Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-03-17, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. mars 1982síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tiðindablaðið Klaksvík síðani hóskveldið: Tora ikki at vera einsamøll Fólk eru ógvuliga bang- in. Tey flyta saman. Kvinnur, sum hava menn á sjónum, tora ikki at vera einsamallar. Hetta er steðan í Klaksvík eftir óhugna- ligu hendingina hós- kveldið, tá ein 42 ára gomul kvinna varð álop- in í einum sethúskjallara í Vági. Síðani hava níggju politistar arbeitt dag og nátt fyri at finna álops- mannin. Politiið í Klaks- vík hevur fingið hjálp frá einum politisti úr Havn og einum frá Rigspoliti- ets rejsehold, sum var staddur í Feroyum í sambandi við onnur mál. — Vit hava avhoyrt eiri hálvtannaðhundrað fólk, men enn hava vit ongan handtikið, segði leiðarin á politisteðini í Klaksvík, Karsten Hansen, tá vit ringdu norður fyrrapartin í gjár. Karsten Hansen sigur, at teir sera fegnir vilja frætta frá fólki, sum meguliga hevur sæð okkurt hóskveldið mill- um kl. 19 og 22. Hóast fólk sjálvi ikki halda, tað hevur nakran týdning, sum tey kunna greiða politinum frá, so vil poli- tiið kortini tosa við tey. Alt hevur áhuga. Eftir hvat vit skiltu á Karsten Hansen, hevur politiið spor at ganga eftir. Politiið hevur eisini eina teori um motivið til álopið, men vil ikki upp- Danska Grand Prix lagið 1982: lýsa meira um tað. Ymiskt, sum bleiv funnið í kjallaranum, har kvinnan varð álopin, er send niður til tekniskar kanningar. Urslitid kemur helst sidst i hesi vikuni, roknar Karsten Hansen vid Og medan m.a. ålops- vápnið, eitt skaft antin sleggju ella eyrhakkara, verður nágreiniliga kannað í Keypmanna- havn, arbeiða teir níggju politimenninir í Klaks- vík við málinum. Teir hava sett sær fyri, at álopsmaðurin skal finnast. Tað er onki, sum eitur. av einari einum Parodiin longu klár. Hoyra hana tyskvøldid Eina ferð royndi Østjydsk Musikforsyning í rámasta álvara at sleppa við í donsku Grand Prix kappingina. Men svarið, teir fingu, var kortanei! Teir vildu tó ikki heilt sleppa Grand Prix. So síðani hava teir tikid vinnaraløgini og spælt tey eftir sínum hevdi. Og tað vil siga tað sama sum, at teir hava gjørt eina parodi burtur úr teimum. Vinnaralagið í ár hava teir longu klárt. Og tað sleppa vit at hoyra í Eysturskúlanum komandi tyskvøld. Umframt eina »musikalska lagkøkurevy«. Meira å sidu 4 Húsini brunnu i grund. Eldurin var eisini vid at festa i grannahúsini, men hesum forð- aðu slekkiliðsmenninir fyri »Politikararnir« vilja spara: Eingin á brandstødini yrkadagar aftaná kl. 16,30 Sunnumorgunin klokkan 4 kom eldur í eini hús úti við Velbastaðvegin í Havn og brunnu húsini í grund eftir stuttari letu. Sløkki- liðið varð boðsent, men har var einki at gera. Tað var um reppið, at granna- húsini ikki eisini brunni í grund. Tá slekkiliðið kom á staðið var eldur við at festa í grannahúsini. Tak- rennurnar vóru longu snerktar. Tá fingu slekki- liðsmenninir so kelt húsa- veggin av, soleiðis at eldur ikki festi í. Mikkjal Merk í Havn átti húsini, sum brunnu niður. Hann, konan og trý bern vóru í húsunum, tá eldur kom í. Tey lógu øll og svóvu. Tey varnaðust eldin og sluppu út úr hús- inum í teimum klæðum tey svóvu í. Alt, sum var inni í húsinum, fór fyri skeyti í eldibrandinum. »Heppid« Tað må sigast at vera heppið fyri grannahúsini, at eldur festi í um nåttina i vikuskiftinum. Tá eru tveir mans á brandsteðini. Allar aðrar dagar í vikuni er eingin av brandsteðini millum kl. 16,30 og kl. 8,00 á morgni. Vit kunnu bert ímynda okkum, hvat hevði hent um eldur var komin í t.d. eina nátt mitt í viku, tá eingin er á vakt á brand- steðini. Tá hava brand- menninir bert brandlúð- urin og telefonsteðina at lýta á. Uttan iva hevði slekkiliðið tá verið komið so seint á staðið, at grannahúsini vóru farin í eldinum eisini. Vit hava vent okkum til brandmeistaran Hilmar Johannesen, id bert er fyribils settur, sum brand- meistari, til tann nýggi tekur við nú um stutta tíð. Hilmar Johannesen sigur, at teir hava ikki vakt á brandsteðini eftir klokkan 16,30. Nú í eina tíð hava tó verið tveir mans á vakt um vikuskift- ið. Hetta verður gjert eftir egnum initiativi og fáa brandmenninir onga len fyri hesar vaktir, men bert frídagar. Tað hevur eisini verið heitt á politikararnar í býráðnum at víðka vakt- ina til at fevna um allar dagar í viku, men hesum hava politikararnir so ikki játtað. Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá borg- arstjóranum, men tað eyd- naðist okkum ikki, áðrenn blaðið fór til prentingar. Vit kunnu tí bert seta fram spurningin! Er tað sparing frá býráðsins síðu sum er orsekin til, at eingin er á vakt á brand- steðini um náttina. Skal henda gongd halda fram? Vónandi hava vit svar uppá hesar spurningar í næsta blað. Snarkøling av fiski umborð á fiskiskipum: Ein møgulig koll- velting innan før- oyskan fiskiidna0 Herfyri vórðu tvey eftir okkara metan sera áhugaverd skriv lisin upp á Føroya Løgtingi. Bæði skrivini vórðu frå John Smith á Argjum, sum arbeiðir við ætlanum um m.a. at snarkøla fisk umborð á okkara fiski- skipum. Feløg kring landið, sum umboða meira enn 18.000 kvinnur og menn hava viðmæt ætlanini vid snarkøling av fiski. Feløgini eru Føroya Ar- beidarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Meginfelag Utróðrarmanna Foroya Ídnaðarfelag umframt Fiskirannsóknarstovuna, Føroya Fiska sølu og P/f Kovan. Á síðu 3 prenta vit hesi skriv, sum vit meta hava stóran almennan áhuga, tí talan er her um nýhugsanir innan okkara høvudsvinnu, sun føroyska samfelagið kann fáa stóran vinning av í longdini