Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

1. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 NSÍ 12 7 - 3 - 2 21 13 8 24 2 HB 12 7 - 2 - 3 33 14 19 23 3 KÍ 12 7 - 2 - 3 29 16 13 23 4 GÍ 12 7 - 1 - 4 20 18 2 22 5 B36 12 6 - 2 - 4 37 19 18 20 6 B68 12 5 - 5 - 2 19 17 2 20 7 VB 12 4 - 3 - 5 10 9 1 15 8 EB/Streymur 12 3 - 2 - 7 16 26 -10 11 9 TB 12 1 - 3 - 8 12 45 -33 6 10 Skála 12 0 - 3 - 9 9 29 -20 3 '01 '00 '99 '98 '97 '96 '95 '94 '93 '92 B36-TB - - - 7-0 - 3-1 1-0 6-0 2-0 1-2 GÍ-HB 3-2 1-2 1-2 1-3 1-1 5-1 2-1 4-1 0-0 1-2 KÍ-B68 2-2 4-1 5-0 4-3 2-2 1-1 4-3 6-3 1-0 1-1 NSÍ-EB/S 1-0 - - - - - - 4-2 - - VB-Skála - - - - - - - - - - Skála hevur tvey leikbann, men vóna kortini at fáa onkra úrtøku í dystinum ímóti VB UPPTAKT Páll Holm Johannesen Vágbingar fáa vitjan av Skála á Eiðinum sunnudag- in. Vágbingar hava eftir eina stak óhepna byrjan á kappingarárið, fingið eitt sindur av vindi seglini, og úrslitini eru batnaði. Sunnudagin fáa teir so møguleikan at økja um stigatalið, tá botnliðið av Skála kemur á vitjan. Skálamenn berjast fyri lívinum í fyrstu deild, og bíða framvegis eftir at vend skal koma í. Teir hava verið nær við fleiri ferðir, men enn hava teir fyrsta sigurin til góðar í 1.deild. Zivkovic framvegis skaddur Jugoslaviski verjuspælarin hjá VB, Predrag Zivkovic, er framvegis skaddur, og hann verður heldur ikki við í vikuskiftinum. Tá VB gjørdist Føroya- meistari í 2000, varð Predrag Zivkovic mettur at vera besti verjuleikari í landinum, men hann hevur so at siga ikki leikt í ár, og enn røkist onki fyri at hann gerst klárur. Pólski framherjin, Robert Cieslewicz, er eisini iva- samur undan dystinum, men vágbingar vóna at gerst klárur. Úr Vági verður sagt, at kravið má vera ein sigur, tá eitt botnlið kemur á vitjan, men vænta tó ein torføran dyst, serliga nú Skála stríð- ist fyri niðurflyting. Tvey leikbann Hjá Skála eru Kári Nielsen og Gigi leikbannaðir, og tí verða teir ikki víð ímóti VB. Annars hevur Danial Hansen framvegis ein smáskaða at dragast við, men av Skála vænta tey við vissu, at hann gert klárur. Annars verður sagt av Skála, at tað altíð er torført at spæla í Vági, men at skálamenn fara at royna at fáa sum frægast burturúr. Venjarin hjá Skála, Mathias Davidsen sigur seg slettis ikki hava mist vónina um ein framhaldandi sess í 1.deild, tí, sum hann sjálvur sigur, so eru seks dystir eftir, og alt kann henda. Mathias vísir eisini á, at tað er strævið at liggja í botninum eitt heilt kapp- ingarár, men onki annað er at gera, enn geva sítt ítarsta hvønn dyst, og so má man bara fáa at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Mathias Davidsen at enda. VB ætlar sær sigurin Skálamenn vænta sær torføran dyst í Vági, men vóna kortini at fáa onkra úrtøku úr dystinum. Mynd: Savnsmynd 1. deild menn: GÍ-HB B36-TB NSÍ-EB/Streymur VB-Skála KÍ-B68 2.deild menn: FS Vágar-B71 KÍ-B36 ÍF-Sumba VB-LÍF HB-NSÍ 1.deild kvinnur B36-B68 Skála-HB KÍ-GÍ Dystirnir í vikuskiftinum: Hagtøl tey seinastu 10 árini Nr. 161 - 24. august 2002 27 Í sambandi við, at Hoyvíkshøllin verður tikin í nýtslu leygardagin 24. august 2002, kl. 16.00 Tíðindaskriv Skrá: Havnar Hornorkestur spælir Jan Christiansen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin Heðin Mortensen, formaður í mentamálanevnd Tórs- havnar býráðs flytir fram røðu Havnar Hornorkestur spælir Petur Dahl, skúlastjóri, flytir fram røðu Umboðfyri H71 flytir fram røðu Havnar Hornorkestur Kl. 17.00 Steypadystur H71-Kíf 1. deild menn Myndirnar av vinnarunum av AB Cup 2002 Í samband við Evropa Cup dystin hjá KÍ ímóti Újpesti úr Ungarn skipar KÍ fyri beinleiðis flogferð til Budapest við Atlantic Airways. Túrurin letur seg gera m.a tí, Atlantic Airways skal flúgva spælararnar hjá mót- støðuliðnum hjá GÍ, Haj- duk Split, aftur til Kroa- tia, og tí verða KÍ-við- haldsfólkini tikin við úr Budapest, tá Atlantic leggur leiðina aftur til Føroya. KÍ hevur fingið lov at selja 50 pláss í flogfari- num. Um tú vilt vita nærmari um prís o.a., so ber til at fara inn á heima- síðuni hjá KÍ, sum er www. ki-klaksvik.fo. phj Beinleiðis flogferð til Budapest Venjarin hjá U-19 lands- liðnum hevur boðað frá, at úttøkuvenjing til U19- landsliðið verður í Runa- vík mikudagin 28. au- gust. Ætlanin er at venja klokkan 17, og vant verð- ur í góðar tveir tímar. Hesir hava fingið boð: Bjarni Jørgensen, Rani D. Christiansen, Eli Thor- steinsson, HB, Marni Djurhuus, Búgvi Øster , Hans Pauli Samuelsen EB/Streym, Aki Petersen, Hanus Thorleifsson, Bárður Danielsen Skála, Jústinus R. Hansen, Andy Olsen, Bjarki Danielsen NSÍ, Símun Samuelsen VB, Mortan Johannesen, Bergur Midjord B36, Jann Ingi Petersen B68, Hanus Eliasen, Høgni Madsen ÍF, Kai Ennigarð, Magnus Skoralíð GÍ, Venjari er Jógvan Martin Olsen Úttøkuvenjing til U19 landsliðið Vinnarar hjá pinkulingum gjørdist TB Vinnarar hjá smápiltum gjørdist TB Vinnarar hjá piltum gjørdist AB Vinnarar hjá smádreingum gjørdist B36 2 Vinnarar hjá dreingum gjørdist VB Vinnarar hjá pinkum gjørdist AB Vinnarar hjá gentum 10-12 ár gjørdist AB Vinnarar hjá gentum 12-14 ár gjørdist TB Vinnarar hjá gentum 14-17 ár gjørdist HB 27 26 Nr. 161 - 24. august 2002 C M Y K 26