Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-04-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. apríl 1982síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN "ólkafloksmenn fáa viðhald i Føroya rætti: — Vit eru úr foroya rætti: ikki fasistar! Tad vakti ans i Danmark fyri nøkrum árum síðani, tá blaðstjórin á hegra- venda blaðnum Minut, Hans Hetler, í Eystara landsrætti fekk dóm fyri ikki at vera fasistur. Tað fer ivaleyst eisini at vekja ans her í Feroyum, nú Hin Feroyski Fólka- flokkurin, Radikalt Sjálv- stýri, í Feroya rætti fær dóm fyri ikki at vera fasis- tiskur. Tí hetta verður úrslitið av rættarfundinum mána- dagin um sakarmálið, sum m.a. Fólkaflokkurin hevur lagt móti ábyrgdarblað- stjóranum á Sosialinum, Tórfinni Smith. Tað eydnaðist ikki sak- føraranum hjá Tórfinni Smith, Kára Petersen, við sínari dómsviðgerð, sum vardi ein tíma, at sannfera dómaran um, at skuldset- ingarnar i lesarabræv- inum >El Selvador í dag — Føroyar i morgin?« eru rættar. Dómarin segði, at soleið- is, sum sakin var løgd upp, kundi tad ikki sigast at vera progvad, at skuld- setingarnar eru rættar. Hann segði eisini, at tað hevur ongan almennan áhuga at skíra Fólkaflokk- in fasistiskan. Kári Petersen kravdi Tórfinn Smith fríkendan. Í fyrsta lagi, tí hann ætlaði at føra prógv fyri, at skuldsetingarnar í les- arabrævinum eru rættar. Í eðrum lagi, tí tann, sum hevur skrivað brævið, hevur »handlet til beretti- get varetagelse af ábenbar almeninteresse«. (grein 269 i revsilógini). Eftir at hava sagt sína áskoðan um málið, royndi dómarin at fáa partarnar at semjast. Tað vil siga, at hann vildi hava Tórfinn Smith at taka aftur allar skuldsetingarnar, sum eru nevndar í stevningini. Til hetta var Kári Petersen skjótur at svara, at áðrenn stevningin kom, var blað- stjórin biðin um at taka allar skuldsetingarnar aftur. Tann eina, >Fólka- flokkurin gongur inn fyri morði politiskt våpn«, bleiv tá tikin aftur. Tað var tí, hon skuldi ikki standa í lesarabrævinum, sum men eitt mistak í umbr atvoldin til hana bleiv tikið aftur, segði Kár Petersen og bað um dót Inni var IKKI Annað 1 måalinum Góðar grundir Legtingslimir, tíðinda- fólk, sakferarar og nekur onnur áhugað fyltu áhoyrarplássini í tí nýum- vælda rættarsalinum. Tey hoyrdu Tórfinn Smith greiða rættinum frá, at hann heyði sæð les- arabrævið, áðrenn tað fór í blaðið. Hann helt lesarin hevði góðar grundir til at siga tað, sum stendur í brævinum. Hesar grund- ir eru skrivingin í Dag- blaðnum, segði blaðstjórin á Sosialinum. Tórfinn Smith helt tað vera í lagi, at dulnevnd lesarabrev koma í blaðið. Tí ofta verður eitt lesara- bræv dømt eftir ti, sum hevur skrivað tað, og ikki eftir tí, sum stendur í tí. Tað er eisini fyri at sleppa undan at verða spilt út í Dagblaðnum, at fólk aftra seg við at seta navn sítt undir lesarabræv. Og tað var júst henda útspilling, sum Kári Pet- ersen við nógvum demum úr Dagblaðnum viðgjerdi í sínari dómsviðgerð. Kári Petersen segði, at tey brotini, hann las úr mál- gagni Fólkafloksins, prógva, at „Dagblaðið styðjar morð sum poli- tiskt våpn«, >Fólkaflokk- urin gongur inn fyri, at Tingið við makt verður sett frá, tá ið legir og um- steður loyva tað“ og, at „Fólkaflokkurin gongur inn fyri terrori móti tí ein- staka feroyska borgaran- um<. Hann royndi eisini at undirbyggja orðaljóðini „Síðan Fólkaflokkurin fyri 6 árum síðani aftur gjør- dist fasistiskur« og »Ein mynd av Føroyum um tiggju ár, eftir at fólka- floksræðið, skumpað í gongd av Håkuni Djur- huus, Steingrími Niclasen og Jógvani Sundsteini, hevur traðkað sín jarnhæl niður í andlitið á føroying- inum“. Kári Petersen segði, at Dagblaðið er málgagnið hjá Fólkaflokkinum. Og Fólkaflokkurin hevur ongantíð sagt nakað ímóti skrivingini i blaðnum. Hann segåi, at tann, sum skrivaði lesarabrævid í Sosialinum, hevur rætt til fram skuldset- ingarnar. Ein og hver borgari hevur rætt og skyldu til at ávara móti tendensum at oyðileggja demokratiið, Kári Petersen. at seta segði Ikki so illa meint Prøvførslan hjá Kára Petersen kom nakað óvæntað fyri sakføraran hjá saksøkjarunum, Jóg- van Páll Lassen. Hansara dómsviðgerð var heilt stutt. Hann kravdi Tór- finn Smith demdan eftir grein 267, sum er tann lin ara av teimum báðum greinunum um ærumeið- ing í revsilógini. Jógvan Páll L segði, at tað er grovt at 1ssen skuldseta m.a. stjóran á einum skúla við 1000 børnum fyri fasismu. Hann helt eisini, at tað er púra burturvið at saman- bera Feroyar og El Salva- dor. Replikkin, aftursvarið, hjá Jógvani Páll Lassen var longri enn sjálv dóms- viðgerðin hjá honum. Tá hevði hann hoyrt, hverja ætlan mótparturin hevði vid ellum — skjølunum, hann legði fram. Hesi skjal vóru greinar úr Dag- blaðnum um Chile, Reagan, Sjómannafelagið almennar fundir um sam- felagsmál og annað. Jógvan Páll Lassen segði, at viðurskiftini í Chile koma ikki okkum her i Føroyum við. Hann spurdi, um Kåri Petersen meinti, at allir sosialistar skulu skuldsetast fyri gerðirnar hjá Stalin. Hann vísti á, at Dagblaðið hevur funnist at harðligu fram- ferðini hjá Pinochet og, tá blaðið rósar Reagan, er tað fyri hansara fíggjar- politikk og ikki stuðul hansara til stjórnina í El Salvador. Annars segði Jógvan Páll Lassen, at hann helt ikki, skrivingin í Dag- blaðnum er so illa meint. Tað er meira skemt. Um tað eru ymiskar meining- ar. Men í øllum ferum stuttleikaðu dómari og åhoyrarar = sær ófert, meðan Kári Petersen las úr Dagblaðnum. Íkki minst Óli Breckmann. Jógvan Páll Lassen hevði fingið avhoyrt Jóg- van Sundstein, sum greiddi frá endamálsgrein Fólkafloksins og lut hansara í feroyskum politikki. Hetta brúkti sakførarin nú sum prógv fyri, at flokkurin ikki er fasistiskur. Fasisma er at gassa jødar, segði Jógvan Páll Lassen Málið er nú tikið upp til dóms Síða 5 Eg havi sjálvur sæd, at grønlendingar nærum hava yvirtikið Skart ut blåmenr eisini eru farnir at kenna seg vælkomnar ímillum tykkara. Ná, men væl gagnist Unglingin visti meira at siga frá. Tjørnuvikingar eru ikki vanir við automattelefon enn. Tað er just sum við ind ánarum á sinni. Tá teir fingu skotvåpn, skutu teir vilt. Á sama hátt vid tjørnuvil ingum, nú teir hava fingið automattelefon. Avisar familjur ringja hvor til aðra og skeldast, so tað hoyrist út um allar geilar... Allende varð koyrdur frá valdinum við ollum monnum sínum í 1973. Tibetur fyri kendi prosent... Tann hurlivasi, sum ráddi í búskapinum í Chile, fordi til hetta hernaðarliga vanliga chilenaran, svidan av eini árligari inflation sum upp á 500 statskvett. Sum so ofta, tá slíkt stats fer fram, verða vanlig mannarættindi sett til viksieina tíð... Henda mafiafyritoka á listarliga okinum stýrir einaráðandi í maålninga- og bót mentaheimi okkara. Gud náði tann, sum vágar at kalla tað vetablerada« makkverk og charlatanari, plagiat og stakkalastás, sum tað jú javnan er... Hovdals. Hopalong Jacobsen. Kamban, Andreasen, Jákupsson & Co. eru ikki listamenr Tad mundi vera í tokum tíma, at marxisturin Allende fet ekkir Fleiri gronlendingar búgva í Klaksvík. og fólk hevur havt illgruna um, at teir hava ein teirra við hóskandi millumbili kundi gera ferð til Danmarkar Gjalda suðringar minni skatt enn onnur“ „Valið av hesum konservativa politikkara er nevniliga ein stórsigur fyri vestur heimin... Vit kunnu vera sannførd um, at um Reagan hevdi verið foroyingur og fingist við politikk her á landi, hevði hann uttan iva hovrt heima í Fólkaflokkinum. Latið okkum fylgja við, hvussu teir har ganga undan. Síðani kunnu vit fora ein borgarligan politikk, sum ein slíkur eigur at verða og kann verða fordur í okkara komandi tíðum … Væntaði, at ein drongur, ið júst hedvi fingið vedrajolingsmål, las upp í barnatim- anum okkurt, hann sjálvur ella onkur annar óviti hevdi skrivað. Men nei. Fimm minuttir seinni boðaði útvarpsmaðurin frá, at sjálvur Steinbjorn B Jacobsen, fyrrverandi háskulastjóri, skald. rithovundur (av barnabókum væl at merkja), ritstjóri í mentaritinum Varðanum, ja, stutt sagt, ein at okkara fremstu ands- pávum, átti bæði upplestur, skrivliga búnan og innihaldið ...Eitt trivaligt, reydgardistiskt konufólk gekk og dreivaði upp og niður um hallar- gólvið. Hon sá út sum ein statistur, sum skuldi prógva sannleikan í at Foroya innflut- ningur er ov stórur í mun til útflutningin. (Hon kundi sæð ut, sum hevdi hon sjálv etið meginpartin av innflutningsavlopinum)... ... Eitt bolandi ulpuskinn bað um orðið... …D. P. hevur tann heiður at vera líka komiskur, sum hann sær út. Tað er ikki hvorjum beskorið... … Sjålvbestaltadur andspávi, amerikaeygleidari og hovundur. Men dugir neyvan at siga tvey samanhangandi orð uttan at benda bæði skeivt. …. So bað ein yvirvaksin ullarlagdur um orðið... Hann fesjaði eftir lið sum krabba- gágga fram móti mikrofonini. Onkur rópti um at fáa hetta bolandi úlpuskinnið at venda sær móti áhoyrarunum. Pesjan mól 360 gradir um mikrofonina, men sá tað sama út frá ollum síðum. Onkur gloggur varnaðist tó á lynlásinum í úlpuni og á einum skyggjandi brilluglasi í lesullini, at hann mundi venda rættan veg kortini Hetta eru nøkur av teimum kutunum úr Dagblaðnum árini 1974—81, sum Kári Peter sen brúkti til at prógva, at skuldsetingarnar í lesarabrævinum eru rættar Endamálið: at ræða fólk frá at fara á almennar fundir og hava eina aðra meining enn blaðstjórin á Dagblaðnum. Tað er ikki neyðugt at senda menn í brúnum skjúrtum og ledurstyvlum at órógva fundir. Hetta virkar eins væl. Hetta er terror móti einstøkum borgarum, segði Kári Petersen í rættinum mánadagin. Hann segði eisini, at tekur tú undir við statskvetti sum politiskt vápn, so tekur statskvettinum. Dagblaðið verjir stjórnina í Chile og tekur politiskt vápn. Allende varð myrdur tú eisini undir við avleiðingunum av tí undir við morði sum Eyðkenni hjá fasismuni eru hysterisk antisosialisma, ras n er ímóti fríum fak feløgum og intellektuellum