Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-04-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. apríl 1982síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith lábyrgdj Blaðfófk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miiller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting: p/f sosiaturin. Prent: p/f pressan 1981 Óhoyrt og ódemokratiskt AT HAVA virðing fyri løgtingi og landsstýri man vera ógvuliga grundleggj- andi fyri ein og hvønn føroying. Tað er hagani landið verður stýrt. Tað eru har, álvarsmál verða við- gjørd. HVUSSU MAN fara at vera vid hesi virding i framtidini man vera so sum so. Frå at hava havt åbyrgdarkendar landsstyrissamgongur virk- andi eftir demokratiskum leiðum, hava vit nú fingið eitt stýri, sum vit illa kunnu geva hetta skoðsmál. KLANDUR OG STRÍÐ um nærum øll mál. Avtalur, ella semjur, sum teir sjálvir kalla tær, verða brotnar fáar dagar eftir tær eru gjørdar. Politikkur landsins verður førdur upp á hvamsvís. Sum ein av samgongumonn- unum tók til: Vit taka ein dag í senn... Í FARNU VIKU gjørdu teir sokall- aðu samgonguflokkarnir eina so kallaða semju í spurninginum um gerð av sekunderum bergholum. Semja er um at byrja uppá berg- holið norður á Trøllanes 1. apríl 1983. EFTIR AT VIT hava lisið og hoyrt, hvussu umboðini fyri teir ymisku samgonguflokkarnir tulka ta so- kallaðu semjuna, eru vit í rættu- liga stórum iva um, annaðhvort nøkur verulig semja er gjørd ella ikki. MEN UTTAN MUN til hetta, so kunnu vit sláa fast, at kleyvar- skapurin hjá sitandi samgongu í spurninginum um gerð av sekun- derum bergholum, kemur at kosta okkum dýrt. Av berum kleyvarskapi verður kostnaðurin fyri bergholið norður á Trøllanes meira enn tvífaldaður. Og hini bergholini, sum skulu gerðast seinni, dýrka eisini munandi. Á KALLSOYNNI ERU trý berghol LAT logikkin hjá Fólka- flokkinum liggja í samband við millumlandasiglingina hesaferð. Tað, sum er enn meiri áhugavert í hesum sambandi, er, at fyri minni enn viku síðani skuldu landsstýrisflokkarnir eitast at vera samdir um siglingar- spurningin. Longu nú týs- dagin var hendan semjan burtur. OG IKKI NÓG mikið við tað. Fyri at bjarga uttanlands- siglingini vildi Javnaðar- flokkurin á tingfundi týs- kveldið leggja uppskot fram um hetta mál, men fekk ikki loyvi til tess. Óhoyrt og ódemokratiskt. ONGANTÍÐ ER TAÐ komið so týðuligt til sjóndar, hvussu nakrir fáir sam- gongumenn diktera einum meiriluta í tinginum. Kann longur nakar ivi vera um, at hetta landststýrið — um talan í veruleikanum er um nakað landsstýrið sum helst — eigur at leggja frá sær. Og tað ongantíð ov skjótt. gjørd. Fyri hvønn leypandi metur hevur tað trida bergholið bert kostað stíva helt av tí fyrsta. Hetta er eitt úrslit av, at arbeiðs- fólkið hevði fingið tann rætta kunnleikan til amboðini, sum teir arbeiddu við, og at teir høvdu eina ávísa rutinu í hesum arbeiði. TÁ EIN STEÐGUR nú skal vera í tvey ár, verður tað servanda fólkið spjatt í allar ættir, og tað verður helst ógjørligt at fáa sama fólkið aftur. Úrslitið er tá, at tann fíggjarligi fyrimunurin, ið vildi staðist av kunnleikanum til am- boðini og av rutinini, er burtur. Eisini kunnu vit rokna við einum prís- og lønarvøkstri uppá 15 til 20 pst. um árið. SEMJA ELLA IKKI semja millum samgonguflokkarnar, tað vita vit ikki í dag, men eitt stendur púra greitt, at kemur hendan semjan at halda, so verður talan um eina dýra semju, og heldur hon ikki, so verður kostnaðurin uppaftur størri. SOSIALURIN Starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum vid Sjónvarpsfelagið: Setið peningin í Ellis- og rektar- heimskontoina! I einum av blødunum herfyri stóð við stórari yvirskrift „Sjónvarpsfelagið í peningatrupuleikum« vidari stendur: ikki ti ongir pengar eru til men ti ov- nógvir Nevndin hevur tí hugsa um at lata vera við at krevja limagjald fyri 1982 — avleið- ingarnar verða bert meiri, jú fleiri peningur er til taks, tá Sjónvarpsfelagið verður av tikið og vit fáa alment sjón- varp Spurningurin verður tí hesin: Hvat skal sjónvarps felagið gera við allan hendan pening (uml. 400.000,00 kr.?) Okkara uppskot skal vera Krevji limagjaldið fyri 1982 og latið peningin, ið eftir er, tá útreiðslur v.m. er goldið, til: Ellis- og Rektarheims kontoina í Havn. Eitt megnar tiltak, ið ongin ger tykkun ettir Starvsfólk á Lands- sjúkrahúsinum Nevnda bræv er samstundis sent Sjónvarpsfelagnum í Havn. Jógvan við Keldu býráðsformaður skrivar Klaksvíkar býráð og IRF Tá ið málið brennisteð á komið so mikið langt, at ovn- urin endaliga er bílagdur, kundi tað verið hóskandi — í stuttum — við eini frágreið- viðvíkjandi Saltnesi er ing um gongdina í málinum. serstakliga seinnu tíðina. Tað var í 1977, at ein arbeiðsbólkur varð settur av Feroya Kommunufelag. til at koma við uppskoti um, hvussu alt burturkast skuldi vera fyribeint. Við tað, at hetta er ein longri sega við miklum tilfari, skal eg íkki koma nærri inn á ta fyrru tíð- ina, eisini at hetta ofta hevur verið frammi í blødunum. Í 1979 hendi so tað, at Havnin fór út úr felagsskap- inum, og varð uppskotið tá, at brennisteðin skuldi setast inn í Eysturoynna. Aftaná fundir og sam- rúgvus- kanningar, reður, varð samtykt at ar- beiða fram ímóti at seta hana á Saltnesi. Klaksvíkar 1978 hevði eina relativt væl- virkandi tekniska deild, setti menn til at gera eitt kann Býráð sum í ingararbeiði, hvat tað átti at kosta, sjálvir at loysa renova- tiónsspurningin. Tað sást tíðiliga, at spurningurin kundi loysast lokalt, men at tað gjørdist nógv dýrari fyri borgaran. Seinasta býráð samtykti tí, at fara inn í I.R.F., henda samtykt mars 1979. Síðani núsitandi býráð tók og varð gjørd 19. við, hevur málið av og á verið frammi, men nakað veruligt hevur tó ikki verið gjert við málið. Hetta hevur verið av góðum grundum, at lítið av veruligum ajourførdum til- fari hevur ligið í málinum. I februar mánaða í ár hevði so Klaksvíkar Býráð fund um málið, og var niðurstaðan av tí fundinum, at vit vildu heita á I.R.F., um at fáa málið út- sett í umleið 2 mánaðar, so at vit kundu verða lidnir við ta kanning vit vóru byrjaðir uppá ein mánaða áðrenn. Urslitid av tí varð, at vit fingu ein mánaða at umráða okkum Givið er, at málið er sera stórt og umfatandi, og í logum snýr tað seg um góðar 32 milliónir krónur fyri teir 29.000 íbúgvarnar ið eru i økinum, og er Klaksvík umleið 17% av hesum. Málið varð síðani — eftir forimuni — kannað, og bóðu vit um ein fund við I.R.F., og fingu vit henda fund miku- dagin 17. mars, har alt til- farið varð gingið igjøgnum Aðrenn fundurin var av, skutu vit upp, at vit fingu allar bygda- og býráðslimir saman á ein fund, áðrenn eykaaðalfundin, har vit kundu tosa saman um málið, uttan at I.R.F. var til staðar. Hetta vóru I.R.F. umboðs- menninir samdir við okkum um. Hesin fundur var týskveld- ið 23. mars, og vísti tað seg, at menn vóru ymiskir á máli, tó so, at semja var um, at renovatiónsspurningurin mátti loysast, tó ikki til ein hvenn prís Morgunin eftir kl. 9,30 hevði Klaksvíkar Býráð bý- ráðsfund, har niðanfyristand- andi samtykt varð gjørd: Um niðanfyristandandi verða svaraðir Klaksvíkar kommuna atkveða fyri pro- spurningar játtandi, kann jektinum Í At Landsstýrið gevur skriv- liga váttan um, at teir gjalda prísmunin kr. 3,8 mill., sum er munurin millum ein 2,5 tons og ein 3 tons ovn. Um ikki, so verdur ein 2,5 tons ovnur settur upp. 2. At flutningsútreiðslurnar bæði sjóvegis og landvegis eru innkalkuleraðar, her í- roknað verugjald, kontain- arar og kontainarabilar, somuleiðis at Strandferðslan hevur givið vissu fyri prís- inum og at teir í framtíðini vilja føra avfallið. 3. At alt avfall, sum ikki er brennbart eisini er vid i pris- utrokningunum, og at pris- urin kr. 15,— pr. ibugva fevn- ir um øll ruskpláss runt landið, sum skulu taka ímóti omanfyri nevnda avfalli 4. Um omanfyristandandi spur- ningar verða svaraðir játt andi, koma so tær kr. 418,02 pr. íbúgva at halda framyvir, hækkandi við vanligum prís- vekstri. Um omanfyristandandi spurningar ikki verða svar- aðir játtandi so vil Klaks- víkar Kommuna hava fundin spurningarnir verða svaraðir, ella nýggj prísútrokning verður gjerd. útsettan til A eykaaðalfundinum hjá I.R.F., varð henda samtykt framløgd, og fingu vit vissu fyri, at greinirnar 2, 3 og 4 komu at halda, og at hetta varð fert inn í fundarfrásegn- ina. Hvat fyrstu grein viðvíkir, so kom hetta inn beinleiðis sum ein broyting í uppruna- liga uppskotinum frá nevnd- ini í LR.F. Seinastu telini — sum vit á fundinum fingu vissu fyri. skuldu halda — vóru kr 418,00, fyri hvenn borgara fyri árið, ella í alt góðar kr. 2 Klaksvík, alt íroknað bæði brennbart og ikki. Ruskdungin á kostar kommununi kr. 1,1 milliónir fyri grótrætt mill. fyri fíggjarárið 1981/82, og kunnu vit vera samd um, at hetta er ein býarskomm, fyri ikki at siga ein landa- skomm. Tað ið meguliga verri er, hvat dunganum viðvíkir, so trúgvi eg ikki at hetta heilsuliga kann forsvar- ast. At geva nakað av avgerðar rætti okkara, tá ið vit fara inn í kommunalt samstarv, tað mugu vit síggja í eyguni, og má SEV helst vera besta demi um hetta. Tó hava vit sæð, at berjast vit vísuliga, og standa vit saman um at loysa málini, so kann tað lata seg gera at fáa eitt gott úrslit. Vit minnast í hesum sam- bandi útbyggingina á Strond hjá SEV, har vit vunnu nógv, tó ikki alt. Men eg eri vísur á, at bera vit okkum vísiliga at, vinna vit á mál. Til seinasta fari eg at nema við skrivingina ið Norðlýsið Framhald á síðu 12