Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-03-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mars 1982síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| SOSIALURIN telf. 11820 „box 76, 3800 Argir Utgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Torfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Hegni Djurhuus Dagny Joensen Jóhann Mortensen Jan Miiller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting og prent: p/f sosialurin Dyrt søluflak TÅ LØGTINGID mánadagin hevði 2. viðgerð av uppskotinum frå framburðs- og fiski- vinnuflokkinum um góðskumetingarkæru- stovn kom mangt åhugavert fram. ORSAKAD AV EINUM broytingaruppskoti frå tjóðveldisflokkinum kom orðaskiftið í rættuliga stóran mun at snúgva seg um ta énøgd, sum keyparar av føroyskum saltfiski gjørdu vart við í 1981. Upplýst varð, at tann vánaliga góðskan í fjør, hevur kostað tilsam- ans 8 mió. kr. NÓGV VARÐ EISINI tosað um orsøkina til ta vánaligu góðskuna. Her kom millum annað fram, at góðskan var í lagi tá fiskurin varð pakkaður og avskipaður úr Føroyum, meðan stórir partar av hesum fiski ikki vórðu nýtilig- ir til mannafødi, tá fiskurin var keyparunum i hendi Í HESUM SAMBANDI fingu vit at vita, at fiskurin í fleiri mánaðar hevur verið goymdur undir óhóskandi umstødum i 14 hitastigum í ávikavist Hirtshals og Fredrikshavn í Dan- mark. Har var fiskurin vorðin ónýtligur. Hann var fullur av pinki og hálvrotin tá hann um- síður varð fluttur víðari til keypararnar í Italien ÅBYRGDIN AV HESUM kann einans liggja hjá Føroya Fiskasølu, tá tað er fiskasølan, ið gevur boð um at fiskur skal pakkast og av- skipast, og eftir tí, sum varð upplýst í ting- inum mánadagin, so varð fiskurin pakkaður og avskipaður úr Føroyum fleiri mánaðar áðrenn hann skuldi latast keyparunum í Italien. ONKUR VIL UMBERA fiskasøluna við, at vit ikki hava nóg stór og hóskandi goymslurúm til salt fisk í Føroyum, og at tað er neyðugt hjá virkinum at sleppa av við fiskin orsakað av plásstroti. Gamaní. Men vit hoyra næstan dagliga, at Feroya Fiskasola byggir ella luttekur í bygging av húsum í ymiskum ut- londum. VAR TAÐ IKKI meira náttúrligt, um Føroya Fiskasøla framdi iløgur her heima, soleiðis at tann fiskur, sum ikki kann latast keyparun- um beinan vegin, verður goymdur undir góðum og tryggum umstødum? HVOR KEMUR SO at rinda fyri ta vánalkigu g6dskuna í fjør? Annaðhvort tað almenna og harvið skattaborgarnir ella eisini fiskimað- urin um avreiðingarprísin! Vit mugu ásanna at hetta var eitt dýrt sølufusk Eroplutonium ekskurs stjørnurnar blaktraðu millum treini í glampandi kavanum heitur kossur frá rósureyðum varrum ein hálv reyðvinsfloska lat hana liggja ínátt vil eg elska og tað sortnaði fyri eygunum tey opnaðust millum trampandi túsundbein í hermannastyvlum yvir landamørk stríðsvagnar yvir elskandi por á pólskum flotum uppskræddar hurðar og handtokur av kærleik- anum til lívið maskinpistólar í angistrystandi hold hinumeðni markið brustu neutronbumburnar uppbrend elskandi por á gøtunum meðan glæstrimynd kapitalismunnar fiskasølurnar, agentakontórini og skipasmiðjurnar stóðu og sýndu sína ótroyttandi megi yvir tóma landslagið nú er teknikkurin komin so langt at vit hava ikki brúk fyri menniskjunum meir hugsa datatólini tí er neutronbumban ein menniskjanslig bumba skrivar Dagblaðið eg stóð í Kastrup við mínum ferðaseðli til heimlandið uttan vidføri. Tíverri — seinasta flogfarið til Foroya er farið nú flýgur bert Aeroflot eystureftir. Og langt eystureftir har bjargingin bíðar. Europa er lagt í oyði. Og tú ringir 042 Foroyar desperat hetta er automatiski telefonsvarari fólkaflokksins vit hava í gjár tikið alt vald yvir foroyska sam- felagnum tað neyðuga er vorðið álvarsligt vinur okkara Ronald Reagan hevur frá undirjorðs- bunkara sínum givið verjuni boð sum eru neyðug 10.000 foroyingar erum vandamiklir fyri heimsins framtíð sita í eini tunell í Sornfelli tí sum Jesus segði: reitt er neydugt« — tey vandamiklu mugu av vegnum. Javnaðarflokkurin: Og ein kilometur undir jorðini leitar Helmut Schmidt eftir konu síni og Margreta drottning eftir sínum elskaða Hendrikki og tey finna hvort annað í sæluni kyrr. 10.000 kilometrar harfrá dovr Bresjneff og oll centralkomitéin av elli i vónleysari leitan eftir Shangri La nogv ljøsår burturi flenna aðrir aftur ein lítil planet sum gjørdi enda á sær sjálvari uttan okkara hjálp. Tey doyðu av dialektiskum mótsetningum og naivari trúgv á frelsu sum eitur frælsi í hvørkikyni men tey vistu ikki at hvorkikynið er ein fyrigykling tað er ikki til og tey útruddaðu seg sjálvan fyri eini hugsjón sum ikki var til nógu ljósár burturi verður nógu skemt gjørt burturúr. men margreta og helmut og francois og hvat tey eita stinga nosini uppundan aftur her er jú friðarligt ongir bumbumenn ella baader-meinhof og her er alt so flott og reingjort uttan vaskikonulonir men hvorki margreta helmut francois ella hvat tey eita duga at stýra rúmdarfarinum. eg vakni við stjørnublaktran millum treini í glampandi kavanum við heitan koss frá rósureyðum varrum ein hålv reydvinsfløska er drukkin lat fløskuna liggja kom inatt vil eg elska. Leggið Råfiskagrunnin i søluliðið Um Ráfiskagrunnurin verður lagdur i sølulidid, verða studningsveitingarnar einfaldari, og vinnan og tað almenna fáa stórri innlit í fiskasølumåli Í uppskoti til samtyktar mælir Jørgen Thomsen fyri javnaðarflokkin til at seta nevnd at endurskoða lógina um ráfiskagrunnin. Uppskotið er soljóðandi: Landsstýrinum verður álagt at seta nevnd við umboðum fyri Meginfelag Útróðramanna, Feroya Fiskimannafelag og Fer- oya Ráfiskakeyparafelag við tí endamáli at endur- skoða lógina um ráfiska- grunnin serliga við tí fyri eyga at gera studnings- veitingarnar einfaldari og at flyta ráfiskagrunnin yvir í seluliðið. Í viðmerkingunum til upp- skotið sigur javnadarflokkurin: »Sjey ár eru nú liðin síð- ani ráfiskagrunnurin fór at virka. Við legtingslóg varð grunnurin skipaður í 1975. Sum kunnugt ásetur nevndin fyri ráfiskagrunn- in avreiðingarprísirnar fyri ávís tíðarskeið. Mun- urin ímillum avreiðingar- prísin og avrokningarprís- in verður síðani útlíknaður millum grunnin og fiska- keypararnar. Tá samráðingar í síni tíð vóru um skipan av rá- fiskagrunninum, vóru flokkarnir ójavnir á máli um, hvar grunnurin skuldi liggja. Stríðið stóð um, annaðhvert grunnurin skuldi liggja í virkislið- num ella í seluliðnum, men tá fekst politiskur meiri- luti ikki fyri at leggja grunnin í seluliðið við tí úrsliti, at grunnurin varð lagdur í virkisliðið. Javnaðarflokkurin metti og metir framvegis, at tað hevði verið rættari, um rá- fiskagrunnurin varð lagdur í seluliðið, tá hetta fyri tað fyrsta vildi gjørt studningsveitingarnar ein- faldari og fyri tað næsta vildi tryggjað vinnuni og tí almenna sterri innlit í fiskasølumål. Sum nevnt, var tad ikki møguligt i sini tid at fåa politiskan meiriluta fyri at leggja råfiskagrunnin i sølulidid, men i samgongu- skjalinum hjá sitandi landsstyrissamgonguni verður m.a. sagt um hesi viðurskifti: „Studningsskipanin til fiskivinnuna og lógin um ráfiskagrunnin skulu endurskoðast og gerast einfaldari. Sum lið í hesum verður umhugsad, um stuðulin kann leggjast í annað lið enn í verandi skipan«. Hetta metir javnaðar- flokkurin sum eina ábend- ing um, at meguleikarnir fyri at flyta ráfiskagrunn- in yvir í seluliðið, nú kunnu vera til staðar. Javnaðarflokkurin mælir tí til at seta nevnd at endurskoða lógina um rá- fiskagrunnin nu«. i Í i i rr,