hósdagur 13. januar 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 8 - 13. januar 2000
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 8 - 13. januar 2000
jakup
Frásagnir frá
hálvfinalunum í
steypakappingini verða
í blaðnum í morgin
JÁKUP MØRK
Nú farið er um ársskiftið,
eru flestu fótbóltsleikarar
helst farnir at hugsa um
heimligu kappingina, og í
næstum fara venjingarnar
kring landið at byrja.
Ein partur av leikinum á
grøna
gras(líkinum)
er
sjálvandi eisini luturin hjá
dómarum okkara, og hesir
eru sjálvandi eisini farnir
undir sínar fyrireikingar.
Fara uttanlands
Komandi vikuskifti fer
Birgir Sondun, sum í fleiri
ár hevur dømt fyrstudeild-
arfótbólt, til Svøríkis, har
han skal luttaka á skeiðið,
sum er fyriskipað av sven-
ska fótbóltssambandinum.
Talan er um skeið, sum
svenska fótbóltssambandið
skipar fyri á hvørjum árið,
og stendur tað FSF í boði at
luttaka á hesum skeiði.
Talan verður helst eisini
um dómaraskeið, har føroy-
ingar kunnu luttaka, í bæði
Noreg og Danmark, men
enn er ikki endaliga avgjørt,
hvussu verður við hesum.
Tá føroyska A-landsliðið
um mánaðarskifti komandi
skal á venjingarlegu í Span-
iu, standa standa tveir dystir
í nýskipaðu NM-kappingini
eisini á skránni.
Føroyingar skulu tá leika
móti Finlandi og Íslandi, og
umframt at landsliðsleikar-
Døma í Spania
Eins og fótbóltsleikararnir, eru dómarar okkara eisini noyddir at fyrireika
seg til landskappingina, og verður hetta gjørt á ymsar hættir
arnir eru við á ferðini, er
eisini Lassin Isaksen við í
ferðalagnum.
Lassin skal á ferðini døm-
a dystin millum Finnland og
Ísland, og afturat sær á ferð-
ini skal hann hava ein før-
oyskan hjálpardómara. Enn
er tó ikki avgjørt, hvør hesin
verður.
Væl fyrireikaðir
FSF roynir at leggja stóran
dent, at fótbóltsdómarar
okkara eru fakliga væl fyri,
og í hesum sambandi verða
eisini skeið av ymsum slag
hildin.
Í løtuni verða fyrireiking-
arskeið til komandi dómarar
hildin, og skulu hesir tli
próvtøku seinast í hesum
mánaðinum.
Harumframt verður eisini
hildið skeið fyri verandi
dómarum, og verður tað í
ár norðmaðurin, Reidar
Bjørnestad, sum skal standa
fyri skeiðnum. Hesin er
annars í starvi hjá norska
fótbóltssambandinum, og er
tað eisini í samstarvi við
teir, at vitjanin er fingin í
lag.
Dómarar venja
At enda skulu vit siga frá,
at vit hava eina áheitan til
allar áhugaðar dómarar frá
Birgiri Sondun og Oddmari
Andreasen. Teir boða frá, at
komandi vikurnar verða teir
á vøllinum í Gundadali
hvønn mána-, miku- og
fríggjadag, har teir ætla at
vemja eitt sindur. Ætlanin
er, at venjingin skal fevna
um bæði renning og bólt-
spæl, umframt at teir
fríggjadag eisini ætla sær at
ein túr niðan í svimjihylin.
Sum sagt heita teir á allar
áhugaðar dómarar at møta
upp, soleiðis at venjingin
kann gerast so hugalig sum
gjørligt.
Lassin Isaksen skal seinast í hesum mánaðinum á ferð
til Spania, har hann skal døma dystin Finnland-Ísland
Savnsmynd
JÁKUP MØRK
Frá mánadegnum at rokna,
fáa tey veddingarhugaðu
Nú kemur jokarin
Enn ein møguleiki hjá teimum, sum droyma um at gerast millióningar í eini
handavending
ikki at hava øll tølini røtt, tí
vinningar verða latnir, heilt
niður til tvey røtt tøl.
Í øðrum londum hava tey
góðar royndir av hesum
spæli, og hava tað eisini
verið fleiri stórir vinningar.
Dansk Tipstjeneste roknar
við, at hetta eisini fer at
verða
væl
umtókt
í
Danmark, Grønland og
Føroyar íroknað, og vænta
tey, at árligu inntøkurnar av
hesum fara at verða um
hálvu milliardina.
enn ein møguleika at gerast
millióninar, við tað at Dans
Tipstjeneste
tá
víðkar
útboðið
av
spælimøguleikum við enn
einum spæli.
7.000.000 kr.
Nýggja spælið ber heitið,
Joker, og í stuttum er tað
soleiðis háttað, at tú fyri ein
eyka kostnaða á 10 kr. fært
eitt sjey siffrað tal prentað
ovast á seðilin, um tú
luttekur í lotto, dusino ella
tipping.
Ert tú heppin, og hevur
rætta talið á tínum seðli, kan
hetta geva ein risavinning,
sum kan verða heilt upp í
sjey mió.kr. Tær nýtist tó
JÁKUP MØRK
Seinasta vikuskifti varð
enn eitt umfar í Grand-
Prix kappingini í badmin-
ton leikt.
Kappingin fór fram í
badmintonhøllini í Havn,
og var kappast í ymsum
aldursbólkum.
Hóast stóru aldursmunur
var á luttakarunum, so
hugnaðu tey sær óført,
líkamikið um tað vóru
smæstu genturnar, sum
leiktu einmanleik sína
millum, ella um talan var
um harðar dystir millum
menninar í tvímansleik-
inum.
Tey yngru
Leygardagin stóðu yngru
leikararnir so fyri tørni.
Fyri at alt skuldi kunna
avgreiðast í góðari tíð,
varð byrjað hampuliga
tíðliga, men hetta sá ikki
út til at nerva leikararnar
serliga nógv, og hugagóð
fóru tey undir dystirnar.
Leikt varð fram til nátt-
urðatíð, og tá avtornaði,
gjørdust úrslitini hesi:
Gentur upp til 10 ár:
Nr. 1
Brynhild Carl-
son, HBF
Nr. 2
Agnas
Olsen,
VÍF
Gentur 10-12 ár:
Nr. 1
Christina Erik-
sen, VÍF
Nr. 2
Rannvá á Rógv-
u, VÍF
Dreingir upp til 10 ár:
Nr. 1
John André Nic-
lasen, ÍF
Nr.2
Jan
Ellings-
gaard, ÍF
Dreingir 10-12 ár:
Nr. 1
Niclas Eysturoy,
HBF
Nr. 2
Hilmar
Kass
Jacobsen, HBF
Dreingir 12-14 ár:
Nr. 1
Gunnar
Poul-
sen, HBF
Nr. 2
Thomas Rubb-
eksen, HBF
Dreingir 14-16 ár:
Nr. 1
Meinhard Arge
Jensen, HBF
Nr. 2
Høgni Madsen,
ÍF
Tey vaksnu
Sunnudagin skuldu tey
vaksnu so leika, og sum
vera man, so varð nógv
lagt fyri.
Eftir fleiri góðar og
spennandi dystir, vórðu
vinnararnir í ymsu bólk-
unum at enda funnir, og
vóru endaligu úrslitini
hesi:
Blandaður tvímansleik-
ur:
Nr.1
Elin Jacobsen,
HBF og Erland Poulsen,
HBF
Nr.2
K r i s t i a n n a
Thorkildshøj, HBF og
Heðin Joensen, HBF
Tvímansleikur, kvinnu:
Nr.1
Ingun Hansen,
Strálan og Kristianna
Thorkildshøj, HBF
Nr.2
Guri Poulsen,
HBF og Elsa Thor-
kildshøj, HBF
Tvímansleikur, menn:
Nr.1
Gunnar M. Gre-
goriussen, HBF og Heðin
Joensen, HBF
Nr.2
Regin Hammer,
HBF og Erland Poulsen,
HBF
Enn eitt umfar í Grand-Prix kapp-
ingini var leikt í vikuskiftinum
Badminton
Sum kunnugt verður ársins
næsta Grand-prix kapping í
borðtennis leikt Badminton-
Petur, Vilmund og Paula fremst
Nú annað umfarið í Grand-Prix kappingini í borðtennis fer í gongd um vikuskifti, verður hugt at støðunum í teimum
ymsu deildunum
høllini í Havn komandi
leygardag.
Hetta er annars fyrstu
ferð, at NTSF, Borðtennis-
samband Føroya, skipar fyri
eini veruligari Grand-Prix
kappin gjøgnum ein heilan
vetur. Sum so er ein slík
kapping ikki øðrvísi skipað
enn ein vanlig opin kapp-
ing, men munurin hesu ferð
er, at hetta er ein miðvís
kapping, sum fevnir um trý
vikuskifti, og har leikarar
fáa eitt ávíst stigatal fyri
vunnar dystir.
Petur fremst í
meistaradeildini
Hyggja vit at úrslitunum í
fýra teimum bestu deildun-
um, síggja vit, at í meistara-
deildini liggur Petur Nic-
lasen, Tór, fremst við full-
um stigatali, nevnliga 500.
Næstur honum koma Eyðun
Luid, Tór, við 470 stigum,
Fríði Jensen, TBF, við 450
stigum og Birgir Carlson,
Tór, eisini 450 stig.
Higartil í ár hevur Petur
havt eitt gott kappingarár,
og hann vann eisini opnu
kappingina, sum var fyrsta
tiltakið hjá BTSF í vetur.
Enn er tó einki avgjørt í
meistaradeildini, tí roknast
kann við, at flestu dystirnir
verða javnir og neyvan av-
gjørdir fyrr enn í evstu løtu.
Vilmund fremst í
meðaldeildini
Í meðaldeildini liggur Vil-
mund
Jacobsen,
B68,
fremst við 500 stigum, sum
fult stigatal. Næstur honum
liggja Niels S. Johannesen,
Tór, við 470 stigum, Paula
Eikhólm, Streymur, við 450
stigum og Vagnur Nolsøe,
TBF, sum hevur 430 stig.
Kappingin í meðaldeild-
ini er kanska ikki eins
spennandi, og tann í meist-
aradeildini, men enn kann
alt henda, tá ið tað fram-
vegis resta tvær av teimum
trimum kappingunum.
Paula, Heidi og Eyðun
Í
kvinnudeildini
hevur
Paula Eikhólm 500 stig,
systurin, Súsanna Eikhólm
hevur 470 stig, meðan Elin-
borg Nygaard, TBF og Sun-
rid M. Hansen, OyÍF, hava
ávíkavist 450 og 435 stig.
Í gentudeildini er støðan
tann, at Heidi M. Hansen
hevur 500 stig, Maibritt
Magnussen hevur 470 stig,
Eleonora Kerá hevur 450
stig og Birita Rasmussen
hevur 435 stig. Allar fýra
koma tær úr OyÍF.
Í unglingadieldini er støð-
an tann, at Eyðun Jacobsen
úr B68 og Martin Olsen úr
Tór eru á odda. Eyðun hev-
ur 500 stig, meðan Martin
hevur 475 stig.
Eftir fyrsta umfar er Birgir Carlson úr Tór á triðja plássi í meistaradeildini
Savnsmynd
Jákup Mørk
Seinastu tíðina hava umfat-
andi
umskipanir
verið
framdar í felagnum hjá Óla
Johannesen, AGF.
Uppsagdur
Fyrradagin varð fyrrverandi danski landsliðsleikarin,
sum umframt at spæla við AGF eisini hevur verið yrkis-
leikari hjá Liverpool, sagdur úr starvi sum ítróttar-
ráðgevi hjá kreppurakta danska felagnum
Stjórin tekur yvir
Nú er so enn ein bygnaðar-
broyting farin fram, við tað
at AGF fyrradagin boðaði
frá, at fyrrverandi yrkisleik-
ari felagsins, Torben Piech-
nik, ikki longur er í starvi
hjá felagnum.
Hetta boðar AGF frá í
einum stuttorðaðum tíð-
indaskrivi. Starvsøkið hjá
Piechnik var leikarasáttmál-
ar og handil við leikarum,
og verður tað framyvir
nýggi stjóri felagsins, Dan
Iversen, sum kemur at hava
ábyrgdina av hesum.
Sostatt gjørdist starvs-
tíðin hjá fyrrverandi EM-
vinnaranum rættuliga stutt,
tí hann byrjaði í nýggja
starvinum
seinasta
heyst, eftir at
hann mátti gevast
við fótbóltinum orsakað
av skaðum.
Ein av teimum sáttmál-
um, sum Piechnik fekk í
lag, meðan hann var í felag-
num, var tá Óli Johannesen
í heyst fór frá TB til danska
superligafelagið.
Í løtuni fara fram stórar
broytingar í fyrrverandi
stórfelagnum, AGF, har
Óli Johannesen og
liðfelagarnir royna at
halda seg omanfyri
niurflytingarstrikuna
Savnsmynd
JÁKUP MØRK
Nú er eftir hondini langt
síðani, at tað varð alment
kent, at nógv ítróttarfólk
í gomlu kommunist lond-
unum, nýttu ólóglig evni.
Fram til seinast í áttati-
árunum, stóðu fleiri av
hesum
ítróttarfólkum
heilt ovarlaga, tá heiðurs-
merki vórðu býtt út. Við
tað at kommunistusku
londini ofta nýttu hesi av-
rik sum politiska propa-
ganda, gjørdu ítróttarleið-
arar alt teir kundu, fyri at
tryggja íðkarunum so
góðar fortreytir sum gjør-
ligt, og ein partur av hes-
um var at nýta ólóglig
stimbrandi evni.
Øll hava helst hoyrt um
ræðusøgurnar, har bórn
við góðum ítróttarevnum
fingu tablettir av ymsum
slag aftur við matinum, í
teirri trúgv, at talan var
um vitaminir og anna
gott.
Í veruleikanum var tal-
an sjálvsagt um ólóglig
stimbrandi evni, og fór tí-
skil ein skipað doping
fram.
Seinastu árini hava vit
eisini hoyrt fleiri av fyrr-
verandi ítróttarfólkunum
greitt frá, hvussu stór nýt-
slan av dopingevnum var,
og eisini hevur eitt nú
venjarin hjá SC Motor
Jena, Horst-Dieter Hile,
greitt frá, hvussu hesin hátt-
ur varð nýttur at betra um
avrikini hjá rennarunum,
sum hann vandi.
Vanskeplað børn
So við og við, vóru fleiri av
hesum ólógligu ítróttarfólk-
um avdúkað.
Árinini, sum hava staðist
av hesi áralongu misnýtslu,
fáa ítróttarsambondini tó
einki gjørt við, og nógv ít-
róttarfólk hava seinnu árini
merkt, at kroppur teirra hev-
ur tikið skaða av hesum.
Seinast er tað komið
fram, at fleiri fyrrverandi
ítróttarkvinnur hava átt van-
skeplað børn, við tað at
skipaða dopingin hevur
avskeplað kyknubygning
teirra.
Ótespiligt
Ítróttarfólk úr fyrrverandi Eysturtýsklandi merkja nú
syrgiligu avleiðingarnar av, at tey í fleiri ár nýttu ólóg-
lig stimbrandi evni til at bøta um ítróttarligu avrikini
Rættarmál
Í gjár byrjaði so eitt rætt-
armál móti yvirlækna-
num, Lothar Kipke, sum
í fleiri ár hevði ábyrgdina
av eysturtýska svimji-
landsliðnum.
Ein fyrrverndi eystur-
týskur elitusvimjira hevur
nú átt ein son, sum hevur
vanskeplaðan fót, meðan
ein onnur hevur átt eina
blinda dóttir.
Væntast kann, at hetta
rættarmál kann hava rætt-
uliga stóran týdning, tá
hugsað
verður
um,
hvussu slíkar gølur verða
viðgjørdar í framtíðini.
Ítróttarfólkini í fyrrverandi eystanlondunum vóru í
fleiri ár út fyri skipaðari dopingmisnýtslu
Savnsmynd