Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 162 - 27. august 2002 Nr. 162 - 27. august 2002 5 Seinnapartin leygardagin fór Christian í Grótinum av Klaksvík vestur um Føroyar at royna eftir svartkjafti FISKISKAPUR Rúna Sivertsen Fríggjadagin legði Christi- an í Grótinum 2000 tons av svartkjafti upp í Fuglafirði. Teir hava roynt vestan fyri Føroyar og løgdu leygar- dagin leiðina vestur um aftur at royna. Vit ringdu umborð beint eftir, at skipið var farið av Klaksvík. Bogi Rasmusen, skipari, sigur, at fiskiskapurin er misjavnur, men hesin túr- urin, sum vardi eina viku, kann sigast at vera góður. Bogi visti eisini at siga, at Norðborg, sum partafelagið Christian í Grótinum eigur, hevur lagt smá 850 tons av sildaflaki upp í Tromsø í Noregi. Tað vóru 2 vikur frá tí, at Norðborg fór av Klaksvík, til teir høvdu landað í Noregi. Norðborg hevur roynt við Svalbard og í altjóða sjógvi, og fóru teir nú norð- ur aftur móti Svalbard at royna í norskum sjógvi. Kristian Martin Rasmus- sen er skipari á Norðborg. Landaðu í Føroyum og Noregi Málsetningurin er, at útreiðslurnar skulu ikki veksa meiri enn inntøkurnar, sigur Løgmaður FÍGGJARLÓGIN 2003 Áki Bertholdsen – Útreiðslurnar á fíggjar- lógini skulu ikki veksa meiri enn inntøkurnar. Tað er ein grundleggj- andi málsetningur, sum samgongan hevur sett sær á fíggarliga og búsksparliga økinum. Og tað fer at síggjast aftur, nú arbeitt verður við at leggja fíggjarlógina fyri komandi ár,sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður. Í samgonguskjalinum stendur, at »búskaparliga skal munurin millum inn- tøkur og útreiðslur á fíggj- arlógini vaksa positivt á hvørjum ári«. – Hetta merkir, at vøkst- urin í útreiðslunum skal alt- íð verða minni enn vøkstur- in í inntøkunum, sigur løg- maður. Hann sigur, at hendan málsetningin hevur sam- gongan sett sær, at tað yvir- skotið sum er á fíggjarlóg- ini, skal ikki útholast fram- yvir. Anfinn Kallsberg sigur, at sostatt verður tað bú- skaparligi vøksturin í sam- felagnum sum ger av, hvussu útreiðslurnar á fíggjarlógini hækkað. Er búskaparligur vøkstur, er eisini rúmd fyri at hækkað útreiðslurnar. Annars vil løgmaður ikki siga nakað um komandi út- reiðslurnar. – Men í løtuni er búskap- arligur vøkstur. Samstundis vita vit, at lønirnar eru hækkaðar og rakstrarút- reiðslurnar eru eisini hækk- aðar og somuleiðis tær lóg- arbundu útreiðslurnar og tað fer at síggjast aftur í fíggjarlógini Sostatt er greitt, at javn- vágin í fíggjarlógini næsta ár verður hægri enn á fíggj- arlógini í ár. Men hvussu nógv, vil hann ikki siga. Hann vil heldur ikki siga, um rúmd verður fyri øktum tænast- um, tvs um fíggjarlógin fer at hækka meiri enn øktar lønarútreiðslur og aðrar kravdar útreiðslur hækka. – Karmarnir verða fyri ein stóran part lagdir av sær sjálvum, tí vit hava fingið eina meting av, hvussu bú- skaparligi vøksturin verður og tá ið fíggjarlógin altíð skal veksa minni enn tað, leggja karmarnir seg fyri ein stóran part sjálvt, sigur Anfinn Kallsberg. Samstundis er eisini greitt, at samgongan hevur sett sær fyri at lækka skatt- in. – Vit mugu ansa eftir príshækkingum, sum aftur føra økt lønarkrøv við sær, tí tað kemur ikki altíð løn- takarunum til góðar, tí prís- irnir hækka samsvarandi. Tað sum hendir, er, ofta, at at lønirnar hækka, men keypiorkan hækkar ikki kortini, tí prísirnir hækka tilsvarandi. – Tað hava vit ov nógv dømi um. Tað, vit mugu gera, er at leggja til rættis soleiðis, at tann tøka lønin hækka og tað gerst best við at lækka skattin, sigur Anfinn Kallsberg. Karsten Hansen vil onki siga um tølini á fíggjarlógini fyri næsta ár FÍGGJARLÓGIN 2003 Áki Bertholdsen Í løtuni verður arbeitt av øllum alvi í landsstýrinum við at fyrireika fíggjarlóg- ina fyri næsta ár. Fíggjarlógin skal verða løgd fyri tingið í seinasta lagi 1. oktober, so í løtuni fer mesta arbeiðsorkan hjá landsstýrinum til at fáa samgonguna at semjast um eina fíggjarlóg. – Í ár er arbeiðið eitt sindur seinkað afturímóti tí tað plagar, men tað kemst av, at løgtingsval var í vár og at tað gingu fleiri vikur til nýggj samgongað varð skipað og tað seinkaði arbeiðnum, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í Fìggjarmálum. Men hann leggur kortini afturat, at fíggjarlógin sjálvsagt verður klár sum ætlað. Annars vil Karsten Han- sen onki siga um, hvussu arbeiðið gongst og hann vil heldur ikki siga nakað um tølini á fíggjarlógini. Men hann sigur, at lands- stýrið er samt um høvuðs- karmarnar, men enn er langt eftir á mál, áðrenn tað verður greitt, hvussu krón- urnar í karminum skulu býtast sundur. Tó sigur hann, at árið í ár er onki undantak: Ynskini frá teimum ymsu landsstýr- isfólkunum eru aftur í ár nógv hægri enn rúmd verð- ur fyri, so tað verður verri enn so at øll ynski verða gingin á møti. Landsstýrið hevur verið saman á Viðareiði at tosa um fíggjarlógina og har vórðu høvuðstølini løgd. Karsten Hansen sigur, at fíggjarlógin verður løgd eftir eini yvirskipaðari ætl- an, har vælferð, øktar út- reiðslur og skattalættar verða sett upp ímóti hvørj- um øðrum í eini heild, so at øll tølini ganga upp og tí kann hann heldur ikki siga nakað um, hvussu nógv verður sett av til hvat. Hetta er tað, sum samgonguskjalið sigur um politikk- in, sum skal førast á fíggarliga økinum tey næstu fýra árini FÍGGJARLÓGIN 2003 Áki Bertholdsen Nú landsstýrið telvar um fíggjarlógini fyri kom- andi ár, kann tað vera hóskandi at tríva í tað, sum fólkaflokkurin, sjálvstýrisflokkurin, tjóðveldisflokkurin og miðflokkurin samdust um í samgonguskjalin- um, sum teir samdust um, tá ið samgongan varð skipað í vár. Í samgonguskjalinum stendur m.a. , at førast skal ein varin og ábyrgd- arfullur búskaparpolit- ikkur, har grundstøðið undir búskapinum er framleiðsluvirðið í land- inum. – Politiska endamálið við fíggjarpolitikkinum er at laga føroyska bú- skapin til ein sjálvber- andi búskap, har allir borgarar hava javnbjóðis møguleikar, har væl- ferðin hjá føroyingum verður ment, har samfel- agnum verður tryggjað eitt sunt støði fyri sjálvs- menning og búskapar- ligum sjálvbjargni og har javnvág verður mill- um privat og alment fyritaksemi og íløgur. Men tað stendur eis- ini, at munurin ímillum inntøkur og útreiðslur á fíggjarlógini skal veksa á hvørjum ári. Harafturat stendur, at miðast skal eftir at gjalda niður skuld skjót- ari enn ætlað. Samstundis verður blokkstuðulin fastfryst- ur, búskapargrunnur skal setast á stovn og almennar langtíðar verk- lagsætlanir skulu gerast og fylgjast í verki. Skatturin lækkast Afturat hesum skal skatta- og avgjaldspolit- ikkurin eggja til, at tað loysir seg at arbeiða, framleiða, spara saman og gera íløgur. Samgongan er samd um, at tað er neyðugt at linka skattin fyri at lætta um hjá húskum og ein- staklingum. Tað er eisini neyðugt at lækka kostn- aðarstøðið, bøta realløn- ina og styrkja kapping- arførið. Tí verður botnfrádrátt- urin hækkaður og allir prosentsatsir á skatta- skalanum stigvíst lækk- aðir, serliga hjá lág- og meðalinntøkum. Sam- stundis skal marginal- skattamarkið stigvíst hækkast til at liggja oman fyri sáttmálaløn- ina hjá verkafólki. Samgonguskjalið um fíggjarpolitikkin Vilja tryggjað at alt verður tikið við Fíggjarlógin skal altíð hækka minni enn tann búskaparligi vøksturin er, so fyri ein part leggja karmarnir seg sjálvir, sigur Anfinn Kallsberg, Løgmaður Heldur kortini tætt inn at sær Ynskini eru aftur í ár nógv størri enn tað, sum letur seg gera, sigur Karsten Hansen C M Y K 5 4 Mazda Demio 1,3 LX Árg. 04/00, km. 32.000 kr. 105.000 Ford Escort 1,8 Turbodiesel St. car Árg. 08/97, km. 50.000 kr. 110.000 Ford Escort HB 16v Árg. 10/96. kr. 70.000 VW Golf Turbo Diesel Árg. 1994, km. 232.000. kr. 62.000 Mazda 323 p 2,0D LX Árg. 06/98. kr. 110.000 Daewoo Nexia GL Árg. 06/98, km. 39.000 kr. 65.000 Renault Megane 1,6e Árg. 12/96, km. 70.000 kr. 80.000 Renault Megane 1,6e Árg. 04/99, km. 73.000 kr. 120.000 Mazda B2500 PlusCab DX 4x2 Árg. 05/97, km. 89.000 kr. 78.000 Mazda B2500 4x4 Trælast Árg. 04/97, km. 115.000 kr. 128.000 Mazda B2500 4x4 DX Árg. 05/98, km. 115.000 kr. 119.000 Mitsubishi L200 4x2 Árg. 02/88, km. 230.000 kr. 30.000 Vælkomin inn á gólvið Tilboð: frá Dekksøluni Keyp 4 og gjaldi fyri 3 summardekk Montering og avbalansering íroknað. Tilboð uppá nýggjar PickUp Vegna ov stóra goymslu av nýggjum PickUp'um, hava vit frásorterað eitt partí, ið verður selt við stórum avsláttri Kom inn á gólvið í dag og ger ein góðan handil, fígging á staðnum við 6% rentu p.a. Opið er til kl. 17.00 gerðandisdagar BERG MOTORS · 31 35 35