hósdagur 1. apríl 1982síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Eigur landsstýrið at
leggja frá sær nú og
væl útskrivast?
Regin av Steinum, lær-
ari
Ja. Steðan er so
mikið ógreið politiskt,
at tað er ikki semiligt at
hetta heldur
fram. Tað sigur eitt og
ger eitt annað. Hetta
kann eingin góðkenna í
longdini.
stýrið
Eiden Miller, tíðinda-
maður:
— Hesin spurningur
kann ikki verða svar-
aður við klárt ja ella nei.
Politiska staðan um
ferjukeyp er í veruleik-
anum tann sama í dag
sum, tá ið gamla lands-
stýrið skrædnaði og tað
kann væl henda, at
hettanýggja stýrið
verður fyri vomu lægnu
orsakað av innanhýsis-
stríðnum, ið hevur verið
so sjónskt í Tinganesi
seinastu dagarnar.
Kortini man tað vera
vágiligt at lata eitt
landsstýri ið einans
hevur hálvtannað ár á
baki longu at skula far
til valborðið. Nakra
veruliga loysn hevði eitt
nýval ongantíð átt, so
tað trúgvi eg einki upá.
Tíðin er álvarslig og
krevur meira enn
nakrantíð at menn og
flokkar semjast íkki
minst um átroðkandi
kreppu- og búskapar-
mál.
k
Árni Joensen, lýsingar-
maður:
— Hesir seinastu dag-
arnir hava víst, at
landsstýrið er óarbeiðs-
ført. Fyri bert fáum
degum síðan gjerdu
samgonguflokkarnir
eina semju, men longu í
fyrradagin var aftur
kuril á tráðnum. Einki
stýri kann bjóða sínum
borgarum tílík viður-
skifti, og hesum eigur
landsstýrið at taka
fylgjurnar av.
Persónliga meti eg
hverki nýval ella minni-
lutalandsstýri at vera
rettu loysnina. Hvat við
nýggjari og broyttari
samgongu!
Vit hava ikki brúk
fyri ovurdýrum
glæstriborgum
sjónarmið
Í dag:
Anker Eli Petersen,
formaður í Ungmanna-
felagnum Skansastovu
Herfyri stóð at lesa í onkrum av blød-
unum, at Feroya kommunufelag
hevði sent landsstýrinum uppskotið
til frítíðarlóggávu aftur við tí við-
merking, at teir ikki tóku undir við tí.
Grundgevingin til stødutakanina var.
at um lógin bleiv samtykt, kom hon at
verða ein óynskt fíggjarlig byrða hjá
kommununum.
Hesin óviljin frá kommunufel-
agnum var ikki annað enn væntandi.
Kommunurnar hava nevniliga ilt við
at síggja dugin i fritidartiltøkum, sum
ikki hava rein prestigiu-endamál fyri
bygdina ella býin.
Ikki sær út, at býráðs- og bygda-
ráðspolittikarnir eru varugir við, at
júst teirra vantandi stuðul til frítíðar-
tiltekini, er ein tann stersta orsekin
til, at ungdómurin ikki trívist.
Ungdómstrupulleikar
Tað gongur næstan ikki dagur uttan
at vit gjøgnum pressuna fáa at vita
um teir steðugt vaksandi ungdóms-
trupulleikarnar. Vit síggja at ung-
dómskriminaliteturin gerst alsamt
sterri. Flokkarnir av ungfólki, sum
rekast oman og niðan eftir Havnar-
getum uttan at hava nakað at takast
við, bera eisini prógv um, at okkurt er
galið. Delskni hevur fingið tak í ung-
dómin, sum er svøvnutur og óinspirer-
adur og letur til at hava mist åhugan
fyri alt uttan um seg.
Orsøkir
Hvat eru so orsøkirnar til, at ungdóm-
urin er um at sleppa takinum i veru-
leikanum? Onkur sigur ov nógv fritid,
fantasiloysi, arbeidsloysi etc. Tad er
rætt, men hvør hevur so skapt hesi
keðiligu fyribrygdini? Er tað ungdóm-
urin, sum hevur tikið sær frítíðina?
Heldur ungdómurin seg sjálvan
tankatóman t.d. gjøgnum mótan? Eru
tað tey ungu, ið hava skapt arbeiðs-
loysið?
Er tað
trupulleikar av
hevur ungdómurin
samfelagnum?
Nei, trupulleikin liggur í at samfel-
agið materialistiskt er farið framvið
okkum. Uttan at geva teim
menniskjaliga krovunum ans hava vit
(?) drivið tað, ið skuldi verið lívs-
grundarlagið, so langt frá okkum, at
vit ikki klára at fylgja við sjålvi.
Tað nyttar ikki at seyma ein vakran
klædning, um tann, ið skal brúka
hann, ikki sleppur í hann
samfelagið, sum hevur
ungdóminum ella
trupulleikar av
Hvat verður gjørt?
Einasti mátin at taka burtur illgresi
er at skera burtur returnar. T.v.s. um
vit vilja koma trupulleikunum til lívs,
mugu vit fyrst burturbeina or-
sekirnar til teir. Tað er kanska ikki
bara sum at siga tað, men tað kann
ikki gerast verri av at royna.
Til hetta hava vit polittikarnar,
men meðan hesir eru sera ídnir at
vinna materialistiska framgongd
(óansæð ideologi), hava teir fullkomu-
liga misrekt tað menniskjaliga síðina
av sakini. Tad tykist, sum teir liva
eftir orðunum hjá Freud gamla um, at
tað er menniskjan, ið skal laga seg
eftir samfelagnum og ikki evugt.
Hetta vísir seg við at rópt verður eftir
meira politistum, strangari eftirliti
við borgarunum og eðrum ódemokrat-
iskum fyriskipanum.
—/
Uppskotið til eitt býarhús, sum mentanevndin hjá býráðnum lat gera
undan seinasta býráðsvali
Nær fær Havnin ráð at byggja eini
slík hús
ella hava vit brúk fyri einum slíkum ?
Man roynir also at trýsta persønin i
tann ov
fyri at seyma hann um, so hann pass-
ar.
tronga klædningin, ístaðin
Hvat kundu vit gjert?
Tað er ikki stuttligt at vaksa upp í
einum býi sum Tórshavn. Einum byi,
ið ikki hevur annað at bjóða børnum
sínum enn nakrar kioskir, tveir bio-
grafar og so tvey skallut dansihøli,
har tað eina er roknað fólki yvir 20 ár.
Gott nokk hava vit ítróttarfelog,
kvøldskular, kristiligar felagskapir
0.s.v. men hesi hava øll åvis endamál,
og livir ein ikki upp til tey, er man ikki
ynsktur
Tad, sum manglar, eru stød har ung-
dómurin kann savnast uttan fyri-
treytir og uttan absolut at skula
kenna seg noyddan til at åvirka nakad
åvist.
Alternativ fritidaritriv
Tá havnarungdómurin fyrst í sjeyti-
árunum tók seg saman og stovnaði
Skansastovu var tað júst við hesum
fyri eygað. Nú skuldu vit hava eitt
stað, har pláss var fyri ellum, og ser-
liga teimum, sum ikki funnu seg til-
rættis aðrastaðni.
Full av vónum fóru vit undir at
skapa okkara egna frítíðarparadis,
sum skuldi avloysa kioskirnar
gøtuhornini ella hvar tað nu var. vit
hildu til. Men; tað, id vit ikki høvdu
hugsað um var, at fyri at rekka á mál
noyddust vit at hava polittiskarnar
við okkum. Skjótt vísti tað seg, at tað
virkisfýsni og áræði, ið polittikarnir
høvdu eftirlýst millum
bert var orðaskvaldur og umberingar
fyri at sleppa frá at gera nakað sjálv
ir. Hesir alfaðirligu gubbarnir vóru
faktiskt líkaglaðir, um ungdómurin
gjerdi nakað ella iíkki.a
Onkuntíð vóru reddir frammi um,
at nú fór okkurt at henda. M.a. tekn
aðu teir eina velduga fritíðarborg
men hevdu vit ikki ráð at
hana, orsakað av tí yvirdyru svimji
hellini. Nei, ungdómurin er
aftaná ferð farin ongul í reyv frá teim
ungdómin
byggja
ferð
um stýrandi
Tað, sum polittikarnir mugu gera
sær greitt, er, at ungdómurin ikki
hevur brúk fyri yvirdýrum glæstri
borgum ella arkitektoniskum meist-
araverkum. Tað, ið trot er á, eru eini
fýra smærri ungdómshús, (harav eru
longu tvey tek, nevniliga Skansa-
stova og ungdómshúsið í Hoyvík),
plus eitt sindur av stuðuli at seta tey í
stand fyri. Hesi húsini kunnu fyri ein
part fíggja seg sjálvi, og tað sum
írestar kann kommunan og landskass-
in hjálpa við. Hetta hevði verið bæði
bíligari og menniskjasligari enn at
seta pening av til at fáa fleiri politist-
ar, erstatta brotnar rútar, og annar
tað, ið verður oyðilagt av ungdómi, ið
keðir seg
Arbeiðsloysi kann ungdómurin onki
gera við, men frítíðina skulu vit nokk
klára, um
hjálpa eitt sindur til
poltttikarnir halsa um og
Latið okku í fáa eina fornuftiga
fritíðarlóggávu. sum kann fáa klæd
Atli Dam:
politisk
viðmerk-
Borgarliga landsstýrið må
leggja frá sær
— Borgarliga landsstýrið
má nú leggja frá sær. Tað
er best fyri landið. Tað ber
ikki til, at nakrir fáir mans
skulu diktera meirilutum í
tinginum.
Soleiðis sigur Atli Dam,
form. í javnaðarflokkinum
í eini viðmerking til aktu-
ellu politisku steðuna.
Atli Dam vísir á, at tað nú
fleiri ferðir er hent, meðan
henda samgongan hevur
sitið í Tinganesi, at tað
hevur verð meiriluti í ting-
inum fyri ávísum málum,
men athesi mál kortini eru
blokerað av nekrum fáum
monnum.
Um sjálvt siglingarmál-
ið sigur Atli Dam: — Tað
er ógvuliga harmiligt, at
eitt so stórt álvarsmál
sum uttanlandssiglingin
skal verða viðgjert so
jánkasliga. Tað er bæði
ein skandala og skomm
fyri teir menn, sum hava
samráðst um at keypa
skip til hesa sigling, at
politiska leiðslan í Tinga-
nesi als ikki virðir slíkt
sum álvarsmál. Tað er
harmiligt, at hetta málið
er vorðið eitt flokspoli-
tisktmál, tí her er talan
um ein spurning, ið við-
víkur okkum ellum. Tí vil
javnaðarflokkurin eisini
seta til viks flokstrætur
fyri at fáa hetta so týðandi
mál igjøgnum.
Atli Dam sigur víðari, at
skulu vit halda fram at
brúka Smyril í uttanlands-
siglingini, so geva vit hesi
sigling menustingin. —
Vit eru longu við at vera
ov seinir á sjóarfallinum
— norðmenn og íslend-
ing
ingar arbeiða við ætlanum
at fara inn í hesa sigling.
Vit eru so smátt við at
missa alla trúverdugheit
uttanlands. Fyrst at
senda menn at samráðast
um skip, síðani at ganga
inn fyri keypi og so aftur
at fella málið!
— Hetta er at viðgera
eitt landsmál við ov lítlum
alvara