita niður í eitt av hesum skrivunum, ið fram eru legd, so fái eg tað fatan, at orkuráðið hevur fingið eina bundna uppgávu í hesum sambandi. Um vit lesa í hesum grena heftinum, ið eitur ummæli av ætlaðu vatnmegiútbygging- ini hjá SEV desember 1980 niðast á síðu 3 har stendur við formansins loyvi: „Eftir at orkuráðið tann 16/10—1980 av landsstýrin- um fekk álagt at geva sítt ummæli av 10 ára byggi- ætlanini hjá SEV varð gjert av at seta hetta arbeiði í verk beinanvegin<. Síðan verður sagt frá sjálvari málsviðgerð- ini. So eftir ti tilfari, ið er lagt fram her av landsstyrinum so kundi henda viðgerðin betri hóskandi borið heitið orða- skifti um SEV ella orðaskifti um útbyggingar hjá SEV. Meiri tilfar Sjálvandi er einki til hindurs fyri at draga allan orkuspurn- ingin inn í hetta orðaskifti, tí at orkuspurningurin herum stóran samfelagsligan týdn- ing. Eisini er at siga, at tað er bert brekpartur av orku- nýtsluni, ið SEV hevur fram- leitt, ella hevur ábyrgdina av. Tí kundi man hugsa sær, at orkuráðið eisini kom við til- fari um meiri víttfevnandi spurningar, til demis um hvussuleiðis, ið sparast kann á ellum ekjum, bæði hjá skip- unum og vinnulívinum yvir- hevur, og einstaklingum við. Tí at er tað veðhaldsskyld- ur, ið hugsað verður um í samband við útbyggingina hjá SEV, so er vert at hava í huga, at tað verður latið munandi í oljustudningi og eðrum studningi við til vinnulívið. Hetta er pening- ur, ið verður tikin inn yvir fíggjarlógina, n.a. við skatti og við tolli. So tað var einki atgjert, um tingmenn og fólk yvirhevur fingu upplýst: hvat ger orku- ráðið, ella hvat ger landsstýr- ið við henda spurningin. Verður nakað gjørt fyri at fólk fáa meguleika til at bjálva síni hús, eisini tey, ið ikki hava pening — og búgva í gomlum húsum. Kostar Tað er soleiðis, at sum útvik- lingurin hevur verið í heim- inum, og sum teknikkurin hevur gjørt um seg, eisini, og ikki minst her hjá okkum, og vit megu ásanna og siga, at hesin teknikkur hevur gjørt, at vit hava eitt so væl útbygt samfelag. Men tað má eisini sláast fast, at hetta kostar orku — tað kostar ikki bara pening og orku, men tað kostar so sanniliga eisini umhvervis- liga. Tann útviklingur, ið er — má seta síni spor — tildemis í náttúruna Vit megu gera okkum greitt, at vit kunnu íkki krevja vælferdarsamfelag, og samtíðis krevja eina órerda náttúru, tí hetta er nakað, ið ikki letur seg gera — tað er ógjerligt. Spurningurin verður ti, hvat, ið kemur at kosta minst, ikki bara í peningi men eisini umhvervisliga. Hvat, ið kemur at oyði- leggja minst av náttúruni! Men tað hevur so sanniliga eisini sín týdning, hvat, ið kemur at kosta minst fyri landskassan, vinnulívið og vanliga brúkaran. Krevja orku Vanliga so seta vit stór krev til samfelagið í dag. eisini vilja vit hava nógv av ópro- duktivum til dagdvelju um eg so má siga. Vit vilja hava nógv av slík- um, ið krevur orku, so sum svimjihellir og ítróttarhellir, góðar og dýrar skúlar, ljós í hverjum skoti í bygdini, og harafturat er at siga, at flestu heim hava ein hóp av elektriskum tólum, sum gera arbeiði, ið vanliga varð gjørt við hond. Alt hetta kostar orku. Og vit hava sera lítið av orku frá náttúrunar hond í okkara lítla landi. Nakað av vánaligum koli umframt vind og vatn. Oljukreppan setti gongd á Tað er serstakliga hesi sein- astu árini, at nakað serligt er komið fram um aðrar orku- meguleikar enn vatn og olja her hjá okkum, ella aðrar mátar at útvega elorku við. Kanska serliga aftan á olju- kreppuna 1973, tá ið oljupris- urin fimmfaldaðist á mark- naðinum yvir bert tvey ár. Og eftir at oljan er vorðin ein polittiskur spurningur og ikki minst tað, at oljan gjerd- ist rættuliga kostnaðarmikil, soleiðis at hon kom at kenn- ast sum ein rættuliga tyngj- andi partur fyri landsins bú- skap. Fyri vinnulívið alt, og eisini fyri hvert húsarhald er olju- prísurin rættuliga tungur. Vindorkan ótgmandi Sum vit vita, so eru menn komnir rættuliga langt við at framleiða streym, elmegi, frá vindorkuni, og eitt vita vit at her er ein ótemandi orku- kelda, tí fáir eru dagarnir, tá tað er blikalogn og ein veður- hani ikki fæst at mala. Her eru menn eftir hvat skilst ógvuliga bjartskygdur, soleiðis at streymur, fram- leiddur av vindorku kann ger- ast eitt munagott iskoyti til SEV til dømis. Vindmyllur verða gjørdar her í Feroyum og hin fyrsta verður nú royndarkoyrd, so her vil eg siga, at her má stuðlast so munagott ið tilber. Alduorka So hevur eisini verið frammi í ljósinum: meguleikin at framleiða streym frá alduork- uni. Eisini henda orkukelda kann sigast at vera ótemandi her hjá okkum. Í 1978 varð hildin orku- stevna í Havn, har menn luttóku við fyrilestrum um orkumeguleikar. Avgjert varð, at fyrilestr- arnir skuldu gevast út í bók. Hesa bók hava allir ting- menn fingið. Har verður sagt um síðu 54, eitt petti, ið eitur alduorak: »Annars kann í hesum sam- Ar & Vatnverkið í Botni á vestur síðuni á Suðuroynni. Hetta er tað elsta el-verkið i Føroyum. „ Húsið við turbinunum stendur heilt niðri við sjóvarmálan. Vatnið kemur úr rørum úr Ryskivatni og Miðvatni oman fyri born og gjøgnum tunnil úr Vatnsnesi við Hov bandi bert nevnast, at bretski orkumálaráðharrin í hesum degum hevur lagt fram eitt »Green Paper« um framtidarorkupolitikkin i Stóra-Bretlandi. Her verður roknað við ein- ari orkuframleiðslu frá ald- unum, svarandi til umleið 12 milliónir tons av olju um árið longu um ár 2000 bert fyri Stóra-Bretland. Av tekniskum slag Hetta rúvgismikla tilfar um orku í samband við SEV, id er framlagt til hesa viðgerðina, er sjálvandi av so tekniskum slag, at ein má ansa eftir ikki at vevja seg ov langt upp í nakað, ið aðrir hava betri skil á. Men tað eru fleiri spurning- ar í hesum tilfari, av meiri at kalla almennum ella verslig- um slagi, tá ið hugsað verður um tað risastóru útbygg- ingarætlanina hjá SEV hina sokallaðu 10 ára útbygg- ingarætlanina. SEV — stórt tiltak Fyrst má eg siga at tað var eitt stórt framstig fyri hetta samfelag, tá ið SEV tiltakið varð framt í 1953, og eg haldi at teir menn ið tóku tað stig- ið, eiga stóra tekk uppiborna. Vit kunnu siga, at hetta skapti veruliga meguleikar fyri at virki kundu setast á stovn kring um landið. Tað er soleiðis, at allar slík- ar útbyggingar so sum vega og el-net eru rættuliga bygda- mennandi, tað er verulig bygdamenning. Nógv rering í Tá ið SEV, ið nú er lands- umfevnandi, skal fremja eina slíka útbygging, so vil tað væl vera soleiðis, at einum rennur til hugs tað tíðina, tá ið SEV verkið varð bygt av fyrstu tíð. Tað eru helst fleiri, ið minn- ast tað rering, ið tá varð, minast blaðskrivingina, ið tá fór fram. Framstandandi menn, ið vóru serkenir á økinum, royndu at vísa á ymisk mis- tek, ið vórðu gjerd í tí fyrsta prosjektinum. Metingin helt ikki Ég haldi,a t eg mistaki meg ikki, tå id eg sigi, at teir, ið projekteraðu ella gjørdu fyrstu ætlanina, segdu, at út- byggingin skuldi nekta terv- in fyri 10 ár framyvir. Tað vil siga í SEV økinum, ið var Streymoy, umframt Havn- ina, Eysturoyggin og Vågoy. Eg hugsi, at tað gingu 3—4 ár, so var ov lítið av streymi. Vit minnast eisini, at sagt varð, at streymurin, ið var sera bíligur tá, eg haldi umleið 7 ella 8 oyru fyri kilo- watttíman, kom at gerast enn bíligari, kom at falla við tíðini. Hetta, tí at hann varð framleiddur á so bíligan hátt. Vatni rann til sjós kortini. Tosið var tá — at um stutta tíð so var bara elmegi nýtt í hverjum húsi, bæði til hita, matgerð og ljós. Nú vita vit, at hetta gjørd- ist ikki veruleiki, hetta gjerd- ist ov dýrt. Hetta nevni eg fyri at vísa á, at tað er ikki altíð, at tað heldur, sjálvt um teir ser- konu uttan iva royna sítt besta. Eisini teir kunnu gera mis- tek, hann er eingin. ið ikki ger tað. Eisini eitt danskt felag So sum eg vísti á, so vóru teir ógvuliga ójavnir á máli tá um ta ætlanina, ið tá varð framd. Tað var eisini eitt danskt fel- ag, ið hevði so vítt eg minn- ist, projekterað. Eisini nú eru teir serkønu — teir ið skuldu havt skil á hesum viðurskiftum — ógvu- liga ójavnir á máli. Vatnútbyggingin hjá SEv er eitt rættuliga stórt pro- jekt, tað má ásannast. Her skulu gerast hol og byrgingar fyri at samla so nógv vatn sum gjerligt er. Allar áir takast Tildemis í Eysturoy skulu allar áir og lekir takast líka av Selatræ og flytast norður til Eiðis, og so er eisini ætlan- in at taka áirnar eystanfyri vestaru fjallareðina. Her stendur á síðu 3 í álit- inum frá 82, tað sum eitur Endurskoða ætlan frá juli 1981: »Tær. veruligu broytingar- nar i hesi projektætlan i mun til ætlanina frå 1978/79 er at utbyggingin å Eidi nu skal fevna um bædi eystur og vestursíðuna á vestaru fjalla- reðini á Eysturoynni, og at útbyggingin í Vestmanna skal gerast á ein hátt sum umframt sterri avfallsekir eisini gevur sterri effekt. Hvussu sær oyggin út í varskorpingi Tá er tað at eg seti mær spurningin. Hvussu sær Eysturoyggin út í várskerpingi ella í turki aftan á eina slíka útbygging, og kemur hetta at geva so nógv sum mett verður av ser- kunnleikanum. Hvussu verður við áunum tildemis inni í Skálavirði og Funningsfirði og í gjøgnum alt Sundalagi. Her hugsi eg. um hetta kemur at hava ávirkan á tað sílaaling, og um tað er vandi fyri, at áirnar millum Fjarða minka so munandi, at laks- urin ikki kemur niðan. Hesi viðurskifti eigur at fáast greiði á. Kunnu ikki yvirskoða avleiðingarnar Vit vanligu tingmenn eru neyvan ferir fyri at yvirskoða hverjar avleiðingar í ein slík útbygging kemur at valda okkara vøkru oyggj. Men tá ið tað er sagt, so má eg tó eiga, at tað kortini er vatnútbyggingin, ið fyri mær sýnist at vera hin skilabesta loysnin, tí hetta er ein av teimum fáu orkukeldum, ið vit hava sjálvir, og má hetta lena seg frægast í longdini. Vit gerast minni bundin av at flyta inn orkuráðevni, og harvið ein mun tryggari. Sjálvt um tað má haldast, at vit megu hava dieselverk — motorar — tøkar í Feroy- um. Meira vindorku — før- oyskt arbeiðsfólk. So vil eg siga, at kundi so nakað munandi verið fram- leiðtt við vindorku, við vind- myllum, sum hjálp til vatn- orkuna, so tykir mær hetta at vera besta samansetingin — vatn og vindorka. Til seinast vil eg minna á — tað vil siga, um útbyggingin verður framd: at skipað verður so fyri, at føroyskir arbeidarar og hand- verkarar fáa loyvi at gera sum mest av ellum arbeiði í samband við hesa útbygging. Her hugsi eg um, at tað er uttan yva rættuliga nógv ið kann framleiðast í Feroyum, og smiðirnar hava ikki allar so nógv at geva sínum ar- beiðsfólki fyri hendurnar. TTL —|T|-—ÆM—MBLEM NI NO rr"