Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-03-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. mars 1982síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Ein roynd at skapa Síða 11 | Uppskotið er ein familjuvinarligari umstødur Vit hava biðið Jóannes um viðmerkingar í samband við lógaruppskotið um orlov í samband við barnsburð og adoptión? Dalsgaard, leg- Jóannes tingsmaður Er uppskotið eitt stig á vegnum, at skipa fyri familjuvinarligari poli- tikki? — Hetta uppskotið er ein líður í familjupoli- tikkinum, sum Javnaðar- flokkurin vil fremja. Uppskotið skal eisini sum eitt fram- tingmålinum nr. varð lagt fram á ólavsekutinginum sein- ista. Hetta uppskotið, sum tá varð lagt fram og góðtikið var um javn- rættindi millum papírleys hjunarløg, har foreldrini fóru frá hverjum eðrum. Av tí at fólk ikki vóru gift, fekk pápin ofta ikki rætt til samveru við megulig børn, sum pappírleysu pørini høvdu fingið, tá tey livdu saman. Henda lógin hevur longu víst, at tað gagnaði pápum og bernum, sum nú hava rætt til at vera saman eitt ávíst tíðar- skeið. f Uppskotid um orlov i samband við barnsburð og adoptión, er annað stigið á vegnum, at javnmeta foreldur, so bæði hava eins góðan rætt eftir lógini. Uppskotið er eisini ein spurningur um javnrætt- indi millum barnakonur, sum hava ógvuliga ójavnar reglur at ganga eftir tá tær skulu hava orlov í samband við barns- burð. Kundi hetta lógarupps- kotið ikki verið gjert síggjast hald av tvey, sum áður? — Jú, men hetta kom serliga væl fyri nú tað er viðtikið á Tingi, at dag- peningaskipanin skal endurskoðast. Uppskotið skal tí gerast í neyvt sam- starv við broytingarnar í dagpeningaskipanina, og tí tað er átroðkandi at fáa lógarfest viðurskiftini hjá barnakonum í hesum við fangi Í Sveríki kom lóg í gildi fyri nøkrum árum síðan, har pápin eisini fekk orlov við løn, eitt åvist tíðar- skeið, tá konan hevði átt barn Sviar eru longri frammi við sosialloggåvuni enn danir, og ti plaga danir at hyggja eftir, hvat teir hinumeðni sundið hava fingið á skafti í lóggeving ini, eins og politikarnir í Feroyum plaga at hyggja eftir lógargreinum í Dan- mark, tá nýggjar lógir skulu smíðjast her á landi Hesaferð hava vit í Før- oyum fingið lógaruppskot á Ting, sum er meira víð- fevnandi enn tað, sum danir hava. - Eftir donsku lógini á hesum eki, er pápin ikki tíkin við í orlov skipanini, tá foreldur fáa barn. Er hetta ein nýskapan, og kunnu vit vænta, at føroyska lóggevingin verður enn meira tidar- hóskandi enn t.d. í Dan- mark? Upprunaliga hevur uppskot um broyting í lóg- ini viðvíkjandi orlov í sam- band við barnsburð verið løgd fram á Fólkating- inum fyri nekrum árum síðan, har pápin var tikin við, men tað fekk ikki poli- tiskan meiriluta tá, og fall, sigur Jóannes og heldur fram: — Eg haldi kortini, at tað er av stórum týdn- ingi, at júst pápin verður tikin við í lóggevingini, so hann eisini kann krevja sín rætt, at vera saman við barninum, heima eitt tíðarskeið, uttan tó at vera bangin fyri at missa arbeiðið sítt. Hetta er eisini gjert fyri at foreldur í felag skulu hava góðar stundir at venja seg til slíka stórbroyting í ger- andisdegnum, sum tað er at fáa eitt barn. Hví tosa um tryggleika innan teir fýra vegginir, tá ótryggleikin viðvíkjandi barnaansing, ferðslu og óttan fyri at missa arbeið- ið í samfelagnum er til- staðar, er so stórt? bert fyri at nevna nøkur dømi. — So mikid størri er tørvurin at skapa trygg- leika i egna umhvørvi. Hesa trygdina skapa vit við m.a. loggevingini, so fólk ikki skulu vera bangin fyri at brúka sín rætt. Einsamalla hevur ikki fingið eins góðar semdir sum har bæði foreldur eru um barnið. Skuldi her íkki verið gjert frávik í lógini, sum tryggjaði einsamallar mammur betri? Í lógaruppskotinum er eisini viðmerkt, at tað í ávísum førum skal takast hædd fyri frávikum, sum skal lógarfestast í komandi lóggávu. Annars er hertil eisini at siga, at Forsorgarlógin, sum verður nýtt í slíkum føri, verður broytt næsta ár. Har verða tær mamm- ur, súm veruliga eru einsa mallar nevndar Hví koma við slíkum uppskoti í andstødu? Javnaðarflokkurin metir, at hóast hann hevur andsteðu í sein- astuni, so hevur tað veru- liga borið til at fáa lógar- uppskot viðtikið á Tingi, sigur Jóannesog skoytir uppí, at um hetta uppskot- ið skuldi fallið — hvat vit ikki rokna við, so er flokk- urin bundin av uppskot- inum, tá vit koma aftur í Landsstýrið. Um Jóannes Dalsgaard, legtingslimur skuldi fingið eitt barn í fram- tíðini, skulu vit so rokna við, at hann tekur sær orlov frá Tinginum? — Um neyðugt, so heyði eg tikið mær henda rættin, tí eg meti, at tað er umráð- andi, at bæði foreldur eru um barnið tað fyrstu tíð- ina. Kvinnan eigur fyri tað mesta á Sjúkrahúsi, og er tá burtur úr heiminum nakrar dagar. Tá hon kemur heimaftur við barn- inum, er broytingin í heim- inum so stór, at foreldrini hava tørv á at vera saman um tað, at eitt barn kemur inn í teirra lív. Tí er tað ein fyrimunur fyri allar part- ar, at tey eru tvey um ábyrgdina í hesum feri, sigur Jóannes at enda. mamman sitið í háttur at skapa javn- rætt millum foreldur At enda bóðu vit Oddmar Færø, serlækna í barnasjúkum um viðmerking til lógarupp- skotið um orlov í samband við barnsburð Tað er bert væl, at vit fáa rættindi, fyri kvinnur, sum eiga bern, at hesar fáa orlov við barns- burð ella adoptión, sigur Oddmar og heldur fram, at samfelagið nú er soleið- is háttað, at nærun logartest allar mammur hava útiarbeiði heiminum, og tí hava serligan tørv á við síðuna av at fáa góða hvíld í tíðini áðrenn og aftaná tær eiga børn. Verður påpin eisini tikin við í lógaruppskotinum, so er tað enn betri, ti tað kann verða ov nógv hjá eini mammu, sum kanska eisini hevur onnur bern og arhald, at taka sær av Hevur tad tydning fyri trivnadin hja barninum, at pápin eisini tekur orlov? Pad hevur avgjort tydning, at påpin er við til at taka åbyrgdina av barn- inum frå byrjanini. Tad er jú soleiðis, at seinastu árini er broyting komin í familjumynstrið, soleiðis at vidurskiftini eru norma- liseraði viðvíkjandi kvinn um í útiarbeiði. Hetta er viðtikið, men vit gloyma ofta, at dis hevur fingið tvey ar- beiðsplássir, meðan tað sama ikki er hent hjá monnum. Teir hava ikki á sama hátt í mongum forum, tikið meira heima- arbeiði á seg, hóast hetta í ávísum ferum er tiltrongt. kvinnan samstun- Um uppskotið við eisini at taka páparnar við í hesum viðfangi, kann tað hava tað samfelagsliga gagnið, at javnrættindi millum mann og kvinnu, eins og arbeiðsbyrðan úti og heima, verður legd á bæði foreldur, og so kann hetta fáa týdning fram- eftir. Oddmar Fære, serlækni í barnasjukum Bert ivist eg um tíðarskeiðið, har påpin skal taka orlov er rætt, ti vil eg, sum alternativ til fýra tær seinastu vikurnar í orlovtíðini. siga, at pápin heldur kundi tikið frí, tá mamman er á sjúkrahúsi og eigur, so hann kann ansa heiminum og møgu- lig bern, sum foreldrini eiga frammanundan At enda sigur Oddmar Fære, at hann ikki veit, um føroyskir påpar sjålvur hava åhuga fyri at fåa orlov i samband vid at mammurnar fåa børn, og ti kann hesin rættur meguliga fáa ein moralsk- an dåm, sum lætt kann leggja tryst å teir, sum ikki halda, at slik fyriskip an er ney dug Um mamman, un framt at hava arbeiði av nyfødinginum og húsar haldinum, fær heimagangandi í ávísur tidarskeidi, og um påpin vaska klæðir. pápan ístaðin at verða um barnið og fara upp við tí um náttina, heldur fer í fjørdin, um veður er til mamman ikki nógv hjálpt í síni steðu. Oddmar smírist og sigur, at hetta seinasta ikki skal skiljast sum heilt álvarsliga meint, tí hann veit fullvæl, at foreldur við bernum í dag hava ábyrgdarkenslur. Oddmar sigur at enda, at hann heldur tað vera gagnliga fyri familjuna sum heild, at tey fáa betri skipaðar umsteður í ger- andisdegnum, men at hetta helst ikki skal gerast til eitt persónligt trýst, um ikki ell hava áhuga fyri tí. Eitt er tó vist, at tað styrkir um kensluliv og ábyrgdarkensluna millum pápa og barn, at tey fáa meguleika at vera saman frá byrjanini av tess, so er