Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-03-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. mars 1982síða 5

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Stødan i Havn i 1982: Noyðast at gevast í skúla — fáa onki at búgva í — Nýtt landsfelag hevur loysnina. Býráðsformaðurin um fíggjarætlanina: Eg rokni við onkrum positivum Fleiri dømi eru um, at fólk, sum koma til Havnar at ganga í skúla, noyðast at gevast, tí tey onki fáa at búgva í. Hetta er ein av álvars- ligu avleiðingunum av tí stóra troti á bústeðum til Ein skattasøga: Fekk rentur í staðin fyri girokort Veðrið undantikid er skatturin vanlig- asta umrøduevni. Søgurnar um fram- ferðina hjá skatta- valdinum eru nógv- ar og fjølbroyttar. Vit hava fingið eina frå einum manni, sum fekk rentur i stadin fyri inngjald- ingarkort: Maðurin skrivaði í februar 1978 til Landsstýrið og bað um at fáa skattin út- settan rentufritt. Hann skuldi undir at byggja eitt fjós og hevði tí ikki pengar tekar til skattin. Í apríl svaraði Lands- stýrið, at umsóknin var játtað. Maðurin fekk fyri- bils loyvi til at steðga við tí skattinum, sum var eftir fyri skattaárið 1977—78. Hann fekk loyvi at steðga til árið 1978 var liðugt. Tá skuldi hann venda sær til Gjaldstovuna og fáa í lag eina gjaldskipan fyri út- setta skattin. Helt hann hesa gjaldskipan, skuldi hann sleppa undan rent- unum. Tann 2. januar 1979 gjørdi so maðurin ta av- talu vid Gjaldstovuna, at hann frå 1. februar 1979 skuldi gjalda 1.000 kr. um mánaðin til allur tann út- setti skatturin, 10.994 kr., var goldin. Men tá hann ongi gjald- ingarkort fekk frá Gjald- stovuni, fekk hann íkki goldið, sigur hann. — Eg hevði fingið at vita, at skattur bert má gjaldast við serligu inn- gjaldingarkortum Gjald- stovunnar. Tann 21. februar 1979 spurdi hann á Gjald- stovuni eftir hesum kort- um. — Eg bleiv biðin um at bíða. Kortini skuldu nokk koma. Og eg fekk eisini vissu fyri, at eg ongar rentur fór at fáa. Men kortini komu ikki. Eg havi síðani spurt eftir teimum fleiri ferðir. Svarið hevur altíð verið tað sama. Men kortini eru ikki kom- in enn tann dagin í dag, sigur maðurin, sum er sera misnegdur við hesa fram- ferð hjá Gjaldstovuni. Men prikkurin yvir iið kom nústaðni, tá maðurin eins og allir aðrir skatta- borgarar herfyri fekk sendandi kontoavrit frá Gjaldstovuni, ella Skatta- deildini. Hann hevði fingið rentur fyri útsetta skatt- in, 5.516 kr. Hann sigur, at hevði hann fingið inn- gjaldingarkortini, hevði hann eisini goldið rætt- stundis. Kann sleppa undan rentunum Vit vendu okkum til Jóg- van Jensen á Skattadeild- ini. Hann heldur, at tað skuldi verið ein meguleiki hjá manninum at sloppið undan rentunum, um hann skrivar til Lands- stýrið og greiðir frá, hvussu vorðið er. Og um hann er ferur fyri at leggja tær 10.994 kr. á borðið. Jógvan Jensen sigur, at tað er ongin treyt, at skattur bert kann gjaldast við inngjaldingarkortum Gjaldstovunnar. Tað ber eisini til at brúka eina van- liga postávísing til domis. Men tað er lættari hjá Skattadeildini at bóka, tá inngjaldingarkortini verða brúkt. Tí á teimum stend- ur skattanummarið hjá inngjaldaranum. Fólk hava lyndi til at gloyma skattanummarið, tá tey gjalda á annan hátt og tað gevur tí, sum bókar, eyka- arbeiðið at finna tað. Í hesum ferinum átti maðurin at brúkt tey inn- gjaldingarkortini, hann átti eftir fyri árið 1977—78. Men tað ber eisini til at fáa nýggj kort. Men tað er, eftir hvat vit duga at skilja, tryggari at skriva eftir teimum enn at ringja og biðja um tey. Skattadeildin hevur ongi serlig inngjaldingar- kort fyri útsettan skatt. Annars heldur Jógvan Jensen, at argumentið við inngjaldingarkortunum er ov veikt. Tað í sær sjálv- um sleppur ongum undan at gjalda rentur. Heimskendur abstraktur grafikkur í Listaskálanum Í gjár læt Mr. David Rat- ford frá bretska sendi- ráðnum í Keypmanna- havn upp eina framsýning hjá heimskenda lands- manni sínum, Victor Pas- more. Pasmore, sum er feddur í 1908, er gitin um allan heim fyri sínar abstraktu, grafisku konstruksjónir. Framsýningin er opin til 28. mars. Fríggjadag. leygardag og sunnudag er opið kl. 14—18 og miku- dag og hósdag kl. 19—21. Leygardag og sunnudag kl. 17 verður filmurin >Mr Pasmore — Images<. syndur i Listaskålanum. skúlaungdóm. Trotið er stórt. Tað er prógvað við einari kann- ing, sum mentamála- nevndin hjá Tórshavnar byråd gjørdi i 1979. Tá mangladu 170 bustadir. Sidani er stødan versnad. Og hon er so ring, at ny- stovnaða landsfelagið fyri foroyingar undir útbúgv- ing hevur sett sær sum fremsta mál at beta um hana. Tað skuldi væl borið til, heldur felagið. Við at brúka lógina um íbúðar- grunn. Eftir henni gjalda land og kommuna hvert síni 18% av byggikost- naði. Og eitt broytingar- uppskot til lógina frá Landsstýrinum skuldi gjørt, at tað ber uppaftur betur til, greiddu umboð fyri LFU frá á einum tíð- indafundi mikudagin. Longu í ár LFÚ hevur longu gjørt eitt uppskot um, hvussi betast kann um bústaðar- trotið: bygging av húsum til seks fólk. Hvert húsið hevur umframt tey seks rúmini felags uppihalds- rúm við keki, tvey baði- rúm og dur við oljufýr og vaski- og turkimaskinu. Húsini eru í tveimum hæddum, hver 73 m*. Tór- álvur Weihe, sum hevur teknað húsini, sigur, at tey kunnu byggjast á grundstykkjum til sethús. Á einum vanligum stykki, 500 m', kunnu standa tvey hús. Eitt tílíkt hús kostar uml. 750.000 kr. at byggja. Tá er grundstykki íroknað. LFU væntar ikki, tað verður trupult at fáa grundstykki í Havnini. Tórálvur Weihe sigur, at royndir her og aðrastaðni vísa, at tað er rættari at byggja slík hús enn stórar kollegiibygningar. Hesir eru nógv dýrari at umsita og halda reinar. Dømi eru um í Danmark, at 20% av leiguni hjá teimum, sum búgva á kollegii, fara til umsitingina. Landsstýrismaður góðviljaður LFÚ hevur lagt uppskot sítt fyri landsstýris- mannin Páll Vang og mentamálanevndina hjá býráðnum. Páll Vang var sera posi- tivur og bjóðaði felagnum á fund við ellum Lands- stýrinum fyrst í næstu viku. Páll Vang greiddi eisini umboðunum fyri LFU frá, Kamar Køkur Kamar Kamar Kamar Felagsrum Kamar Kamar | Durur Soleidis sær uppskotið hjá LFU åt. Rimini eru 11,88 m". Húsini skulu rekast sum sjålveigandi stovnur og leigan skal figgja tey 64% at ætlanin er at broyta lógina um lærlingaheim frá 1968, soleiðis, at hon eisini kemur eðrum undir útbúgving til góðar. LFÚ hevur biðið býráðið um at seta av so mikið av peningi til íbúðargrunnin á fíggjarætlanina fyri 1982/83, at tann mest átroðkandi tervurin á bú- stoðum kann burturbein- ast. Ber hetta ikki til, so nóg mikið til 24 bústaðir, ella fýra hús. Ikki bara Havnin Um byrådid lurtar eftir skúlaungdóminum, fæst at vita komandi hosdag, tá býráðið hevur aðru við- gerð av fíggjarætlanini. Men sum vit skiltu á Poul Michelsen, býráðsfor- manni og formanni í fíggj- arnevnd býráðsins, so eru útlit fyri, at pengar verða settir av. Hann sigur, at býráðið er biðið um at játta pengar sambært lóg- ini um íbúðargrunn til vanligar íbúðir, íbúðir til eldri fólk og íbúðir til skúlafólk. Samgongan í býráðnum er í letuni í ferð við at býta slakar 13 mill. kr. á kontoirnar á fíggjar- ætlanini. Poul Michelsen vil ikki upplýsa nú, hvussi hetta býtið verður. Men viðvíkjandi íbúðargrunn- inum væntar hann, at „okkurt positivt spyrst burturur«. Poul Michelsen er samd- ur við teimum, sum siga, at kommunan hevur gjert ov lítið við bústaðarspur- ningin hjá skúlaungdómi. Vit kunnu ikki vísa spur- ningin frá okkum, tað má gerast nakað við hann, heldur býráðsformaðurin. Men hann leggur sam- stundis stóran dent á, at tað kann ikki vera mein- ingin, at bara Havnin skal gera nakað. Kommunur- nar uttan um hevuðs- staðin eiga eisini at fáa ein miðvísan íbúðarpolitikk. Poul Michelsen vísir á, at Havnin er einasta kommuna, sum hevur sosialar íbúðir. Skal hetta eisini verða so í framtíðini, so enda øll, sum hava brúk fyri slíkari íbúð, í Havn. Og tað kann ikki vera rætt, heldur hann. Ov lítil partur Annars er Poul Michelsen ikki negdur við lógina um íbúðargrunnin Hann heldur, at tað er ov nógv hjá fólki við lágari inntøku at gjalda tey 64%, sum eru eftir, tá land og kommuna hava goldið sín part. Poul Michelsen sigur, at hann hevur gjert vart við hesa áskoðan í Lands- stýrinum. Men fyribils kunnu Poul Michelsen og hinir í býráðnum umhugsa sein- astu orðini í skrivinum frá LFU til mentamålanevnd- ina: „Verður skjøtil settur á longu komandi fíggjarár, hevur býráðið víst veru- ligan áhuga fyri spurning- inum og hugurin fyri sam- starvi verður harvið eisini munandi betri«.