Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 162 - 27. august 2002 Nr. 162 - 27. august 2002 3 Tøkk Við hesum veita vit okkara hjartans tøkk til øll, sum vóru við til jarðarferðina hjá Sofíu Joensen Sandavágur Takk til David, prest, kirkjutænarar, sangarar, berarar og øll, sum fylgdu henni til seinastu hvíldina. Ein serstøk tøkk til Helenu og øll á Ellisheiminum, sum vóru so góð við hana og vóru um hana seinastu mongu árini. Harrin signi tykkum! Familjunnar vegna Brynhild Higginbotham Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at Salmina Johannesen Skopun andaðist sunnudagin 25. august, 83 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Skopunar kirkju mikudagin kl. 13.00. Børnini BÓKAÚTGÁVA Tíðindaskriv Næmingabókin »Gott er góðum at tæna 2«, ætlað kristniundirvísing í fólka- skúlanum, er nú komin í bókabúðirnar saman við lærarahefti til bókina. Paulina Andreasen og Charlotta Thorsteinsson, lærarar, hava skrivað bæði næmingabók og lærara- hefti. Eitt høvuðsgrundar- lag undir næmingarbókini er »Bíblian í orðum og myndum«, sum Bókadeild- in hjá Føroya Lærarafelag gav út fyri nøkrum árum síðan. Fyrru næmingabók- ina, saman við lærarahefti, gav Føroya Skúlabóka- grunnur út í 2000. Ætlanin við næminga- bókunum er millum annað at læra næmingarnar betur • at skilja bíbilsku tilburð- irnar • at viðgera siðalagsligar spurningar í bíbilskum ljósi • at styrkja fatan næminga av egnum sjálvsvirði og av sjálvsvirðinum hjá øðrum Harumframt er fjølbroytt tilfar til tekstir úr øðrum bókmentum, ið lýsa siða- lagsligar spurningar. Okkara tíð hevur mangt við sær, ið ávirkar við- brekna barnasinnið. At læra at skilja ímillum rætt og skeivt, satt og ósatt, gott og ilt er framvegis ein av hornasteinunum í okkara uppaling. »Gott er góðum at tæna 2« umrøðir evni so sum lygn, samvitsku, lýdni, øvund, happing, dálking og kærleika. Høvundarnir vísa í sini greiniligu lærarabók, ið er gjørd til næmingabók- ina, til mong góð hugskot, har sum næmingarnir fáa høvi til at nýta síni skap- andi evni. Eisini verður víst á ymsar møguleikar fyri tvørgreinaligari viðgerð og á evni til verkætlanarupp- gávur hjá eldru næmingun- um. »Gott er góðum at tæna 2« kann nýtast í miðdeild- ini í fólkaskúlanum, men bókin kann saktans eisini verða brúkt í framhalds- deildini. Hestprent hevur prentað. Næmingabókin »Gott er góðum at tæna 2« er 67 blaðsíður, og læraraheftið til næmingabókina er 20 blaðsíður. Gott er góðum at tæna Mánadagin gav Cope Records EP-fløguna hjá Clickhaze út í Danmark. Fløgan fæst til keyps á heimasíðuni hjá felagnum og í fløgu- sølum ymsastaðni kring landið TÓNLEIKUR Pop.fo Nú fæst fyrsta útgávan hjá Clickhaze til keyps í Dan- mark. EP, sum bólkurin kallaði útgávuna, varð mánadagin givin út av plátufelagnum Cope Records. Felagið selir sínar útgáv- ur umvegis heimasíðuna hjá sær, men teir hava eisini avtalu við GDC, sum tryggjar at fløgurnar hjá teimum fáast til keyps í fløgusølum úti um landið. Á heimasíðuni hjá Cope Records verður fløgan løgd fram við hesum orðum: – Ud af Færøernes tågede landskaber kommer kvintetten Clickhaze, hvis sfæriske og atmosfære- fyldte blanding af trip hop og avantgarde-rock gør brug af den blå nordiske tone på en helt særegen måde. Clickhazes drøm- mende lydlandskaber er bygget op omkring sanger- inden Eivør Pálsdóttir alfe- agtige vokal, som både indeholder vemod og skøn- hed blandet på forunderlig vis. Tað ber til at lesa meira um EP-fløguna hjá Click- haze á heimasíðuni hjá Cope Records – www.coperecords.dk MFS gevur lesandi høvi at sýna handverk/kundskap/- list fram á Kulturnat í Keypmannahavn í oktober MENTANARNÁTT Tíðindi frá MFS Aftur í ár verður Føroya- húsið við í mentunarnáttini, sum verður í Keypmanna- havn 11. oktober 2002. Fyri fyrstu fer gevur MFS les- andi høvi at sýna fram sína list, handverk, kundskap o.a. Hetta er ein góður møgu- leiki hjá lesandi at sýna ymiskt fram tað, ið upptek- ur tey og á tann hátt skapa áhuga og fremja umrøðu. Ætlanin hjá MFS er at fremja áhugamál teirra lesandi og birta uppundir kjak og virksemi í felagn- um við hesum tiltakinum. Alt tilfar, sum kemur til høldar, verdur lagt út á heimasíðuna hjá MFS - www.mfs.fo, har høvi verð- ur at koma við viðmerking- um, umtalu, ummælum, áskoðanum, rósum vm. Luttøka Fyri at luttaka nýtist tær bert at skriva mail til www.bjorgdam@hotmail.c om og greiða frá ætlan, tema, plásstørvi o.líkn og at vera limur í MFS. Limaskapur kann fáast við venda sær til skrivstov- una hjá MFS ella á heima- síðuni. Eru spurningar ella ivamál, ring til Bjørg Dam á tlf. 32 88 60 06. MFS? Er Meginfelag Føroyskra Studenta og heldur til í Før- oyahúsinum í Keypmanna- havn, og tekur sær av áhugamálum teirra lesandi uttanlands og teimum, ið eru undir hægri lesnaði í Føroyum. Hvat er Kulturnat? Mentunarnátt var fyrstu ferð 15. oktober 1993, og síðani er mentunarnáttin blivin eitt størri og størri tiltak. Í 2001 vóru meira enn 300 stovnar við, og yvir 52.000 atgongumerki vóru seld. Høvuðsætlaninar við tiltakinum er at birta lív í tað mentunarliga lívið við at bjóða fjølment tiltøk og at seta Keypmannahavn á verðinskortið sum ein mentunarbýur. Í ár verður sum undan- farnu ár ymiskt forvitnis- ligt í Føroyahúsinum, tað er ein »tour de fource« ígjøgnum norðuratlantisku mentanina – drama, kaba- ret, føroyskur dansur, kór- sangur, kingosangur, fram- sýningar av alskins slag, upplestur og alt møguligt annað. Føroysk lesandi á mentan- arnátt í Keypmannahavn EP-fløgan hjá Clickhaze útgivin í Danmark C M Y K 3 2 Um níggjutíðina í fríggjakvøldið fór ein eitt tons tungur steinur á rull úr skorini oman fyri Kirkjubø. Steinurin steðgaði góðan metur frá einum sethúsum OMANLOP Eirikur Lindenskov Tey vóru heppin í Kirkjubø fríggjakvøldið, tá ein stein- ur fór á rull úr skorini oman í bygdina. Steinurin rullaði oman gjøgnum bøin, tvørt- ur um vegin, og steðgaði í túninum góðan metur við síðuna av einum sethúsum. Á veg oman í túnið rakti steinurin eina trækrúnu, sum hevur tikið ferðina av steininum, sum annars hevði beina kós oman í stóra vakstrarhúsið í Kirkjubø. Fólkini í húsinum boð- aðu løgregluni frá tilburð- inum. Løgreglan bað fólk- ini fara úr húsinum, tí óvist var, um fleiri steinar vóru væntandi. Leygarmorgunin var greitt, at annar steinur eis- ini stóð at leypa. Hann var um trý tons til støddar, og tí vórðu boð send eftir Lands- verkfrøðinginum at meta um, hvat gerast skuldi. Kl 10 leygarmorgunin fóru Annfinn Brekkstein, borgarstjóri og Eyðfinnur í Búðini, næstformaður, saman við tveimum stað- kendum monnum frá Landsverkfrøðinginum at kanna steinin. – Steinurin er nú tjóðrað- ur, so nú fer hann ongan veg, sigur Annfinn Brekk- stein. Hann sigur, at tey nú ætla at fáa fólk frá Jarðfrøðis- savninum at kanna alla skorina, tí menninir frá Landsverkførðinginum varnaðust, at alt ikki var, sum tað plagdi. – Tá skoran er kannað, verður gjørt av, hvat gerast skal fyri at tryggja viður- skiftini, sigur Annfinn Brekkstein. Borgarstjórin í Kirkju- bøar kommunu er sera feg- in um, at smáu kommun- urnar hava ein stovn sum Landsverkfrøðingin at venda sær til í slíkum føri. – Vit í teimum smáu kommununum hava ikki so nógvar møguleikar, tí er tað sera gott, at vit altíð kunnu heita á Landsverkfrøðings- stovnin í slíkum førum, sig- ur Annfinn Brekkstein, sum leggur afturat, at ar- beiðið í Kirkjubø varð greitt skjótt og fyrimyndar- ligt leygardagin. Steinur á rull í Kirkjubø Pílurin vísir steinin, sum endaði góðan metur frá húsinum Mynd: Eirikur Lindenskov Menn frá Landsverkfrøðinginum saman við Annfinni Brekkstein, borgarstjóra og Eyðfinni í Búðini, bygdarráðslimi, eru á veg niðan at kanna skorina. Pílurin vísir, hvaðani steinurin leyp Mynd: Eirikur Lindenskov