mikudagur 17. mars 1982síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Snarkøling av fiski umborð á fiskiskipum:
Ein møgulig kollveltin
innan føroyskan fiskiidnað
Feløg kring landið umboðandi umleið 18.000
kvinnur og menn viðmæla, at snarkølieindir
verða settar upp umborð á føroyskum fiski-
skipum
Fyrr í hesum mánaðinum
læs løgtingsformadurin,
Jógvan Sundstein tvey
skriv upp í tinginum.
Skrivini vórðu bæði undir-
skrivað av John Smith. Í
hesum skrivum kemur
John Smith inn á spurn-
ingar, sum m.a. viðvíkja
keling av fiski umborð á
skipum. Blaðið metir hesi
skriv hava stóran almenn-
an áhuga og prenta vit tey
tí her í blaðnum. Fyrra
skrivið er soljóðandi:
»Føroya legting v/ Jógvan
Sundstein, logtingsfor-
mann, Tórshavn
Eftir at undirritaði John
Smith síðan 1950 havi
fingist við skipabygging
og skipaumbygging, og tá
serliga innrætting av
dekkinum á skipum við tí
fyri eyga at fáa arbeiðs-
gongdina lagaligari og
betri bæði fyri teir, sum
skulu arbeiða umborð, og
viðvíkjandi tí framleiðslu,
sum roynt varð eftir. og
eftir at eg mest til tess at
kanna til botns, hvussu ar-
beiðslagið var, og hverjar
ábetur eru meguligar,
havi latið meg hýra við
bæði føroyskum og út-
lendskum fiskiskipum, eri
eg vorðin sannførdur um,
at tað, sum nú eina mest
umræður, tá ið vit vilja
fáa sum mest og best
burtur úr tí, sum veitt
verður, tað er at skapa nóg
góðar møguleikar fyri køl-
ing av fiskinum.
Um hetta havi eg verið á
tal við persónar og stovn-
ar, ikki minst heilsufrød-
iligu starvsstovuna.
Ég loyvi mær at leggja
hjá og vísa til hjálegdu
skjal viðvíkjandi spur-
ninginum, sum eg síggi
hann, og uppskotum mín-
um.
Talan er um snarkeling,
við størri deksførum og
togarum, ætlað sum
„mekanisk køling«. (Sí
skjal 7 (tekn. nr. T.N.
05—78) og skjal 1 (tekn.
nr. J.S. 81—1—3 og
81—1—4), við opnum
bátum (og smærri deks-
forum) ætlað sum snarkøl-
ing í hitaisoleraðum con-
tainarum við einum k-
virði uppá o.u. 0,3 k/cal.
Vísandi til innihaldið í hjá-
løgdu skjølum má verða
tilskilað, at samstundis
sum meguleikin til snar-
køling er åvistur, er eisini
lagt upp til ein rationellari
arbeidshått, har tann
nógv umráðandi mátin at
blødga og reinsa fiskin er
lystur
Tad er valla nakad at
ivast i, at verdur fiskurin
nóg væl køldur, bæði frå
ti, at hann er fiskadur, til
hann er uppskipadur, og
eftir at hann er uppskip-
adur, so vil nøgdin av ti,
sum fæst til utflutnings,
vera upp til 5,5% meira
enn tad, sum er. Afturat
hesum kemur dygdin. Tad
kunnu sjálvsagt vera
ymiskar grundir til, at
flak ikki verður fyrsta-
floks vora, men givið er, at
ein høvudsgrund er tann,
at fiskakroppurin var bio-
logiskt niðurbrotin,
áðrenn hann varð skorin,
John Smith hevur leingi
arbeitt við áhugaverdum
ætlanum
og hetta sæst í veruleik-
anum ikki, fyrrenn flakið
er komið á pannuna.
Hevur hesin ætlaði køli-
teknikkur avgerandi týdn-
ing fyri flakaframleiðsl-
una, so hevur hann á ein
hátt ikki minni týdning, tá
ið talan er um hegguslokk,
við tað at hegguslokka-
bátar, utgjørdir við køli-
containarum, fáa longri
roynd og sleppa longur út
frá landi. Tað er heldur
ikki óhugsandi, at hitaiso-
leraðir stórir goymslucon-
tainarar kunnu gera nyttu
á flakavirkjum, har køli-
goymslurnar ikki eru nóg
góðar, og tá tað ræður um
at goyma landaða svart-
kjaftaveiði, tað er jú ofta
at hoyra, at ein partur av
Seta vit køliutgerd upp á okkara fiskiskipum kunnu vit
økja um urtøkuna og góðskuna á fiskinum
veiðini = mátti fara til
ídnað.
Lat tað eisini verða
sagt, at skal tað vera
hugsað um fiskaherme-
tikkidnad her á landi
(Kovin), so er tað ein
avgjørd fyritreyt, at hesi
virki fáa snarkeldan rund-
an fisk.
Tað man vera óneyðugt
at nevna fyri tí høga tingi,
hverjir trupulleikar hava
staðist av, at dygdin á
upsa, sum verður veiddur
í stórum nøgdum við trol-
ara, flakaður og avreiddur
í útlandinum, hevur ikki
verið nóg góð. Spurning-
urin um blødging og køl-
ing av upsaveidi er við-
gjørdur i oðrum skjølum.
Nu er tað greitt, at
skulu okkara skip og
bátar og kanska eisini
flakavirki verða útgjerd
við slíkum snarkelieind-
um, sum frammanfyri um-
talað. deils til keling við
containarum av ymiskum
typum (helst gjerdir av
polyæthylen og bjálvaðir
innan við polyurethan) og
deils við innrætting til
mekaniska keling, so má
ein framleiðsla av hesum
fáast í gongd. Vit hava
eitt plastídnaðarvirki i
Feroyum, Marinplast í
Kaldbak. Undirritaði
hevur verið á tal við hetta
virki. Og viðmerkt verður,
at tey ætlaðu tøl á síðu 3 i
skjali 4 eru sett í samráð
við leiðaran á hesum virki.
Um meguliga framleiðslu,
tá ið tað kemur til snar-
kelieindir við mekaniskari
køling, gjørdum av rust-
fríum stáli, hevur undirrit-
aði verið á tal við Annfinn
Debes, Tórshavn.
Umframt tað kann-
ingararbeiði, sum undirrit-
aði hevur gjørt, fara nú
kanningar fram viðvíkj-
andi framleiðslu av
teimum nevndu eindum.
Neyðugt er at kanna gjøll-
ari, hver framleiðsluhátt-
ur er mest rationellur. Tey
tel, sum nevnd eru í skjali
4, síðu 3, eru, sum vera
man, ætlað, nágreiniligari
kalkulatión er í gongd.
Neyðugt verður at gera
einar fýra prototypur,
hvat stálkonstruktiónum
viðvíkur, og eisini má ein
royna seg fram, hvat con-
tainarum vidvikur. So
leingi sum framleiðslan er
á fyrireikandi stigi, er sum
vera man neyvt samar-
beiði við heilsufreðiligu
starvsstovuna, fiskirann-
sóknarstovuna og vrak-
arastovnin neyðugt.
Neyðugt verður alla tíðina
at fylgja við, hvussu hesar
innrættingar roynast um-
borð á førunum. Tá ið alt
hetta er sagt, skal tað tó
leggjast afturat, at undir-
ritaði og teir, sum eg havi
samráðst við, meta, at
sjálvt tann fyrsta proto-
typan fer at vera brúkulig,
tó at ein altid må rokna við
broytingum til tess betra.
Sbr. i hesum sambandi
skjal 8, niðast á síðu 3 i
brævinum, sum eg skriv-
aði fiskaselustjóranum 7. í
h.
Vísandi til frammanfyri-
standandi er tað, at eg
vendi mær til håttvirka lø-
gtingid, vid tad at tad er
neyðugt at fáa eitt figgjar-
ligt grundarlag, áðrenn
tað verður farið undir
meira gransking, royndir
ella framleiðslu.
Tann almenna fígging,
sum talan kann verða um,
og sum vit, eg sum havi
arbeitt og framvegis
arbeiði vid konstruktións-
ætlanunum og teir sum
hava hug at fara undir
framleiðslu, meina við, og
sum sekt verður um, fellur
í tveir partar.
Tað snýr seg um at gera
pening tekan av almenn-
um fæ til okkara, sum
arbeiða við projektinum,
og um veiting í formi av
Framhald á síðu 11
Haldor Hansen, Vrakarastovnurin:
Fáa vit snarkøling
verður mesti fisk-
Sosialurin hevur eisini
verið í samband við
leiðaran av Vrakara-
stovninum, Haldor
Hansen. Hann var
sjálvur við á fundi í
landsstýrinum, tá
málið varð vidgjørt har
og har umboð fyri
Heilsufreðiligu Starvs-
stovuna, ein serkenur
innan køliteknik um-
framt John Smith
vórðu til staðar
Haldor
sigur, at uppskotið hjá
John Smith er av al-
Hansen
urin A-fiskur
stórum týdningi
Her er als einki at ivast
i, vit mugu koma í
gongd beinanvegin
Gera vit ætlanina hjá
John Smith til veru
leika, so fer tann mesti
fiskurin, ið verður land-
aður í framtíðini at
vera A-fiskur. Ti eri eg
ikki í iva um
Haldor
leggur aftrat, at ætlan-
in at kola niður fiskur,
beinanvegin sum hann
er komin inn á dekkið
fer at betri
úrteku, hægri góðsku
og harvið betri prís í
seinasta enda.
Talan er um eitt
projekt uppi 2
Hansen
geva
góðar 2
mill. kr. og sum eg
skilti landsstyrismenn-
inar á fundinum í
Tinganesi, so eru teir
ógvuliga positivir yvir-
fyri hesi í:tlanini. Nú
vóni eg bert, at teir
fara at arbeiða skjótt
við málinum endar
Haldor Hansen í við-
merkingini.
Jákup Mørkøre, Heilsufrødiliga
Starvsstovan:
Fer at fåa tydning
fyri allar partar
Í skrivinum til tingid
verður eisini Heilsu-
froðiliga Starvsstovan
nevnd. Hon hevur
sjálvsagt ein týðandi
leiklut, tá talan er um
góðsku av tí fiski, sum
verður veiddur undir
Feroyum og sum skal
viðgerast á landi við
seinri selu av landinum
fyri eyga.
Vit hava spurt leið-
aran á Heilsufreðiligu
Starvsstovuni um
málið viðvíkjandi
keling av fiski umborð
á fiskiskipum. Jákup
Mørkøre sigur, at
Heilsufreðiliga Starvs-
stovan stuðlar hesi
ætlanini, tí hon kann
beina burtur nógvar
trupulleikar, sum vit
leingi hava tikist við og
framvegis hava
umborð á okkara fiski-
skipum.
Tað er serliga gald-
andi fyri útróðrarbátar
og deksfer, men sjálv-
andi eisini fyri onnur
fiskiskip, at ein tílík
køling av fiskinum
kann hava stóran týdn-
ing. Mangan liggur
fiskurin á dekkinum í
upp til 15 stig og tá
hann er komin uppá
land hendir tað seg
eisini oftani, at hann
verður ikki ísaður
beinanvegin. Hetta
ger, at fiskurin kann
spillast eftir stuttari
tíð.
Jákup Mørkøre
sigur, at uppskotið hjá
John Smith, sum m.a.
miðjar ímóti at seta
upp keliútgerð umborð
á føroyskum fiskiskip-
um, fer at fåa tydning
fyri allar partar og
mælir til at tað verður
gjørt, sum neyðugt er
at gera