Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 162 - 27. august 2002 Nr. 162 - 27. august 2002 7 Troyttur av handilslívinum —Nú havi eg gjørt hetta so leingi, og eg eri vorðin troyttur av handilslívinum, sigur Thordur Thorsteins- son, sum hevur av- gjørt at selja tógv- handilin Iglo HANDILSLÍV Heri á Rógvi Í eina tíð hevur tógvhandil- in Igloo verið lýstur til sølu. Bæði handil, heilsøla og hús eru lýst til sølu. Hand- ilin heldur til í Sverrisgøtu 19. Har hevur handilin hús- ast, síðani húsini vórðu keypt fyri átta árum síðani. Tað er Thordur Thorsteins- son, sum er leiðari fyri tógvhandiling, og tað er eisini hann, ið hevur tikið støðu til at selja húsini og handilin. – Nú havi eg gjørt hetta so leingi, og eg eri vorðin troyttur av handilslívinum, sigur Thordur Thorsteins- son. Handilin hevur borið seg, og Thordur undirstrikar, at tað ikki er av hesari orsøk, at hann gevst í vinnuni. Tógvhandilin Igloo hevur 25 ár á baki. Thordur er sjálvur næsta ættarlið. Tað var mamma hansara Marita Hentze Thorsteins- son, sum byrjaði at selja tógv fyri 25 árum síðani. Síðani tá hevur handilin skift bústað nakrar ferðir. Fyri góðum átta árum síð- ani flutti handilin í hølinum í Sverrisgøtu. Til Norra Nú Thordur gevst til at fáa við tógv, so veit hann ikki rættiliga, hvat fyri avbjóð- ing bíðar eftir honum í framtíðini. – Eg havi ikki tikið støðu til nakað enn. Eg havi fing- ið okkurt tilboð úr Norra, so tað kann gott henda seg, at eg leggi leiðina av land- inum, sigur Thordur Thor- steinsson. Hann hevur merkt eitt sindur av áhugi fyri at keypa handilin. Nøkur fólk hava spurt seg fyri. Thordur hevur góðar vónir at selja handilin til ein ágrýtnan keypara. 98% Í sínum dagliga starvi er tað mest konufólk, ið Thordur Thorsteinsson hevur sum viðskiftafólk. Hann roknar við, at eini 98% av við- skiftafólkunum eru konufólk. – Tað eru fleiri menn, ið bæði duga at binda og brodera, men konurnar eru í yvirtali, sigur Thordur Thorsteinsson. Útlitini fyri ein tógvhandil heldur Thordur vera góð. – Í Føroyum vil tað altíð vera ein eftirspurningur eft- ir tógvi, sigur hann. Thordur hugsar ikki, at tað hava verið so øgiliga stórar broytingar hesi árini, hann hevur staðið á odda fyri tí eina av tógvhandlunum í høvuðsstaðnum. Hjá Igloo hava tey lagt seg eftir bert at selja føroyskt, eftir at tey hava roynt seg við eitt nú norskum áður. Thordur sigur at enda, at áhugin fyri lidnum vørum kanska er broyttur nakað seinnu árini. Thordur Thorsteinsson er vorðin troyttur av handilslívinum. Hann hevur lýst handilin til sølu. Mynd: Jens Kristian Vang. TÍÐINDASKRIV Vinnuhúsið Í Danmark fara teir so smátt at byrja uppá at gera sáttmálar, sum eru fleksibl- ir, har starvsfólk til dømis kunnu velja millum frítíð við løn ella eftirløn. Í Før- oyum hava vit ikki slíkar sáttmálar, men í fleiri førum hevði ein fleksiblari sáttmáli verið til gagns fyri starvsfólk og leiðslu. Eitt frítt val millum eina viku frítíð við løn, tvær vikur løn undir útbúgving, eftirløn ella rætt og slætt fleiri pengar í lønarposan kann verða framtíðin hjá slaktaraarbeiðarunum í Danmark. Sum tann fyrsta starvsgreinin vilja teir mest sannlíkt innføra størri fleksibilitet og valfrælsið í teirra sáttmála, tá hann skal endurnýggjast til várs. Frá arbeiðsgevarasíðuni sær man somuleiðis sera pos- itivt uppá tann nýggja sátt- málaformin. Undirstjórin í Dansk Industri Erik Kjær- gaard leggur dent á tær góðu royndirnar frá Svør- íki, meðan umboðsstjórin fyri slaktarasamtakið Dan- ich Crown, Kjeld Johanne- sen, sær eitt størri val- frælsið sum eina náttúrliga menning. Í Føroyum er hetta fyri- brigdið so vítt skilst ókent. Vit hava ikki sáttmálar, har tann einstaki arbeiðarin ella starvsfólkini á einum virki kunnu velja til dømis antin fleiri frídagar ella meiri í løn. Men tað er vert at um- hugsa, um sáttmálarnir ikki eiga at gerast meira fleks- iblir. Til dømis kemur tað ofta fyri, at virkir (bæði starvsfólk og leiðsla) ynskja at sláa hálvar frí- dagar saman til heilar. Sum er, er hetta ikki í trá við sáttmálarnar. Hetta kundi verið eitt dømi og tað eru heilt givið fleiri slík dømir. Tað er í hvussu sum er vert at umhugsa, hvussu sátt- málapartarnir kunnu gera sáttmálarnar fleksiblari til gagns fyri starvsfólk og leiðslu á virkjum. Løn ella frítíð Marknaðarlæra eftir Annfinn Zacharias- sen er komin út TÍÐINDASKRIV Føroya Skúlabókagrunn- ur hevur givið út bókina Marknaðarlæru eftir Annfinn Zachariassen, lærara í Føroya Handils- skúla. Bókin, sum ber undir- heitið Søla og tænasta, er í fyrsta lagi ætlað undir- vísing í handilsskúlun- um, men hon er eisini hent hjá øllum teimum, ið fáast við handilsskap, og hjá okkum viðskifta- fólki at skilja okkara egnu keypsatferð. Vit keypa og selja vøru og tænastu. Tað er týðandi táttur í gerandisdegnum hjá okkum øllum, og tað er lívsstarv hjá mongum. Marknaðarlæra er greidliga sett upp, við nógvum kapitlum og strikumyndum. Aftast í bókini eru stuttar allýs- ingar av hugtøkum og fyribrigdum, og eisini er ein drúgvur leiorðalisti. Kápumyndin er eftir Bárð Jákupsson, lista- mann. Hon er uppruna- liga gjørd til Føroya Handilsskúla og er til skjals har. Ingi Joensen hevur sett kápuna upp. Umbrotið bókina hava høvundurin og Poul Han- sen, tøkningur. Repro-Z hevur havt reproarbeiðið og prentumsitingina um hendur. Bókin er 212 blaðsíður stór í stórum arkabroti, og hon er innbundin. Marknaðarlæra er at fáa í bókabúðunum fyri 248 kr. Kápan á nýggju bókini eftir Annfinn Zacriassen. Marknaðar- læra Sum eina roynd eru trolararnir Næraberg og Sjúrðarberg farnir at partrola eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi FISKIVINNA Solby A. Eliasen Klaksvík: - Hetta er bert ein roynd, tí at Næraberg manglar fisk, sigur Hanus Hansen, stjóri á JFK Trol. Hann leggur aftur at, at Sjúrðarberg ikki er tað rætta skipið til at partrola við Næraberg, og tí er hetta bert at meta sum eina roynd. Og um royndin eydnast væl, so verður farið at leita eftir einum øðrum skipi, sum hóskar seg betur at partrola við Næraberg. Tað hevur verið prátað um, at Næraberg skal fara at partrola í eina tíð nú, og nú er so tann fyrsta royndin farin av bakkastokki. - Næraberg manglar sum sagt fisk, og um hetta er tann rætta loysnin fer at vísa seg, sigur Hanus Han- sen, stjóri á JFK Trol í stuttari viðmerking við Sosialin. Heilt fitt av børnum vóru í KÍ høllini leyg- ardagin, tá Angela og Hannibal komu á vitjan. Tað var ikki gjørt nógv burtur úr palli og øðrum, men børnini fingu nógv og gott undirhald í um- leið ein tíma UNDIRHALD Solby A. Eliasen Klaksvík: Tiltakið byrjaði, tá klokkan var farin beint av trý leyg- ardagin. Tá kom Angela leiðandi við Nósa út í høll- ina. Hann heilsaði so upp á børnini, men fór so. Og børnini sóu ikki meira til hansara tann dagin. Síðani fór Angela til mikrofonina og tosaði við børnini. Tað sást og hoyrd- ist væl, at børnini kendu hana aftur, tí tey tosaðu allatíðina við hana. Hon hevði avbera gott samband við børnini. Serliga tá ið Hannibal kom upp á pallin, kom rættiligt lív í børnini. Tí Angela royndi at krógva seg fyri honum, meðan børnini stríddust við at siga honum, hvar Angela var. Angela og Hannibal høvdu so ymiskt undirhald fyri børnunum. Við teimum í Klaksvík var eisini vinnarin Barna Prixinum í Havn, Bjarki Hansen. Hann framførdi tveir sangir. Annar sangurin var sangurin, sum hann vann við. Aftaná at Bjarki hevði framført, komu Angela og Hannibal aftur á pallin. Tiltakið í KÍ høllini endaði um fýra tíðina við at Bjarki framførdi sangin hjá sær. Børnini fingu høvi til at heilsa upp á Angelu, áðrenn tey fóru. Onkur av teimum vaksnu róstu tiltakinum sera nógv, og onkur helt fyri, hvussu gott tað var, at tað endiliga var eitt tiltak fyri børnum, har onki bomm var at fáa ella nakað annað at keypa uttan atgongumerki. Næraberg og Sjúrðarberg partrola Næraberg og Sjúrðarberg eru farnir at partrola eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi Angela og Hannibal vitjaðu í Klaksvík Børnini vóru sera hugtikin av Angelu og Hannibal C M Y K 7 6