Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-03-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. mars 1982síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ítróttur Venjingardystir Nakrir venjingardystir i fótbólti hava verið um vikuskiftið ímillum lið ur teimum hægru deild- í Toftum leikti 1 deildarliðið B68 ímóti liði hjá Fram, og B68 vann henda dystin við tveimum málum ímóti mnsum deildarliðini hjá IF og B36 spældu í Fugla- firði, og hesin dysturin endaði við javnleiki 1—1. Dysturin í Havn ímillum HB og GI i 1 deild endaði eisini 1 —1, og fyri at tað ikki skal vera lygn, so endaði dysturin í 2. deild ímillum MB og SIF í Miðvági eisini | —1. Eysturoyar- kappingin kvartfinalu- Eysturoyar- Friggir dystir í kappingini hava verið leiktir um vikuskiftið. X Eiði leikti 2. deildar- liðið hjá EB ímóti IF 1. deild. og vann EB við trimum málum ímóti tveimum. Í Gøtu leiktu 1. deild- arliðið hjá GI ímóti 2. deildarliðinum hjá NSI, og her vann NSI við tveimum málum móti einum B68, 1. deild, og LÍF, 4. deild, leiktu á Toftum. Henda dystin vann B68 12—0. Fjóri dysturin í kvartfinaluni = verður leiktur á Skála tys- kveldið. Hann er ímillum B68 3. deild og GÍ 4. deild. Tað er nú greitt, at bert eitt 1. deildarlið hevur tryggjað sær lutteku í semifinaluni, Tipping Ftlanir eru frammi um at skipa fyri almennari tipping i Feroyum. ISF hevur havt sam- ráðingar við landsstyri um hetta. ISF hevur skotið upp at seta á stovn almenna tipping. ella at taka upp samstar við Dansk Tipstjenes- t føroyska e hevur i Landsstyri og tad er B68 av Toftum. løtuni hetta uppskot frá ISF til viðgerðar. Tað eru nógvir feroy- ingar sum tippa í donsku tippingini, og ISF metir, at um vit fáa slíka tipping í lag í Foroyum, fer hon eftir trimum árum at geva umleið 2 milliónir kr., sum kunnu nýtast til ymisk ítróttarendamál Svimling: SOSIALURIN Føroyar vid i HM? Moguleiki er fyri, at føroyski svimjarin Jon Hestoy skal um- boða Føroyar i HM-kappingini i Equador í summar. Jon luttók síðsta vikuskifti í DM og vann tvey meistaraheiti og setti tvey nýggj met Møguleiki er fyri, at fyri fyrstu ferð i søguni fer ein føroyskur svimjari at luttaka i heimsmeistara- kappingini i svimjing. Heimsmeistarakapping- in i svimjing verdur i Equador i døgunum frå 29. juli til 8. august. Svimjisamband Føroya hevur heitt á føroyska svimjaran Jon Hestoy av Tveroyri, sum í letuni svimur við danska svimji- felagnum AGF, um at umboða Feroyar í HM- kappingini í summar Jon Hestoy sigur, at hann ógvuliga fegin vil umboða Føroyar í HM- kappingini. men treytin fyri at hann kann umboða Føroyar í hesi kappingini, er at Dansk ldrætsfor- bund gevur honum loyvi til tess. Sambært lógum DIF's, hevur svimjari, sum lut- tekur í donsku svimji- kappingunum ikki loyvi at svimja í altjóða kapping- um fyri onnur lond enn Danmark, men Jon sigur, at hann heldur meguleikar vera fyri, at hann fær undantaksloyvi. Kai Holm, sum er formaður í danska svimjisamband- inum og er limur í starvs- nevndini hjá DIF, sum hevur seinasta orðið at siga í spurninginum um Jon sleppur at luttaka fyri Feroyar, sigur, at onki skuldi verið til hindurs fyri, at Jon sleppur til Equador fyri Føroyar. Kai Holm hevur givið Jon lyfti um, at hann fer at gera alt tað, hann kann, fyri at Jon skal fáa undan- taksloyvi. Svimjisamband Føroya hevur enn íkki sent fráboðan um, at ætlanin er at luttaka í HM-kapping- unum, men henda umsókn verður send um Jon fær loyvi frá DIF at luttaka fyri Førovar DM Seinasta vikuskifti luttók Jon Hestoy í Danmarks- meistarakappingunum í svimjing, og fekk hann her ógvuliga góð úrslit. Tað eydnaðist honum at gerast Danmarksmeistari í tveimum greinum, sam- stundis sum hann setti tvey nýggj donsk met. I 200 m butterfly gjørd- ist Jon Danmarksmeistari vid tidini 2 min. 6,30 sek. I innleidandi kappingini setti hann nytt danskt met i hesi grein vid tidini 2 min. 5,75 sek. Í 400 medley gjørdist hann eisini Danmarks- meistari. I innleiðandi kappingini sunnumorg- unin setti hann danskt met við tíðini 4 min. 36,84 sek., og seinni sama dag setti hann enn einaferð nýtt met í hesi grein við tíðini 4 min. 34,19 sek., og við hesi tíðini hevði hann eisini vunnið Danmarks- meistaraheitið. Annars hevði Jon eisini onnur góð úrslit um viku- skiftið. Fríggjakveldið luttók hann í 1500 m crawl og gjørdist her nr. 2 við tíðini 16 min. 0,89 sek. Leygardagin luttók hann í 400 m crawl og gjørdist nr. 5 við tíðini 4 min. 4,34 sek. Vinnararnir í FM-flogbólti Stór flogbóltskapping var fyriskipað í Havn seinasta vikuskiftid. Kappingina fyri dreingir 16 ár og mansunglingar var vunnin av sama liði, nevniliga Mjolnir. Á hesum lidinum leiktu Klæmint Isaksen, Hans Jacob Nystrom, Sven Jacobsen, Jógvan Jacobsen, Heri Eltor, Bjorn Kalsø og Jóannes Poulsen di 7 Tað var føroyameistara- kappingin í teimum yngru deildunum, sum leikað varð um, og var hetta ein av teimum stórstu ítrótt- arkappingum sum eru fyriskipaðar her á landi. Tilsamans vóru yvir 70 lið, og kappast var leygar- dagin frá kl. 9 til 23 og sunnudagin frá kl. 9 til 01,30 um náttina, tó við einum steðgið um middagsleitið. Í fleiri deildum vóru dystirnir ógvuliga spenn- andi, og tað gjerdi m.a. at kappingin dróg út. Men tó kom hon at enda, og á hesari og næstu síðu hava vit myndirnar av vinnar- unum í teimum ymsu deildunum. Vit skulu gera vart við, at vit í leygardagsblaðnum hava myndir av øllum hinum vinnarunum í flog- bólti